Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-22, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. apríl 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 76 - 22. apríl 2005 FARVÆL Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo - Tað er meira millum himmal og jørð enn yvirtrekk og toskakvot- ur, sigur Jørn Astrup Hansen, sum síðan kreppuárini hevur staðið á odda fyri Føroya Banka. Nú er tíðin komin at leggja á annan bógvin. Jørn Astrup Hansen fer frá sum forstjóri í Føroya Banka tann 29. apríl 2005 og vendir snútin aftur móti heimlandinum Danmark aftaná meira enn eitt áratíggju í Føroyum. – Eg hevði ikki ímynda mær, at eg skuldi verða í Føroyum so leingi. Eg hugsaði mær eini trý, fýra ella fimm ár, men uppgávan bleiv ein onnur. Fyri tað fyrsta var bankin verri fyri enn vit høvdu roknað við, og síðani kom samanleggingin, sum eg ikki hevði hoyrt um, áðrenn eg kom til Føroyar. So tað eina árið varð avloyst av tí næsta, og eg varð bitin av uppgávuni. Eg fann útav, at eg var glaður fyri at vera í Føroyum, sigur Jørn Astrup Hansen. Ikki ein føroying Jørn Astrup Hansen kom til Føroyar í 1992, tá Sjóvinnu- bankin skuldi hava nýggjan stjóra. Tað var ikki nógv, sum føroyingar vóru samdir um hesi árini, men eitt vóru teir samdir um, sigur Jørn Astrup Hansen: Teir vildu ikki hava ein føroying í stjórasessin. – Eg varð settur í starv í 1992 og skuldi taka við starvi tann 1. januar 1993 í tí, sum tá nevndist Sjóvinnubankin. Tann táverandi nevndin greiðir mær frá, at teir vóru samdir um, at teir vildu ikki hava ein føroying. Hetta var ein av teimum fáu dygdunum, sum eg hevði. Eg var ikki føroyingur, so tað lá beint til høgrabeinið, sigur Jørn Astrup Hansen. Hva’ fanden, der sidder en dansker… Uppgávan hjá Jørn Astrup Hansen var trupul. Hann var komin til eitt land, sum lá í svár- ari fíggjarkreppu, og útlitini fyri bata vóru vánalig. – Føroyski fíggjarheimurin lá meira ella minni í sorli. Alt bankakervið var farið á húsa- gang. Føroyska samfelagið varð næstan totaldoyvt tann 6. oktober 1992. Og tann doyvingin vardi í eitt ár ella tvey, áðrenn føroying- ar vaknaðu og søgdu "hvad fanden, der sidder jo en dansker i stolen," sigur Jørn Astrup Hansen. Tá var tað ov seint at gera nakað við tað. Astrup sat í stólin- um, og fleiri hildu, at hann hevði klárað seg væl. – Tá eg í dag skal gera borðið upp, so má eg siga, eg í mínari tíð í Føroyum fekk fair play. Men eg kom jú eisini inn gjøg- num køksdyrnar, so at siga. Nógv fokus var á Føroya Banka og Danske Bank, men eg kom ikki inn tann vegin. Eg varð settur sum stjóri í einum sera føroyskum banka við eini før- oyskari nevnd, nevniliga í Sjóvinnubankanum. Teir settu meg sum stjóra. Har var ikki nakar, sum kom og segði "hann skulu tit seta." Tað var eitt frítt val. Tað var teirra val. Tá var tað eitt sindur øðrvísi við Danske Bank, tí teir kundu jú sjálvir gera av, hvør skuldi vera stjóri í Føroya Banka, sigur Jørn Astrup Hansen. Astrup á reyvuni Sjóvinnubankin var verri fyri enn Astrup sjálvur trúði, tá hann tók við starvinum. Hetta merkti hann eisini persónliga í ein ávísan mun. – Tá eg kom til Føroyar í januar 1993 hevði eg hvørki pass ella p-tal. Tað skuldi líka fáast upp á pláss. Tað tók nakað av tíð, og eg fekk ikki tikið mær av tí, áðrenn mánaðurin var farin. Og áðrenn mánaðurin var úti og áðrenn eg hevði fingið mína fyrstu løn, tá gjørdi nevndin í bankanum av at lata bankan fara í gjaldssteðg, um ikki fleiri pengar komu inn. So tá vit fóru inn í tað seinasta vikuskiftið í januar 1993, tá var tað stórur vandi fyri, at bankin ikki lat dyrnar uppaftur, og eg hevði enn ikki fingið mína fyrstu løn, sigur Jørn Astrup Hansen. Astup sigur seg dáma væl í mótgangi, og hann helt støðuna vera spennandi og avbjóðandi. Bankin hevði hetta vikuskiftið tvey tíðindaskriv til reiðar, alt eftir hvat hendi. Tað eini skrivið gekk uppá, at nýggjur kapitalur var settur í bankan, og í hinum skrivinum stóð, at bankin var latin aftur vegna kapitalmangul. – Ikke fyrrenn mánamorgunin klokkan hálvgum fimm fekk eg eina uppringing frá Keypmanna- havn um, at nú var semja. Tað var spennandi. Eg hevði bein- leiðis samband gjøgnum telefon- ina við forsætismálaráðið alt vikuskiftið og varð javnan kunn- aður um, hvussu støðan var. Eg føldi veruliga, at eg varð søg- unnar vitni. Tað var deyðaspenn- andi; so spennandi, at eg gloymdi at iðra meg um, at eg eftir øllum at døma sjálvur stóð til at fara á reyvuna, sigur Jørn Astrup Hansen. Eg tímdi at tíma Í dag hanga hvørki Føroya Banki ella Astrup í vatnskorpuni. Bankin er betur fyri í dag enn tey flestu høvdu vónir um, tá ringast stóð til. – Tað er ongin ivi um, at tað gekk nógv betur enn vit øll væntaðu. Vit høvdu ikki ímyndað okkum, at Føroyar og bankin fóru at koma fyri seg so skjótt aftur. Tað gekk nógv skjótari tann rætta vegin, enn vit høvdu væntað, sigur Jørn Astrup Hansen. – Føroya Banki gjørdi ein mun, tá ið á stóð. Bankin fór á húsagang, men vit fingu umleið tríggjar milliardir krónur inn- skotnar. So sjálvt um bankin var farin á húsagang, so vóru vit faktiskt teir einastu, sum høvdu likviditet og kapital til at gera nakað við tingini. Og tað gjørdu vit so. Tá eg kom, átti bankin 21 flakavirki. Í dag eiga vit ongi flakavirki. Hesi flakavirkini blivu síðani grundarlagið undir Fiska- virking, sum bankin hevur staðið gubbi at, greiðir Jørn Astrup Hansen frá. Spurdur hvussu hann vil meta síni egnu avrik sum stjóri í Før- oya Banka, sigur Jørn Astrup Hansen, at hann hevði tað neyðuga treiskni. – Onnur tímdu kanska ikki, tað veit eg ikki. Eg tímdi at tíma, sigur Jørn Astrup Hansen. Bankastjórar og vinir Men hvussu hevur lívið verið sum danskur stjóri í føroyskum banka? Jørn Astrup Hansen dylir ikki fyri, at lívið í Føroyum hevur snurrað kring bankan - eisini stórur partur av privat- lívinum. – Bankastjórar fáa sum Hva’ fanden, der sidder Hann sigur, at nokk er hann ikki nakar humørspreiðari, men hann heldur, at fólk uttan humor áttu at fingið avlamispensjón. Hann sigur, at fólk í hansara starvi sum útgangspunkt ongar vinir fáa. Hann sigur seg trívast betur í mótvindi enn viðvindi, og hann heldur ikki, at føroyingar eru so serstakir, sum teir gera seg til