Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. apríl 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 77 - 26. apríl 2005 Tað var einki minni enn ein stórhending, tónlistarligt og eitt tøkniligt bragd, ið allar Føroyar vóru vitni til leygar- kvøldið, tá AME fór fram í Norðurlandahúsinum. Allir partar eiga mikið rós uppiborið og Útvarp Føroya, Sjónvarp Føroya og Norðurlandahúsið framdu eitt toppprofessionelt avrik. Vit hava øll góðar grundir til at vera stolt av hesum okkara sera týdningarmiklu mentanar- stovnum. Alt gekk sum eftir ánni og tiltakið var avviklað á ein hátt, sum má vekja stóra virðing hjá áskoðarunum í húsinum eins væl og kring alt landið. Hvør einstakur røkti sína uppgávu og útinti ti sín sín leiklut á sera pro- fessionellan og effektivan hátt. Hesin partur av tiltakinum var á altjóða støði og vit nýta høvið her at ynskja fyrireik- arum og luttkarum tillukku við einum framúrskarandi avriki. Karmarnir vóru perfektir og alt riggaði sera væl. Tað er eitt sera gott hugskot at gera Prix Føroyar til annað og meira enn eina kapping millum rútmiskar bólkar. Við at víðka hetta hugtak til eitt Atlantic Music Event gjørdu fyrireikararnir tað møguligt veruliga at vísa, hvat okkara rútmisku tónlistafólk megna og duga. Fyri rútmiska tónleikin í Føroyum var tiltakið eitt stórt frambrot. Heildarmyndin eftir framførslurnar er tann, at rútmiski tónleikurin nú av álvara er komin á altjóða støði. Tónleikarar, ungir sum meira tilkomnir, hava tikið seg ómetaliga nógv fram. Støðið hækkar í hvørjum og eingin ivi er um, at fleiri av luttakarunum hava eina framtíð á altjóða rútmiska tónlistapallinum, um tey veruliga ynskja tað. Ein týðandi partur av tiltakinum AME er sjálvandi, at hetta tiltak skal medvirka til at framflyta ella promovera føroyska rútmiska tónlist uttanlanda. Skulu føroysk tónlistafólk áhaldandi mennast listarliga og skulu tey kunna liva av tónlistini, er neyðugt at koma út um landoddarnar. Hetta er ein sera týðandi partur av hugmyndini við AME. Vit vilja sjálvsagt vóna, at tiltakið í so máta virkar eftir endamálinum. Tað er lítið at ivast í, at allir føroyingar fegnast yvir tiltakið AME og yvir høga støðið hjá tónlistafólkunum. Vit fegnast eisini um, at nøkur av teimum mest framúrskarandi rútmisku tónlista- fólkunum vóru heiðrað á AME kvøldinum tað verið seg við at hava verið innstillað til heiður ella við at vinna heiður. Hetta er gott og soleiðis eigur tað at vera.Tó eigur at viðmerkjast, at eisini millum teirra, sum ikki vunnu heiðursløn hetta kvøldið eru framúrskarandi tónleikar og tónasmiðir. Vit eiga at virðismeta okkara listafólk, meðan vit kunna. Tað er eisini positivt, at ferðabrúgvin nú er við at gerast veruleiki. Við hesum er fyrsta stigið í rútmiska tónlistaálitinum sett í verk. Vónandi verður tað til gagns fyri alt tað rútmiska tónlistaumhvørvið í Føroyum. Tað er heldur eingin loyna, at eins og okkara landslið í fótbólti er við til at skapa Føroyum viðurkenning og áhuga úti í heimi, so vóna vit, at eisini tónlistarliga landslið okkara við øllum sum frægu tónlistafólkum kann gerast Føroyum eitt gott umboð úti í heimi. Tað er eisini greitt, at ikki bert kæra móðurmál okkara kemur til sín rætt á altjóða pallinum, men eisini Føroyar sum tjóð og fólk koma til sín rætt úti millum heimsins lond. Tað er nakað vit eiga at vera errin av. Tað birtir uppundir sunna og góða tjóðskaparkenslu. DAGSINS MEINING Sosialurin Ein stórhending VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Viðmerking til greinina hjá Thorbjørn Brochs í Sosialinum 22. mars í ár: Hvør trýr "nokk"? Dánial á Dul Jacobsen Spurningurin hevur støði í umrøðuni av einum afri- kanskum trúboðara, sum hevur verið umtalaður í donsku, kristnu vikuavísini Udfordringen. Nú veit eg ikki heilt vist, hvønn afri- kanara Thorbjørn sipar til, men av tí at vit halda Ud- fordringen og hava gjørt tað í fleiri ár, giti eg, at tað er Charles Ndifon meint verð- ur við. Er tað hann, so má viðmerkjast, at eisini før- oyingar eru, sum eru blivnir vælsignaðir av tænastuni hjá hesum manni. Tað er ikki so langt síðani, at ein kvinna í Klaksvík vitnaði í sendingini "Tilvera" um, hvussu undurfult hon varð vorðin grødd frá lívs-hótt- andi krabbameinssjúku, eftir at nevndi afrikanari hevði biðið fyri henni. Nú kann tað vera, at eg giti skeivt, men blaðið Ud- fordringen er eitt so mikið seriøst blað, at tað við vissu kann sigast, at tey ikki nýta blaðrúmd til persónar, sum tæna og virka á óbíbilskum grundarlagi. Men líkamikið hvør persónurin er, so haldi eg meg í greinini hóma nakrar álvarsamar misskilj- ingar. Satt at siga, so skilji eg ógvuliga væl próvførsl- urnar hjá tær Thorbjørn, tí í nógv ár gekk eg sjálvur við somu fatanum. Í dag taki eg als ikki undir við teimum og dugi heldur ikki at síggja tað bíbilsku funder- ingina fyri slíkari próv- førslu. Dugi heldur ikki at síggja at hetta slagið av próvførslu kann hjálpa nøkrum ella verða til sign- ing fyri nakran. Tað at Paulus hevði likamligan veikleika, merk- ir ikki á nakran hátt, at hann ikki hevði trúgv fyri guddómligari grøðing. Hann bæði lat seg brúka sum Guds amboð til grøð- ing fyri onnur, og sjálvur tók hann eisini í móti grøðing til sítt egna likam. At hann lat seg brúka til grøðing fyri onnur síggja vit bæði í Efesus har: "Gud gjørdi við hondum Paulus- ar størri kraftargerðir enn vanligt, so at enntá sveitta- dúkar og fyriklæði, sum verið høvdu á likami hans- ara, vórðu borin til hini sjúku; sjúkurnar viku tá frá teimum, og hinir illu andarnir fóru út." Og í oynni Malta har Paulus saman við øðrum var strandaður: "So bar á, at faðir Publius lá sjúkur av blóðgangi og við fepri. Paulus fór tá inn til hans- ara, bað og legði hendur- nar á hann og grøddi hann. Táið hetta hevði hent, komu eisini hini har í oynni, sum sjúkur høvdu, og vórðu grødd." Hetta kunnu vit lesa í Ápostla- søguni kapittul 19 og versini 11-12 og í kapittul 28 versini 8-9. Harafturat var Paulus, sambært 2. Korintbrævi kapittul 1, ógvuliga tilvitaður um hjálpina, sum forbønin frá øðrum veitir. So er tað spurningurin um trúgv. Mótstøðufólk av forbøn spyrja ofta, fyri ikki at siga altíð: Hvat so við teimum, sum biðið verður fyri og sum ikki verða grødd? Og so verður hesin spurningurin nýttur sum ábreiðsla í móti teimum, sum prædika trúgv til grøð- ing. Hvør skal siga: Halt uppat við hasum, tí nøkur verða vónbrotin. Hetta er ein ógvuliga løgin á- breiðsla. Hevði tað verið, at ábreiðslan var, at tú præ- dikar ikki nóg klárt, so kundi eg góðtikið hana. Loysnin uppá væntandi úrslit bæði til frelsu og til grøðing má vera at fáa enn meiri ljós yvir Guds orð, tí "so kemur tá trúgvin av tí, sum prædikað verður". Sjálvur kenni eg fólk, sum hóast tey leingjast og leita og lurta, so kunnu tey kortini ikki siga, at tey eiga frelsuvissuna. Skulu vit so halda uppat at prædika evangeliið, tí nøkur verða vónbrotin? Og munnu tey vónbrotnu gerast glaðari um prædikan tagnar? Nei, tvørturímóti, so mugu vit gera okkum enn meiri ómak at prædika orð Guds klárt og týðuliga! Ongastaðni síggi eg at Jesus ella skriftirnar rósa vantrúnni. Hinvegin so rósar Jesus tveimum heid- num fólkum fyri teirra stóru trúgv: Einum róm- verskum herhøvdinga í Matteus kapittul 8 og eini kánaneiskari kvinnu í Matteus 15. Jødarnir hin- vegin, og eisini lærisveinar- nir, blivu hartaðir fyri sína vantrúgv: "Tá svaraði Hann teimum: “Tú vantrúna ætt! Hvussu leingi skal Eg vera hjá tykkum? Hvussu leingi skal Eg tola tykkum?” Markus 9:19. Ein erligur máti at koma til Jesus við sínum trupul- leikum er at koma sum hin pápin, sum rópti til Jesus: "Eg trúgvi — hjálp van- trúgv míni!" Markus 9:24. Finnleif Guttesen Hvat er hatta fyri ein dupultmoralur og innantóm heilagralótir, sum løgtings- fólk vísa Føroya fólkið við afturlatingarlógini Nú ætlar løgtingi, at lóg- geva nær fólk skulu fara á møti ella í kirkju. SVF vísti fleiri løgtingsfólk, ið við himmalvendum eygum og gloriu um høvdi, tóku undir við afturlatingarlógini, tí tað skuldi verða so gott fyri okkum øll. Størri møsn enn tað vit hoyrdu í SVF frá løgtings- limum skulu vit leita leingi eftir og enn tá var tað ein ungur prestur, sum segði, at so kundu børnini binda frið í tíðarskeiðinum millum kl. 10 og 14. Eitt skilagott uppskot var, og tað kom adventistaprest- urin við, har hann segði, at løgtingið skuldi slett ikki blanda seg uppí upplating- artíðirnar. Lati handilseigarar, starvsfólk og fakfeløg teirra avgera, nær og um tey vilja hava opið, og lat- um okkum fáa frið fyri tykkara dupultmorali og innantómu heilagralótum. Um trúgv Lóggeva okkum 100 ár aftur í tíðina, nú vit skriva 2005