týsdagur 26. apríl 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Áki Andreasen
Í einari útvarpssending,
einari undirhaldssending
nýtti ábyrgdarblaðstjórin
á Sosialinum høvi at
leggja
eftir
formanni
Tjóðveldsifloksins
og
øllum fullveldisfólkið fyri
at taka patent uppá poli-
tikkin og fyri ikki at hava
virðing fyri øðrum.
Hetta undraði kortini ikki -
tí vit sum royna at fylgja
eitt sindur við vita at
sjáldan man eitt blað hava
framt so nógv bílagt ar-
beiði sum Sosialurin hevur
gjørt og ger fyri Javnaðar-
flokkin.
Jan Múller, Sosialurin
og veruleikin
Tað er ikki langt síðan at
politisku málini vóru bæði
ljósari og vónríkari enn tey
eru í dag. Við fleiri roynd-
um at fáa andstøðuna við -
serliga Javnaðarflokkin, var
arbeitt fram móti "tí breiðu
semjuni" - men Javnaðar-
flokkurin vildi ikki; skilti
ikki sín leiklut í andstøðu -
og dagliga kom Sosialurin
á gøtuna við oddagreinum
sum niðurgjørdi øll full-
veldisfólk, alla fullveldis-
ætlanina
og
málrættað
sáddi iva um alt, sum tá
sitandi samgonga legði fyri
dagin - hvar var virðingin
fyri teimum ætlanunum
sum tá vóru á skránni??
Í dag situr ábyrgdarblað-
stjórin í ÚF og skuldsetur
eini 10 - 12. túsund føroy-
ingar fyri at hava tikið
patent uppá sannleikan, og
ikki virða tey sum ikki eru
fullveldissinnaði.
Í sendingini rør ábyrgdar-
blaðstjórin framundir, at
tað ikki var lætt at vera
sambandssinnaður meðan
fullveldissamgongan sat -
hetta er so langt av leið at
tað bæði er skammiligt og
átaluvert.
Hetta er ábyrgdarblað-
stjórin sum í sama anda-
drátti tosar um virðing fyri
skrivi og talufrælsinum,
fyri teimum sum hava eina
aðra hugsan - tað er ikki
rætt at Soaialurin hevur víst
fullveldisætlanini virðing,
tað er ikki rætt at Sosialurin
vísti fullveldissamgonguni
virðing, tað er ikki rætt tá
ábyrgdarblaðstjórin í einari
útvarpssending letur allar
lurtarar vita at Tjóðveldis-
flokkurin og øll fullveldis-
fólk hava kanna sær patent
uppá veruleikan og tað er
so slettis ikki rætt at Sosial-
urin er ein óheftur fjøl-
miðil.
Jan Múller, Sosialurin og
sitandi samgonga
Tað er vent í holuni á
Sosialinum síðan Javnaðar-
flokkurin kom í Tinganes
og Jóannes Eidesgaard
bleiv løgmaður - sjálvandi.
Atfinnginarsomu odda-
greinirnar eru burtur - eing-
in viðgerð av vitleysum
gerðum og umsitingarlig-
um brølarum; alivinnan og
landsstýrismaðurin
í
Vinnumálum er eitt dømi;
Hans Pauli Strøm og setan-
in av leiðara á frítíðarskúl-
anum er eitt annað dømi.
Studningurin til rækju-
vinnuna, undirgravingar-
virksemi í samband við
miðnámsskúlan í Vági.
Eingin
viðgerð
av
glantrileikinum við yvirlýs-
ingum og "proformaav-tal-
um", sum ikki verdar
pappírið tær eru niðurfeldar
á.
Bert ein myndafrásøgn
fyri og onnur eftir - sum eitt
royalt myndablað - uttan
nakra ítøkjuliga viðgerð
yvir høvur.
Kortini vil ábyrgdar-
blaðstjórin vera við at
Sosialurin er blaði - sum
óheft og áhaldandi lýsir
samfelagsmál, sum óheft
og áhaldandi er á varðhaldi;
góðan morgun - tað er eitt
sindur pínligt fyri Jan
Múller sjálvan at fyrigykla
øllum føroya fólkið nakað,
sum er alt annað er sann-
heit.
Tað er langur vegur á mál
áðrenn Javnaðarflokkurin
sleppur takinum á Sosial-
inum. Men vit kunnu bert
vóna - men tað er eingin
grund til at "proklamerað"
nakað sum einki hald er í.
Nr. 77 - 26. apríl 2005
11
Finnur Helmsdal
tingmaður
Uppskotið frá vinnu-
nevndini, um at steingja
fyri sølu av rundstykkj-
um og øðrum millum
klokkan tíggju og tvey
sunnudagar, er enn eitt
dømi
um
ræðandi
pseudo gudiligheitina,
sum fær alt meira vald í
samfelagi okkara. Um
tað er sjúklig trongd at
tekkjast ávísum veljara-
skara, ella tað er ræðsla
fyri sama skara, kann
vera líka mikið. Tað,
sum vit kunnu stað festa
er, at ein stórur meiriluti
av tinginum atkvøður
fyri einum høpisleysum
uppskoti, tí teir eru
bangnir fyri hákirkju-
ligum- og øðrum veljar-
um. At man so við at
samtykkja uppskoti ger
seg inn á vanlig hampa-
fólk og annars sendir eitt
hykleriskt
dupultmo-
ralskt pseudo gudiligt
signal úr tinginum, ja,
tað má so vera harvið.
Um fólk sita á Hotel
Føroyum ella á Hotel
Hafnia klokkan hálv-
gum eitt sunnudagar og
eta eina feitan fleska-
bita, sum verður skolað-
ur niður við reyðvíni.
Og um fólk hava drukk-
ið eins snaps niðurundir,
og fáa sær ein konjakk
ella tveir omaná, ja, tað
er ílagi, bara fólk ikki
keypa rundstykki um
somu tíð. Tað er, sam-
bært tingsins hugburði,
meira legalt at fara heim
frá matstaði klokkan
hálvgum tvey sunnudag
við kenning, enn at fara
ein fittan morguntúr
klokkan ellivu við hund-
inum eftir rund-stykkj-
um. Tað er ílagi, at vit
keypa pittsa, Ekstra-
blaðið
og
skókrem
klokkan 22.58 hvørt
kvøld í vikuni (eisini
sunnukvøld), men vit
skulu ikki sleppa at
keypa rundstykki sunnu-
morgnar aftan á klokkan
tíggju.
Ræðist pseudo
gudiligheit
Um ávísir tingmenn so
fegnir vilja umskapa
Føroyar til eitt funda-
mentalistiskt samfelag,
so skulu hesir bara tóna
reint flagg. Men tað
hava teir sjálvandi ikki
politiskt dirvi til. Teir
velja heldur at lansera
eina sjúkliga pseudo
gudiligheit. Onkur kann
siga, at tað kanska ikki
er so vandamikið, at tað
er gott, at vit fáa frið
sunnumorgnar. Men tað
skal eingin ivi valda um,
at vit ganga vandaleið.
Tí í tráð vit at menn lata
seg lokka til at fremja
ivasamar politiskar dis-
positiónir, m.a. tí lokal
áhugamál skulu lúkast,
so verður samvitskan
reinskað við at spæla
sjónleik fyri teimum
hákirkjuligu. Og ein
kann ikki lata vera við at
hugsa ella bera bangheit
fyri, hvør næsti leikur
verður, tá hetta uppskot-
ið er komið ígjøgnum.
Skal tað tá verða bannað
at lýsa við rundstykkja-
sølu, ella skal talið á
bakaríðum avmarkast.
Ella skal alt, sum bara
minnir um morgunmata
sunnudag bannast. Kári
P syngur um rundstykk-
ir í sanginum Súrligar
nætur, kanska skal hann
bannast... Tað næsta
verður helst, at fólk
skulu í kirkju ella á møti
klokkan ellivu sunnu-
dag. Hví ikki lata før-
oyingi sjálvan avgera,
um hvussu hann skipar
vikuskiftið. Bara hann
ikki ger seg inn á onnur,
so eigur tað at vera hans-
ara persónliga val, um
hann
svevur
leingi,
hugnar sær við morgun-
matarborðið saman við
sínum, ella hann fer
íkirkju ella á møti.
Rokni ikki við, at nakar
fær betri sømdi på den
ene dag, um hann hevur
keypt
rundstykkini
áðrenn klokkan tíggju
sunnumorgun.
Viðgangi, at hesar
viðmerkingar eru ógv-
usligar
og
argandi,
kanska langt úti, sum
vanliga verður tikið til.
Men eru mínar viðmerk-
ingar so langt frá líka
langt úti, sum uppskotið
um skerdu rundstykkja-
søluna sunnumorgnar er.
Haldi, tað er eitt tað
mest skítbýtta, sum er
lagt fyri tingið seinastu
nógvu árini.
Ræðandi pseudo
gudiligheit
Jan Múller - "tíðinda alfaðirin"
– uttan virðing fyri veruleikanum
Gordon Ejdesgaard
Í fimmaranum mikudagin
var evni sjúkrahúsverkið og
bíðitíð hjá sjúklingunum.
Lurtararnir høvdu høvið at
ringja inn eins og vit høvdu
møguleika at atkvøða um
sjúkrahúsverkið ( vit) hava
ráð til at stytta um bíðitíð-
ina, so hon í mesta lagi
verður tveir mánaðir.
Ein kann undra seg yvir
spurningin, vit sum lurtarir
skuldu svara uppá og siga
ja ella nei til. Fyri tað fyrsta
fingu vit eingi tøl á borðið
fyri kostnaðin- um vit hava
ráð at stytta um bíðitíðina.
Givið er at tað als ikki letur
seg gera at rokna hetta, utt-
an at serfrøðingarnir innan
heilsuverkið hava verið við.
Kaj Leo Johannesen sum
uppskotstillari hevði einki
annað boð enn gitingar.
Men einki roknistykki,
eingin dokumentatión bert
gitingar. Áðrenn nakað tal
kom á borðið høvdu fleiri
lurtarar longu svara uppá
spurningin- óivað!
Fyri tað næsta- og tað er
her Dánjal Højgaard jour-
nalistur heldur øll fyri
spott- fáa vit at vita, at um-
leið 70% av teimum, sum
hava svara spurninginum
hava sagt at vit hava ráð,
meðan 30% siga at vit ikki
hava ráð. Og um nakað er
misnýtsla av hagtølum, so
er hetta misnýtsla. Vit fáa
ikki at vit hvussu nógv hava
svara, og hava tí ikki tað
minsta ánilsi av týdningin-
um av úrslitinum.
Harnæst er tað tann reini
galimatiast at lata lurtarar-
nar avgera málið við at-
kvøðugreiðslu. Hvør er
møguleikin fyri at tey sum
eru á bíðilista ella avvarð-
andi svara ja- sjálvandi
hava vit pening til at stytta
um bíðirøðina? Ella skulu
vit kanska halda at tey sum
eru í bíðirøð siga nei! Tey
hava góða tíð at bíða?
Sjálvandi skuldi útvarpið
gjørt eina kanning (um tað
fíggjarliga tilfarið/grundar-
lagið var ílagi). Og so t.d.
ringt til tilvildarliga vald
fólk og spurt. Fyri síðan at
upplýst um úrslitið fyri og
ímóti og tal av svarum.
Bæði spurningurin og
hagtølini eru eitt skúladømi
um hvussu ein tílík kanning
ikki eigur at verða gjørd.
Tað skuldi verið púra
óneyðugt at skriva hesa
viðmerking, men tá útvarp-
ið beinleiðis misnýtir hag-
tøl og manipulerar, kann
ein ikki annað enn at siga
frá. Um hetta skyldast
manglandi vitan hjá jour-
nalistinum, ja so kann
nakað helst gerast við tað.
Fái meg ikki at trúgva at
tað kann vera við vilja og
móti betri vitan, at hetta
verður serverað fyri okkum
lurtarum.
At enda vil eg spyrja
journalistin:
Undir øðrum verðaldar-
bardaga doyðu fleiri fólk í
ferðsluvanlukkum í USA
enn amerikanskir hermenn
í krígnum. Var tað meira
vandamikið at koyra bil enn
at vera hermaður?
Misnýtsla av hagtølum- fimmarin enn einaferð
Pál Weihe
yvirlækni
Í Sosialinum ígjár spyr
Hanna Lisberg meg um
kviksilvur í amalganinum,
sum klinikassistentar eltu
við berum hondum fyrr í
tíðini, kann hava ávirkað
heilsu teirra.
Kviksilvur
finnist
í
ymiskum líki. Tað, sum vit
her á deildini hava kannað,
er lívrunnið kviksilvur,
nevniliga methylkviksilvur.
Í
amalganfyllingum
er
kviksilvur í metallíki og so
onnur metal eisini. Metall-
iskt kviksilvur verður lætt-
liga tikið upp í manna-
likamið, bæði gjøgnum
lunguni, men eisini gjøg-
num húðina. Við blóðinum
verður tað síðani spjatt í
kroppinum. Hetta slagið av
kviksilvuri kann hava við
sær bæði akuttar og kron-
iskar skaðar, serliga á heil-
an og á nýruni.
Hvussu nógv kviksilvur
ein klinikkassistentur hevur
verið úti fyri velst sjálvandi
um, hvussu nógv kviksilvur
var brúkt í arbeiðinum og
hvussu arbeiðslagið var.
Arbeiðslagið og reinførið
viðvíkjandi
kviksilvuri
hevur óiva verið munandi
annarleiðis,
tá
Kaaber
starvaðist sum tannlækni, í
mun til í dag, nú blandingin
fer fram meira ella minni
innilokað. Gangi út frá at
flótandi metalliskt kvik-
silvur var blandað saman
við einum pulvuri av øðr-
um metallum (silvur, tin,
kopar og zink). Í sambandi
við handfaringina av tí
flótandi
kviksilvurinum
hevur verið góður møgu-
leiki fyri at kviksilvurguva
kom í andaleiðina hjá
starvsfólki, bæði tannlækna
og klinikkassistenti. Um
kviksilvur, meira ella minni
blandað, kom í samband
við bera húð á fingrunum
hjá assistentinum, ja so er
tað sannlíkt, at eitt sindur er
tikið upp gjøgnum húðina.
Hvussu nógv kviksilvur,
sum á henda hátt er tikið
upp í kroppin er ilt at siga,
men eftir míni meting kann
tað væl hugsast, at onkur
klinikkassistentur
hevur
fingið fitt av kviksilvuri í
seg, sum kann hava sett síni
merki á heilsustøðuna.
Við tað at kviksilvur
spakuliga fer aftur úr
kroppinum ber tó ikki til at
kannað útsetilsi nógv ár
seinni við at taka eina
blóðroynd. Tað skal gerast
meðan fólk eru í arbeiði
ella stutt eftir.
Klinikkassistentar og amalgan