týsdagur 26. apríl 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tvey ljóðføri
Sólbjørg sjálv er rættiliga
nýggj innan tónleikaheimin
– ella tónleikavenjingina.
– Eg havi faktisk bara
spælt kornett í ein og ein
hálvan mánað. So eg eri
akkurát byrjað, sigur hon,
nú vit tosa við hana
umborð á dekkinum á
Barsskor.
Tað var kanska meiri til-
vildin sum ráddi, at Sól-
bjørg fór at spæla eitt slíkt
ljóðføri sum kornett.
Í veruleikanum ætlaði
hon sær at læra seg at spæla
eitt heilt annað slag av ljóð-
føri – eitt streingjaljóðføri.
– Eg teknaði meg til
guittara, men tann tíðin eg
fekk til venjing passaði so
illa við siglingina hjá Bars-
skor.
– So eg helt, at eg kundi
bara bíða til Sam byrjaði at
sigla. Men so varð nóg
mikið av næmingum, so nú
standi eg á bíðilista til
næsta ár. So spæli eg bara
kornett meðan, sigur Sól-
bjørg, sum valdi kornettina,
tí hon sá so spennandi út.
Enn veit Sólbjørg ikki
um hon fer at halda fram
við kornettini. Eftir summ-
arfrítíðina fer hon so guitt-
ara í øllum førum at spæla
guittara.
So fær hon at síggja,
hvussu víðari verður.
– Far út og spæl!
Eitt er at ganga til undirvís-
ing í kornett so langt burtur
frá heiminum.
Í Musikkskúlanum eru
hølini jú gjørd til at kunna
venja í. Men tað munnu
vera tey fægstu heimini,
sum
hava
ljóðdoyvdar
veggir har ein tónleikari
kann venja kornett, uttan at
alt húsið hoyrir tað.
Hvussu er heima hjá Sól-
bjørg – hvat siga foreldrini
til at hon spælir kornett og
ikki eitt ljóðføri, ið heldur
heldur minni gang?
– Mamma og babba, tey
leggja einki í tað. Men
beiggjarnir hjá mær – teir
leggja nógv í tað.
– Hvat teir siga? Jú, teir
siga, at eg skal spæla, með-
an teir eru úti og spæla. Teir
hava onkutíð hótt við at
keypa trummur, og ætla
sær so at spæla, meðan eg
sjálv
eru
inni,
sigur
Sólbjørg og brosar við.
Handil og børn
Húsar er ikki tann størsta
bygdin í landinum. Men
hóast fólkini eru fá, so er
kortini eitt rættiliga stórt
virksemi millum bygdar-
fólkið.
Sólbjørg er eisini ein
teirra, sum er virkin í ym-
iskum virksemi í bygdini.
Umframt sjálva venjingina
av ljóðførinum og heimaar-
beiðið úr skúlanum, og
skótarnar í bygdini, so
hevur hon eisini eina fastur
í bygdini, sum hon vitjar
rættiliga ofta.
– Hon hevur nøkur børn,
og teimum dámi eg sera
væl at spæla við. Hon
hevur eisini ein handil, og
har plagi eg eisini at hjálpa
henni.
– So spæla vit eisini. Og
nei, - eg keði meg so ikki,
sigur Sólbjørg.
Nr. 77 - 26. apríl 2005
7
Í út við tveir tímar und-
irhelt íslendska kvinnu-
kórið Kvennakór Kópa-
vogs við sera fjølbroytt-
ari skrá í Christians-
kirkjuni sunnudagin
KONSERT
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Íslendski vinarbýurin hjá
Klaksvík, Kópavágur, hev-
ur eitt av fremstu kvinnu-
kórunum í Íslandi. Um
vikuskiftið vitjaði Kvenna-
kór Kópavogs í Føroyum,
har tey høvdu konsert í
Christianskirkjuni sunnu-
dagin.
Frá Beatles til
Klaksvíkssangin
Kórið legði út við sangin-
um "Dagurin er risinn", ein
íslendsk útgáva av kenda
geliska lagnum, tey flestu
munnu kenna best sum
"Morning has broken" hjá
Cat Stevens. Lætta lívs-
játtandi lagið setti í stóran
mun sín serliga dám á
restina av konsertini, eisini
røðina av tjóðarløgum, úr
so ymsum londum sum
Korea og Mexico, sum øll
lutvíst vórðu sungin á sín-
um upprunamáli.
Skráin hjá kórinum var
sum heild sera fjølbroytt
við øllum frá katólskum
sálmum og negro spirituals
til Beatles og Jesus Christ
Superstar. Og tað var ikki
sørt forkunnugt at hoyra
kend løg, sum eitt nú "Let it
be" og "Bridge over Troub-
led Water" í íslendskari
útgávu. Eisini kenda Lloyd
Webber lagi "I don’t know
how to love him" var við í
skránni í íslendskari út-
gávu, sungið av framúr
góða sopraninum Sigríður
Sif Sævarsdóttir.
Av øðrum kendum løgum
kann nevnast hugtakandi
lagið "Donna, Donna", sum
tey flestu nokk seta í sam-
band við fólkasangaran
Donovan. Hesuferð hevði
kórið valt at lata eina seks-
tett framføra lagið við kóri-
num í bakgrundini.
Samanumtikið ein sera
fjølbroytt
konsert
við
einum ógvuliga væl saman-
sungnum kórið, sum als
ikki aftraði seg við at royna
seg við sangum á nógvum
ymsum málum. Og sum
eina serliga heilsan til
áhoyrarnar hendan dagin
sang kórið Klaksvíkssangin
"Kvøða til Klaksvíkar"
sjálvandi á føroyskum.
30 sangarar eru við í
Kvennakór Kópavogs, sum
verður stjórnað av hjúnun-
um Natalia Chow og Julina
Hewlett, sum eisini hava
klaverfylgispælið.
Íslendskt kvinnukór
við altjóða skrá
Konsertin hjá Kvennakór
Kópavogs í Christians-
kirkjuni sunnudagin hevði
ein serliga lættan og
altjóðakendan dám
Tey spæla á dekkinum umborð á Barsskor til æru fyri
myndamannin. Uttast vm.: Benjamin Isaksen á
trompet; Sólbjørg Helena Joensen á kornett og Pætur
Syderbø somuleiðis á kornett. Uttast hm. er Johan
Høgnesen sum spælir trompet. Síðani eru tað Joan
Isaksen sum spælir keyboard og at enda Ólavur
Syderbø ið spælir urgu
Mynd: Bárður Lydersen
- Tað kennist sum ein
stórur lætti, at arbeiðs-
friður nú aftur er í
nevndini, tí nógv stór
mál standa fyri framm-
an, sum krevja nógv
arbeiðsorku, sigur for-
maðurin í pedagogfe-
lagnum, Jarvin F. Han-
sen, eftir aðalfundin hjá
felagnum leygardagin
AÐALFUNDUR
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Við ársfrágreiðingini hjá
formanninum í pedagogfe-
lagnum, sum varð løgd
fram á aðalfundinum leyg-
ardagin,
er
innanhýsis
ósemjan í nevndini eisini
løgd aftur um bak. Í frá-
greiðingini gjørdi formað-
urin greitt, hvørja fatan
hann hevur av tí, sum er
farið fram, og aðalfundurin
góðkendi frágreiðingina.
Positivur fundur
Í ársfrágreiðingini greiðir
formaðurin frá, at eftir
hansara fatan er tað ikki
uppgávan hjá nevndini í
einum fakfelag at virka
sum málsviðgerar og við-
gera mál, sum hoyra heima
í umsitingini hjá felagnum.
- Uppgávan hjá nevndini
er fyrst og fremst at stinga
ein fakfelagspolitikk út í
kortið og royna at gera hug-
sjónirnar
til
veruleika.
Hetta arbeiðið hevur sjálv-
sagt verið darvað av, at
nevndin ikki hevur verið
fullmannað, síðani tríggir
limir tóku seg úr nevndini.
Innanhýsis ósemjan í
nevndini var umrødd á
aðalfundinum, men spældi
ikki ein serliga stóran leik-
lut á fundinum, sum heldur
var merktur av, at limirnir
nú vilja hyggja frameftir.
- Fundurin var sum heild
sera positivur, og eg havi
avgjørt fatan av, at bæði
limirnir og nevndin nú
síggja fram til at fara til
verka av nýggjum. Nógv
stór mál liggja fyri framm-
an, eitt nú sáttmálasamráð-
ingarnar, sum krevja nógva
arbeiðsorku, so tað er at
fegnast um, at arbeiðsfriður
nú aftur valdar í felagnum,
sigur Jarvin.
Hann leggur afturat, at
arbeiðið í nevndini eftir
ætlan fer at verða skipað
eitt sindur øðrvísi framyvir.
Í løtuni eru tey til dømis við
at skipa nakrar arbeiðs-
bólkar, sum millum annað
skulu arbeiða við at fáa
hagtøl til vega viðvíkjandi
arbeiðsumstøðum og øðr-
um, sum ofta hevur verið
frammi, men har tað sjáld-
an ber til at vísa á tøl, sum
kunnu geva okkum eina
greiðari mynd av støðuni.
Javnstøða í nevndini
Av teimum umleið 1500
limunum í felagnum eru
umleið 90 % kvinnur. Tí
kann tað kanska undra, at
meirlutin í nevndini nú er
mannfólk. Spurdur um
hetta fer at hava nakran
týdning fyri arbeiðið í
nevndini framyvir sigur
Jarvin, at tað dugir hann
ikki at ímynda sær
- Eg trúgvi, at okkara
limir hugsa mest um, hvat
tað er fyri ein politikkur tey
vilja hava førdan, heldur
enn um tað eru mannfólk
ella, sum skulu gera tað. At
mannfólk nú eru í meirluta
í nevndini ger støðuna ikki
so nógv øðrvísi, um vit
samanbera
við
danska
pedagogfelagið, har bara
formaðurin
er
kvinna,
meðan allir hinir nevndar-
limirnir eru mannfólk. Tað
er í øllum førum meir javn-
støða í nevndini nú, tað er
trý mannfólk og tvey konu-
fólk, sigur formaðurin í
pedagogfelagnum.
Í nevndini í pedagogfe-
lganum sita nú Jarvin F.
Hansen, formaður, um-
framt Leila Petersen og
Maud W. Hansen. Jógvan
Philbrow og Rógvi Fossa-
dal eru nývaldir. Tiltaks-
limir eru Annika Djúrhus,
Birita Lamba og Anja
Egholm.
Formaðurin í pedagogfelagnum
Fegnast um at arbeiðs-
friður aftur valdar