Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. september 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 170 - 6. september 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Hjørdis Árnadóttir Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Edvard Joensen Rúnar Reistrup Dia Midjord Stefan í Skorini Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Fax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: P/F Prentmiðstøðin Sosialurin Oddagrein Gott arbeiði – frálík mannagongd NEVNDIN, sum ger uppskot til eina føroyska grundlóg, hevur tikið eitt áhugavert og demo- kratiskt stig við at lata almenningin koma upp í hetta arbeiðið umvegis fjølmiðlarnar. Umframt nevndina eru skipaðir 18 undirbólkar, sum arbeiða við hvør sínum evni. Eftir ætlanini skulu undirbólkar nú leggja fram síni sjónarmið á tíðindafundum einaferð um vikuna. HARAFTURAT er tann nýggi miðilin – alnótin, ella internetið – tikin í brúk í hesum arbeiði, tí tað ber til at fara inn á heimasíðuna hjá grund- lógarnevndini. Á heimasíðuni kunnu fólk spyrja og seta fram sjónarmið um eina komandi grundlóg fyri Føroyar. Tað er bert at vóna, at fólk taka henda møguleika í størri álvara enn kjaksíðan hjá fullveldisætlanini ber boð um. NÚ kann onkur sjálvandi seta spurnartekin við, um tað er neyðugt at gera eina føroyska grund- lóg, tí enn vita vit ikki, um Føroyar verða skip- aðar sum fullveldi ella ikki. Vit minnast, at tá uppskot var frammi at seta eina grundlógar- nevnd, mæltu andstøðuflokkar frá. Teir vístu, at hetta var tann øvugta gongd, tí tað skuldi verið óneyðugt at setta hetta verkið ígongd, fyrr enn eina fólkaatkvøða hevði víst, at føroy- ingar vóru fyri fullveldi. MEN nú er arbeitt í eina tíð, og tey flestu munnu helst ásanna í dag, at tað hóast alt er gott, at vit eru farin at seta eyga á okkara stjórnar- skipanargrundarlag. Tað er jú á grundlógini, at alt annað lóggávuverk skal skipast. Henda lóg setir upp nakrar grundleggjandi karmar, sum vit hava at halda okkum til. Harafturat er tað frálíkt, at hesir bólkanir, sum arbeiða við teimum ymisku evnunum, vísa á og spyrja, um hetta ella hatta er rætt ella skeivt. Á henda hátt ber til at seta kikaran á ávís fyribrigdi, sum vit kanska ikki hugsa so nógv um í tí dagliga. TIL dømis er áhugavert, at bólkurin, sum ar- beiðir við persónligu mannarættindum, setir spurnartekin við, um mannarættindini verða brotin, tá myndugleikar kunnu treingja seg inn á fólk fyri at kanna ymisk viðurskifti, uttan at ein dómari hevur tikið støðu til ætlanina. Eftir at nevndin hevur víst á hesi viðurskifti, munnu óivað mong hava hugsað við sjálvum sær, um tað nú er rætt, at ein nevnd, vaktar- og bjarg- ingartænasta ella toll- og skattvaldið kunnu kanna viðurskifti, uttan at ein grundaður mis- tanki er til staðar. Somuleiðis er tað áhugavert, at bólkurin eisini tekur navnalóggávuna fram, og spyr, um tað er rætt, at t.d. gomul bíbilsk nøvn ikki kunnu brúkast í Føroyum. FLEIRI dømi skulu ikki nevnast, men nevndin skal hava rós fyri at geva føroyinginum møgu- leikan at vera við í eum grundleggjandi arbeiði. Hin 4 september 1930, var pápi borðin í heim í Ný- lendum í Trøðum, heima á Sandi, har hann somuleiðis traðkaði sínar barna- og ungdóms skógvar. Sum hjá flest øllum unglingum tá á døgum var lítið annað í at velja eftir lokna skúlagongd, enn sjógvurin. Sum 18 ára gamalur fór pápi við Tvørásluppini »Falkurin« sum bróðir hansara førdi, og fekk hann sostætt um endan av slupptíðini. Falkinum var hann við, til hann um 21 ára aldur fór í smiðjulæru hjá Tummasi Juul Askam í Havn, í sama bygningi, har Kvøldlot ár seinri helt til. Eftir lokna lærutíð gekk leiðin á maskinmeistara- skúla, haðani hann fekk prógv í 1956. Alla smiðjutíðina og maskinskúla tíðina við búði pápi á Sjómannsheiminum í Havn. Har mundi vera gott at vera, tí ikki eru so fáar søgur og forteljingar um allar tær beistagerðir, ið lærlingar og skúlanæmingar framdu har, sum jú eisini sjálvsagt er, har so nógv ung koma saman, og eg haldi meg somuleiðis vita, hvør ungur sandingur ikki mundi standa í aftastu røð ? Tó so! Har var annað og meir álvarsligt á skránni enn gaman og skemt, tí tað var nevnliga á sjómans- heiminum at pápi hitti mammu, Annu E. Jacobsen av Eiði, tey giftust hin 3 januar 1960 og fingu tey 3 børn. Pápa og mammu untust at vera gift 36 ár, til hon ólavsøkuaftan í 1996, eftir stutta sjúkralegu, andaðist. Eftir loknan maskinmeistaraskúla, lá leiðin sum vera mann, aftur út á sjógvin. Fyrst við dampdrivnum hvalaskipi og fekk á tann hátt enn einaferð um endan á eini tíð, ið var við at fara, seinri fór hann við línuskipi. Í 1958 Fekk pápi hýru í reiðarínum Dansk/Fransk. Frá 1964 til 1969 var hann á NATO basanum »Søndre Strømfjord« í Grønlandi, har hann var »super intendent og supervisor« og arbeiddi, bæði innan fyri tann civila og herðnarliga partin av basanum. Men sjógvurin dró framvegis, og í 1969 fekk hann hýru sum maskinchefur í danska reiðarínum Kosan Tankers, nú Lauritzen Kosan, har hann starvað- ist, til hann í 1977 av álvara legðist á land og fór í starv sum formaður í LV-Maskinmiðstøðini í Kollafirði, har hann framvegis er í starvi. Seinru nógvu árini, hevur hann havt goymsluna har, um hendi. Pápi var í mong ár, sera virkin í fakfelagsarbeiði og sat í nevndini í Maskinmeistarafelagnum í 12 ár, har hann i fleiri av árunum, var næstformaður. Eitt, ið sigast kann hava verið eitt av størstu hjartamál- um hansara, var at virka fyri betri umstøðum fyri maskin- meistaraútbúgvingina í Føroyum, hetta við at fáa betri og tíðarhóskandi høli til vega, og var hann í fleiri ár formaður í útbúgvingarráðnum fyri maskinskúlan. Hetta var eitt drúgt og sera tungt arbeiði, ið stríðst var við, ígjøgnum nógv skiftandi landstýri. At enda var komið á mál, og tann nýggi og stásiligi maskinmeistara- skúlin stendur har í dag, sum vit kenna hann. Mær er frá sagt frá politikara, ið eitt skifti hevði tað sum málsøki, at um ikki ein so áhaldandi, áhugað og treisk drívmegi var aftanfyri, var nýggi skúlin neyvan enn ikki komin. Nakað av salti mann framvegis vera í aðrunum hjá pápa, hann kundi í hvussu so er hugsað sær at farið onkran avloysaratúr sum maskinmeistari, nú tá hann áðrenn long tíð er fráliðin, væntandi gevst hjá Landsverk- frøðinginum. Eg vil at enda, vegna Bjarndis, børn okkara og meg sjálvan bera eina hjartans stóra tøkk til tín pápi, fyri alt ið tú er og altíð hevur verið fyri okkum og ikki minnst, hvat tú hevur verið fyri meg ígjøgnum míni goðu 30 ár. Vit ynskja tær hjartaliga tillukku við teim 70 árunum og biða til, at mong ár mugu leggjast afturat teim farnu. Guds signing og framhaldandi góða heilsu í komandi tíðum. Takk fyri, góði pápi, ynskir Árni v/fam. Hergi Hádal 70 ár Kvøða til mín kæra elskaða pápa Fiskikapping í Norðoyggjum: Hvør fjøl á flot leygardagin Um viðrar verður árliga fiskikappingin í Norð- oyggjum komandi leygardag 9. september Komandi vikuskifti verður ein rættiliga góð streym- loysa og tí hevur Stuðuls- felagið fyri skúlaskipið S/S Dragin avgjørt at skipa fyri tí árligu fiskikappingini, sum er fyri allar Norðoyggj- ar. So er bert at vóna, at veðrið verður til vildar. Vinnarar seinasta ár: Í fjør var tað báturin »Lion« við Oddi og Hans Eliesar Fjalsbak, sum vóru bestir, og fingu teir steyp til ognar eins og ferðasteypið »Silv- urtoskurin«. Næstbestur bát- ur var »Vígdis« við Rúna Nielsen og Svend Dahl, og triðbestur var »Kallanes« við Otto Jensen og Oddur Petersen. Luttøkutreytir: Frá kl. 7.30 fáa allir bátar, sum fara av vágni í Klaks- vík luttøkuskjal um borð á »Draganum«. Luttakarar á Borðoyarvík og Árnafirði fáa eisini luttøkuskjal um borð á »Draganum«, men í Hvannasundi og Norðdepli fæst luttøkuskjalið við Frost- virkið og á Viðareiði fæst tað niðri á Eiðsvík. Luttøku- gjaldið er 20 kr. pr. mann. Ikki loyvt at fara einsamallur: Av trygdarorsøkum er ikki loyvt at fara einsamallur, tað skulu minst vera tveir mans við hvørjum báti. Bát- arnir kunnu fara frá landi kl. 8 og tað er bert loyvt at nýta snøri, snellu ella tráðu sum veiðireiðskap. Tað er ikki loyvt at fiska við ali- ringarnar. Allir bátar skulu vera aftur í landi í seinasta lagi kl. 17. Fiskauppboðssøla kl. 18, har fólk kunnu keypa sær at kóka: Fiskurin verður lagdur upp og vigaður við bátabrúgvar- nar við Nólsoyar Pálls gøtu. Frá kl. 18–19 verður fiska- uppboðssøla við bátabrúgv- arnar, so har verða góðir møguleikar hjá fólki at keypa sær nakrar greipur av smáfiski til at hanga upp. Í ár fáa teir, sum hava luttikið í fiskikappingini, kaffi og pannukøkur um borð á »Draganum«. Besti bátur fær silvurtoskin: Tann bátur, sum hevur størstu veiðu pr. mann, verður vinnari og fær »silv- urtoskin«. Manningarnar á trimum teimum bestu bát- unum fáa steyp til ognar. Eisini verður steyp latið til tann, sum hevur fingið tann størsta fiskin. Steypini hevur Norðoya Sparikassi givið og silvur- toskurin, sum er ferðasteyp, hevur Anthonius Olsen givið. Nú er at rigga til: Fyrireikararnir vóna, at nógvir mans nú fara at rigga til, so vit fáa eina spennandi fiskikapping. Í Klaksvík liggja nógvir bátar við báta- brúgvarnar, og her er ein góður kjansur hjá monnum at fara á flot og fáa ein hugnaligan dag saman – og spennandi verður hvørjir verða fiskikongar í ár. Fiskikappingardansur í Skálanum kl. 11: Til fiskikappingardansin í ár spælir Country-bólkurin úr Klaksvík, sum er kendur um alt landið fyri sín frálíka tónleik. Peningurin frá fiskikapp- ingini og dansinum fer óskerd- ur til S/S Dragin, sum verður umbygdur til skúlaskip. S/S Dragin Útbyggingin dregur út EDVARD JOENSEN Tórshavn: Útbyggingin av Føroya Sjómansskúla, sum skuldi vera liðug til skúlaársbyrj- an, verður ikki liðug fyrr í næsta mánað. Føroya Sjómanskúli stendur fyri eini útbygging upp á eina 24 milliónir krónur. Bæði skúlastovur og serhøli verða bygd upp í skúlan, umframt at nýggj tól skulu setast upp. Petur Hans Dahl, virkandi stjóri á Føroya Sjómans- skúla, sigur, at vígslan av hesum nýggju hølunum er útsett og er nú sett at verða tann 20. oktober. Millum nýggju tólini, sum Sjómansskúlin nú fær, er ein radarsimulator. Hann er norskur, og norskur in- stallatørur hevur verið og sett hann upp. Simulator- urin er royndarkoyrdur og tykist at virka væl, sigur Petur Hans Dahl. Ætlanin var, at Føroya Sjómans- skúli skuldi byrja nýggja skúlaárið við útbygdum skúla. Men út- byggingin verður ikki liðug fyrr enn í oktober Talan er um nýtt slag av simulatori, nevnt Polaris. Hann fer at standa í kjallar- anum, men í sambandi við nýggju brúnna, sum gjørd verður í samband við stóru útbyggingina. Nýggi radarsimulatorur- in, sum keyptur er frá Nord- kontrol, er partur av einum pakka, har Maskinskúlin eisini hevur fingið tól í, sigur Petur Hans Dahl. Eisini á brúnni verða nýggja tól sett upp, sigur virkandi sjómansskúlastjór- in. Tey verða keypt fyri millum annað tann kenda kekkin, Maersk McKinney Møller hevði í lummanum, tá hann vitjaði skúlan her- fyri. Tá bygt verður út, er tað vanliga tí, at hølisviður- skiftini ikki eru nøktandi. Soleiðis var eisini hjá Før- oya sjómansskúla. Til døm- is, sigur Petur Hans Dahl, var sera stórur tørvur á eini samkomuhøll, sum sam- stundis kundi brúkast til matstovu. Umframt sjálv- andi vanligar skúlastovur og serstovur. Samstundi sum hendan útbyggingin er í gongd, frættist, at næmingar, sum ganga á Fróðskaparsetri Føroya, fara at fáa undir- vísing á Sjómansskúlanum. Her er talan um eina neyðloysn, sigur Petur Hans Dahl. Avtalað er við Fróð- skaparsetrið, at næmingar haðani skulu sleppa inn á Sjómansskúlan hetta fyrsta hálva árið, tí Fróðskapar- setrið hevur akuttar hølis- trupulleikar. Næmingatalið á Føroya Sjómansskúla er vaksandi, sigur Petur Hans Dahl, sett- ur stjóri á Føroya Sjómans- skúla. Nýggi flokkurin, sum byrjaði nú eftir summarfrí- tíðina, telur 21 næmingar. Tað er tó tíverri soleiðis, at ikki allir kunnu rokna við at fáa vinnubræv, beinanveg teir eru lidnir, hóast teir standa við einum prógvi í hondini. Fyri at fáa vinnubrævið krevst, at tú hevur seks mánaða siglingartíð við farmaskipi. Men tað stendur einki til soleiðis við farma- skipum í Føroyum, so ikki er hýra til allar. -Men føroysku reiðaríini, sum hava farmaskip, hava verið ógvuliga fyrikomandi og lagalig móti ungu monn- unum, sigur Petur Hans Dahl. Hann nevnir serliga Skipafelagið Føroyar og Smyril Line, sum hava gjørt nógv fyri at lata nýklaktar skipsførarar sleppa umborð á farmaskipini sum dekk- arar. Petur Hans Dahl heldur, at neyvan nakrastaðni yvir- høvur hava so nógvir skips- førarar siglt sum dekkarar sum umborð á Norrønu. EDVARD JOENSEN Á Sandvíkahjalla: Grótbrotið á Sandvíkahjalla verður fylt út - við gróti. Økið skal fríðkast og brúk- ast til ídnaðarøki. Síðan hálvan juli hava lastbilar og maskinur hjá byggifelagnum J&K Peter- sen koyrt tilfar í grótbrotið og javnað út eftir botninum, sum alsamt er hækkaður. Eyðfinn Lenvig, verk- frøðingur hjá J&K Petersen, sigur, at felagið ger arbeiðið fyri Tórshavnar Kommunu. Ætlan kommununnar er, at grótbrotið skal fyllast út á leið eina húsahædd undir verandi veghædd. Síðan skal økið leggjast út til ídnaðarøki í leingjan av verandi ídnaðarøki inni á Sandvíkahjalla. Tá holið er fylt, skal skrá- in niðan fyri, sum vendir oman móti høvuðsvegnum, hampast, og ivaleyst verður grasfræ sátt í eisini. Tað skal nógv tilfar til at fylla eitt grótbrot uppaftur. Og tað tilfarið fæst frá ein- um parkeringsplássi. So løgið tað enn kann ljóða. Søgan er tann, sigur Eyð- finn Lenvig, at Byggifelag- ið J&K Petersen arbeiðir við at spreingja eitt stórt øki aftan fyri bilverkstaðið hjá Reyni Service í Hoyvík. Har var vorðið rættiliga trongligt, og brúk var fyri meira parkeringsøki. Loysnin var at spreingja burtur úr klettinum aftan fyri bygningarnar. Tað er stórt øki. Bæði so og so. Eyðfinn Lenvig sigur, at benið í støðum er 17 metrar høgt. Eitt rættiligt berg, sum hann tekur til. Hann sigur, at tað er ikki heilt víst, at nokk av gróti Grótbrotið á Sandvíkahjalla innan- vert Hvítanes verður fylt út og skal brúkast til ídnaðarøki fæst hagani til at fylla grótbrotið á Sandvíkahjalla við. Men tað man fara at líða væl, heldur hann. Arbeiðið inni á Sand- víkahjalla skal eftir ætlan vera liðugt tann 1. oktober, sigur Eyðfinn Lenvig, verkfrøðingur hjá J&K Petersen. Av øðrum áhugaverdum arbeiðum, sum byggifelagið J&K Petersen ger í løtuni, er at nevna vegagerðina í samband við undirsjóvar- tunnilin undir Vestmanna- sund. Arbeiðið á Vágalandinum gongur væl, sigur Eyðfinn Lenvig. Teir hava grivið nakað væl sunnanífrá, og eru farnir at spreingja fyri vegnum har. Eisini er byrjað at arbeiða norðan eftir av Fútakletti. -So tá arbeitt verður frá báðum endum, man fara at síggjast aftur, heldur Eyð- finn Lenvig, sum ikki ivast í, at tað arbeiðið verður liðugt til ásetta tíð. Eftir ætlan skal farast undir at bora tunnilin Vága- megin hálvt ár eftir, at farið er undir arbeiðið í Leynum. Tað vil siga tann 5. februar komandi ár. Arbeitt verður av øllum kreftum á Sjómansskúl- anum. Vígsla verður 20. oktober Mynd: Edvard Joensen Grótbrotið á Sandvíkahjalla verður fylt út og gjørt til ídnaðarøki Mynd: Edvard Joensen Fylla grót- brotið út