týsdagur 26. apríl 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 77 • týsdagur • 22. apríl 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
B36 og KÍ hava nú
endaliga veittrað far-
væl til steypakapp-
ingina í ár. Dóms-
nevndin staðfesti
sunnukvøldið, at
feløgini eru dømd at
tapa dystirnar móti
ávíkavist Skála og
Fram
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Dómsnevndin hjá FSF við-
gjørdi sunnudagin kærur-
nar, sum B36 og KÍ høvdu
sent inn, eftir at starvs-
nevndin hjá FSF hevði
gjørt av, at tey bæði feløgini
skuldu dømast at tapa sínar
dysitr í steypakappingini.
Undan viðgerðini fingu
feløgini høvi at leggja síni
sjónarmið í málinum fram,
men hetta broytti tó einki
viðvíkjandi niðurstøðuni.
Hon er framhaldandi tann,
at vantandi spæliloyvi skal
kosta, og so mugu tey bæði
feløgini smyrja seg við, at
tey ikki longur eru partur
av kappingini.
Ikki nøgd
Sum skilst, so eru feløgini
tó alt annað enn nøgd um
hetta. Í B36 høvdu tey ført
fram, at Eyðun Højgaard
ongantíð var leysgivin frá
felagnum, tí talan ikki
hevði verið um serstakt
flytingarskjal, tá spæliloyvi
hansara varð flutt til ÍF
Føroyar.
Ístaðin var ein teldupost-
ur nýttur at vátta flytingina
við. Nakað sum tey í B36
ikki halda kann vera rætt, tá
starvsnevndin í sínum dómi
staðfesti, at spæliloyvini
eru ein fundamentalur part-
ur av føroysku fótbólts-
skipanini.
Tí vildi B36 vera við, at
tað mátti verið eins grund-
leggjandi, at røttu skjølini
verða nýtt í samband við
flytingar av spæliloyvum,
men hesum varð dóms-
nevndin ikki samd við.
Haðani vóru boðini, at tá
B36 hevur svarað við teldu-
posti, hava tey samstundis
góðtikið, at serstaka flyt-
ingarskjalið ikki verður
nýtt, og soleiðis er flytingin
av Eyðuni Højgaard stað-
fest.
Stendur ikki mát
Klaksvíkingar førdu serliga
fram, at revsingin fyri mis-
takið als ikki stóð mát við
brotið, men hesum var
dómsnevndin
ósamd
í.
Boðini vóru og eru, at
spæliloyvi skal til, tá
kappast verður í lands- og/
ella steypakapping, og so
mátti KÍ eisini taka til
takkar við, at teir ikki eru
partur av steypakappingini.
So er spurningurin, hvørt
gamli sigurin hjá B36 og
KÍ við ólavsøkudysti mill-
um feløgini verður upp-
afturtikin.
Sum
onkur
klaksvíkingur tók til, so
kundi talan so verið um
eina steypafinalu millum
tey bæði liðini, sum burdu
verið partur av finaluni. Og
so kundi Anfinn Kallsberg,
sum burdi verið løgmaður,
hóskandi handað steypið!
Dómsnevndin staðfesti avgerðina
Alonso fyri
triðju ferð
síða 17
Fuglafjørður tók
tað mesta
Síða 34
Kenna seg sum
rukkur
Síða 27
Chelsea tvey stig
frá gullinum
Síða 30–31
Allan feldi klaks-
víkingarnar
Síða 18
So fall endaligi dómurin. B36 og KÍ eru úti av kappingini um Løgmanssteypið. Hetta staðfesti Dómsnevndin, eftir at feløgini
høvdu kært úrskurðin hjá Starvsnevndini hjá FSF
Mynd: Bárður Lydersen