fríggjadagur 22. apríl 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 76 - 22. apríl 2005
21
nevniliga hann, sum prentaði
blaðið. Hann æt Jákup Jacobsen
Baia og varð nevndur Jákup á
Kamarinum. Í samrøðu, sum
Poul Niclasen hevði við hann í
1916, sigur Jákup soleiðis frá:
Tað var ein merkisdagur í
Havn, tá fyrsta nr. av "Færinge-
tidende" fleyg út um býin. Bløð
vóru forkunnug í Føroyum í
teirri tíðini; tað var so at siga
eina "Berlingske", og hon kom
sjálvsagt ikki til aðrar enn
embætismenninar. Eg skuldi bera
"Færingetidende" til teir
haldarar, ið vóru her í Havn, og
Niels legði mær eina við fyrst at
fara til fútan við einum nr. Eg
skøddi meg væl, fór sum álagt
fyrst til fútan, hvar móttøkan ikki
var víðari, og spelaði so avstað
tað dýrasta eg var mentur. Tað
ráddi jú um at fáa blaðið runt,
áðrenn fútin hin gamli kom í
tankar um at senda politistarnar
eftir mær. Hvar eg kom, tyrptist
fólk saman um meg fyri at frætta
frá tí, ið stóð í blaðnum. Eg
mátti brúka bæði bein og munn,
og tá eg kom aftur í prentsmiðj-
una og fór at taka stavirnar
sundur, var eg deyðagivin.
Vóru tey enn mong, sum sýntu
blaðnum vælvild, so var mót-
støðan eisini stór. Soleiðis
minnist eg, at ein plakat ein
morgunin var sligin upp, og stóð
á henni, at "Niels Winther átti at
kastast oman av Bryggjubakk-
anum".
Jákup á Kamarinum hevur
ymiskt annað forvitnisligt at
fortelja, og eitt nú leggur hann
aftrat, at orsakað av tilfarstroti
vórðu "valsurnar" gjørdar úr m.a.
lími, siroppi og putursukri. Vit
mugu sanna, at her er talan um
eitt lop - frá siroppi í 1852 til
teldu og alnót í 2005.
Við hesum orðum fari eg at
ynskja Sosialinum, blaðsins
starvsfólkum og blaðstjórn - og
Føroya blað- og tíðindaheimi
sum heild - tillukku við hesum
nýggju húsum. Ein rithøvundur -
Arthur Koestler - helt eina ferð
fyri, at ein blaðstjóri er ikki
skipari á einum marglætisbáti,
men á einum krígsskipi. Niels
Winther livdi upp til hetta krav,
tá hansara skriving fekk aftur-
haldið at hótta við at blaka hann
út av Bryggjubakka.
At Koestlers stolta krav er
viðkomandi, eisini í Føroyum í
dag, tykist ymiskt at benda á, eitt
nú tað at okkara háttvirda løgting
nú - rúma tíð eftir Ryberg og
einahandilsavtøkuna - er farið
undir at skerja okkara handils-
frælsi. Hetta er púra misskilt, tí
handlar og bønhús hava vant seg
við at virka lið um lið um somu
tíð í sínámillum virðing og
samljóði. Í eini tíð við vaksandi
altjóðagerð átti tingið at gingið
tann øvugta vegin, økt um tað
búskaparliga frælsið og minkað
um forðingar, eitt nú fyri bryggj-
aravirksemi, so vit føringar nú
kundu útflutt ta varu, sum
Ryberg læt bretar fáa, eitt nú
romm, ginn, genever osfr.
Hvussu skulu vit annars fáa tað
nógv eftirtráaða annað vinnu-
lívsbeinið?
Tá ið løgmaður leggur fram
stoltar víðsjónir um, at okkara
land í 2015 skal vera millum
heimsins mest framkomnu lond,
hugsar hann neyvan um eitt
dapurt, stirvið, uppsteðgað
teokrati eftir iranskari fyrimynd.
Eina ferð enn tillukku. Avbjóð-
ingarnar tróta ikki. Men sjálvsagt
vóni eg, at Jan Müller ikki
verður tveittur út av Bryggju-
bakka.
Christian Rosenmeyer,
annar av stjórunum í
Vágsbotnshandlinum
gjørdi litmyndir av
Vestaruvág í 1778
Ryberg, sum stovnaði Vágsbotnshandilin í
1768
Vágsbotnur um fyrra aldarskiftið
Rybergs andi - við sínum fleyri av
fyritakssemi, frælsi og
heimsborgaraskapi - sveimar yvir
hesum stað, og á torginum út
ímóti sjónum stendur Nólsoyarpáll
- sum blaðungur skal hava siglt við
Rybergs skipum
Nógv er broytt
síðani Ryberg
stovnaði handil fyri
235 árum síðani