týsdagur 26. apríl 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 77 - 26. apríl 2005
Gjørdi seg inn á
løgregluna
Ein maður er skuldsettur
fyri at »have trykket sin
bare ende op mod politi-
bilen.« Maðurin er handtik-
in.
Umframt tað tók maðurin
eina hjulskál av løgreglu-
bilinum. Hetta hendi í Havn
uttanfyri ein klubba klokk-
an 03:30 leygarmorgunin.
Maðurin er eisini skuldsett-
ur fyri harðskap móti løg-
reglumanni.
Hóttur við knívi
Ein hýruvognsførari varð
fríggjamorgunin klokkan
trý hóttir við knívi. Maður-
in við knívinum varð meld-
aður til løgregluna, sum tók
mannin inn. Hann er nú
skuldsettur, men hann varð
ikki stillaður fyri grundlóg-
arforhoyr. Kriminaldeildin
kannar málið.
Innbrot á
Margarinfabrikkini
Hósmorgunin var innbrot á
Margarinfabrikkini í Havn.
Pengar
vórðu
stolnir.
Kriminaldeildin í Havn
kannar nú málið.
Misti koyrikortið
Hóskvøldið misti ein mað-
ur koyrikortið. Hann hevði
eitt fyribils koyrikort, sum
ikki var endurnýggjað.
Koyrdi fullur
Ein maður koyrdi fullur í
Klaksvík klokkan 6:40
fríggjamorgunin.
Tveir
mans vóru í bilinum, og teir
koyrdu eisini útav Ána-
vegnum. Eingin persóns-
skaði varð, men førarin er
skuldsettur og stendur til at
missa
koyrikortið.
Hin
maðurin, sum sat í bilinum,
er eisini skuldsettur og
kann missa koyrikortið, tí
hann skal hava togað í róðr-
ið.
Smíðaðu hús Dýra
Biðjudag
Í Vestmanna vóru menn
farnir á smíða hús klokkan
tíggju á morgni Dýra
Biðjudag beint við Miss-
iónshúsið, tá onkur hevði
ringt til løgregluna. Vanligt
er, at gangur skal ikki hald-
ast á slíkum degi, og løg-
reglan gav monnunum boð
um at gevast við smíðing-
ini. Og so vóru ikki fleiri
hús smíðaði tann dagin í
Vestmanna.
Hesin stuttleikabáturin er skrásettur í Cayman Islands. Hann kom á Havnina sunnudagin og fer avstað aftur fyrsta dagin. Manningin telir nakrar amerikanarar og onkran íslending. Teir eru
komnir úr Íslandi og fara nú víðari úr Føroyum til Skotlands ella Hetlands.
Mynd: Finnur Justinussen
Amerikanarar á stuttleikaferð í Føroyum