mikudagur 6. september 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
13
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 170 - 6. september 2000
Nr. 170 - 6. september 2000
KÍ-EB/Streymur 2-2
(0-1)
STEFAN Í SKORINI
KÍ var á odda stutt fyri leik-
lok og hevði í seinna hálv-
leiki fleiri møguleikar at øk-
ja leiðsluna, men fimm min-
uttir fyri leiklok javnaði EB/
Streymur til 2-2, sum var
úrslitið av dystinum.
KÍ, sum lá aftast undan
seinnu hálvu av kappingini,
hevur seinastu umførini
rættiliga vunnið seg upp á
stigatalvuni, og hóast mót-
støðuliðið hesaferð var
oddaliðið úr Sundalagnum,
stóðu teir á heimaliðnum
seg væl.
Fyrri hálvleikur var tætt-
ur. EB/Streymur hevði nógv
spæl fram í síðurnar, og síð-
ani vóru høgir bóltar sendir
inn til stóra Jón Sigurd
Gleðisheygg, men tað var
bara sjáldan, at nakar veru-
ligur vandi stóðst av hesum.
Einu ferðina kom Halldórur
Joensen leysur inn í brots-
teigin, men KÍ-málverjin
vardi fyri
KÍ hevði onkur nask álop,
men tað nærmasta teir kom-
u at skora, var tá Eyðun
Klakstein stútaði bóltin á
stongina, og einu ferðina
kom høvdið á málverjanum
hjá EB/Streymi, Óla Christ-
ian Djurhuus, í vegin, eftir
at hann hevði hálvbjargað
eini skotroynd, sum klaks-
víkingur fylgdi upp.
Stutt fyri hálvleik fekk
fekk EB/Streymur eitt um-
strítt brotsspark, eftir at
linjuverjin helt, at ein KÍ-
verjuspælari hevði brúkt
hondina. Knút Vesturtún
skjeyt brotssparkið trygt í
málið til 1-0 til EB/Streym.
KÍ vendi dystinum
Í seinna hálvleiki var tað
heimaliðið, sum setti ferð-
ina upp og sum stríddist ser-
a væl. Og tað gav eisini úr-
slit.
Fyrst fór John Ryan til
baklinjuna í vinstru, og tá
hann sendi eitt flatt innlegg
inn fyri málið, kappaðust
málverjin, ein verjuspælari
og Erling Fles um bóltin.
Ein spælari hjá EB/Streymi
hevði seinasta fótin á bólt-
inum, sum endaði í máli-
num.
Nakað seinni var Erling
Fles fyrstur á einum inn-
leggi úr høgru síðu, og hann
stýrdi bóltin í málið til 2-1
til KÍ. Eftir hetta hevði Er-
ling tveir góðar møguleikar
afturat, men aðru ferð bjarg-
KÍ misti leiðsluna
2. deild: Oddaliðið var heppið við at fáa eitt stig burtur úr dystinum í
Klaksvík
aði Óla Christian Djurhuus
sera væl, og hinu ferðina
gjørdist vinkulin ov spískur.
Hesa løtuna stýrdi KÍ
dystinum, men EB/Streym-
ur kom meira við, eftir at
teir vóru komnir afturum.
Teir komu tó ikki til nakrar
serligar kjansir, men einu
ferðina mátti KÌ-málverjin
bjargað einum stútara á
mállinjuni.
Javnaðu at enda
Fimm minuttir fyri leiklok
sendi Knút Vesturtún eitt
fríspark inn fyri málið. Jón
Sigurd Gleðisheygg var
hægstur við aftaru stong og
stútaði upp á tvørs, har púra
leysi Halldórur Joensen
kundi senda bóltin seinasta
teinin inn í málið.
Eftir
hetta
stríddist
heimaliðið aftur fyri at fáa
mál, men tað endaði við 2-
2, og tað vóru KÍ-spæla-
rarnir eitt sindur keddir um,
hóast tað var besta liðið í
deildini, teir spældu ímóti.
Javnleikurin hjá EB/
Streymi hevði ikki tað stóra
at týða, tí nærmasti kapp-
ingarneytin, TB, snávaði í
sínum dysti ímóti ÍF. Tí økti
EB/Streymur um leiðsluna
við einum stigi.
KÍ hevur í seinnu hálvu
LÍF-HB 2-1 (0-0)
STEFAN Í SKORINI
Fyri fyrstu ferð í sjey dyst-
um kundi LÍF fegnast um
trý stig eftir loknan dyst.
Ikki
síðan
leirvíkingar
vunnu á KÍ 10. juni, er tað
eydnast teimum at fáa trý
stig.
Stigini móti HB vóru eis-
ini sera kærkomin tí nið-
urflytingin andaði teir í
nakkan. Við hesum sigri-
num hava teir lagt HB aft-
urum seg, og nú eru leik-
lutirnir býttir um. HB er nú
á næstniðasta plássi og LÍF
eitt omanfyri. Hetta var eis-
ini fyrsti sigurin hjá ven-
jarunum Jógvan Júst Olsen
og Bergi Vatnhamar, sum
sóu lið sítt vinna 2-1.
LÍF var betra liðið allan
dystin og vísti nógv meira
vilja at vinna enn havnar-
menninir, sum hinvegin ikki
komu fram til teir stóru
møguleikarnar. LÍF hevði
eisini
rættuliga
nógvar
møguleikar gjøgnum dyst-
in, men einki bar til, tí teir
vóru sum gandaðir fram-
manfyri málinum.
Kanska var tað tí at HB
hevði garvaða Kaj Leo Jo-
hannesen í málinum, og øll
vita, at dugur var í honum,
tá hann spældi á 1. liði hjá
HB. Kaj Leo hevði fleiri
framúr góðar bjargingar, og
fleiri ferðir komu LÍF-arar
púra leysir, men hann stóð
sum ein múrur. Eisini vóru
royndir á træverkið, sum tó
fóru útaftur í spælið.
Tá bara fimm minuttir
vóru eftir, bragdaði endiliga
hjá heimaliðnum. Eitt av
teimum mongu skotunum á
HB málið varð bjargað av
Kaj Leo, men Jonhard Høg-
nesen var fyrstur á bólti-
num, tá hann datt útaftur,
og hann kundi róliga leggja
LÍF framum. Lítið av tíð var
eftir, og kanska gjørdust
leirvíkingar
eitt
sindur
bleytir í knøunum, tí min-
uttin eftir fyrsta málið javn-
ar HB.
Florin Mihaescu spældi
ikki í seinasta dystinum hjá
HB í 1. deild, so hann kundi
vera við í Leirvík. Hann
dróg framvið fleiri spæla-
rum, og eftir at hava spælt
banda við Gunnar Mohr
stóð hann leysur við mál-
verjanum og skoraði. Hetta
var ein av teimum heilt fáu
møguleikunum hjá HB í
dystinum. 1-1, og tað sá út
til, at LÍF hevði tveitt sig-
urin burtur.
Heimaliðið hevði tó eitt
sindur av orku eftir til at
LÍF legði HB afturum
2. deild: Nýggja venjaraparið í Leirvík fekk sín fyrsta sigur til høldar móti HB, sum nú liggur til at flyta niður
skora avgerandi málið. Pól-
verjin Mirek Gil dróg inn í
brotsteigin í vinstra borðið
og legði innfyri. Har kom
Signar
á
Reynatrøð
stórleypandi og setti høvdið
á bóltin, sum streyk framvið
tí annars vælleikandi Kaj
Leo í HB málinum.
LÍF skal enn ansa sær, tí
vandin er ikki av enn. Teir
hava tó góðar vónir, tí til
Endiliga fekk LÍF eitt sindur av glið á, og við sigrinum togaðu teir seg upp um HB á
stigatalvuni
dystin móti HB vóru fleiri
menn tøkir aftur. Onkur er
sloppin av við skaða, meðan
aðrir eru nýggir menn á lið-
num. HB hinvegin er í krep-
pu, tí teir nærkast enn meira
botninum.
LÍF-HB 2-1 (0-0)
1-0: Jonhard Høgnesen
1-1: Florin Mihaéscu
2-1: Signar á Reynatrøð
vunnin
tapt
mál-
dystir v
-
j
-
t
mál
mál munur
stig
1 EB/Str.
14
9
- 3
- 2
39
19
20
30
2 TB
14
8
- 2
- 4
43
35
8
26
3 ÍF
14
6
- 6
- 2
31
18
13
24
4 B36
14
6
- 2
- 6
30
28
2
20
5 NSÍ
14
6
- 2
- 6
23
24
-1
20
6 GÍ
14
5
- 4
- 5
25
27
-2
19
7 KÍ
14
4
- 4
- 6
21
29
-8
16
8 LÍF
14
4
- 3
- 7
17
23
-6
15
9 HB
14
4
- 1
- 9
33
45
-12
13
10 Royn
14
2
- 5
- 7
15
29
-14
11
Støðan, 2. deild menn
fingið góð úrslit, og tað er
ilt at ímynda sær, at liðið
aftur kann koma í niðurflyt-
ingarvanda, so leingi spælið
er so gott. Men næsta viku-
skiftið fer liðið at svíða fyri,
at 1. lið hjá KÍ hevur trý
leikbann.
KÍ-EB/Streymur 2-2
(0-1)
0-1: Knút Vesturtún (br.)
1-1: Erling Fles
2-1: Erling Fles
2-2: Halldórur Joensen
Máltindurin
Jón Sigurð Gleðisheyg EB/Streymur
10
Gunnar Mohr
HB
9
Heini Heinason
GÍ
8
Bárður á Lakjuni
ÍF
8
Rúni Petersen
ÍF
8
Johnny Samuelsen
B36
7
Eyðun Samuelsen
HB
7
Óli Johannesen
TB
7
Halldórur Joensen
EB/Streymur
6
Allan Michelsen
Royn
6
Birgir Jørgensen
Royn
6
Eyðun Svalbard
TB
6
Knút Vesturtún
EB/Streymur
5
Erling Fles
KÍ
5
Kristian í Vági
LÍF
5
Bergur Djurhuus
NSÍ
5
Brynleif Hansen
B36
4
Bárður Heinason
GÍ
4
Eyðolv Petersen
ÍF
4
Jóhannis Færø
KÍ
4
Petur Sjúrðarberg
LÍF
4
Bárður Dimon
TB
4
Birgir Jørgensen
TB
4
Karl Leonsson
B36
3
Tórálvur Poulsen
B36
3
Andreas Dahl
EB/Streymur
3
Finnbjørn Zachariassen EB/Streymur
3
Jákup Martin Joensen
EB/Streymur
3
Jan Skoradal
GÍ
3
Johan Lützen
HB
3
Jógvan Arnfinn Jacobsen
ÍF
3
Fróði Jóanesarson
NSÍ
3
Johnny Skibbenæs
NSÍ
3
Dan Mortensen
TB
3
Einar Petersen
TB
3
Hallur Christiansen
TB
3
Mahei Matei
TB
3
B36-NSÍ 1-3 (0-1)
JÁKUP MØRK
B36 hevði eftir 4-1 sigurin
á ÍF fyri viku síðani møgu-
leikan at vinna heiðurs-
merki í ár, men nú sær tað
alt meira svart út fyri árs-
talsfelagið úr Havn. NSÍ tók
seg hinvegin fram á sama
stigatal sum B36 við hesum
sigrinum.
Eftir fyrstu løtuna var líkt
til, at B36 ætlaði sær at hal-
da fram, har slept varð í
Fuglafirði, men so kom NSÍ
meira inn í dystin og var
vandamiklari í fyrra hálv-
leiki. Serliga var Eddie
Mikkelsen torførur at hava
tamarhald á, og gav hann
serliga fyri steðgin verjuni
hjá b36 trupulleikar.
Fyrsta málið kom mið-
skeiðis í fyrra hálvleiki. B36
verjan fær ikki beint bóltin
burtur, og hann verður send-
ur hart og flatt innfyri, har
Fróði Jóannesarson hevur
eina langa tá á bóltinum,
sum fer í meskarnar aftan-
fyri málverjan. Hetta kom
sum ein skelkur fyri heima-
liðið, og teir reistust ikki
aftur fyri steðgin.
Tá liðini komu útaftur var
Tórálvur Poulsen komin á
vøllin fyri at fáa eitt sindur
meira bit í álopið, og tað
eydnaðist eisini. Men tað
var tó NSÍ, sum økti um
leiðsluna. Johnny Skibenæs
gjørdist leysur, og hann
rundaði málverjan, og so
var støðan 2-0 til gestirnar.
B36 menti seg tó, sum
seinni hálvleikur leið, og
fleiri málmøguleikar spur-
dust burturúr. Serliga var
tað Tórálvur Poulsen, sum
gav NSÍ verjuni nakað at
hugsa um. Einki spurdist
burturúr beinanvegin, men
so minkaði Tórálvur um
munin. Hann stóð millum
fleiri NSÍ-arar í brotsteig-
inum og fekk tánna á bóltin,
sum trillaði spakuliga um
málstrikuna.
Hetta setti ferð á heima-
liðið, sum nú legði trýst á
NSÍ málið. Teir fingu eisini
ein gyltan møguleika at fáa
útjavnandi málið, tá dóm-
arin helt, at ein NSÍ-ari hev-
ði brotið lógina inni í brots-
teiginum. Karl Leonson var
GÍ-Royn 5-1 (3-0)
STEFAN Í SKORINI
Fýra ferðir var Heini
Heinason á rætta staðnum
móti Royn í Sarpigerði.
Hann skeyt tvey tey fyrstu
og tvey tey síðstu málini.
Inn ímillum slapp Áslakk-
ur Nesá við einum máli,
og Allan Michelsen pynt-
aði eitt sindur um úrslitið
ímóti endanum av dyst-
inum.
Eftir fyrsta korterið var
als ikki líkt til, at GÍ fór
at vinna so sannførandi.
Royn sá út til at vilja na-
kað og var væl við í dyst-
inum, men so rapaði kort-
húsið. Innanfyri eini fimm
minuttir miðskeiðis í fyrra
hálvleiki hevði GÍ skorað
trý mál, og so var dystuin
í roynd og veru avgjørdur.
Tað var fyrst og fremst
Heini Heinason, sum hev-
ði stillað kanonina rætt
inn henda dagin. Hann
legði fyri við tveimum
málum. Fyrstu tvey mál-
ini líktust hvørjum øðr-
um, har hann var fríur við
málverjanum hjá Royn og
fór framvið honum.
Áslakkur Nesá slapp
STEFAN Í SKORINI
Undan dystinum móti ÍF
høvdu tvørámenn bara tapt
ein av teimum seks dyst-
unum á heimavølli og vunn-
ið hinar. Seinast teir vóru
heima á Sevmýri vunnu teir
heili 6-1 á B36.
Hesuferð var ÍF, sum ong-
antíð hevur tapt á útivølli í
ár, á vitjan, og tað var ó-
væntað, at fuglfirðingar fóru
norður aftur við øllum trim-
um stigunum. 3-1 var støð-
an, tá dómarin bríkslaði av,
men í hálveikinum stóð á
jøvnum 1-1.
Frá byrjan av var greitt,
at ÍF mest lúrdi uppá snar-
álop, og tí hevði TB bóltin
meira. Hóast leikliga yvir-
vág, so hevði TB trupult við
at skapa nakrar veruligar
málmøguleikar, og ÍF var
vandamiklari frammanfyri
málinum og hevði fleiri
møguleikar enn heimaliðið.
Tí var úrslitið rættvíst, tá
havt verður í huga talið av
málmøguleikum, sum liðini
høvdu.
TB var uttan onkrar av
teirra føstu spælarum, og tí
var ein av gomlu kempu-
num, Poul F. Joensen, aftur
at síggja í stríputu TB-
troyggjuni. ÍF manglaði
ÍF hevur enn
ein møguleika
2. deild: Við sigrinum á TB suðuri á Tvøroyri er ÍF enn
við í stríðnum um uppflytingina
Bárð á Lakjuni, og tað er
ein stórur missur, men hann
hevur ikki spælt nógv á ÍF
liðnum í ár.
Kontramál
Fyrsta málinum í hjá ÍF stóð
eldri bróðir Bárð fyri. Høg-
ni á Lakjuni hevði seinasta
fótin á einum innleggi úr
høgru frá Hergeiri Eldevig,
eftir at hesin mestsum hevði
runnið longdina á vøllinum.
Verjan fekk fatur á bólti-
num, og so gekk tað skjótt
frameftir. Størsti parturin av
ÍF liðnum aftanfyri miðju-
na, tá málið varð skotið.
TB kláraði tó at javna fyri
steðgin. Jón Tórur Holm
gjørdist púra fríur og lobb-
aði uppum málverjan til 1-
1. Fuglfirðingar vóru í øðini
um, at linjuverjin ikki hevði
flaggið uppi, tí teir mettu,
at Jón Tórur var klárt rang-
staddur. Dómarin lat málið
standa, og hetta var eisini
støðan við steðgin.
Tað gekk leingi áðrenn ÍF
legði seg framum aftur, og
aftur var tað eftir eitt snar-
álop. Hergeir Eldevig hevði
eisini stóran lut í hesum.
Hann legði innfyri úr høgru,
og Eyðolvur Petersen skeyt
í netið til 2-1. Mortan
Thomsen sló sigurin fastan,
tá hann skallaði bóltin mál-
ið. Aftur var tað innlegg úr
høgru eftir snarálop.
Taktikkurin, sum Petur
Mohr legði undan dysti-
num, eydnaðist avbera væl,
og ÍF er nú við aftur í stríð-
num um uppflyting. Tó hav-
a teir eina sera torføra skrá
í teimum fýra dystunum,
sum eftir eru. NSÍ og EB/
Streym á útivølli eru kanska
teir torførastu dystirnir á ár-
inum, men hinvegin hava
teir HB og Royn, sum eru
niðast, á heimavølli.
Tað verður torført hjá TB
at røkka fremsta plássinum,
men nú er mest umráðandi
at halda fast um annað
plássið, sum gevur teimum
møguleika at spæla móti
næstniðasta liðnum í 1.
deild.
TB-Í F 1-3 (1-1)
0-1: Høgni á Lakjuni
1-1: Jón Tórur Holm
1-2: Eyðolvur Petersen
1-3: Mortan Thomsen
B36 hevði møguleikan
settur at skjóta, men hann
langaði skotið á tvørstong-
ina og himmalhøgt upp í
loft.
Eftir misnýtta brotsspark-
ið økti NSÍ ístaðin í hinum
endanum. NSÍ fer í snar-
álop, meðan B36 spæl-
ararnir enn standa og iðra
seg
um
misnýtta
brotssparkið. NSÍ kemur í
yvirtal, og tað endar við, at
Ken
Nónklett
verður
spældur leysur. Hann dregur
einaferð, og skotið brestir í
stongina og inn.
3-1 til NSÍ, sum nú hevur
fingið
B36
aftur
á
stigatalvuni. Hesi bæði
liðini
hava
nú
lítlan
møguleika
fyri
heiðursmerkjum, men um
NSÍ vinnur á heimavølli
móti ÍF næsta vikuskiftið,
so er møguleikin aftur har.
B36-NSÍ 1-3 (0-1)
0-1: Fróði Jóanesarson
0-2: Johnny Skibenæs
1-2: Tórálvur Poulsen
1-3: Ken Nónklett
2. deild: NSÍ hevði hepni við sær, tá B36 brendi brots-
spark stutt fyri leiklok, tá støðan enn var 2-1
Heini var í essinum
2. deild: GÍ tók sær veruliga av løttum ímóti hvalbing-
um, sum fóru heimaftur við einum 5-1 tapi
eisini uppí part. GÍ miðvøll-
urin vinnur bóltin og Ás-
lakkur Nesá dregur á skrá
inn móti brotsteiginum, har
hann lobbar bóltin uppum
málverjan til 3-0. Trý skjót
mál innan stutt tíðarskeið
avgjørdi dystin. Hvalbingar
gjørdu lítið um seg eftir
hetta, og sóu út til at hava
góðtikið eitt tap.
Í seinna hálvleiki tók
Heini afturí aftur, har hann
hevði slept. Tað fjórða mál-
ið hjá GÍ var eitt vakurt og
stuttligt mál. Heini Heina-
son dróg við bóltinum heilt
inn móti málteiginum, har
hann snýtti bæði málverjan
og verjuspælarar, áðrenn
hann nakað frekt legði bólt-
in í netið við hælinum. Sein-
asta málinum stóð Heini
eisini fyri. Hann verður
spældur inni í brotsteig-
inum, og skotið fór undir
málverjan, sum heili fimm
ferðir mátti í málið eftir kúl-
uni.
Allan Michelsen fekk
seinasta orðið í dystinum,
tá hann hevði fótin á bólt-
inum inni í brotsteiginum
eftir eitt lítið trunkaspæl.
Hvalbingar vístu tó ongan
vilja at vinna, og teir liggja
nú einsamallir í botninum
við tveimum stigum upp
til nærmasta kappingar-
neyta. Royn hevur eisini
torfør mótstøðulið í teim-
um seinastu fýra dystu-
num, har teir bæði skulu
til Fuglafjarðar og Tvør-
oyri, so útlitini eru ikki
tey bestu. GÍ kann nú har-
afturímóti anda lættari, tí
vandin fyri niðurflyting er
mestsum av á hesum
sinni.
GÍ-Royn 5-1 (3-0)
1-0: Heini Heinason
2-0: Heini Heinason
3-0: Áslakkur Nesá
4-0: Heini Heinason
5-0: Heini Heinason
5-1: Allan Michelsen
www.sosialurin.fo