Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. apríl 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 77 - 26. apríl 2005 15 Stríð um olju hóttir friðin Í 1983 vóru fólk í Norður- og Suðursudan so ósamd um, hvør skuldi hava rætt- indini til oljuríkidømið har suðuri í landinum, at tað endaði við borgara- kríggi. Ikki fyrr enn fyri trimum mánaðum síðani eydnaðist at fáa partarnar at semjast um at binda frið, men nú hóttir oljan aftur við at forkoma frið- inum. Sudanska stjórnin hev- ur givið franska olju- felagnum Total loyvi at útvinna olju í einum øki har suðuri í landinum, men trupulleikin er, at tann suðursudanska fræl- sisfylkingin SPLM hevur givið tí bretska felagnum White Nile rættindi til at útvinna olju á teirri somu leiðini. Stjórnin sigur, at frælsisfylkingin hevur ikki heimild til at útluta oljuloyvi, tí sambært frið- arsáttmálanum skulu partarnir skipa eina olju- nevnd seinni í ár, og hon skal so samráðast við oljufeløgini um endalig loyvi. Friðarsátmálin ásetir, at SPLM skal umsita tann syðra partin av landinum í seks ár, og síðani skal fólkið har taka støðu til, um tað vil hava loysing frá hinum partinum av landinum. Men leiðslan í SPLM sigur, at stjórnin órógvar viðurskiftini við at stuðla hernaðarligum bólkum, sum vilja for- koma friðinum. Hesir bólkarnir sýttu fyri at koma til samráðingar- borðið, tá friðarsamráð- ingarnar vóru fyrr í ár. Nógvir fangar Ongantíð hava so nógvir amerikanarar sitið í fongsli sum nú, og ein nýggj frágreiðing vísir, at talið veksur í hvørjum. Sambært frágreiðing- ini sita næstan eitt pro- sent av øllum amerikan- arum í fongsli., og sjálvt um kriminaliteturin hevur verið minkandi tey sein- astu árini, enda alt fleiri amerikanarar aftan fyri rimarnar. Frágreiðingin, sum umfatar tíðarskeiðið frá á sumri 2003 til á sumri 2004, vísir, at hesa tíðina gjørdust fangarnir 900 fleiri um vikuna. Paige Harrison, sum hevur verið við til at skriva frágreiðingina, sigur við AP, at ameri- kanska rættarverkið hevur ikki broytt mannagongd síðani áttatiárini, tá krimi- naliteturin vaks nógv í USA. Tá ráddi um at revsa fólk við at koyra tey í fongsul, og hendan mannagongdin verður framvegis brúkt, sjálvt um kriminaliteturin er minkandi, sigur hon. Onnur eru samd við henni í, at rættarverkið eigur at leggja størri dent á aðra revsing enn fongsul. Blóðugt valstríð Myndugleikarnir í Zanzi- bar kanna nú, hvør myrdi ein embætismann hjá val- nevndini. Maðurin varð funnin deyður, eftir at grannarnir høvdu leitað eftir honum í fleiri dagar. Løgregluovastin sigur við tíðindastovuna AP, at tann myrdi hevði ábyrgd- ina av at skráseta veljarar upp undir tjóðartings- valið, sum verður í heyst. Hann váttar, at maðurin doyði ikki av náttúrligum ávum, og hann sigur tað ikki vera óhugsandi, at talan er um eitt politiskt morð. Slíkt er ikki heilt óvanligt í Zanzibar, tí upp undir valið fyri fýra árum síðani vórðu fleiri fólk myrd, og í fleiri førum var talan um politisk morð. Zanzibar hevur verið ein partur av Tanzania síðani 1964, men hevur kortini egið ting og egnan forseta. Val verður tann 30. oktober, og roknað verður við, at tann ráð- andi Kollveltingarflokk- urin fer at fáa harða mót- støðu tá. Bussførarar ov feitir Fakfelagið hjá bussfør- arunum í Avstralia er í øðini, tí nakrir limir hjá felagnum eru uppsagdir við teirri grundgeving, at teir hava ikki nóg góða heilsu, og at teir tí eru ein vandi fyri trygdina í ferðsluni. Felagið, sum eigur bussarnar, sigur, at teir seytjan uppsøgdu buss- førararnir viga meiri enn 130 kilo, og at tað er meiri, enn setrini í buss- unum eru gjørd til. Men tað vil fakfelagið ikki góðtaka og vísir á, at tað ber væl til at fáa setur til fólk, sum viga 150 kilo. Harafturat vísir fakfelagið á, at bussførarar eru van- liga rættiliga væl í hold- um, uttan at tað nýtist at vera ein vandi fyri trygd- ina. Alex Gallacher í buss- førarafelagnum sigur við Sky News, at júst arbeiðið sum bussførari er væl egnað til fólk, sum viga meiri enn tey flestu. Hann sigur, at summir av teim- um 17 uppsøgdu bussfør- arunum hava vent sær til avstralsku javnstøðu- nevndina við uppsagnun- um, og at teir eisini ætla sær í rættin við málinum, verða uppsagnirnar ikki tiknar aftur. UTTAN ÚR HEIMI Í Venesuela hevur Hugo Chavez, forseti, gjørt av at vápna stór herlið, so tey kunnu forða einum møgu- ligum amerikonskum álopi. Tað hava vit ongar ætlanir um, sigur amerikanska herleiðslan. KRÍGSÓTTI Árnhi Joensen: fartekst@mail.dk Fyri nøkrum mánaðum síð- ani var forsetin í Venesuela, Hugo Chavez, á ferð í Russlandi, Spania og Brasil. Tá frættist ikki nógv um ørindi hansara, men nú er komið fram, at hann keypti umleið 50 russisk jagaraflogfør, 40 tyrlur og 100.000 Kalasjnikov-riflur. Úr Venesuela verður sagt, at forsetin, sum sjálvur er útbúgvin heryvirmaður, ætlar sær at stovna ein fólkaher við hálvari aðru millión hermonnum, og at herurin skal verja Vene- suela ímóti einum møgu- ligum amerikonskum álopi. Frammanundan hevur Venesuela 100.000 vápn- aðar hermenn. - Bush eigur at hugsa seg um, áðrenn hann ger av at leypa á okkum, tí vit fara at verja okkum, sigur Hugo Chavez, sum vil vera við, at amerikanararnir vilja hava ræðið á oljutilfeinginum í Venesuela, sum er eitt av teimum størstu í heiminum. Venesuela framleiðir um- leið tríggjar milliónir tunn- ur av olju um dagin, og meiri enn ein triðingur fer til USA. Men sambært ameri- konsku herleiðsluni nýtist ongum at stúra fyri, at USA fer at leypa á Venesuela. - Eg havi lisið um hatta í bløðunum, men eg kann siga, at hann hevur einki við veruleikan at gera. Hatta er púra buturvið, sigur ovastin fyri ameri- konsku herleiðsluni, Ric- hard B. Myers, generalur. Eygleiðarar í Venesuela halda, at Chevez hevur ætlanir um at gera landið til eitt hernaðarveldi. Brádliga fór tað stúgvandi fulla tokið av jarnbreytini og rendi á eini íbúðarhús TOKVANLUKKA Árni Joensen fartekst@mail.dk – Tað kendist, sum at tokið snaraði á ein heldur løgnan hátt, og so fór tað av jarn- breytini. Eingin okkara visti, hvat hendi, og fólk róptu og skríggjaðu, greiddi Tatsuya Akashi frá. Hon var eit av ferðafólk- unum við tí fullsetta tokin- um, sum rendi á eini íbúð- arhús nærhendis japanska býnum saka í gjár. Tatsuya Akashi slapp frá vanlukkuni uttan nakran snudd, men øll vóru ikki so heppin. Í gjár kunngjørdu myndugleikarnir, at minst 49 fólk høvdu latið lív, og at meiri enn 300 vóru flutt á sjúkrahús til viðgerðar. Japonsku myndugleik- arnir fóru alt fyri eitt undir at kanna orsøkina til van- lukkuna. Ein talsmaður hjá jarnbreytarfelagnum, sum átti tokið, váttaði í gjár, at tokførarin var bara 23 ára gamal, og at hann hevði arbeitt ellivu mánaðir sum tokførari. Hann váttaði eisini tíðindi um, at tokið koyrdi fram við einari støð, sum tað annars skuldi steðga á, og at tað síðani bakkaði aftur til støðina, og at sami tokførari eisini gjørdi eitt tílíkt mistak seinasta summar. Ferðafólk, sum Reuters tosaði við í gjár, søgdu, at tokið hevði ikki hildið ferðaætlanina, og at tað koyrdi ov skjótt, tá tað kom í eitt sving. Løtu seinni fór tað útav og rendi á húsini. Tokvanlukkan í gjár er tann ringasta í Japan síðani 1963, tá 160 fólk doyðu í einum toksamanstoyti nær- hendis Yokohama. Ja- panska jarnbreytarkervið ber annars orð fyri at vera sera trygt. Óttast amerikanskt álop á Venesuela Tokið rendi á húsini Ferðafólk, sum vóru í tokinum, vildu vera við, at tann 23 ára gamli tokførarin koyrdi ov skjótt, og at tí fór tokið útav. Mynd: Reuters