fríggjadagur 22. apríl 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 76 - 22. apríl 2005
eftir Hanus Kamban
Hugleiðingar tá nýggja
miðlahúsið í Vágsbotni
varð alment tikið í nýtslu
Fyri hálvari aðru øld síðani tók
eitt tíðarskeið við í hesum oyggj-
um, har samfelagið læt dyrnar
upp fyri tí einstaka og gav
honum - og henni - frælsi til at
royna sínar gávur og sína orku á
øllum økjum, m.a. eisini tí hand-
ilsliga og mentunarliga. Framm-
anundan vóru møguleikarnir hjá
tí einstaka nógv skerdir, og tann
skipan, sum tá valdaði - við
einaveldi í Danmark og - hjá
teimum fátæku - giftingarforboði
í Føroyum - var í summum
lutum lík henni, sum í dag eyð-
kennir nøkur muslimsk lond. Tá
ið so ognirnar hjá Tí Kongaliga
Einahandlinum vórðu seldar á
uppboði í 1856, vórðu tær
keyptar av trimum privatum
handilsfyritøkum: Siemsen,
Skibsted og M.C. Restorff. Tvey
pakkhús vóru tá í Vágsbotni,
Nýggja Pakkhús, sum Siemsen
keypti, og Gamla Pakkhús, sum
Restorff keypti.
Men longu eina lítla øld
frammanundan høvdu vit føring-
ar fingið tann fyrsta smakkin av
liberalismuni. Baksýnið fyri
hesum var tey hørðu kríggini
millum Ongland og Frakland frá
1689 og til 1815, og har serliga
sjeyárakríggið 1756-63, tað
norðuramerikanska hjálanda-
kríggið 1755-63 og tað ameri-
kanska frælsiskríggið 1775-83.
Hesir dýru bardagar tvingaðu
bretar at leggja ofta sera høgan
toll á innflutning til Onglands,
m.a. tubbakk og rúsdrekka.
Sostatt var gróðrarbotnur
skaptur fyri loynihandli í stórum
stíli. Tá ið so høvuðsstøðin fyri
hesum handli á oynni Man varð
afturlatin í 1765, kom møgu-
leikin til Føroya. Rybergs
Handil, stovnaður av tí danska
keypmanninum Niels Ryberg,
fór at virka her í 1768 og helt
fram til 1788. Her í Vágsbotni
vórðu pakkhús bygd, og niðri við
sjógvin varð bygd atløgubryggja.
Higar komu skip úr Vesturindia,
úr Trankebar í India, úr Miðal-
havi og úr Danmark. Við sær
førdu tey romm, ginn, genever,
cognac, vín, tubbakk, te og
sukur. Her varð so varan
umskipað í eingilsk og skotsk
skip og síðan førd til Onglands
og borin í land ivaleyst á eyð-
mjúkum støðum, sum tað enska
tollvaldið ikki visti av. Í Rybergs
Handli høvdu o.u. 30 fólk fast
arbeiði - bretar, skotar, føringar -
sum m.a. bøkjarar, arbeiðsmenn
og tubbaksspinnarar. Fremmand
tungumál og ljóð av sekkjapípum
hoyrdust tá í Havnar trongu
gøtum, og handilin gav býnum
ein dám av kosmopolitismu.
Hetta er, kunnu vit siga, tann
søguligi karmurin um hetta
nýggja tíðarskeiðið í søguni hjá
Sosialinum, hjá blaðsins starvs-
fólkum og hjá Jan Müller
blaðstjóra. Rybergs andi - við
sínum fleyri av fyritakssemi,
frælsi og heimsborgaraskapi -
sveimar yvir hesum stað, og á
torginum út ímóti sjónum
stendur Nólsoyarpáll - sum
blaðungur skal hava siglt við
Rybergs skipum - og minnir
okkum á at hava víðan sjónarring
og við hugflogi og treysti leggja
upp fyri bakkastum og mótgangi.
Nú skal eg ikki vera drúgvur,
men eg havi kortini hug at taka
fram eitt annað søguligt stað,
sum kanska er uppaftur meira
viðkomandi, nú eitt blað setir
búgv her í Vágsbotni. Her verður
hugsað um tey gomlu Býráðs-
húsini uppi í Bringsnagøtu, fyrr
ogn hjá Napoleon í Dali og
nevnd Arnes Minde. Staðið varð
fyrr rópt Niðri á Bakka. Her búði
í fyrru helvt av 18. øld Jørgen
Nolsøe, ið var sjómaður og sonur
Jákup Nolsøe forvaltara. Í húsun-
um her sá tann 13. mai 1852
fyrsta blað í Føroyum Færinge-
tidende dagsins ljós. Blaðstjóri
var tann ungi sakførarin Niels
Winther, sum hevði tvey høvuðs-
mál: at fáa løgtingið endurreist
og at fáa einahandilin avtiknan.
Stuttligt hevði verið, um vit í
dag kundu komið á tal við Niels
Winther, um eitt nú umboð fyri
útvarp ella sjónvarp kundu hoyrt
hann sjálvan greitt frá hesum
upphavsins morni í føroyskari
blaðsøgu. Tað kunnu vit ikki.
Men tað vil so til, at vit kunnu
koma á tal við ein annan mann,
Í RYBERGS FÓTAFARI
Um Vágsbotn, Bringsnagøtu og føroyska blaðsøgu
Hanus Kamban, rithøvundi var við sinum vælvaldu orðum við til at geva nýggja miðlaumhvørvinum í Vágsbotni
lív og sál
Mynd Jens K Vang
Nýtt og gamalt.
Óli P leitar
aftur til
Rybergstíð