týsdagur 26. apríl 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 77 - 26. apríl 2005
Mary er
við barn
So hendi tað. Krúnprin-
sessa Mary er upp á
vegin.
Tað
var
útmeldingin frá danska
hoffinum
í
mána-
mogunin.
Mary er sett til at eiga seinast í oktober mánaði. Hetta
skal henda á Ríkissjúkrahúsinum, verður sagt. Onki er
sagt um kyn.
-hkm
Ógvuslig ósemja er
framvegis millum
suðuroyingar um
miðnámsskúlan, sum
skal byggjast í Hovi.
Suðuroyar Norðara
javnaðarfelag kallaði í
leygardagin inn til
snarfundar, og Ketty
Andreasen,
forkvinna, sigur at
felagið stuðlar
landsstýrinum.
Jógvan Krosslá sigur
hinvegin, at verður
miðnámsskúlin
bygdur í Hovi, so
verður onki tos um
samanlegging av
kommunum í oynni
SKÚLADEPILIN
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Aftaná útvarpstíðindini á
middegi leygardagin kall-
aði
suðuroyar
Norðara
javnaðarfelag inn til snar-
fundar. Útvarpið segði, at
ein meiriluti av býráðslim-
unum á Tvøroyri og í Vági
høvdu gjørt eitt tilmæli til
landsstýri um at byggja
miðnáms- og heilsuskúla í
Vági og ellisheim á Tvør-
oyri, men at býráðslimirnir
eru vónsviknir av, at lands-
stýrið velir eina loysn, sum
ein stórur meiriluti av suð-
uroyingum eru ímóti.
Ætlanin
hjá
Føroya
landsstýri og løgmanni
Jóannesi Eidesgaard er at
byggja skúladepilin í Hovi.
Hesum stuðlar suðuroyar
Norðara javnaðarfelag sín-
um floksformanni í.
– Tað er frægast at hava
skúladepilin í Hovi. Fund-
arfólkið stuðlar landsstýr-
inum og løgmanni. Skúla-
depilin skal liggja har, sum
landsstýrið heldur tað vera
best, sigur Ketty Andrea-
sen, forkvinna í suðuroyar
Norðara javnaðarfelag.
– Vit vóna við hesum, at
kommunurnar í Suðuroynni
allar verða lagdar saman,
sigur Ketty Andreasen.
Onki tos um
samanlegging
Men hesum er Jógvan
Krosslá,
býráðslimur
í
Vági, ikki samdur í. Hann
sigur við Portalin í dag, at
tað verður ikki tos um
samanlegging, um mið-
námsskúlin verður í Hovi.
– Skal man flyta meira úr
Vági, so kann mann ikki
tosa um samanlegging, sig-
ur Jógvan Krosslá, býráðs-
limur í Vági.
Men kann Vágs býráð
ikki liva við, at skúladepil
verður bygdur í Hovi, og at
ellisheim verður bygt í
Vági, sum skapar fleiri
arbeiðspláss í kommununi?
– Ongin kommuna í Suð-
uroynni hevur tosað um at
byggja ellisheim. Eg vænti
ikki, at Tvøroyrar býráð fer
at gjalda nakað, um ellis-
heimið verður bygt í Vági.
Talan er um einar 9 milli-
ónir, og tað fáa teir onki
burturúr,
sigur
Jógvan
Krosslá.
– Avgerðin hjá lands-
stýrinum er ein bumba.
Hetta skapar eina krígs-
støðu í Suðuroynni, sigur
Jógvan Krosslá, býráðslim-
ur í Vági.
Mánadagin klokkan 16:00
var konsert við nýggja
bólkinum Fólkayvirlitið í
Miðlahúsinum í Vágsbotni.
Meira verður at frætta í
næsta blaði.
Fimm kór og bólkar
settu sín serliga dám
á Norrønu um
vikuskiftið
SANGFERÐ
Snorri Brend
Mánamorgunin kom Nor-
røna aftur á Havnina av
sínum fyrsta gospeltúri.
Frá hóskvøldinum til
tíðliga mánamorgunin var
alt umborð á skipinum
merkt av gospeltónleiki av
ymiskum slagi.
Umborð vóru umboð fyri
so ymiskar sangstílir sum
Kingo-sang, svart gospel,
country og vanligan lov-
sang.
Alt hetta var við til at seta
sín serliga dám á vikuskift-
ið umborð, har nærri 800
ferðafólk fóru úr Føroyum
og eini 1000 vóru við á
heimleiðini.
Í einum seinni blaði fara
vit at greiða nærri frá tí,
sum hendi umborð á Nor-
rønu hetta vikuskiftið.
Jógvan Krosslá:
– Hetta skapar eina
krígsstøðu í Suðuroynni
Væleydnað gospelferð við Norrønu
Sangstílir av ymiskum slagi møttust umborð á Norrønu til fyrsta gospel-túrin av sínum slagi
Konsert í miðlahúsinum í gjár
Konsertin var í sambandi við flaggdagin
Mynd: Jan Müller