Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. apríl 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 77 - 26. apríl 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. 6. mai verður Jeffri 60 ár. Jeffri er yngstur av fimm systkjum. Foreldrini vóru Joen Pauli Johannesen úr Klaksvík og Jenny Sum- berg av Tvøroyri. Jeffri er fiskimaður. Í 1960 fór hann til skips 15 ára gamal, sum messur við spildurnýggja stállínuskip- inum Klakki. Skipari var Palli Rasmussen. 1. mai 1963, meðan teir vóru til fiskiskap undir Grønlandi, rópti Palli hann upp á brúnna og fortaldi honum tey tungu boð, at mamman var farin. Jeffri, ið hevði mist pápan 5 ára gamal, hevur seinni greittt frá, at Palli tá hevði sagt við hann at »Jeffri eg skal vera góður við teg« – og tað lyftið hevur hann hildið. Hann sigldi so við Klakki, Jákup B og Borð- oyarnes við Palla og seinni soninum Kristian Martini sum skipara, eitt stutt skifti var hann eisini við síðutrol- ara. Seinast í sjeytiárunum fór hann við tí tá nýliga bygda nótaskipinum Christiani í Grótinum. Í 1998 fór hann umborð á núverandi Christian í Grót- inum. Samanumtikið kann sig- ast at hann í samfull 45 ár hevur siglt, fyrst við, Palla, síðani Kristian Martin og synum, og hann er still going strong. Trúfesti eykennir Jeffri. Eisini er hann sera arbeiðs- samur, lítilátin og góður at vera saman við. Seinastu nógvu árini hevur Jeffri búð saman við Hildu í Akursmørk. Starvfelagarnir ynskja Jeffri hjartaliga tillukku við degnum. Minningarorð um mammu mína, Sonju Nikalu Poulsen, fødd Petersen, vanliga rópi Kala Poulsen. Sum andaðist á Viborg Sjúkrahúsi tann 14. mars 2005 Góða mamma. Tað bleiv ein stutt tíð, ið tú fekk her í Viborg, eftir at tú flutti niður at búseta teg, eftir at hava mist mann tín, »pápa mín« Brynjálv Poulsen, sum andaðist í desember 1998. Í 2000 valdi tú at flyta niður at búseta teg. Og búði tá í gott 4 ár í Grindsted, áðrenn tú so at enda flutti aftur, og tá var tað fyrst í juni mánað 2004, at tú komst higar til Viborg. Men góða mamma, her bleivst tú so brádliga ógvuliga sjúk, og varð akutt innløgd á Viborg Sjúkrahús. Ikki bar til at staðfesta beinanvegin, at tú vart sjúk av krabbameini, men tað kom so seinni. Men tað skulsi nokk ganga um tú fekk nakrar viðgerðir við kemo beinanvegin, bleiv sagt. Sjálvt tá misti tú aldrin heilt mótið, hóast talan var um krabbamein. Sjálvt um tú fekk kemo behandl- ingar, og til seinast misti alt hárið, sást tað ikki á tær, góða mamma. Tað var ringt at síggja! Hvussu sjúkan tók allar kreftirnar frá tær, ímeðan tað stóð uppá. Tú orkaði ikki so nógv longur, og bleivst ógvuligani skjótt móð. Tað var ringt at síggja, at tú ikki orkaði tað, tú fyrr hevði orkað. Tú bardist við at yvirliva krabbameinssjúkuna, og hevði nógvar vónir um, at tað fór at ganga væl. Tú vónaði sjálv at fáa nøkur góð ár afturat her í Dan- mark. At enda maktaði tú tó ikki at koma frá sjúkuni, kroppur tín gav upp, tú slóknaði og fórt av hesari verð. Nú kanst tú trúgva mær, at tað er ógvuliga stórur saknur í tær, góða mamma. Bæði tá tú hevði tað gott her hjá mær, tá vit hugnaðu okkum her í Danmark, og eftir at tú bleiv sjúk. Tær dámdi væl at vera í Danmark má eg siga. At tað var heitt um summarið, og at vetrarnir nú ikki vóru so barskir, sum teir oftani kundu vera í Føroy- um, tað frøddi teg nógv. Og tær dámdi eisini væl at skavast við nógv ymiskt húsligt. Eisini úti í havanum dugdi tú væl at fáa alt at síggja gott út, eftir at tú hevði verið har. Tær dámdi eisini sera væl at sita við telduna, spæla bridge og lesa tíðindi. Tú hugdi at Degi og Viku, lurtaði eftir Útvarpi Føroya og Rás2, sendi og las e-mailar og royndi ymiskt nýtt, sum fanst á inter- netinum.! Men nú tá eg sjálvur eri rørslubrekaður, og ikki kann gera ymisk tung ting, var tað sum oftanst ein góð hjálp tú gav mær; tá eg ikki maktaði tað sjálvur. Nú er tað ógvuliga tómt og einsligt her hjá mær, nú eingin hjálp er at fáa longur frá tær, góða mamma. At tú skuldi fáa so stutta tíð, eftir at maður tín, (pápi mín) Brynjálvur, fór frá okkum. Nei, tað hevði eingin av okkum droymt um. Nú hevur tú vónandi fingið frið, frá allari pínu og eisini fyri øllum trupulleikum, ið tú hevði, eftir missin av Brynjálvi. Eg vóni eg, at tú hevur funnið Brynjálv aftur, tí Harrin leiddi teg á tey spor, har hann er, tá Hann tók ímóti tær, tann 14. marts í ár. Gud vælsigni teg, og øll tey góðu minni sum eg havi um teg. Hvíl í friði, í Harrans navni, góða elskaða mamma mín Kala. Kærar heilsur, frá tínum elsta soni. POLLURIN Poul Johannes Poulsen Dýra biðidag, 22. apríl, andaðist elsta fólkið í Føroyum, Anna Askham 104 ára gomul· Anna var ættað úr Havn og giftist við Símun Askham somuleiðis úr Havn. Tey seinastu árini búði Anna á Ellisheiminum í Havn. Dagurin 26. apríl Cletus, deyður umleið 90. Cletus ella Anacletus var triði maður í pávastóli eftir Pætur. Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Vilhelm Jacobsen, Í Tjørnustovu, Norðragøtu andaðist á Landssjúkrahúsinum 22. apríl, 89 ára gamal. Jarðarferðin verður týsdagin 26. apríl kl. 14.00 úr Filadelfia. Fyri tey avvarðandi Óli, Malan, Petur, Elin, Anna Maria og Lissi Tey, íð vilja minnast Vilhelm, kunnu lata Filadelfia í Gøtu eina gávu. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at Anna Cathrina Askham, Tórshavn andaðist á Ellisheiminum 22. apríl, 104 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju mikudagin 27. apríl kl. 14.00. Børnini Tey, íð vilja minnast Annu, kunnu lata ein gávu til Frelsunarherin, konto í peningastovnunum. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið sýndu samkenslu tá elskaði maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi Alfred Hofgaard Tórshavn andaðist og varð jarðaður. Takk til Hera Joensen, prest, takk til kirkjutænarar og sangarar, takk til starvsfólkið á Tjarnagarði. Takk fyri blómur, kransar og fyri gávur til Vesturkirkjuna og takk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Borghild, Daniel, Elin og Jón Helgi Jeffri Johannesen 60 ár Elsta fólkið farið