Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. apríl 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 77 - 26. apríl 2005 - Brøður mínir siga, at eg bara skal spæla uppá kornettina, meðan teir eru úti og spæla. Teir hava onkutíð hótt við at keypa trummur, og ætla sær so at spæla, meðan eg sjálv eru inni, sigur 14 ára gamla Sólbjørg Helena Joensen av Húsum, sum gongur í Musikkskúla í Klaks- vík SAMFERÐSLA Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Húsar: Tað er helst ikki á hvørjum degi, at hornblást- ur er á hoyra á dekkinum umborð á strandfaraskip- inum Barsskor. Men tey fáu ferðafólkini, sum ein hósdag fyrr í mán- aðinum fóru við hesum strandfaraskipinum til Klaksvíkar kundu uppliva hesa ráru hending. Har frammi stóðu nevni- liga fýra blásarar og spældu – tvær trompetir og tvær kornettir – og royndu at finna eitt felags lag. Hóast hetta ikki gekk eftir vild, so var eingin or- søk at klaga um tað. Hetta vóru nevniliga komandi spírar á tí tónlistarliga øki- num – fýra ungfólk, sum hava sett sær sum mál at læra seg kunstin at blása luft inn í eitt ljóðføri og fáa reinar tónar út aftur úr hinum endanum. Hevði tað verið lættari at taka eitt klaver og eina urgu við, so hevði orkestrið ver- ið væl mannað. Hesi ungu lótu hvørki kuldan í luftini ella aldurnar forða teimum í at spæla á dekkinum fyri manning og ferðafólkum. Enn duga tey ikki til fulnar at knekka kotuna fyri nótalesing, men lítil ivi er um, at tann dagin, tey duga hetta, fær pípan – ella ljóð- førini – annað ljóð. Her úti í Guds fría havøki kunnu tey spæla frítt. Eing- in forðar teimum í tí, og eingin biður tey spæla spakuligari, tí húsfriðurin er í vanda. Tey spæla, tí teimum dámar tað. Vælsignaðir spælimenn. Spælið! Tann svarti kassin Hvønn einasta hósdag seinnapart vita nøkur av børnunum á Húsum hvat tey skulu gera. Tey koma aftur úr skúlan- um, fáa sær ein góðan døg- urðabita og byrja so at gera klárt til ein túr tvørtur um fjørðin til Klaksvíkar. Tey vita, at Barsskor, sum áður var álitið hjá teimum í so máta, fór av Klaksvík kl. 13:20 og er góðan hálvan tíma seinni við bryggjuna í heimbygd- ini Húsum. Lítil friður er á teimum yngstu, tí nú er klokkan vorðin so mikið nógv, at Barsskor longu er farin av Klaksvík. Løtu seinni síggja tey hann miðskeiðis á fjørðin- um, og áðrenn tey vita av tí, so er hann komin tætt at landi. Nú er tíð at fara frá húsum á Húsum. Endiliga. Tey leypa tó ikki á dyr við ongum í hondini, tí úti í gongini stendur viðførið - ein svartur kassi við einum vøkrum ljóðføri í. Hjá fýra teirra inniheldur kassin eitt ljóðføri, meðan hini bæði hava einki við- førið við, og tað av góðum grundum, tí ikki ber til at taka sítt ljóðføri við. Tey spæla nevniliga klaver og urgu í Klaksvík. Hesi seks ungu ferða- fólkini við Barsskor á hansara næstseinasta hós- dagstúri nakrantíð úr Kals- oynna eru øll á veg til Klaksvík í skúla – Musikk- skúla. Ein teirra er 14 ára gamla, Sólbjørg Helena Joensen sum gongur í 8. flokki. Hon spælir kornett beint nú. – Men aftaná summar- frítíðina fari eg at spæla guittara, sigur hon. Húsaorkestur Hesi seks ungdómarnir eru millum tey hepnu, sum eru sloppin at spæla við Mu- sikkskúlanum í Klaksvík. Skipanin er tann, at tey fara við Barsskor – ella fóru, tí nú røkir Sam hesa siglingina – henda túrin og fara so aftur til húsa seint seinnapartin. Hesa tíðina hava tey øll fingið undirvísing frá ein- um av lærarunum í Mu- sikkskúlanum í ein hálvan tíma. Sólbjørg er so heppin, at hon sleppur fyrst framat í ein hálvan tíma. Síðani kemur ein drongur úr Klaksvík og so sleppa teir tríggir Húsa-dreingirnir framat at spæla samstundis. Onkur kallar teir longu nú fyri Húsa-orkestrið. Eingin veit kortini, hvat framtíðin kann bjóða slík- um ungdómum um teir bara halda á við at venja sjálvir og venja saman. Við ljóðføri sum viðføri Barskor møguliga til Íslands Í farnu viku gjørdist nýggja ferðasambandið til Kals- oyar veruleiki. Eftir at Barskor hevur silgt millum Klaksvík og Syðradal í eitt mannaminni, er bilferjan Sam nú farin at røkja rutuna. Nú Barskor er tikin úr siglingini til Kalsoyar, fer Strandferðslan helst at lýsa skipið til sølu í næstum sambært Norðlýsinum. Barskor varð bygdur á Akranesi í Íslandi í 1929, og sum skilst, hava íslendingar longu nú sýnt áhuga fyri at fáa skipið aftur til Akranesar. ave - Brøður mínir biðja meg spæla og venja við kornettini, meðan teir eru úti og spæla, sigur Sólbjørg, sum hevur spllt kornett í 1 1/2 mánað Mynd: Bárður Lydersen