Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. september 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 11 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 170 - 6. september 2000 Nr. 170 - 6. september 2000 Lesið eisini ÍtróttaSosialin á alnetinum: www.sosialurin.fo HEINI Í SKORINI KÍ skuldi eftir ætlan taka ímóti NSÍ í Klaksvík leyg- ardagin, men hesin dystur varð aldrin bríkslaður í gongd, eftir at NSÍ ikki møtti upp. Bæði KÍ kvinn- urnar og dómararnir stóðu til reiðar á vøllinum leyg- ardagin, men tað vísti seg, at gestirnir ikki komu, og varð dysturin sostatt tíverri ikki spældur. Mest sannlíkt er, at KÍ vinnur uttan dyst, tí sambært KÍ venjaranum Jón Harald Poulsen, ætlar KÍ ikki at útseta meiri dyst- ir, eftir at tær hava ein annan útsettan dyst móti VB fyri framman, sum eftir ætlan skal avgreiðast í hesi vikuni. Orsøkin til, at NSÍ kvinn- urnar ikki møttu upp, var eftir øllum at døma fólka- trot. Tær hava havt trupul- leikar fyrr í ár við fólki, men hesaferð er ikki líkt til, at tær fáa møguleikan at spæla dystin seinni. KÍ fekk so- statt trý stig, og eru tær enn á odda í 1. deild hjá kvinn- um. VB og B36 hvør sín veg VB tók ímóti B36 í Vági leygardagin. Um B36 skuldi gera sær nakrar vónir um at vera við í oddastríðnum, skuldu tær hava trý stig. VB skuldi harafturímóti eisini hava trý stig, um tær skuldu halda á at hótta HB og KÍ, so hetta var ein týdningar- mikil dystur fyri bæði liðini. Hálvleiksstøðan í Vági var 0-0, og úr Vági hoyrist, at fyrri hálvleikur var javn- ur. Men í seinna hálvleiki bragdaði í hjá heimaliðnum, og eitt korter inn í seinna hálvleik legði Guðrun í Lágabø VB á odda 1-0. Tá umleið hálvur tími var farin av seinna hálvleiki, sló Rannvá Augustinussen sig- urin fastan fyri VB, og so- statt heldur VB á við at anda KÍ og HB í nakkan, meðan B36 er so gott sum úti av FM stríðnum. VB hevur møguleikan at gerast føroyameistari, og tær hava ikki leikt nakran dyst móti oddaliðnum KÍ enn. Um VB megnar at fáa eitt gott úrslit móti KÍ í út- setta dystinum, sum eftir ætlan verður leiktur í hesi vikuni, kunnu VB kvinn- urnar veruliga gera seg galdandi í FM stríðnum. Tað verður sera torført hjá B36 at fáa heiðursmerkir í ár, og í løtuni sær út til, at tær so gott sum eru úti av FM stríðnum, men góð úr- slit móti KÍ og grannunum úr HB kann venda gongdini hjá B36. HB tók sær av løttum HB tók ímóti Skála sunnu- dagin, og endaði hesin dyst- urin sum væntað við einum stórsigri til heimaliðið. Hálvleiksstøðan var heili 6- 0, og sostatt var alt avgjørt, tá seinni hálvleikur fór í gongd. Í fyrra hálvleiki skutu Viviann Thorleifsson og Gunn Muller tvey mál í Trý lið kappast um FM heitið Eftir vikuskiftið hava trý lið í kvinnudeildini veruliga dragna frá hinum, og eru tað KÍ, HB og VB. Øll trý liðini vunnu í vikuskiftinum, tó vann KÍ uttan dyst, meðan B36, NSÍ og Skála í løtuni ikki síggja út til at ogna sær heiðursmerkir í ár Máltindurin Malena Josephsen KÍ 11 Guðrun í Lágabø VB 8 Annika Godtfred HB 6 Eyðvør úr Dímun HB 6 Rannvá Andreasen KÍ 5 Vivian Bjartalíð KÍ 5 Irdi Hansen NSÍ 5 Vivian Thorleifsson HB 4 Maibritt Olsen NSÍ 4 Elsebeth Jónsson B36 3 Maria Vang B36 3 Sólvá Joensen B36 3 Elsa Maria Simonsen KÍ 3 Margit Joensen KÍ 3 Ragna Andreasen KÍ 3 Halltóra Joensen VB 3 Laila Jespersen VB 3 Laila Enghamar B36 2 Eyðfríð Christiansen HB 2 Gunn Müller HB 2 Annika Poulsen VB 2 Diana Dahl VB 2 Rannvá Augustinussen VB 2 Selma Dahl B36 1 Sólgerð Viderø B36 1 Maria Johnsson HB 1 Marian Joensen KÍ 1 Elinbjørt Hammer NSÍ 1 Elsebeth Olsen NSÍ 1 Rini Mørk VB 1 Sjálvmál 3 part. Annika Godtfred fekk eitt, meðan eitt var sjálvmál. Í seinna hálvleiki fingu HB kvinnurnar fýra mál, og úr- slitið gjørdist sostatt 10-0 til HB. Viviann Thorleifsson skeyt tvey mál afturat, meðan Maria Johnson og Eyðfríð Christiansen skutu eitt mál í part. Næsta vikuskiftið skal HB inn til Runavíkar at spæla móti NSÍ, og tað kann koma at gerast ein torførur dystur hjá HB. KÍ mátti taka til takkar við einum 3-1 tapi, tá tær vóru í Runavík og vitjaðu, og tað hevur uttan iva givið HB nakað at hugsa um. KÍ skal til Havnar at spæl- a móti B36, og er hetta eis- ini ein sera spennandi og týdningarmikil dystur. B36 má í minsta lagi hava stig, um tær skulu ogna sær heið- ursmerkir í ár, meðan KÍ við einum tapi ella javnleiki kann fara av ovastu rók. Skála tekur ímóti VB, og eru VB kvinnurnar favoritt- ar at fara suður aftur við trimum stigum. Eftir ætlan skal útsetti dysturin millum VB og KÍ eisini spælast í hesi vikuni, og kann VB við einum sigri taka seg framum KÍ. Um KÍ vinnur, verður sera torført hjá vág- bingum at vinna FM, tí so vera heili fimm stig ímillum bæði liðini. Í løtuni eru tað HB, KÍ, og VB sum berjast um FM heitið, og tey dragnaðu veruliga frá hin- um trimum liðunum hetta vikuskiftið. KÍ liggur best fyri, men ein kann ikki avskriva HB og VB at vinna FM heitið. B36 liggur aftanfyri og lúr- ir, og hava tær lítlan møgu- leika at vinna, meðan upp- gávurnar hjá NSÍ og Skála eru at arga og taka stig frá teimum stóru. Dystirnir hetta vikuskiftið vóru hesir: KÍ-NSÍ KÍ vinnur uttan dyst HB-Skála 10-0 HB: Viviann Thorleifsson 4, Gunn Muller 2, Maria Johnsson 1, Eyðfríð Christ- iansen 1, Annika Godtfred 1, sjálvmál 1. VB-B36 2-0 Rannvá Augustinussen 1, Guðrun í Lágabø 1. vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 KÍ 6 5 - 0 - 1 31 3 28 15 2 HB 7 5 - 0 - 2 22 14 8 15 3 VB 6 4 - 1 - 1 23 9 14 13 4 B36 7 3 - 1 - 3 13 10 3 10 5 NSÍ 6 1 - 0 - 5 11 15 -4 3 6 Skála 6 0 - 0 - 6 0 49 -49 0 Støðan, 1. deild kvinnur HB hongur framvegis í oddaliðnum úr Vági. Um vikuskiftið tóku tær sær to av løttum, tá Skála var á vitjan Tað er sjeynda árið á rað, at Heimamissiónin skipar fyri legum fyri rørslu- og menn- ingartarnaðum og øðrum. Luttakararnir á legunum hava dámt sera væl og gleða seg hvørja ferð at sleppa aftur á legu. Á legunum í ár fara for- eldur at børnum við serlig- um tørvi at halda fyrilestrar. Fyrireikararnir siga, at ofta verða trupulleikarnir hjá rørslu- og menningartarnað- um tiknir fram. Hesa ferð ætla tey tó at leggja dent á gleðina, eitt rørslu- ella menningartarnað barn ella vaksið fólk kann geva fam- iljuni, og koma foreldur at siga frá hesum. Hetta sæst eisini aftur í evninum fyri leguna, sum er „gáva - upp- gáva - gleði“. Eins og undanfarin ár verður nógv ymiskt virk- Legur fyri rørslu-og menningartarnað Tekna teg sum haldara, so fært tú sosialin 5 ferðir um vikuna til dyrnar Haldarar ’ F¿royum: 360,-/‡rsfj. Haldarar ’ Europa: 510,-/‡rsfj. 5 bl¿Ý einaferÝ um vikuna ’ Europa: 425,-/‡rsfj. Onnur lond: Ymiskir pr’sir Internet: 240,-/‡rsfj. semi á legunum. Millum annað hestaríðing, spøl, ítriv og sangur. Sjálvandi verður eisini nógv gjørt burturúr hugnakvøldinum leygarkvøldið. Undirtøkan til legurnar plagar at vera sera góð, og tað vænta fyrireikararnir eisini, at hon verður í ár. Fleiri stovnar plaga at vera við, men fyrireikararnir sakna kortini, at fleiri av Tær sera væl dámdu legurnar fyri rørslu- og menningartarnaðum og teirra næstingum, „Okkara legur“, vera í Nesvík frá 15. til 17. og frá 22. til 24. september næstingum teirra eisini komu. Enn er pláss á legunum, men tað ræður um at skunda sær at boða frá luttøku, tí freistin er úti í hesi vikuni. JOHN JOHANNESSEN Í gjár fór Tróndur Djurhuus úr sessinum sum stjóri fyri Sjónvarp Føroya. Fyrrverandi sjónvarps- stjórin heitti hósdagin á landsstýrismannin í kring- varpsmálum um at loysa seg úr starvinum sum stjóri í Sjónvarpi Føroya, og fyrradagin eftirlíkaði lands- stýrismaðurin hesum. – Sjónvarp Føroya hevur í 1998 og 1999 havt rakstr- arhall, og hesum halli hevur undirritaði ábyrgdina av. Nú tað hevur eydnast at fáa raksturin í aftur eina trygga legu, og útlit enntá eru til avlops, og lunnar samstund- Sjónvarpsstjórin farin frá Tróndur Djurhuus boðaði í tíðindaskrivi í gjár frá, at hann hevur heitt á lands- stýrismannin í kringvarpsmálum um at loysa seg úr starvinum is eru lagdir undir komandi vetrarskrá, metir undirrit- aði, at løtan er komin til at lata raksturin upp í hendur á einum nýggjum stjóra, sigur Tróndur Djurhuus millum annað í tíðinda- skrivi. Tróndur Djurhuus vónar, at eitt stjóraskifti á stovn- inum kann virka við til at skapa stovninum tann frið, sum hann so harðliga hevur fyri neyðini. Landsstýrismaðurin í kringvarpsmálum, Tórbjørn Jacobsen, hevur valt at seta Jógvan Jespersen, útvarps- stjóra, í starv sum fyribils stjóra í Sjónvarpinum. Jóg- van Jespersen verður sostatt stjóri á báðum stovnum, til nýggjur stjóri er funnin. – Persónliga samanfallið eigur á ongan hátt at skiljast sum ein liður í eini roynd at leggja almennu fjølmiðla- stovnarnar saman. Politiska málið er framvegis, sum fráboðað í løgmansrøðuni á ólavsøku, ar skipa tær báðar almennu rásirnar sum sjálv- støðugar almennar fyritøk- ur, sigur Tórbjørn Jacobsen í tíðindaskrivi. Tróndur Djurhuus fór í gjár úr sessinum sum sjónvarps- stjóri. Fyribils sjónvarps- stjóri er Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri