fríggjadagur 22. apríl 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 76 - 22. apríl 2005
19
fyri amtmanshúsunum, fólk sat
og stóð á grótgørðunum, og
børnini kluvu upp í trøini. Ein
merkilig sjón hetta kvøldið. Eg
minnist so væl, at amtmaðurin
stóð úti á trappuni sjálvurannar.
Tá ið svar amtmansins kom, og
fólkið fekk varhugan av, at tað
ikki var til vildar, var tað tætt
við, at mannfjøldin stormaði
amtmansborgina. Men Jóannes
bóndi fekk sissað fólkið. Hann
manaði tey til frið, spekt og
sóma og bað tey koma oman á
Tinghúsvøllin, har svarið frá
Hilbert skuldi verða lisið upp.
Amtmaðurin segði nakað sum
so, at hann mótmælti, at føroysk
skip skuldu nýta annað flagg enn
Dannebrog, men hann mátti
boyggja seg fyri bretsku mynd-
ugleikunum, eisini um teir
áløgdu føroyskum skipum at
sigla undir føroyskum flaggi.
Dagin eftir, hósdagin 25. apríl,
undirskrivaði Hilbert so kunn-
gerð um nýtslu av føroyskum
flaggi og BBC varpar út fleiri
ferðir frásøgn um hitt føroyska
flaggið, og hvussu tað sær út. Tá
tyrptust fólk saman aftur, og
frøin var stór. Eg minnist, hvussu
kenslurnar yvirtóku Andrias
Ziska, sum var ein av ítarstu
merkismonnum. Dagin eftir var
allur býurin flaggskrýddur,
summastaðni vóru fløgg spent
tvørtur um gøtuna.
Og eftir hetta hevur flaggdag-
urin verið hildin ár um ár í eina
fjórðingsøld.
Krossin til tjóðarmerki
Winston Churchill segði einaferð
í sambandi við kríggið, at fimm
ár eru ein long tíð í eins manns
lívi. Og so satt tað er - hvat eru
so ikki 25 ár! Tað er so mangt
umskipað í hesi 25 ár. Hin ungi
maðurin, sum las upp fundar-
samtyktina undir Tinghúsinum
24. apríl 1940, hann situr nú sum
ein gráhærdur maður í Føroya
løgmansstóli. Og tá ið eg hyggi
yvir mannfjøldina her, so má eg
siga við Ingemann: "Slægten er
ej mer den samme, dog det er det
samme folk".
Tað er so mangan tikið til, at
Norðurlondini øll hava valt sær
krossin til tjóðarmerki. Fólk hava
gjøgnum tíðirnar nýtt krossin til
ymisk symbol. Krossurin verður
m.a. nýttur til symbol upp á
deyðan. Og tó eg haldi ikki, at
hann átti at verið tað, so latið
hann minna okkum á í dag,
hvussu skjótt tíðin fer avstað, og
at deyðin er menniskjans lutur.
Tað gevur lívinum sítt sanna
perspektiv. Michelangelo segði,
at "Tað stígur ikki ein hugsan
upp í sál míni, sum ikki deyðin
er innristur í"
Og sum eg standi her og síggi
fyri mær mannfjøldina frá 1940
og teir menn, sum gingu á odda
bæði í flaggstríði og politikki, so
gerst hetta krossins symbol ein
álvarsamur veruleiki. Burtur er
Hilbert, burtur ráðgevi hansara.
Deyðir eru: Jóannes bóndi,
Andrias Ziska, Andrass Samuel-
sen, Sverri Patursson, Louis
Zachariasen, Thorstein Petersen,
Tomm Nicolajsen. Og eg kundi
hildið áfram. Leingi. Vit kundu
eisini hugsað okkum, at henda
mannfjøldin í dag gjørdi av at
hittast aftur á Vaglinum um 25
ár. Tað skal ikki so nógv fantasi
til at síggja fyri sær, hvussu tann
skarin mundi sæð út.
Eg sat einaferð undir krígnum
og lurtaði eftir Henrik Ibsens
"Per Gynt" í útvarpinum. Har
møtir so Per Gynt knappliga og
óvæntað knappastoyparanum -
deyðanum. Hann hveppir seg við
deyðan, og hugsanin um, at hann
skal gerast bert eitt fon uppi í
einari størri heild - verða mold
við øðrum orðum. "Det sætter
min inderste sjæl i oprør". Og
hetta er av sonnum eisini ein
døpur hugsan, men eg kann
minnast, at eg segði fram fyri
meg : "Henrik Ibsen - tú gloymir
eitt - tú gloymir uppstandilsins
ljósa morgum".
Og hetta er krossins sanna
symbol - lívið! Lív í yvirflóð.
Lív upp úr deyðari mold. Ævigt
lív og ljós eftir vetrarsins
myrkur. Eins og náttúran hesar
várdagar ber vitnisburð um
lívsins vón. Nú tað blómar og
grør í garði og ong. Nú tað
grønkar í dølum, í brekkum og
botnum. Nú ið fuglur og smá-
lomb skapa lív og yndi í haga.
Nú ið sólin mennist, vermir og
lívgar. Nú ið boðskapurin hevur
ljóðað um land okkara - um
uppreisnina, krossins boðskapur
um Kristi uppreisn úr deyðum -
einasta vón og einasta lív man-
sins. Bleikrið so krossmerkið
yvir okkum, og minni tað okkum
um hesa sterku og óbroytiligu
lívsins vón.
Sigmund Brestisson
Tað eru næstan 1000 ár, síðan
krossins merki á fyrsta sinni varð
reist í Føroyum. Her stendur ein
veldigur skótaflokkur. Tit gulu
skótar - tit bera navn Sigmunds
Brestissonar, og tit grønu skótar
kenna allir málningin, ið hongur
upp í KFUK, har Jógvan Waag-
stein hevur myndað Sigmund
Brestisson , tá ið hann úti á
Tinganesi boðaði kristnina á
fyrsta sinni, og tá ið hann
kanska droymdi um at vinna -
sum tað plagdi at standa í
samkomuhøll tykkara gráu skóta
- Føroyar fyri kristusi.
Latið meg, áðrenn eg gevist,
siga tykkum eina søgu um
Sigmund Brestisson. Norski
kongurin Ólavur Trygvason
sendi boð eftir Sigmundi at
koma yvir til Noregs. Tá ið teir
hittust, helt kongurin fyri, at
javnir vóru teir í kappleikum,
eins og lívslagnur teirra høvdu
verið ógvuliga líkar. Og nú vildi
hann fegin siga Sigmundi frá
hinum høga himnakongi, sum
skapti allar lutir, og ynskti eftir,
at sami alvaldandi Gud skuldi
leiða hann til sanna trúgv og til
at tæna sær. Føroyingasøga
greiðir frá, at Ólavur lovar
Sigmundi vinskap sín, "hóast
hetta" sigur hann "er einki vert
móti teirri sømd og sælu, ið
almáttugur Gud man geva tær,
sum hvørjum manni, ið goymir
boðorð hansara í heilaga andans
kærleika. At ráða saman við
sínum søta Soni, ið er kongur
yvir alla kongar, ævinliga í
Himmiríks dýrd".
Sigmundur svarar, at hann
hevur ongantíð blótað skurðgud -
ongantíð ofrað til avgudarnar
eftir heidna manna siði, tí at
hann longu tá sá, at tann siður
dugdi einki - hóast hann ongan
betri visti. Men hetta sum kong-
urin boðaði, var so vakurt og
yndisligt, at hann beinanvegin
tók við tí.
Hann fekk ikki góða móttøku á
tingi og mangt av tí, sum seinni
hendi í hesum sambandi, kann
kanska fáa okkum at ivast í,
hvussu væl hann hevði fingið
fatur á kristindómsins grund-
sannleikum. Men hetta var so
fyrstu ferð, ið krossins boðskap-
ur ljóðaði í Føroyum. Tað eru
reiðiliga 965 ár liðin síðan hetta
fór fram, og tá vóru gingin
umleið 965 ár síðan krossfest-
ingin á Golgata var farin fram.
So Sigmundur stendur við upp-
lyftum krossi miðskeiðis millum
hini páskini, tá ið krossurin fekk
sín velduga týdning - og okkara
tíð.
Og yvir landinum bleiktrar
hetta sama krossmerki í dag.
Føroyingar syngja í tjóðsang-
inum: Eg nígi tí niður í bøn til tí
Gud, hin heilagi friður mær falli
í lut! Og krossurin í flagginum
fellir hvørjum einstøkum í lut,
sum tekur við krossins friðar- og
fagnaðarboðskapi.
Petur William Háberg
Petur William Háberg varð føddur í
Havn 31. august 1914, foreldrini vóru
Malla, f. Petersen, og Napoleon
Joensen.
Petur vaks upp í Havn og gekk í
barnaskúla og realskúla, har hann tók
avgjørda og varandi støðu til rættin
hjá móðurmáli okkara í samfelagnum.
Liðugur við skúlan kom hann at
arbeiða hjá Tórstein Petersen
sakførara, og í hesum arbeiði hevði
hann gott høvi at fylgja við í
føroyskum samfelagslívi. Seinni fór
hann at arbeiða hjá Jens av Reyni í P/F
Tór.
Petur W. Háberg var skrivandi maður og skald.Við sínum holla
kunnleika í føroyskum máli saman við einum leikandi løttum penni
var hann ein dyggur stuðul í brøðrasamkomuni, har hann skrivaði,
talaði, yrkti og umsetti nógvar sangir, eins og hann gjørdi eitt stórt
ungdómsarbeiði.
Saman við svágrinum, Jens Christian Christiansen (Kissa) gav hann
fleiri bøkur út á Norrøna Forlagnum. Eisini róku teir bilasøluna
Norrøna.
Undir krígnum fekk hann hugskotið til Barnahjálpargrunnin, sum
hann stovnaði saman við Kissa, Ludvík Breckmann og øðrum. Hetta
var eitt av hansara hjartamálum.
P/F Dagblaðið gav í 1981 út bókina "Hugbirtingar", ið var ein
greinarøð hjá Peturi Háberg í Dagblaðnum árini 1976-77. Hesa
bókina fekk hann M.A. Jacobsens virðisløn fyri.
Í Havn var hann í fleiri nevndum, sum t.d. líkningarnevndini og
gøtunavnanevndini. Seinnu árini arbeiddi hann sum reiðari í
fiskivinnufyritøkuni Hvalnes.
Petur var giftur Hjørdis, f. Næssaa, sum í dag er 88 ára gomul.
Børnini hjá teimum eru: Beinta, Erna, Jógvan Páll, Elma, Pætur og
Malan.
Petur Háberg andaðist 25. oktober 1984, 70 ára gamal.
sismerki tjóðskaparliga
Petur W. Háberg var ein sera fjølbroyttur maður, ið fylgdi væl við í føroyska samfelagslívinum