Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. september 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 5 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 170 - 6. september 2000 Nr. 170 - 6. september 2000 EIRIKUR LINDENSKOV Hósdagin verður aftur farið undir venjingarnar hjá dreingjakórinum í Kommunuskúlanum. Tað eru teir báðir, Bjarni Restorff og Palli Hansen, ið saman við øðrum sangkreftum venja kórið, ið telur einar 25- 30 dreingir í aldrinum frá triðja flokki og uppeftir. Kórið venur í Komm- unuskúlaskálanum - og verður byrjað í morgin klokkan 13:30. Hanus Joensen, skúla- Fleiri hava kanska vænt- að, at lýsingin frá kvøld- skúlanum í Havn longu skuldi havt verið í bløð- unum. Í hesum sambandi Dreingirnir syngja hósdagin stjóri, sigur við Sosialin, at aðrir dreingir eisini eru hjartaliga vælkomnir at venja við kórinum, sum ikki bert er ætlað dreingj- um úr Kommunuskúlan- um, hóast kóri venur har. Dreingjakór eru ikki vanlig í Føroyum, og tí halda teir, ið stíla fyri hes- um kórinum, hetta vera eina sera spennandi upp- gávu, tí tað vísir seg ofta at verða trupult at fáa dreingir í hasum aldrinum at syngja. Men hesir sýn- ast sera hugagóðir, sigur Hanus Joensen. Kvøldskúlin lýsir fríggjadagin boðar Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli boðar frá, at stóra lýsingin kem- ur í bløðini fríggjadagin. Tvey nýggj stór skip Í oktober í ár broytir Eim- skip núverandi siglingar- kervið. Hetta kemur eisini at hava við sær stórar broytingar í skipaflotan- um, tí eldri skip verða skift út við nýggj og tøkniliga meira framkom- in skip. Skipini, Eimskip í dag hevur til Føroya-sigling- ina, eru fýra í tali men minka nú niður í tvey. Nýggju skipini eru tó um- leið helvtina størri enn til dømis Brúarfoss og sigla eisini skjótari. Tey verða partur av eini nýggjari siglingarleið hjá felag- num og fara at sigla til Føroya, Hálands, Týsk- lands, Svøríkis, Noregi, Danmarkar, Føroyar og Íslands. Hetta eru størstu bingjuskip higartil, ið koma at hava regluligt samband við Havnina. Leggjast kann afturat, at transit-tíðirnar í flest øll- um havnum verða styttri. Nýggju skipini fara ikki at leggja at í Klaksvík sum vanligt. Eimskip fer tó framvegis at bjóða við- skiftafólki úr Norðoyggj- um somu flutningssømdir sum fyrr. Við hesi tillaging av siglingarkervinum leggur Eimskip dent á at varð- veita eina góða flutnings- tænastu og at tryggja eina framhaldandi menning av føroyska marknaðinum, sigur Eimskip í Føroyum í tíðindaskrivi. Stórar broytingar í siglingarkervinum og skipaflotanum hjá Eimskip Havnarborgarar kunnu nú eykkleysir drekka vatn úr krananum, tí fríggjadagin varð vatnreinsiverkið í Havnardali sett til aftur, so nú fær øll Havnin sótt- reinsað vatn, og klor verður ikki longur latið í vatnið. Tískil er ikki neyðugt longur at kóka vatnið, áðrenn drukkið verður, upplýsir deildarleiðarin á Vatnverkinum í Havn, Viggo Christiansen Aftur reint vatn í Havn EIRIKUR LINDENSKOV Mánadagin vóru liðin trý ár síðani, at Sosialurin fór und- ir at leggja blaðið - alt sum tað er - út á internetið, so til bar hjá fólki kring heimin allan at lesa tey tíðindi, ið prentað vóru í blaðnum, áðrenn blaðið var á gøtuni í Havn. Fólk hava tikið væl ímóti hesi skipan, sum í dag er ein náttúrligur partur av ar- beiðinum hjá blaðfólkun- um. Men slíkar heimasíður krevja støðugar broytingar og menning. ‚Tað er við tí fyri eyga, at vit á trý ára degnum valdu at taka nýggju skipanina í nýtslu. Tað var í 1996, at Sosial- urin fór undir fyrstu roynd- irnar við internetblaðnum. Tá var tað í samstarvi við Faroenews við Óla Olsen, sum í dag er stjóri í KT- fyritøkuni VIT. Tá var blað- ið dagført á leið eina ferð um vikuna, men hetta vóru lesarar kring heimin sjálv- andi sera ónøgdir við. Men internetið var nýtt í Føroy- um tá, og tí var hetta ar- beiðið rættuliga at bróta upp úr nýggjum, tí fáir føroy- ingar høvdu tá atgongd til internetið - og tíansheldur kendu til tað. Á vári í 1997 varð farið undir fyrstu royndirnar at leggja Sosialin út á netið dagliga. Hesar royndir eydnaðust so væl, at Sosial- urin í samstarvi við Faroe- net tann 4. september fór undir regluliga at dagføra blaðið - í fyrstu syftu sum sum eina royndarskipan. Í november í 1997 varð InternetSosialurin alment tikin í nýtslu, tá Sámal Petur í Grund, táverandi lands- stýrismaður í samskiftis- málum, trýsti á knøttin, sum dagførdi blaðið. Síðani 1997 eru útvið 24.000 greinar lagdar út á netið í 914 útgávum. Allar hesar greinar eru tøkar í dátugrunninum, og ber til hjá fólki at leita upp á orð í øllum hesum greinum. Tó skal viðmerkjast, at allar tænasturnar ikki verða virk- nar fyrstu dagarnar, meðan umleggingin fer fram, men tá vikan er farin at halla, InternetSosialurin í nýggjum líki Á trý ára degnum hjá InternetSosialinum varð triðja útgávan tikin í nýtslu. Í dátu- grunninum hjá InternetSosialinum liggja 24.000 greinar í 914 útgávum skuldi alt verið í lagi aftur. Sum fjølmiðil hevur internetið broytt munandi um arbeiðið hjá blaðfólki. Eitt er, at teldupostur og digitalar myndir hava gjørt, at til ber at skriva og lýsa hendingar við myndum nærum beinanvegin, tær eru farnar fram. Annað er, at nú ber til hjá bløðunum at kappast við loftmiðlarnar um tíðindi eftir prentbyrjan. Á henda hátt kunnu vit sum blað altíð verða fyrst við tí síðsta. Annað endamál við InternetSosialinum er at gera tað lættari hjá lesarum at lesa og finna fram grein- ar. Størri dentur verður í framtíðini lagdur á at dag- føra síðuna við tíðindum gjøgnum dagin. - og í sam- bandi við at Sosialurin tann 3. oktober kemur út í heilt nýggjum sniði, er nýggja búmerkið hjá blaðnum brúkt í internetútgávuni. Lesið eisini Sosialin á Internetinum www.sosialurin.fo “VIT FLYTA DAEWOO BILAR VIÐ EIMSKIP. BILARNIR STANDA SPENTIR FASTIR Í BINGJUM OG EINKI VERÐUR STÚVAÐ AT TEIMUM ELLA KANN DETTA Á TEIR. TAÐ GER FLUTNINGIN TRYGGARI OG TÍSKIL ERU NÆRUM EINGIR SNUDDIR ELLA TRYGGINGARSKAÐAR.” Karl Birgir Isaksen, Esmar Simonsen Pf. Eimskip heintar vøruna kring alt Evropa og í Føroyum standa 30 starvsfólk til reiðar at taka í móti, og flyta tær vøruna heilt fram til dyrnar. Ring og fá nærri at vita á 31 97 97. stephanssons hús 31 42 91