Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-22, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. apríl 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 76 - 22. apríl 2005 23 útgangspunkt ongar vinir. Við hepni kanst tú fáa nakrar góðar kenningar. Tað ljóðar eitt sindur kyniskt, men tað er nakað um tað. Hví heldur tú, at mann valdi ein danskan stjóra í 1992? Tey fólkini, sum eg havi møtt í Føroyum, havi eg møtt gjøgnum bankan. Fleiri av teimum eru vorðin góðir kenningar, og nøkur av teimum vil eg næstan kalla mínir vinir, sigur Jørn Astrup Hansen. – Tá mann kemur til Føroyar sum fremmandur til tað arbeiðið, sum eg fekk í 1992/93, so verður mann í ávísan mun verandi ein fremmandur. Men eg vil nú heldur ikki siga - og hetta er uttan nakran sum helst beiskleika - at tað føroyska samfelagið er so lætt at koma inn á. Eg havi heldur ikki ynskt tað, tí eg haldi, at tað hevði verið ópraktiskt við tí arbeiðsuppgávu, sum eg annars hevði í Føroyum, sigur Jørn Astrup Hansen. Bankastjórin sigur, at hann hevur ikki havt fyri neyðini at skilja ímillum privatlív og arbeiðslív. Fyri Astrup renna hesi bæði tingini eitt sindur saman. Men Astrup sigur, at hann sum tíðin hevur gingið er komin eftir, at hann hevur brúkt nakað ríkiligt av tíð uppá arbeiðið. Tað varð ov lítil tíð til onnur ting. Skriva eina bók? Trupulleikan við tíðini hevur Astrup nú loyst. Hann fer úr starvi sínum í Føroya Banka tann 29. apríl, og hann ætlar nú at brúka tíðina upp á tey forsømdu tingini í lívinum. Røddir hava verið frammi um bókaskriving. – Tað havi eg nú ikki hugsað nærri yvir, men kanska. Men um eg skrivi eina bók, so verður tað helst um mína tíð sum banka- stjóri í Føroyum. Tað vil verða tað, sum stendir eftir. Stuttligt nokk skrivaði Berlingske Tidende herfyri, at eg hóskandi kundi skriva mínar endurminn- ingar um eitt langt lív í tí danskt- føroyska fíggjarheiminum. So nú kunnu tey heldur ikki sova trygt í Herning og Keypmannahavn, sigur Jørn Astrup Hansen. Føroyingar ikki so serstakir Jørn Astrup Hansen hevur verið í Føroyum í meiri enn 12 ár, og tískil hevur hann góðar fyritreytir fyri at skriva um føroysk viðurskifti. Hann hevur eisini gjøgnum árini fingið eina mynd av føroyingum og Føroya landi. – Tað gongur nakað av tíð, áðrenn tú finnur út av, hvat tú ert. Mann skal jú skilja sam- felagið. Tað haldi eg, at eg gjørdi lutfalsliga skjótt. Eg haldi ikki, at eg havi broytt uppfatan av føroyingum gjøgnum tíðina. Eg havi lutfalsliga lætt við at skilja Føroyar og føroyingar. Eg haldi ikki, at føroyingar eru so ser- stakir, sum mann nú einaferð yndar at framseta tingini, sigur Jørn Astrup Hansen. – Men eg haldi í heila tikið, at tað at koma til Føroyar í mínum høga aldri og byrja upp á nakað annað - eg var í danska banka- heiminum áðrenn, men stórur munur er á føroyska bankaheim- inum og tí danska - var yngjandi og endurnýggjandi fyri meg. Tað er helst orsøkin til, at eg ikki longu eri forsteinaður tann dag í dag. Um eg varð sitandi í Herning, so var eg helst ikki til at flyta runt upp á longur, sigur Jørn Astrup Hansen. Føroyingar og Føroyar hava havt ávirkan á Astrup. Tað viður- kennir hann, og hann sigur, at føroyingar hava eina ógvuliga direkta facon. - Tað skal mann líka venja seg við. Men tá mann hevur vant seg við tað, so er tað ógvuliga praktiskt. Fyri ein uttanfyri- standandi kann tað tykjast óhøviskt, men tað er tað ikki. Tað er bert ein praktiskur máti at samskifta uppá. "Kunnu tygum vera so vinarligur at rætta mær saltið?" Soleiðis sigur ein før- oyingur ikki. Hann sigur "gev mær saltið," greiðir Jørn Astrup Hansen frá. Humor og humør í Føroyum Flestu føroyingar munnu hava bitið merki í, at Astrup er væl skorin fyri tungublaðið. Humor- istiskur til tíðir, ironiskur til aðrar tíðir, og onkuntíð bæði. – Eg vil nú helst halda, at eg altíð havi havt eginleikar fyri humor. Eg haldi sum Dirch Passer, at fólk uttan humor áttu at fingið mittastu avlamis- pensjón. Humor er helst nakað, sum ein hevur í genunum. Men eitt gott humør havi eg ikki altíð havt. Men tað haldi eg, at eg havi fingið í Føroyum, tí her var tað neyðugt. Eg haldi, at mann ger seg út til tað, sum mann hevur brúk fyri. Nakar stórur humør- spreiðari havi eg ongantíð verið, men eg havi lagt til merkis hjá mær sjálvum, at eg havi eitt lutfalsliga treyst humør upp á tann mátan, at tað skal nógv til, áðrenn eg ikki fái sovið. Eg kann bert koma í tankar um einar tvær tríggjar hendingar í Føroyum, sigur Jørn Astrup Hansen. Meira enn yvirtrekk og toskakvotur Nú skal Astrup venja seg við eina nýggja tilveru, vekk frá Føroyum. Um eina tíð flytir hann aftur til Danmarkar saman við konuni. Verður tað ikki trupult at flyta til Danmarkar aftur? – Tað veit eg ikki, men tað vænti eg tað verður. Og tað er ein av orsøkunum til, at vit hava ynskt at gera enda á hesum tíðarskeiðnum í okkara lívi, nevniliga at vit vilja flyta meðan vit enn hava orku til tess. Vit hava altíð verið greið yvir, at vit einaferð vildu aftur til Dan- markar. Og nú gera vit tað, meðan vit halda, at vit hava hug til at royna nakað annað. – Eg trúgvi uppá, at tað er meira millum himmal og jørð enn yvirtrekk og toskakvotur. Tað eru so nógv ting, sum eg havi forsømt gjøgnum árini, og nú vóni eg bara, at eg eri førur fyri at gera nakað við tað. Men tað trúgvi eg uppá. Uttan trúnna gongur tað ikki. Eg vil nakað annað og meiri her í lívinum enn bara at vera bankastjóri. en dansker i stolen... Jørn Astrup Hansen er føddur í 1942 í Sædding, Skjern kommune. Hann er giftur og eigur tveir synir saman við Gunhild Søndergaard. Jørn Astrup Hansen varð cand. oecon frá Århus Universitet í 1973. Síðan 1993 hevur Jørn Astrup Hansen verið forstjóri í Føroya Banka, sum í 1994 hevði eina eginogn upp á 279 mio. kr, men sum við endan av árinum 2004 hevði eina eginogn upp á 1,6 mia. kr. eftir at hava goldið skatt og vinningbýti fyri meira enn 1,1 mia. kr. Jørn Astrup Hansen arbeiddi frá 1975 - 91 í Midtbank í Herning, harav tey seinastu trý árini í leiðsluni. Í 1991 var Jørn Astrup Hansen tilknýttur ráðgevingarfyritøku, sum samstarvaði við danska uttanríkismálaráðið og Heimsbankan. Í 1992, áðrenn Jørn Astrup Hansen kom til Føroyar, var hann stjóri í Baltica Kaution A/S. Jørn Astrup Hansen takkar fyri seg sum stjóri í Føroya Banka tann 29. april 2005, og hann flytir við konuni til Keypmannahavn at búgva. Eg havi havt eitt fantastiska spennandi arbeiði. Eg haldi, at mann kann fáa fólk til at gjalda fyri eitt slíkt arbeiði. Tað havi eg nú ikki verið noyddur til. Eg havi møtt eina rúgvu av spennandi menniskjum. Tað er jú eitt privilegium, sigur Jørn Astrup Hansen, sum nú takkar fyri seg í Føroya Banka og fer aftur til Danmarkar Mynd: Jens Kr. Vang Blá bók