týsdagur 26. apríl 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 77 - 26. apríl 2005
Nú fáa føroyskir
sangskrivarar høv-
ið at læra, hvussu
ein fær selt egin løg
til stórar stjørnur
sum Celine Dion
og Westlife. Í hesi
vikuni verður
nevniliga skeið fyri
sangskrivarar í
Norðurlandahúsin
um, og ein av
skeiðsfyriskiparun-
um hevur júst
skrivað tónleik til
bæði Celine Dion
og Westlife.
SANGSKRIVING
Tíðindaskriv
Tað verða nakrir av
royndastu sangskrivar-
unum í Føroyum, sum
nú hósdagin 21. og
fríggjadagin 22. apríl
fara at seta seg á skúla-
bonkin at lurta eftir Jan
Lysdahl
og
Lisbeth
Rysgaard frá KODA,
sum bæði hava drúgvar
royndir í at skriva sang-
tekstir og løg fyri onnur.
Á skeiðnum fáa før-
oysku luttakarirnir høv-
ið at spæla løg, teir
sjálvir hava skrivað, og
hoyra, hvat skeiðsfyri-
skiparirnir halda um
møguleikarnar fyri at
selja hesi løgini til onnur
at framføra. Harafturat
fáa luttakarirnir eisini
innlit í, hvørja hjálp teir
kunnu fáa frá einum
forlagi sum KODA í
hesum sambandi.
Teir báðir skeiðsfyri-
skiparirnir, Jan Lysdahl
og Lisbeth Rysgaard,
hava skrivað sangtekstir
og løg fyri onnur í nógv
ár. Jan Lysdahl er, um-
framt at vera tónaskald
og sangskrivari, eisini
framleiðari og útsetari.
Sum tónaskald hevur
hann millum annað gjørt
tilfar til Carolu, James
Sampson, Creamy, Joof
& Frödin og Alih Jey.
Harumframt hevur hann
saman við Pelle Nylén
gjørt tónleik til Westlife,
og
saman
Andreas
Carlsson
til
Celine
Dion. Eitt av hansara
kendastu
løgum
er
"Hammerfedt" og hann
hevur í løtuni eitt lag,
sum liggur nummar 1 á
hitt-listanum í Japan.
Lisbeth Rysgaard skriv-
aði ein sáttmála við
plátufelagið
BMG
í
1999, og hevur síðani
skrivað løg fyri tónleik-
arar, sum eru knýttir at tí
felagnum. Í 2002 stovn-
aði hon saman við
øðrum plátufelagið Puff
Music ApS. Harum-
framt er Lisbeth Rys-
gaard sangarinna og
sangskrivari í bólkinum
Falden Rysgaard, og
hevur millum annað
útgivið fløgurnar "Short
Stories" við Falden Rys-
gaard og "Poppe Pop-
corn" við Magnus og
Myggen. Hon skrivar
eisini tekstir og løg til
lýsingar.
Skeiðið
í
Norður-
landahúsinum er full-
teknað, og pláss er tí
ikki fyri fleiri luttakar-
um á skeiðnum.
Skeið fyri sangs-
krivarar í Føroyum
Soleiðis ljóðar herrópið á
heimasíðuni hjá Reproz, og
ja, Reproz hevur flutt seg
frá at bara vera ein grafisk
fyritøka, til at verða eitt av
teimum størstu samskiftis-
húsunum í Føroyum. Fyri-
tøkan bjóðar m.a. heildar-
loysnir innan kunningar-
virksemið, sniðhondbøkur,
størri og minnið lýsingar-
og kunningarherferðir, og
ja, eisini grafisk arbeiði og
uppseting av bókum.
Hósdagin bjóðaði Reproz
áhugaðum
virkjum
og
einstaklingum á kunningar-
fund um heimasíðuskip-
anina, sum tey umboða.
Skipanin Dynamic Web, er
føroyska av Reproz. Tey
hava umboða skipanina í
eitt sindur longur enn eitt
ár. Tey hava longu gjørt
heimasíðir til fleiri virkir
og feløg, eitt nu Føroya
Sparikassa og Føroya Lívs-
trygging.
Heimasíðugerðin hjá Re-
proz hevur higartil komið
av sær sjálvum. Virkið
hevur ikki gjørt stórvegis
søluarbeiðið av skipanini.
Allan Dalsgarð og Niels
Arge Galán vístu skipanina
fram, og teir søgdu: at hetta
nú skuldi broytast. Teir
hildu, at teir høvdu eina
frálíka skipan, og at hon
væl kundi kappast við hinar
skipanirnar
á
føroyska
marknaðinum, bæði í prísi
og góðsku.
Skipanin hevur fyrst og
fremst
styrki
í
sínari
brúkaravinarligheit. Sjálvur
brúkaraparturin er sera
lættur at hava við at gera.
Eisini
hevur
skipanin
myndaviðger innbygda, og
hetta er ikki vanligt í øðrum
heimasíðuskipanum. Skip-
anin er uppbygd í partar, og
til ber at keypa eina størri
ella minnið skipan alt eftir
tørvinum hjá virkinum.
Dynamic Web er forritað
av donsku fyritøkuni Dyna-
mic Systems. Fyritøkan
hevur 25 forritarar í starvi
og hevur higartil selt skip-
anir til 1200 fyritøkur og
virkið kring heimin. Eisini í
so fjarskotnum londum
sum Japan.
Tá framløgan var av, var
lutakast millum lutakarar-
nar um eina heimasíðu-
skipan. Hepni vinnarin
varð Føroya Shell. Um-
boðið hjá Føroya Shell helt
fyri, at nú kundu teir
næstan ikki lata verða við,
at betra um heimasíðuna
hjá sær.
Hóskvøldið klokkan
18.40 gjørdist Pusher
Street á Christiania eitt
kríggsøki. Ein flokkur
av ungum monnum
komu inn á Christiania
vápnaðir við
maskinbyrsum og
øðrum skotvápnum og
skutu rundan um seg.
Ein 26 ára gamal
christianitti doyði av
skotunum, og fimm
onnur vórðu særd
CHRISTIANIA
Niels Uni Dam
Tey særdu eru øll uttan fyri
lívsvanda, tvey vórðu ikki
innløgd, tvey eru aftur
útskrivað, meðan ein enn er
innlagdur.
Aftan á at hava skotið
rýmdu drápsmennirnir í
tveimum bólkum. Nakrir
teirra rændu ein bil uttan
fyri frístaðin, meðan hinir
rýmdu í egnum bili. Báðir
bilarnir eru seinni funnir,
og eigarin av tí eina bilin-
um, ein 25 ára gamal mað-
ur, er sambært Ekstrablað-
num handtikin. Hann er
skuldsettur
fyri
morð,
morðroynd og fyri at hava
luttikið í skotbardaganum.
Løgreglan sigur, at enn er
ógreitt hvønn leiklut mað-
urin hevur havt, og tí verður
ákæran so umfevnandi.
Hevndaratsókn
Løgreglan metur, at or-
søkin til skotbardagan kann
hava okkurt at gera við
hassjhandilin. Men heldur,
at sannlíkt er, at talan er um
eina hevndaratsókn, fyri
okkurt rok, sum var dagin
fyri á Christiania.
Ein flokkur av christian-
ittum komu hóskvøldið við
einari áheitan á hassj-
kundar um ikki at keypa
hassj á Christiania longur,
tí tey ikki vilja búgva í
einum krígsøki.
Karmarnir knústir
Í tíðindunum á TV2 fanst
ein christianitti hvassliga at
politikarunum, sum hava
knúst føstu karmarnar, sum
hassjhandilin á Christiania
hevði. Skipaði handilin
hevði sera greiðar reglur,
eingi vápn og eingi hørð
rúsevnir.
Hetta er alt broytt aftan á
at hassjsølan er flutt í
hassjklubbar kring býin.
Umhvørvið er vorðið nógv
harðari.
Christianittin
ynskti lóggevandi valdin-
um tillukku við fyri við
valdi at hava skapt kríggj.
Minningarhald varð hild-
ið fríggjakvøldið fyri tann
deyða. Tá funnust eisini
prestarnir Lene Mathies og
Flemming Pless at avgerð-
ini at taka burtur hassjsølu-
búðirnar
á
Christiania.
Hassjsølubúðirnar vórðu
tiknar burtur fyri einum ári
síðan.
Lene Mathies segði sam-
bært Ekstra Blaðnum, at
hassjhandilin plagdi at vera
undir skipaðum viðurskift-
um, men nú varð hann
stýrdur av kreftum, sum nú
høvdu víst sítt ónda, ónda
andlit.
Skotin í ryggin við maskinbyrsu
Frá filétfabrikk til idéfabrikk
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið