Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. apríl 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 77 - 26. apríl 2005 5 Áhugin fyri Føroyum sum ferðamáli er vaksandi, sigur stjórin á Føroyskari ferðaskrivstovu í Keypmannahavn. Men tað krevur mið- vísar lýsingarher- ferðir at fáa fólk at seta Føroyar á ferða- kortið FERÐAVINNA Edvard Joensen Keypmannahavn: Áhugin fyri at ferðast til Føroya er vaksandi millum danir, sigur Therese Thuridardóttir Kreutzfeldt, sum eigur og rekur ferða- skrivstovuna My Faroe í Keypmannahavn. Therese T. Kreutzfeldt sigur, at talan er um fólk úr øllum Danmark, sum tykj- ast vísa Føroyum áhuga sum ferðamannalandi. Men bólkurin, sum størstan áhuga vísir, eru fólk, sum eru eldri enn 45 ár, sigur hon. – Hetta eru bæði fólk, sum hava verið í Føroyum fyrr, og fólk, sum bara hava hoyrt og lisið um Føroyar og nú vilja sleppa at síggja landið við egnum eygum, sigur hon. Tey, sum fyrr hava verið, eru ofta slík, sum fyri nógvum árum síðan hava vitjað her, og fegin vilja sleppa aftur. Men ein bólkur, sum veruliga manglar, eru fólk við størri børnum, sigur Therese Kreutzfeldt. Um hví so er, hevur hon sínar hugsanir, og er tann mest nærliggjandi at halda, at ov fá tilboð eru í Føroyum til hendan bólkin, sigur hon. – Og tó, tekur hon aftur í aftur. Tilboðini eru helst har, men vit duga bara ikki at gagnnýta tey til fulnar. Hesi fólkini vilja hava annað enn hotel. Tey vilja hava upplivingar. Aktiva feriu, sum børnini fáa nak- að burturúr. Talan er í roynd og veru bara um at leggja tey uppløgdu tilboðini, vit hava í eitt nú náttúru okk- ara, til rættis til hesi fremmandu ferðafólkini at nýta, heldur stjórin á My Faroe í Keypmannahavn. Dýr marknaðarføring Tað kostar nógv at markn- aðarføra Føroyar sum ferðamannaland í Dan- mark, staðfestir Therese Kreutzfeldt. Hon sigur, at hon hevur brúkt umleið eina kvart milliard til marknaðarføring seinasta árið. Í smaband við marknað- arføring hevur ferðaskriv- stovan My Faroe fingið sera góðan stuðul frá Atlan- tic Airways og Ferðaráði Føroya, sigur Therese Kreutzfeldt. Tað, sum um ræður, er at verða sæddur alla tíðina. Tað verður gjørt við at lýsa í teimum stóru, donsku dagbløðunum, og slíkt kostar pengar, vísir hon á. Marknaðarføringin verð- ur gjørd av donskum lýs- ingarfólkum, sigur hon. Hetta tí, at hon metir, at danir vita betri enn onnur, hvat danir ynskja og reagera uppá, tá teir síggja eina slíka lýsing. Hon hevur valt eitt ávíst konsept og so fylgt tí ná- greiniliga. Hesar meira ella minni somu myndirnar, sum flestar líkjast, gera, at fólk leggja merki til her- ferðina og minnast lýsing- arnar aftur. Og úrslitið hevur ikki latið bíða eftir sær, sigur Therese Kreutzfeldt. Fólk ringja dúgliga at spyrja seg fyri. Og tey keypa eisini feðaseðlar. Hon sigur, at My Faroe higartil í ár hevur selt umleið 500 ferðaseðlar til danir, sum ætla sær til Før- oyar. Hetta er so umframt teir Føroyingar, sum eisini keypa ferðaseðlar frá teim- um. Longur burtur Men tað er ikki nokk bara við dønum, sigur Therese T. Kreutzfeldt. Vit eiga eisini at fara longri út í heim eftir ferðafólki til Føroya, heldur hon. Sjálv situr hon í løtuni og arbeiðir við at sleppa inn á amerikanska marknaðin, sum er rættiliga stórur. – Vit fara sjálvandi ikki at royna at fáa allar amer- ikanarar hendanveg, tí so koma vit púra í neyð, sigur hon. Hon heldur tað vera skilagott at halda seg til býirnar, sum hava flog- samband til Íslands. Tað eru eitt nú stórbýir á eystur- strondini í USA, haðani rættiliga nógv ferðafólk koma til Íslands. Tað tykist, sum amerik- anarar eru farnir at vísa Íslandi alt størri ans. Kunnu vit so heingja okkum upp í har, er ein møguleiki at fáa gjørt Føroyar kendar tann vegin, sigur hon. – Kunnu vit fáa bert ein lítlan part av teimum amer- ikanarunum, sum ferðast til Íslands, at gera ein avsting- ara til Føroya, kann tað gera stóran mun í Føroysku ferðavinnuni, sigur Therese T. Kreutzfeldt, stjóri á ferðaskrivstovuni My Faroe, sum heldur til á ovaru hædd í Føroyahúsin- um á Vesterbrogade í Keyp- mannahavn. Við flogfarinum hjá Atlantic Airways, sum sunnudagin fór til London, vóru faðir og sonur skipari og stýrimaður. Hetta er fyrstu ferð í føroyskari flogsøgu, at tað kemur fyri FLOGFERÐSLA Edvard Joensen Vágar: Tá Jón Falkvard, flogskipari úr Miðvági, fór sín fyrsta túr sum stýrimað- ur hjá Atlantic Airways, var pápi hansara, Hans Mein- hard á Høgabóli, skipari. Jón Falkvard, sum er 24 ára gamal, varð avlærdur sum flogskipari seinasta summar, og byrjaði í vár í starvi hjá Atlantic Airways. Síðan hevur hann verið í gjøgnum tær venjingar, sum kravdar verða í hesum sambandi, áðrenn hann nú sunnudagin slapp at royna seg á sínum fyrsta flogtúri við ferðafólki. Fyrsti túrur hansara í stýrihúsinum hevði rættiligan alheims dám. Hann var millum størsta flogvøllin í Føroy- um, og eina av floghavnun- um í heimsstaðnum London. Skipari á túrinum til Lon- don var faðir Jóns, Hans Meinhard á Høgabóli, flogskipari. Hans Meinhard hevur drúgvar royndir á økinum og tískil tann heilt rætti lærumeistarin hjá hesum unga stýrimanninum. Tá Atlantic Airways byrj- aði flúgving sína í mars 1988, var Hans Meinhard tyrluflogskipari hjá táver- andi tyrlutænastuni. Í dec- ember sama árið fór hann at flúgva flogfarið hjá Atlan- tic Airways og hevur síðan, við undantaki av einum ári, tá hann fleyg fyri eitt italskt flogfelag, verið í starvi hjá felagnum. Hesir báðir feðgarnir eru nú ikki teir einastu í hasi familjuni, sum hava flog- basillur í blóðinum. Mammubeiggi at skipar- anum, Hans Meinhardi, og sostatt ommubeiggi at stýrimanninum, Jóni, er Hans Hansen, flogskipari hjá Atlantic Airways, sum øll árini, felagið hevur ver- ið til, hevur verið ímyndin av føroyskari feðrafólka- flúgving. So í løtuni sita trý ættar- lið úr somu ætt í Miðvági við róðrið umborð á flog- førunum hjá føroyska tjóð- arflogfelagnum, Atlantic Airways. Fleiri danir vitja Føroyar Áhugin fyri Føroyum sum ferðamáli er alsamt vaksandi millum danir, sigur Therese T. Kreutzfeldt, stjóri á feraskrivstovuni My Faroe í Keypmannahavn Mynd: Edvard Joensen Anna Maria Olsen úr Havn arbeiðir saman við Therese Kreutzfeldt á My Faroe Mynd: Edvard Joensen Feðgar á flog Hans Meinhard á Høgabóli, flogskipari, t.v., er ikki sørt errin av soninum Jóni, sum nú eisini er farin at flúgva fyri Atlantic Airways. Fyri fyrstu ferð í føroyskari flogsøgu sótu faðir og sonur í stýrishúsinum ferðafólkaflogfarinum hjá Atlantic Airways Mynd: Edvard Joensen