Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. september 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 7 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 170 - 6. september 2000 Nr. 170 - 6. september 2000 JOHN JOHANNESSEN Tróndur Djurhuus hevur tikið fulla ábyrg av rakstrarhalli Sjónvarpsins í 1998 og 1999 og hevur tí sagt seg úr starvi. Hetta heldur fyrrverandi landsstýrismaðurin í kring- varpsmálum, Signar á Brúnni, vera enn eitt prógv um, at tað ikki var hann, sum bar seg skeivt at í málinum um raksturin hjá Sjónvarpi Føroya. Signar á Brúnni mátti fara frá orsakað av, at hevði játt- að sjónvarpinum pening úr gjaldføri landskassans uttan heimild frá løgtinginum. – Eg havi allatíðina vitað, at eg var ósekur. Og tað prógvaði niðurstøðan hjá kanningarstjóranum eisini. Tað sum hendi, tá eg mátti fara frá, var, at ávísir po- litikarar slaktaðu meg fyri at fáa egnan politiskan vinn- ing, sigur Signar á Brúnni. Skilir sjónvarpsstjóran Fyrrverandi landsstýris- maðurin við ábyrgdini fyri Sjónvarpinum sigur seg væl duga at skilja sjónvarps- stjóran, nú hann hevur sagt seg úr starvi. – Tróndur Djurhuus hev- ur verið ein góður sjón- varpsstjóri, men kortini hevur hevur sjónvarpið havt rakstrarhall hesi bæði árini. Hesum veit eg, at Tróndur hevur verið keddur av, og tí haldi eg, at tað er mansligt av honum nú at taka av- leiðingarnar, sigur Signar á Brúnni. Fyrrverandi landsstýris- maðurin heldur tó, at fyrr- verandi sjónvarpsstjórin kann vísa á, at hóast hann hevur skula stýrt sjónvarp- inum sum eina sjálvstøðuga fyritøku, hevur Sjónvarpið ikki havt loyvti til at havt kassakreditt eins og aðrar fyritøkur. – Sjónvarpið tykist liggja í andaleypi. Lands- stýrismaðurin hevur síð- ani í fjør havt ábyrgdina, og tí er hetta eitt tað fyrsta málið, sum eg má fara undir. Sjónvarpið var or- søkin til, at fyrri lands- stýrismaðurin fór úr starvinum, og eg veit, hvønn veg tað fer at bera, um vit ikki fáa loyst hetta málið. – Eg ætli mær ikki at leggja skránna, men eg skal ikki dylja, at ofta undrist eg á hugburðin, sum kemur til sjóndar í tí, sum tey velja at senda. Fleiri hava hesa seinastu tíðina nevnt tað marghátt- liga í, at teir eitt sunnu- kvøld gjørdu nógv burtur- úr og ivaleyst brúktu dýr- ar yvirtímar til Watson, sum brúkar sína tíð til at niðurbróta føroyska mentan. Einki í tí sendingini boðaði frá, at tað var neyðugt við eyka- sending. Tað er so eitt. Men samstundis kendi sjónvarpið ikki ábyrgd fyri at vera til staðar, tá 1000 føroyingar sama vikuskifti vóru á Syðra- dali í sambandi við nýggja minnisvarðan, og tá fleiri hundrað vóru í Hattarvík í sambandi við nýggju altartalvuna. – Eg haldi, at tað alla tíðina hevur eydnast út- varpinum at vera tjóð- skaparligur mentunarberi. Sjónvarpið átti at havt serligar møguleikar í hes- um, men tað tykist á allan hátt vera eitt býtisbarn. Tað mugu vit fáa eina loysn uppá, men eg kann ikki siga akkurát nú, hvat eg ætli at gera. Tórbjørn um SvF 27. juli 2000: Signar aftur reinsaður Hetta, heldur hann, kann hava verið ein trupulleiki fyri sjónvarpsstjóran. Vildi ikki siga honum upp Tá Signar á Brúnni var landsstýrismaður í kring- varpsmálum og Sjónvarpið kom í kreppu, helt Signar á Brúnni ikki tað ikki vera rætt at siga sjónvarpsstjór- anum upp. Sjónvarpsstjórin var komin í eina trupla støðu, sum hann var sera harmur um. Og tá maður sam- stundis var ein góður sjón- varpsstjóri, helt Signar tað vera rættast heldur at loysa akuttu støðuna. Hví Tróndur Djurhuus Fyrrverandi landsstýrismað- urin í kringvarps- málum heldur uppsøgnina frá sjónvarpsstjór- anum vera enn eitt prógv um, at tað ikki var hann, ið handlaði skeivt í málinum um Sjónvarpið hevur valt at siga seg úr starvinum júst nú, vit veit Signar á Brúnni ikki at siga. Men Sosialurin hevur frá álítandi keldum fingið at vita, at Tróndur Djurhuus frá nýggja landsstýrismann- inum, Tórbjøn Jacobsen, fekk valið ímillum sjálvur at siga seg úr starvinum ella at verða koyrdur úr starv- inum. Tað hevur kortini hvørki borið til at fáa hesi tíðindini váttað frá Tórbjørn Jacob- sen, landsstýrismanni í kringvarpsmálum, ella Tróndi Djurhuus. Signar á Brúnni heldur avgerðina hjá Tróndi Djurhuus at fara frá sum sjónvarpsstjóra vera mansliga Nýggja bilhøllin verður tikin í nýtslu á 75 ára degi okkara. Almenn móttøka verður leygardagin 09. september frá 10.00 til 17.00. Nógv sera góð jubilæums-tilboð!!! 1 9 2 5 – 2 0 0 0 Sosialurin - 311820 75 ÁR Í FØROYUM 75 ÁR Í FØROYUM EYÐUN KLAKSTEIN Um Sameindu Tjóða skal verða eygleiðari í samráð- ingunum millum donsku stjórnina og føroyska lands- stýrið, skulu boð koma um hetta frá einum av stovnun- um hjá ST. Soleiðis svarar undiraðal- skrivarin í lógarmálum, Hans Corell, fyrispurning- inum frá uttanlandsdeildini hjá Løgmansskrivstovuni um mannagongdir, tá ST skal upp í altjóða samráð- ingar sum triðjipartur. Og treytin fyri, at ein av stovnunum - til dømis aðal- fundurin ella trygdarráðið - kann viðgera eitt slíkt mál er, at eitt av limalondunum hjá ST tekur málið upp. - Hetta vísir, at ST í prins- ippinum væl kann verða triðjipartur í samráðingarn- ar millum landsstýrið og donsku stjórnini. Treytin er bara, at eitt limaland tekur málið upp í einum av stovn- unum. Tað eri eg vælnøgdur við at fáa staðfest, sigur Høgni Hoydal, varaløgmað- ur. - Hetta broytir einki. Landsstýrið hevur fingið tað svarið, sum roknast kundi við, og nú eigur tað at gloyma alt um ST. So mugu vit eisini vóna, at fólk sum heild gloyma hetta, tí áheitanin á ST setir Føroyar í ringt ljós, sigur Edmund Joensen, formaður í Sam- bandsflokkinum Misnøgdur uttanríkisráðharri Nógv umtalað brævið varð ST hevur svarað landsstýrinum Um ST skal gerast eygleiðari í fullveldissamráðingunum, er treytin tann, at eitt limaland hjá ST leggur málið fyri ein av stovnunum, sum síðani skal taka undir við tí sent ST 26. juli. Leiðarin av uttanlandsdeildini á løg- mansskrivstovuni, Herluf Sigvaldsson, undirskrivaði brævið, sum var ein fyri- spurningur um, hvussu mannagongdin er, tá ST ella stovnar undir Sameindu Tjóða eru triðjipartur í sam- ráðingum. Í skrivinum varð víst á, at hóast meiriluti í føroyska løgtinginum tók undir við ætlanini hjá landsstýrinum, hevði Danmark ikki víst veruligan vilja til at gera ein ríkisrættarligan sáttmála við Føroyar. Og av hesi orsøk vildi landsstýrið hava at vita frá ST, hvør mannagongdin er, tá ST fer uppí samráðingar sum triðji partur. Danski uttanríkisráðharr- in, Niels Helveg Petersen, var ikki fegin um brævið hjá landsstýrinum, og hann sendi 23. august bræv til løgmann, har hann gjørdi greitt, at landsstýrið hevði ongan myndugleika at venda sær til ST uttan við góðkenning frá donsku stjórnini. Hetta hevði hann eisini givið boð um til donsku skrivstovuna á ST-høvuðs- borgini um at føra fram yvir- fyri felagsskapinum. Gott við formligum svari Men hóast hetta svaraði ST brævinum frá landsstýrin- um, og í brævinum verður staðfest, at Føroyar kunnu ikki heita á ST um at vera triðjipartur í fullveldissam- ráðingunum. Høgni Hoydal, varaløgmaður, er nøgdur við svarið frá ST. Mynd: Eyðun Klakstein Tað skal gerast av einum av limalondunum hjá ST, og so skal málið viðgerast og viðmælast í einum av stovnunum hjá ST - til dømis á aðalfundinum ella í trygdarráðnum. Men hóast vegurin til at fáa ST upp í fullveldissam- ráðingarnar er langur, er varaløgmaður nøgdur við svarið. - ST svarar formliga, hvussu felagsskapurin kann koma uppí altjóða samráðingar. Alt tosið um, at ST einki kann hava við samráðingarnar við danir at gera, og at ST verður lýst sum ein felagsskapur, sum bara er uppi í, tá tað er blóðugt stríð, er skeiv, og tað er gott, at vit hava fingið tað svart upp á hvítt, sigur Høgni Hoydal. - Vit kundu hugsað okk- um at fingið meira at vita um, hvussu veruliga mannagongdin er, men tað fáa vit ikki í hesum skrivi. Vit fara ikki at venda okk- um aftur til ST fyri at fáa hetta at vita, tí hesa vitan kunnu vit fáa aðrastaðni. Rithøvundin Jóannes Niels- en gjørdist vinnarin av leik- ritakappingini, sum Leik- pallur Føroya útskrivaði. Mánadagin var avdúkað, hvør vinnarin av kappingini varð, og hetta var gjørt á samkommu í Hans Andre- asar húsi í Havn. Dómsnevndin helt, at ar- beiðið, sum var lagt í tey 9 innsendu handritini var virðismikið, tí tað sigur eitt sindur um, hvat rørist í sam- felagnum og hjá tí einstaka menniskjanum í hesi tíð. Dómsnevndin segði, áðr- enn avdúkað varð hvør vinnarin var, at tey 9 hand- ritini innihildu góðar søgur - summar spennandi, aðrar skemtiligar ella syrgiligar. Og at talan var um heili 9 nýggj føroysk leikrit, helt dómsnevndin verða óhoyrt. - Í okkara grannalondum hevði tað svarað til fleiri hundrað - ja, um túsund - nýggj leikrit. Kanska er tað soleiðis, at føroyingar altíð hava dugað at siga frá, og hava virðismett týdningin av eini góðari søgu, segði Vár B. Jacobsen, sum sat í dómsnevndini. Dómsnevndin segði eis- ini, at føroysk leikrit eru nakað serligt, og dóms- nevndin mælti til at øll 9 leikritini vórðu brúkt. Gott hugflog Undan avdúkingini av vinn- aranum, vórðu onkur brot spæld úr leikinum. - Eitur nakað land veek- end, varð spurt, og tað var eisini heitið á vinnandi leik- ritinum. Dómsnevndin helt, at hetta leikritið var skrivað úr einum humoristiskum, kenslubornum og heilt ser- merktum hugaheimi. Søgu- gongdin er spennandi, og persónslýsingarnar breiðar og djúpar, og hvør einstakur persónur hevur sín egna lív og hvør sína søgu. Á tann hátt verður leikurin vítt- fevnandi og fjølbroyttur. - Tað myndandi hugflogið er serstakliga gott, humor- istiskt og sermerkt. Fer víða uttan nakrantíð at missa fótafesti, helt Olaf Johann- esen, sum var ein av limun- um í dómsnevndini. Hóast leikurin er føroysk- ur, helt dómsnevndin, at hann eins væl kundi verið spældur og skiltur í øðrum londum. Fegin vinnari Kappingin var dulnevnd, og tí hevði dómsnevndin lisið og mett um handrit, sum tey ikki vistu, hvør hevði skriv- að. Hetta helt Olaf Johann- esen var ein lætti, tí so snúði tað seg bara um leikin og ikki um persónar. Av tí at kappingin var dul- nevnd, bar ikki til at boð- senda vinnaran til hátíðar- løtuna mánadagin. Og tá navnið varð togað úr brævbjálvanum, stóð Jóanes Nielsen svart upp á hvítt. Rithøvundin, sum millum annað hevur skrivað yrkingar og skaldsøgur, var vinnarin av leikritakapping- ini. Hann varð boðsendur og kom løtu seinni á staðið. Jóanes var fegin um at hava vunnið, men hann vildi ikki fara í holt við at greina sítt egna leikrit. - Eg visti, at eg hevði skrivað eitt toluliga gott leikrit, so tað var sjálvandi ein møguleiki at vinna, segði Jóanes Nielsen. Góðar søgur At 9 leikrit komu inn til kappingina, skuldi givið møguleikar fyri at fáa nýggjar, føroyskar leikir uppsettar, helt dómsnevnd- in. - Onkur av leikritunum tykjast ikki verða heilt lið- ug, men tey innihalda góðar søgur, og at tað kann ar- beiðast meira við teimum, er eisini positivt, helt Olaf Johannesen. Tey, sum hava sent inn, Humoristiskt og kensluborið leikrit vann leikritakappingina Jóanes Nielsen skrivaði besta leikritið til leikritakappingina, sum Leikpallur Føroya hevði útskrivað. Dómsnevndin metti leikritið hjá Jóanesi at verða tað mest fullfíggjaða leikritið, sum var komið inn Flenna eftir føroyingum Formaðurin í Sambands- flokkinum heldur, at svarið frá ST er júst tað, sum rokn- ast kundi við frammanund- an. - Einki kemur óvart á meg í hesum svarinum. Serfrøð- ingar hava sagt, hvat vit kundu rokna við, og hetta hava vit eisini fingið, eigur Edmund Joensen. - Tað var burturvið av landsstýrinum at taka hetta stigið, tí hetta forpestar sambandið við Danmark og ger okkum til grin í altjóða samanhangi. ST má næstan flenna í kíki eftir okkum, tá landsstýrið kemur við slík- um fyrispurningi. Edmund Joensen heldur, at áheitanin á ST lækkar virðingina fyri føroyingum, og at landsstýrið ikki hevur fylgt formalia í málinum. Høgni Hoydal, varaløg- maður, sigur, at landsstýrið fer ikki at gera meira við málið nú. Hann sigur, at landsstýrið hevur fingið tað svarið frá ST, sum tað vildi hava. verða nú spurd, um tey framhaldandi vilja vera dul- nevnd. Um tey vilja tað, fáa tey sítt leikrit aftur. Um tey standa fram, verða leikritini send til sjónleikaráhugað, sum síðani hava møguleikan at fara í holt við at seta onkran av leikunum upp. Vinnarin av leikritakappingini hjá Leikpalli Føroya, Jóanes Nielsen. Dómsnevndin metti hansara leikrit at vera tað mest fullfíggjaða av teimum 9 leikritunum, sum komu inn. Mynd: Jens Kristian Vang