Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. september 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 9 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 170 - 6. september 2000 Nr. 170 - 6. september 2000 Tíðindaskriv frá Sjúkrasystrafelag Føroya Norðurlendsk fakpolitisk sjúkrasystraráðstevna í Føroyum Í døgunum 7. og 8. sept. verður SSN ráðstevna hildin í Føroyum. Lima- londini í SSN (Sjúkra- systra Samstarv í Norð- urlondum) eru: Danmark, Noreg, Svøríki, Finland, Ísland og Føroyar. Sjúkrasystrafelag Før- oya hevur verið virkin limur í SSN síðan 1. jan. 1998. Í SSN eru 2 stýris- fundir árliga, og ein fak- politisk ráðstevna, har ymisk aktuel mál verða viðgjørd. Vertir fyri fund- inum eru limalondini uppá skift. Júst hesa ráð- stevnu hevur verið sæð fram til, bæði tí at hetta er fyrstu ferð at Sjúkra- systrafelag Føroya er vertur, og tí at SSN júst í ár hevur 80 ár á baki. Sjúkrasystrafelag Føroya hevur gjørt eitt drúgvt fyrireikingararbeiði til stevnuna, soleiðis at út- lendsku luttakararnir, um- framt at kenna seg væl- komnar, fáa eina góða og gevandi ráðstevnu. Í lógunum hjá SSN, ið vóru viðtiknar í 1920, stendur, at endamálið er at SSN er ein samstarvs- stovnur, har umboð fyri limafeløgini geva sítt í- kast til at menna heilsu- tænastuna sum heild og serliga sjúkrarøktaryrkið í Norðurlondum. Fyri at styrkja hesa menning, skal SSN eisini taka upp samstarv við viðkomandi norðurlendsk, europeisk og alheims feløg. Ávís felags evni verða umrødd til ráðstevnurnar, tað verið seg faklig, organisatorisk, lønar og setanarviðurskifti hjá lim- unum. Henda ráðstevnan hevur fingið heitið »Sykepleje i en teknolog- isk tidsalder« og eru tað fólk við serkunnleika inn- an hetta økið, ið verða fyrilestrarhaldarar. Hotel Føroyar verður karmur um ráðstevnuna. Í sambandi við at teir norðurlendsku formenn- inir eru í Føroyum, verð- ur limafundur í Norður- landahúsinum fríggja- kvøldið 8. sept., har evnið verður: Hvørjar broyting- ar eru væntandi innan organisatiónspolitikk í 2100 øld. (5 - 10 - 15 ár). RÚNI OLSEN Spentir vóru vit tá ið vit sóu hetta skipið koma siglandi inneftir. Tá vit komu oman á kajina vóru vit noyddir at bíða ein hálvan tíma, av tí at tað vóru so ómetaliga nógv ferðafólk við, tey flestu amerkanskir pension- istar. Umborð var ógvuliga vakurt. Har var nógv, sum hesi amerikansku luksusdyr kunnu taka seg til ímeðan tey sigla runt um Evropa. Skipið er úr Rotterdam og er á Cruiseferð runt um Evropa. Í løtuni sigla teir nú runt um í Norðurevropa, og hava akkurát verið á Shetlands oyggjunum. Úr Føroyum gongur leiðin Ímóti Íslandi, síðani fer skipið suðureftir. Føroya Skúlabókagrunn- ur hevur givið út bókina „Kirkjukunnleiki - Ar- beiðsbók“, sum Elsa Bir- gittu Petersen hevur skrivað. Jóhan Kjeld, lær- ari, hevur teknað mynd- irnar í bókini. Ætlanin er, at bókin skal vera stuðul í kristni- frálæruni í skúlanum, har lesiætlanin eisini fevnir um kirkjukunnleika, SVEINUR TRÓNDARSON Í tíðindaskrivi frá leiðsluni verður sagt, at fyritøkan hevði eitt avlop upp á 18 milliónir fyrra hálvár í ár, móti 16,9 milliónum sama tíðarskeið í fjør Her er talan um ein vøkst- ur upp á seks prosent. Av teimum 18 mió krónunum eru 1,5 mió settar av til skatt og 1,7 mió. eru settar av til konsessiónsgjald og rakstur av fjarskiftiseftirlitinum. Nettosølan fyri fyrra hálvár 2000 vaks við átta prosentum úr 106 millión- Gott hálvár hjá Føroya Tele um upp í 114 milliónir. Vøksturin stavar serliga frá øktum virksemi innan far- telefoni og internetnýtslu, samstundis sum vørusølan er økt. Harafturímóti eru inntøkurnar av fastnettele- foni minkaðar orsakað av takstirnir eru lækkaðir. Tað var tann 1. februar í ár, at Føroya Tele lækkaði takstirnar fyri vanligar tele- fonsamrøður. Áðrenn kost- aði tað 70 oyru um minuttin at ringja um dagin og 35 oyru um náttina. Nú kostar tað 38 oyru um minuttin um dagin og 24 oyru um min- uttin um kvøldið. Takstlækkingin hevur sjálvsagt við sær færri inn- tøkur og tá fyrra hálvár var farið, vóru um fimm milli- ónir krónur minni komnar í kassan fyri vanliga telefoni. Fyrra hálvár hevur Føroya Tele goldið 13 milliónir í avdráttum av lánum. Samanlagda lániskuldin hjá Føroya Tele er nú 127 milliónir móti 140 millión- um við ársbyrjan í ár. Men við stóra íløgutørvinum, sum er fyri framman í huga, so er tað alneyðugt fyri fyri- tøkuna at minka um skuld- SVEINUR TRÓNDARSON Hákun Steingrímsson er 36 ára gamal. Hann er út- búgvin løgfrøðingur. Hann hevur starvast í landsumsitingini í fleiri ár, tey seinastu, sum deildarstjóri á samskift- isdeildini í Vinnumála- stýrinum. Starvið, sum deildar- stjóri í Føroya Sjóvá- trygging varð leyst fyri Stórt ferðamannaskip á Havnini ina. Andras Róin, stjóri, segði við Sosialin fyrr í hes- um mánaðinum, at íløgur fyri umleið eina milliard liggja fyri framman, so tí ræður um, at fáa skuldina niður sum skjótast. Eginpeningurin hjá Før- oya Tele økist við umleið 15 milliónum og er nú 142 milliónir krónur. Hálvársúrslitið og gongd- in higartil hava við sær, at leiðslan fyri Føroya Tele væntar at ársúrslitið verður gott, skrivar stjórin í tíð- indaskrivinum. Bók um kirkjukunnleika kirkjubygningar og kirkjusiðir. Hentar orðafrágreið- ingar eru aftast í bókini. Alt tilfarið hevur verið brúkt og roynt í undirvís- ing í fólkaskúlanum. Hestprent hevur prent- að „Kirkjukunnleiki - Ar- beiðsbók“, og hon telur 50 blaðsíður og kostar 45 krónur. Hákun Steingrímsson deildarstjóri í Sjóvátrygging Føroya Sjóvátrygging hevur sett nýggjan mann í starvið, sum varð leyst, tá Páll Kunoy fór til Trygd kortum, tí kappingarneyt- in hjá Tryggingarfelagn- um Føroyar, Trygd fór av- stað við verandi deildar- stjóra. EIRIKUR LINDENSKOV – Arbeiðsdagurin hjá mær verður í øllum førum øðr- vísi. Hann verður longri og arbeiðsvikan verður eisini longri. Hetta sigur Jógvan Jes- persen, sum eftir áheitan frá landsstýrismanninum í mentamálum, Tórbjørn Jac- obsen, í gjár tók við sum fyribilsstjóri í Sjónvarpi Føroya samstundis sum hann framhaldandi eisini skal røkja starvið sum út- varpsstjóri. – Men hetta verður bert í eitt avmarkað tíðarskeið, sigur Jógvan Jespersen, sum ímyndar sær, at hetta ikki verður longri enn restina av hesum árinum. – Verður nýggjur stjóri settur fyrr, so ongantíð bet- ur, sigur hann. Jógvan Jespersen vísir Uppgávan verður at fyrisita Tað er ikki so lætt í eini handavend at finna ein persón at stjórna sjónvarpinum. Útvarpið og sjónvarpið eru eins stovnar, og tí játtaði eg at taka við sum fyribilsstjóri, sigur Jógvan Jespersen annars á, at tað kanska ikki var so løgið, at landsstýris- maðurin heitti á útvarps- stjóran um at taka um endan, tí tað kann vera ringt í eini handavend at finna ein persón, sum beinanvegin kann seta seg inn í viður- skiftini. – Stovnarnir báðir eru púra eins og virka eftir somu lógum. Tí er tað ikki tann stóri munurin at fyrsita útvarpið og sjónvarpið, sig- ur Jógvan Jespersen. Spurdur um Jógvan Jes- persen verður millum um- søkjararnar, tá starvið sum sjónvarpsstjóri verður leyst, svarar hann. – Eg havi onga viðmerk- ing til hatta. Mítt starv er í útvarpinum, og har ætli eg mær at verða verandi. Talan er bara um eitt fyribilsstarv. Tað var mánakvøldið, at Jógvan Jespersen varð spurdur, um hann vildi taka við sum fyribilsstjóri í Sjón- varpi Føroya. Hann fekk eina nátt at umráða seg í, og gjáramorgun játtaði hann umbønini. Jógvan Jespersen sigur, at hann ikki ráðførdi seg við starvsfelagarnar í útvarpin- um, áðrenn hann tók av- gerðina, men teir fingu tað at vita í somu løtu, sum av- gerðin varð tikin, sigur hann. Hóast hann situr í tveim- um stjórastørvum, so fær hann kortini ikki tvær stjóralønir, sigur hann. – Hatta er ein avtala mill- um meg og Mentamálastýr- ið. Sjálvandi havi eg sett nakrar treytir, men tvær løn- ir er tað ikki talan um, sigur Jógvan Jespersen. Jógvan Jespersen er ann- ars ikki heilt óroyndur í sjónvarpinum. Hann var tann fyrsti journalisturin, sum settur var í starv, eftir at Jógvan Asbjørn Skaale og Finnbogi Ísakson settu skjøtil á sjónvarpstíðindini í Føroyum. Jógvan Jesper- sen varð settur starv í Sjón- varpi Føroya 1. august í 1984 og var í starvi har, til hann tók við sum útvarps- stjóri í 1990. Fyri 1984 hevði hann starvast í útvarp- inum síðani 1979, tá hann fekk prógv frá Journalist- skúlanum í Århus. Jógvan Jespersen leggur dent á, at hansara uppgáva verður mest av fyrisitingar- ligum slag. – Eg fari ikki at seta nýggj ting í gongd í sjónvarpinum, ella at stinga aðra kós út í kortið. Tað haldi eg, at ein nýggjur stjóri skal gera, sig- ur Jógvan Jespersen. 16. ársfundurin hjá Út- norðurráðnum verður hildin í Føroyum í døgun- um 4. til 8. september. Á fundinum luttaka 17 tingmenn úr teim trimum londunum í útnorði, Før- oyum, Grønlandi og Ís- landi. Harumframt luttaka sum gestir tingmenn úr Norðurnevnd Norður- landsráðsins Pehr Löv, nevndarformaður, og Dan Reinert Petersen, nevnd- arlimur. Serliga evnið á fund- inum verður ídnaðarsam- starv í útnorði. Føroyski landsstýrismaðurin í ídn- aðarmálum Bjarni Djur- holm og skrivstovuleiðar- in hjá NORA Kjartan Hoydal halda fyrilestur um fundarevnið. Herumframt verður á fundinum kjak við Helenu Dam á Neystabø, lands- stýrismann í almanna- og heilsumálum, og Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fiskivinnumálum, um samstarv millum myndug- leikarnar í útnorði. Útnorðurráðið ársfund í Føroyum Samstarvið í útnorði hevur havt framgongd á nógvum økjum seinastu tvey árini. Útnorðuráðið fer framvegis at virka fyri at fremja áhugamálini í útnorði, og í hesum sam- bandi fer ráðið á ársfund- inum m.a. at viðgera re- kommandatiónir til stjórn/ landsstýrini í útnorði. Endamálið við re- kommandatiónunum er at styrkja mentanarliga sam- starvið landanna millum. Í ár hevur evnið hjá Út- norðurráðnum verið mentan í útnorði. Í hes- um sambandi skipaði Útnorðurráðið fyri eini stórari mentannarráð- stevnu í Suðurgrønlandi fyrr í summar, sum gav íblástur til tær rekomm- andatiónir, sum nú verða lagdar fram. Formaður í Útnorður- ráðnum er Jógvan Dur- huus, løgtingsmaður, men á ársfundinum tekur Ole Lynge, formaður í grønlendska landstingin- um, við sum formaður. Kanningin vísir at íslend- ingar seinastu tíðina hava tikið markna frá Norð- monnum í Portugal. Hetta kemst m.a. av at toskurin í Barentshavinum er smá- ur og tí ikki er egnaður til saltfisk. Smái toskurin er dýrur at framleiða og tí er tað tórført at fáa tað at bera til fyri frystiframleiðsluna av toski. Hetta hevur ført við sær ein øktan útflutn- ing av feskum og frystum óvirkaðum toski til Kina, Polen og Suður-Korea uppá 25%. Serliga er tað tann smáttfallandi fisk- urin, sum fer til hesi lond, sum vegna lágar lønar- kostnaðir kunnu virka henda fisk og selja hann aftur til kappingarføran prís á m.a. ES marknað- inum, - næstan 100% av hesum fiski verður útflutt aftur til evropeiska markn- aðin. Hetta merkir, at norð- menn kappast á ES markn- aðin við fiskavørur fram- leiddar í m.a. Kina virk- aðar úr norskari rávøru. Kanningin bendir eisini á, at príslegan á toski hev- ur rivið seg leysan frá øðrum hvítum fiski sum t.d. hake og alaska pol- lock. Ein tilsvarandi kann- ing í 1996 vísti, at toska- prísurin fylgdi prísinum á øðrum hvítum fiski, men soleiðis er ikki longur. Høvuðsorsøkin til hetta er, at tað er lítið til av toski á marknaðinum og at heims kvoturnar samanlagt eru minkaðar í ár og koma væntandi at minka enn meira komandi ár. Upsi Tilgongdin av alaska pol- lock og øðrum fiskasløg- um, sum vanliga kappast við tosk minkar. Hetta fer eftir øllum at døma at føra til eina øktan eftirspurning eftir upsa, og at eftirspurn- ingurin eftir upsa í fram- Hørð kapping um rávøruna Norska útflutningsráðið hevur gjørt eina kanning av marknaðinum fyri hvítan fisk Í blaðnum í gjár skrivaðu vit um Blákrosscaféina í Havn. Vit søgdu, at Tórs- havnar kommuna í 1998 hevði latið 50.000 krónur í stuðli til raksturin av caféini. Stuðulin, sum Stuðul til íløgur Tórshavnar kommuna lat, var ikki rakstrarstuð- ul, men stuðul til íløgur. Síðani hevur Tórshavnar kommuna ikki latið café- ini nakran stuðul. blðm. tíðini fer at verða enn meira tengdur at útboðn- um av alaska pollock, hoki, hake og upsa. Ein nýggj brúkarakann- ing, sum Fiskeriforskning hevur gjørt í Frankaríkið vísir, at brúkarin fatar alaska pollock og upsa sum vørur sum fult út kunnu setast í staðin fyri hvørja aðra, og at brúkarin ikki skilur ímillum norsk- an, franskan upsa, alaska pollock og deep-skinnað upsaflak. Substittutiónin millum hesar vørurnar í hesum marknaðinum er fullkomin. Ein onnur týdningar- mikil niðurstøða í hesi kanningini er at gjaldviljin hjá brúkunum er hægri enn tann prísurin, sum upsi í løtuni verður seldur fyri. Brúkarin vil fegin gjalda 39 frankar/kg meðan upsin ofta verður seldur niður í 29,9 frankar /kg. Tað er eingin eyka gjaldsvilji fyri deep-skinnaðan upsa so tað er ivasamt um henda framleiðsla er lønandi til tann franska marknaðin. Franski brúkarin er eisini til reiðar at gjalda tveir til tríggjar frankar/kg meira fyri franskan upsa og kemst hetta fyrst og fremst at tjóðarkensluni. Brúkarin sær ongan annan mun millum norskan og franskan upsa. (Kelda: EFF 2000).