Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. apríl 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 76 - 22. apríl 2005 FLAGGDAGSRØÐA Lagt til rættis: Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Dagblaðið 27. apríl 1965: 25 ára flaggdagurin var hildin sunnudagin. Í Havn var skrúðgonga gjøgnum býin, har øll skótaliðini luttóku. Á odda gekk Havnar Hornorkestur, sum tey flestu av hesum 25 árum hevur fyrireikað flaggdagshaldið í Havn. Tá skrúðgongan var komin á Vaglið, var nógv fólk saman- komið, hóast hann hótti við regni. Har flutti Petur Háberg fram røðu. Petur er ein teirra sum longur aftur enn 25 ár kann teljast millum teirra sum stríðst hava fyri flaggsins rætti. Handritið endurgeva vit her: Tað er kanska onkur, sum tá ið tað spurdist, at eg skuldi halda røðuna her í dag, hevur hugsað sum so: Ná, skulu vit nú hava eina prædiku flaggdagin við? Og til tað er at siga: Hvat um so var! Flaggið er ikki bert eitt frælsismerki tjóðskaparliga. Tað er eitt innsigli um at her á landi livir eitt demokratiskt samfelag hvar einstaklingurin hevur frælsi til at hugsa, tala, skriva og trúgva eftir sinni og sannføring síni. Hetta er ein stór ogn. Hetta mugu vit gleðast um, at ein og hvør hugsan, ein og hvør lívsáskoðan ótarnað kann koma til orða undir flaggsins vernd. Og vit mugu vóna, at tað aldri kemur tann dagur her á landi, tá ið maður kann knúskast ella søkjast at fyri hugsan ella fyri trúgv sína. Teir siga við meg: Nú mást tú minnast til, at tað eru 25 ár síðan føroyska flaggið varð viðurkent av stórveldunum. Ja, tað skal eg minnast til. Eg haldi ikki at tað er neyðugt hjá mær at gera so nógv burtur úr flaggsins søgu. Hon hevur so ofta verið havd á máli her. Eg eri so mikið gamal og havi fylgt so mikið við, at eg kenni flaggsøguna. Men eg skal bert nema eitt sindur við árini 1930 og 1940. Frá tí at flaggið varð borið fram av studentum í 1919 og upp til 1930, vann tað sær fótafesti í smáum. Ógvuliga smá- um. Her í Havn vóru fá fløgg at síggja. Men eg minnist fløggini hjá Jákupi í Snikkarastovu, hjá B.A. Samuelsen, og flaggið uppi hjá Grækariasi hjá Pól Jóhannesi sást um allan býin. Fótbóltslið var í Hetlandi í 1930 við Poul Niclasen, blað- stjóra, sum ferðaleiðara. Het- lendingar heiðraðu føroyingarnar við at hava føroyska flaggið á stong á ráðhúsinum í Lerwick alla tíðina, teir vóru har. Eingin sýntist at taka sær tykni av tí. Hetta summarið hildu íslending- ar 1000 ára hátíðina og millum øll hini tjóðarfløggini høvdu teir hitt føroyska uppi á Almannagjá og á Tingvøllum. Tá ið føroyski umboðsmaðurin Edward Mitens bar heilsan sína fram, fór før- oyska flaggið upp. Danir mót- mæltu, og dagin eftir á miðdegi vórðu føroysku fløggini strikað. Ólavssøkuaftanskvøld í 1930 hevði Jóannes Patursson sín fólkafund niðri á Doktaragrund, sum hann var vanur. Hann talaði um flaggið, og ein fundarsamtykt varð gjørd. So minnist eg at Jóannes Lambaa, kendur skipari og handilsmaður, fór upp á Helluna. Hann var ikki fólka- talari og legði vist lítið í at standa á einum røðupalli. Men hann segði, at tá ið hann hoyrdi, at føroyska flaggið var vundið á stong á Tingvøllum, tá ornaði hann um hjartað. Men hann mátti siga, at tá ið tíðindini komu um, at tað varð niðurafturtikið, tá harmaðist hann virkuliga. Hesi einføldu orð settu eld í fundarfólkið, og ein ungur maður - Sigfred Skaale - skjeyt upp at fara niðan til Mitens, sum var tingformaður, at krevja føroyska flaggið upp á Tinghúsið um Ólavsøkuna, sum var ein merkis- søka, við tað at 900 ár vóru liðin síðan Ólavur kongur hin Heilagi fall á Stiklastøðum. Eg haldi, at hetta mundi vera fyrsta flagg- kravgonga í Føroyum. Dagin eftir - ólavsøkudag - kom so hin tiltikna flagg gølan í, sum ekkóaði í øllum Norðanlondum. Flaggmálið út á streymasjógv Flaggmálið var nú komið út á streymasjógv. Fólk tók støðu fyri og ímóti flagginum. Nógv vóru tey, sum nú vundu tað á stong, men tað fekk eisini sínar beisku mótstøðumenn. Á skipi var tað ógvuliga sjáldan at síggja. Stat- urin lænti bert til skip undir donskum flaggi, og ringar tíðir vóru fyri reiðarar og alt fólkið. Tað vakti tí ans, tá ið ein slupp stevndi inn á Havnina við før- oyskum flaggi uppi. Tað var Óla Jákup Kristoffersen í Skálum í Vestmanna við skipi sínum "Neptun". Tíverri gekk hann burtur við tí nøkur fá ár seinni. Tá ið Týskurin hevði hersett Danmark - og Føroyar komu undir brekst vald í apríl 1940, sluppu føroysk skip ikki at sigla við donskum flaggi. Bretar gjørdu ikki mætari enn so, at teir kravdu føroyskt flagg málað á føroysk skip, áður enn tey sluppu út aftur úr bretskari havn, hagar allur flotin sigldi við fiski. Amtmaðurin mótmælti, og her spurdist eitt satt eljustríð burturúr við tingingum, fundum, demonstartiónum og krøvum. Mikukvøldið hin 24. apríl 1940 vóru eini 800-1000 fólk komin saman her á Tinghúsvøll- inum og Vaglinum til fundar. Har fluttu millum aðrar Jóannes bóndi, Andrias Ziska og Tomm Nicolajsen røður. Krígsnevnd løgtingsins hevði samtykt at mæla til, at føroysk skip skuldu sigla undir føroyskum flaggi, og nú samtykti hesin fundurin at krevja av Hilbert amtmanni, at hann - ið stóð bretska valdinum til svars - ikki setti seg móti hesi samtykt løgtingsins. Ein 5- mannanevnd fór niðan til amt- mannin við hesum kravi, og fekk hann hálvan tíma til at svara aftur í. Øll mannamúgvan fór niðan við. Hon tyrptist framman 40 ár síðan: Flaggdagsrøða hjá Peturi W. Háberg á Vaglinum 25. apríl 1965 Flaggið er ikki bert eitt fræls Í Dagblaðnum týsdagin 27. apríl 1965 stóð ein grein við yvirskriftini "Gott flagg- dagshald í Havn", har røðan sum Petur W. Háberg helt flaggdagin 25. apríl varð endurgivin. Tá vóru liðin 25 ár síðan før- oyska flaggið varð viðurkent Petur W. Háberg helt flaggdagsrøðuna á Vaglinum 1965. (Myndin er sett saman av eini mynd á Vaglinum og eini har Petur talar í Frelsunarherinum) Myndagerð: Bárður Lydersen Í 1931 læt tingformaðurin Edward Mitens (1889-1973) reisa flaggstong á Tinghúsvøllinum, har føroyska flaggið skuldi veittra, samstundis sum Dannebrog var vundið á stong í Tinghúsinum