Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-22, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. apríl 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 76 - 22. apríl 2005 25 almenna navnið, og sum ein samstundis hevur fest á eitt skelti við inngongdina inn í handilin. Í Árnafirði er hetta ikki neyðugt. Handilin hjá Pálli er einasti handilin og tí er ikki neyðugt við nøkrum navnaskelti á útvegginum. Handilin í Árna- firði er stutt sagt bara "Handilin í Árnafirði". Tað var verfaðir Páll sum á sinni - t.v.s. fyri meiri enn 70 árum síðani - fór undir henda handilin og sum enn er opin, hóast virksemið er nógv minkað síðani tá. - Handilin lat upp í 1932, men tá hevði hann handlað eitt sindur áðrenn í einum húsum her beint omanfyri, sigur Páll. Tað fólkið, sum vanliga ger brúk av handlinum er í allar- størsta mun úr bygdini. Onkur fremmandur støkkur av og á inn í handilin, men tað er ikki gerandiskostur. Keypa inn í smáum Handilin hjá Pálli hevur ein part av teimum vørunum, sum hoyra til húsarhaldið. Men langt frá allar vørurnar, og tí eru fólk noydd at keypa eisini í Klaksvík. Tá Páll vantar onkra vøru so letur hann konuna ordna hetta. Hon bíleggur vøruna frá heil- søluni og síðani heinta tey sjálvi vøruna í Klaksvík. - Vit eru so fá fólk, so vit keypa ikki inn í stórum, sigur Páll. Henda fyrrapartin, ið Sosialurin var á vitjan, keypti henda konan tey seinastu eplini. Tey vórðu vigað á vektini, og síðani varð faldað upp, soleiðis at prísurin kundi ásetast. Hvussu nú: Hon keypti tann einasta og seinasta posan av eplum. Nær kann hugsast, at fólk aftur kunnu keypa epli í handl- inum? - Tað er einki problem, sigur Páll. Eg fari nú at siga hetta við konuna, so at hon kann bíleggja fleiri epli. - Og eg rokni bara við, at vit hava epli aftur seint seinnapartin ídag, sigur Páll sáttliga. Lodd Hesin handilin hevur nú verið opin í meiri enn 70 ár, og lítil ivi er um, at virksemið hevur verið skiftandi. Helst var meiri at gera fyrr enn tað er nú. Hóast nútíðin krevur skjótleika og fólk hava skund, so forðar tað kortini ikki teimum báðum í handlinum í Árnafirði, at nýta tær gomlu vektirnar. Hetta er tó rættiliga sjáldan, og verður í stóran mun einans nýtt tá fólk koma inn at keypa epli. Fólk keypa vanliga bara smáar nøgdir ísenn. Tá Tóra kom inn at keypa eina ávísa nøgd av eplum, varð tann ásetti eplaposin lagdur á aðra teirra, meðan Páll við loddunum hinumegin fann fram til, hvussu nógv eplini vigaðu. - Summi koma inn, og keypa tá ein heilan posa, meðan onnur koma inn og keypa bert epli til eitt einstakt kók. soya-dunkur eftir - Vit geva okkum altíð tíð til eitt prát. Her verður alt tað sum hendir tikið upp og vent eina løtu, sigur Tóra Mikkelsen KUNDI Snorri Brend Árnafjørður: - Eg plagi at keypa her av og á. Tá eg mangli okkurt, sum eg ikki noyðist at fara eftir í Klaksvík, fari eg higar at keypa. Einasti kundin, hesa løtuna vit vitja handilin er Tóra Mikkelsen úr Árnafirði. Hon keypir mest epli her, onkutíð kaffi og annað - og í dag eisini ein dunk av soya. Eitt gott prát Hóast hon ikki fær allar vørur- nar, hon skal brúka í hesum handlinum, so dugir hon kortini at síggja, at tað er heppið við einum slíkum bygdarhandli. - Um ikki annað, so kann ein altíð koma her og fáa eitt gott prát, sigur hon. Í stóru handlunum í Havn og aðrastaðni leggur ein vøruna á diskin, og so er tann handilin skjótt avgreiddur. Men soleiðis er ikki í Árna- firði. Her er einki rulliband og annar elektronikkur - og tað er heldur ikki neyðugt, tí øll hava góða tíð. - Vit hava ongan skund her, og tí geva vit okkum tíð til eitt prát. Her verður alt tað sum hendir tikið upp og vent eina løtu. - Hvørji hesi evnini kunnu vera? Líka veit eg, alt møguligt. Sum oftast er tað kortini veðrið, sigur Tóra við einum stórum smíli. Í dag er Tóra einsamallur kundi í handlinum, men tað kann meiri enn so koma fyri, at tey eru bæði tvey og trý inni og keypa samstundis. Tóra hevur fingið síni epli og sín soya-dunk. Hon biður Pálli farvæl, fer oman gjøgnum trappurnar og út í kalda vindin. - Nú verður gott við einum døgurðabita við eplum og sós afturvið. So nái eg tað akkurát heim til útvarpið byrjar. – Altíð eitt gott prát Tóru dámar væl at koma inn í handilin til eitt prát – Nú keypti hon seinastu eplini. Men vit fáa epli aftur seinnapartin í dag, sigur Páll