týsdagur 26. apríl 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 77 - 26. apríl 2005
9
– Barnalæknarnir á
Landssjúkrahúsinum
hava ongar læknafak-
ligar atfinningar
ímóti umlegging-
unum á føðideildini,
sigur stjórin á Lands-
sjúkrahúsinum
UMLEGGINGIN
Á FØÐIDEILDINI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Nú føðideildin á Lands-
sjúkrahúsinum verður um-
skipað, hava vit gingið
ymskjunum frá barnalækn-
unum á møti, fyri at onki
skal vera at finnast at á tí
læknafakliga økinum.
Poul Geert Hansen, stjóri
á Landssjúkrahúsinum, var
illa við tá ið hann las
Sosialin ein dagin í farnu
viku, har ið vit greiddu frá
hvussu ivasamir barna-
læknarnir á Landssjúkra-
húsinum vóru um ætlaður
umleggingarnar á føði-
deildini.
– Tað er rætt, at barna-
læknarnir hava sett síni
spurnartekin við umlegg-
ingina á føðideildini. Men
síðani hava vit broytt ætl-
anina fyri at ganga ynskj-
unum frá barnalæknunum á
møti.
Stjórin á Landssjúkra-
húsinum sigur, at sostatt
hava barnalæknarnir ikki
longur nakra læknafakliga
atfinning ímóti umlegg-
ingini.
Tað, sum barnalæknarnir
serliga heftu seg við, var at
tað mátti altíð vera tveir
sjúkrarøktarfrøðingar
á
vakt ísenn fyri at tryggja, at
sjúk pinkubørn og sjúkar
barnakonur fingu fult for-
svarliga røkt.
Teir hildu at skal um-
leggingin fremjast, eigur
tað at tryggjast at tað verða
ikki vera færri enn tveir
sjúkrarøktarfrøðingar
á
vakt ísenn fyri at tryggja
røktina hjá sjúkum barna-
konum og sjúkum pinku-
børnum.
– Síðan hava vit lagað
umleggingina til hesi ynsk-
ini frá barnalæknunum, so
at tað vera altíð tveir
sjúkrarøktarfrøðingar
á
vakt, har tað áður vóru
tríggir ella fýra sjúkra-
røktarfrøðingar á vakt.
Poul Geert Hansen sigur,
at síðani eru barnalækn-
arnir kunnaðir um broyt-
ingarnar og nú hava teir
ongar viðmerkingar til um-
leggingina.
Sjúkrarøktarfrøðingar
skulu framvegis røkta
Umlegginginin á føðideild-
ini hevur verið fyrireikað
leingi og barnalæknarnir
harmast um, at teir ikki
hava verið meiri við í
viðgerðini.
– Tað er rætt, at teir ikki
hava verið so nógv við í
sjálvari viðgerðini, men tað
kemst av, at umleggingin
rakar ikki teirra økið sum
læknar.
–Umleggingarnar koma
ikki at ávirka tað neonatala
virksemið á føðideildini.
Tað neonatala virksemið er
tað, sum hevur við sjúk
pinkubørn og sjúkar barna-
konur at gera.
– Tað verða ongar broyt-
ingar gjørdar á tí økinum.
Higartil hava tað verið
sjúkrarøktarfrøðingarnir,
sum hava tikið sær av at
røkta sjúk pinkubørn og
sjúkar barnakonur og tað
koma framvegis bara at
vera sjúkrarøktarfrøðingar,
sum koma at hava tað
røktina um hendi.
Poul Geert Hansen sigur,
at fyri at staðfesta tað og
fyri at onki ivamál skal
vera, er tað beinleiðis ásett í
endaligu avgerðini, at tað
skulu ongantíð vera færri
enn
tveir
sjúkrarøktar-
frøðingar á vakt í senn, sum
var ynskið frá barnalækn-
unum.
– Tað er sjúkrahús-
leiðslan, sum hevur ábyrgd-
ina av, hvussu arbeiðið er
skipað og tað er sjálvsagt,
at vit fara ikki at gera
nakað, sum er til skaða fyri
sjúklingarnir, tí tað dettur
bara aftur á okkum sjálvi.
Kortini siga barnalækn-
arnir, at teir vilja helst
varðveita skipanina sum
er,tí hon hevur givið framúr
góð úrslit samanborið við
hini norðurlondini.
– Tað er rætt, men um-
leggingin fer ikki at ávirka
tað neonatala virksemið,
altso tað, sum hevur við
sjúku at gera og tí hava teir
ongar fakligar atfinnginar
ímóti umleggingini. Um-
leggingin verður heldur
ikki framd, tí vit hava
nakað at finnast at ella tí at
føðideildin
ikki
hevur
virkað væl, tí tað hevur
hon. Umlegginging verður
framd fyri at hava eina
meiri samanhangandi skip-
an, fyri at hava eina meiri
kostnaðareffektiva skipan
og fyri at kunna størri nyttu
burturúr arbeiðsmegini.
Men barnalæknarir meta
ikki, at talan verður um
stórvegis sparingar?
– Eg veit ikki, hví barna-
læknarnir siga tað, tí teir
hava ikki so nógv við
fíggjarligu viðurskiftini at
gera og sparingin er 1,7
millión um árið.
Umleggingingin á føði-
deildini lagað til ynskini
frá barnalæknunum
– Nú føðideildin á Landssjúkrahúsinum verður umskipað,
hava vit gingið ymskjunum frá barnalæknunum á møti, fyri
at onki skal vera at finnast at á tí læknafakliga økinum, sigur
Poul Geert Hansen
– Vit halda at tað er
rætt at starvsfólkið á
føðideildini er við í
arbeiðnum at leggja
alt til rættis eftir um-
leggingina, sigur
stjórin á
Landssjúkrahúsinum
UMLEGGINGARNAR
Á FØÐIDEILDINI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tann fyrsta mai verður
føðideildin á Landssjúkra-
húsinum umskipað, so-
leiðis sum leiðslan hevur
ætlað.
Men tær broytingar, sum
skulu gerast, verða framdar
so líðandi.
Annars
hava
sjúkra-
røktarfrøðingarnir kravt, at
reglugerðir fyri arbeiðs- og
ábyrgdarøkini skulu verða
gjørd, áðrenn nøkur broyt-
ing verður sett í verk.
Men Poul Geert Hansen,
stjóri á Landssjúkrahús-
inum,
heldur
ikki,
at
umleggingin skal fremjast,
soleiðis sum sjúkrarøktar-
frøðingarnir hava kravt.
Men hann dugir kortini ikki
at síggja, at tað skal elva til
trupulleikar
– Vit halda, at besti mátin
er at umskipa føðideildina
frá 1. mai men at tað
fyribils verður arbeitt eftir
teirri ætlan, sum longu er
løgd.
Sostatt
verða
ongar
broytingar í arbeiðsgongd-
ini framda beinanvegin.
– Vit halda at tað hevur
stóran týdning at starvs-
fólkið á føðideildini eru við
til at leggja arbeiðið til
rættis, eftir at føðideildin er
umskipað,
so
skipanin
verður ikki broytt frá einum
degi til annan, men at vit
brúka neyðugu tíðina uppá
at leggja broytingarnar so
væl til rættis so væl sum
gjørligt og at tað verður
gjørt í felag.
Sjúkrarøktarfrøðingarnir
hava eisini kravt, at tað skal
vera ein sjúkrarøktarfrøð-
ingur, sum skal fyrisita og
leiða sjúkrarøktina á føði-
deildini og at hesin leiðarin
skal hava fyristingarligu,
fíggjarligu
og
fakligu
abyrgdina av sjúkrarøktini.
Stjórin á Landssjúkra-
húsinum sigur, at sjúkra-
røktarfrøðingarnir fær sín
fakliga leiðara, sum verður
partur í leiðsluni á føði-
deildini.
– Tað ber ikki til at hava
eina fakliga ábyrgd uttan
eisini at hava fíggjarliga
ávirkan, tí tey bæði hanga
saman, sigur Poul Geert
Hansen.
– Tí dugi eg ikki at
síggja, hvussu hetta skal
verða trupulleikin, leggur
hann afturat.
Føðieildin:
Starvsfólkið skal vera við at
leggja arbeiðið til rættis
Sum víst á í greinini
omanfyri, verða tað altíð
tveir
sjúkrarøtktarfrøð-
ingar á vakt á føðideilini,
eftir at umleggingin er sett
í verk.
Talvan niðanfyri vísir,
hvussu
føðideildin
er
mannað nú og hvussu
manningin verður eftir at
umleggingin er framd.
Altíð tveir sjúkra-
røktarfrøðingar á vakt
Dag
4
1+1
3
2
Kvøld
3
1+1
2
2
Nátt
3
1+1
2
2
Fyri ljósmøðurnar er
broytingin,
at
higartil
hevur ein vakt frá vakt-
verilsi og ein er í til-
kallivakt (1+1), men eftir
umleggingina koma tær
báðar at arbeiða inni á
føðideildini saman við
røktarstarvsfólkinum. Fyri
sjúkrarøktarfrøðingarnar
er broytingin tann, at tað
verður ein sjúkrarøktar-
frøðingur færri til arbeiðis
á hvørjari vakt en tað er
nú.
Áðrenn umleggingina
Aftaná umleggingina
Sjúkrarrøktar-
frøðingar
Ljósmøður
Sjúkrarrøktar-
frøðingar
Ljósmøður