Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-26, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. apríl 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 77 - 26. apríl 2005 17 Red Bull koyra við Ferrari motorum næsta ár Red Bull Racing og Ferrari kunngjørdu í dag, at liðini hava skrivað sáttmála um, at Red Bull Racing frá næsta kappingarári koyra við Ferrari mo- torum. Í løtuni koyra Red Bull við Cosworth motorum. Avtalan við Cosworth er leivd frá tíðini tá liðið æt Jaguar. Avtalan við Red Bull endar eftir øllum sam- starvið millum Ferrari og Sauber liðið. Sauber hevur seinastu 9 árini brúkt Ferrari motorar. BMW og Sauber hava seinastu tíðina sam- ráðst um samstarv. NuD Avloysararnir vístu tenn Bæði Alexander Wurz, sum avloysir Juan Pablo Montoya í McLaren-Mercedes og Viantonio Liuzzi, sum avloysir Christian Kli- en í Red Bull Racing, kláraðu seg stak væl á Immola. Alexander Wurz megnaði at fáa fimm stig fyri eitt flott fjórða pláss. Liuzzi fekk ikki stig í dag, men seti roynda liðfe- lagan David Coulthard so dyggiliga uppá pláss. Ein maður sum iva- leyst ræðist tankan um avloysarar er Jacques Villeneuve. Fyrrver- andi heimsmeistarin hevur klárað seg stak illa í ár, og spátt varð um, at koyringin á Im- mola fór at verða tann síðsta hjá Villeneuve. Um tað er trýsti, sum hevur gjørt munin er ilt at siga. Men Villeneuve koyrdi eina framúr koyring og endaði á einum flottum sætta plássi, seks pláss framman fyri liðfelag- an Felipe Massa. Um hetta er nokk at tryggja plássið hjá Villeneuve er enn torført at siga. -NuD Úrslitið á Immola Navn Land Lið 1 Fernando Alonso Spania Renault 2 Michael Schumacher Týskland Ferrari 3 Jenson Button England BAR-Honda 4 Alexander Wurz Eysturríki McLaren-Mercedes 5 Takuma Sato Japan BAR-Honda 6 Jacques Villeneuve Kanada Sauber-Petronas 7 Jarno Trulli Italia Toyota 8 Ralf Schumacher Týskland Toyota 9 Nick Heidfeld Týskland Williams-BMW 10 Mark Webber Týskland Williams-BMW 11 Vitantonio Liuzzi Italia Red Bull Racing 12 Felipe Massa Brasilia Sauber Petronas 13 David Coulthard Skotland Red Bull Racing 14 Narain Kartikeyan India Jordan-Toyota 15 Tiago Monteiro Portugal Jordan-Toyota Steðgaðir Christijan Albers Holland Minardi-Cosworth Rubens Barrichello Brasilia Ferrari Kimi Räikkönen Finnland McLaren-Mercedes Patrick Friesacher Eysturríki Minardi-Cosworth Giancarlo Fisichella Italia Renault Støður, Formel 1 Koyrarar Navn Land Merki Stig Fernando Alonso Spania Renault 36 Jarno Trulli Italia Toyota 18 Michael Schumacher Týskland Ferrari 10 Giancarlo Fisichella Italia Renault 10 Ralf Schumacher Týskland Toyota 10 David Coulthard Stórabretland Red Bull 9 Rubens Barrichello Brasil Ferrari 8 Juan Pablo Montoya Kolumbia McLaren-Mercedes 8 Kimi Raikkonen Finnland McLaren 7 Mark Webber Australia BMW-Williams 7 Jenson Button Ongland Bar-Honda 6 Nick Heidfeld Týskland BMW-Williams 6 Alexander Wurz Eysturríki McLaren-Mercedes 5 Takuma Sato Japan Bar-Honda 4 Pedro de la Rosa Spania McLaren 4 Christian Klein Eysturríki Red Bull 3 Jacques Villeneuve Kanada Sauber-Petronas 3 Felipe Massa Brasil Sauber-Petronas 2 Bilar Merki stig Renault 48 Toyota 28 McLaren 24 Ferrari 18 BMW-Williams 13 Red Bull 12 BAR-Honda 10 Sauber-Petronas 5 Tá Kimi Räikkönen spakuliga snýkti bilin aftur í garaguna, og Fernando Alonso streyk framvið, ivaðust tey flestu nokk um spenningurin ikki var av á hesum sinni. Jenson Button var 10 sekund aftan fyri Alonso og hevði enn ikki avbjóða honum. Michael Schumacher var á 10. plássið aftan fyri Ralf Schumacher og eingi tekin vóru um, at hann fór at gera um seg FORMEL 1 Niels Uni Dam Men Michael Schumacher er ikki vorðin heimsmeist- ari 7. ferð uttan orsøk. Ferr- ari bilurin hjá Schumacher hevði eitt sindur meira av bensini enn kappingarneyt- arnir, og við nøkrum sera skjótum umførum megnaði Schumacher at fara frá 10. støðu áðrenn fyrsta pit-stop upp á 3. støðu aftan pit stoppið. Samstundis var hann beint í hølunum á Jenson Button á øðrum plássið og koyrdi umførini 2 sekund skjótari enn Butt- on og Alonso . Áðrenn seinna pit-stop megnaði Schumacher at sleppa framvið Button. Aftaná pit-stoppið, varð hann beint í hølunum á Alonso, við 12 umførum eftir, tyktist langt á mál fyri Alonso, sum hevði síðu- speglini full av reyðum Ferrari. Fleiri ferð var Schumach- er beint við at yvirhála Alonso. Men á Immola er sera torført at sleppa fram- við, og hóast seinastu 12 umførini vóru nøkur av teimum mest spennandi í fleiri ár, so megnaði Alonso at koyra fyrstur á mál fyri triðju ferð í ár. Schumacher kom á mál 0,2 sekund aft- aná. Jenson Button fekk triðja plássið á sigur- skammilinum, og avloysar- in hjá Juan Pablo Montoya í McLaren-Mercedes Alex- ander Wurz gav liðnum virðismikil stig á fjórða plássi. Finnin Kimi Räikkönen byrjaði annars bestur: Av fyrstu byrjunarstøðu økti hann leiðsluna fyrstu um- førini. Men knappiliga á 9. umfari, vildi hansara Mc- Laren-Mercedes ikki long- ur. Longu tá vóru Renault bilurin hjá Giancarlo Fisichella og Minardi bil- urin hjá Patrick Friesacher steðgaðir upp. Eisini Ferrrari bilurin hjá Rubens Barrichello steðgaði skjótt aftaná. Hin Minardi bilurin hjá Christijan Albers kom heldur ikki á mál. Hetta var fyrstu ferð at Minardi royndu nýggja bilin, og royndin varð heldur skuff- andi. Aftan á koyringina varð Ralf Schumacher ákærdur fyri óregluligan atburð í samband við eitt pit-stop. Toyota valdu beinanvegin at kæra avgerðina. Verður Ralf dømdur missir hann stigið, sum hann hevur fingið á Immola. Alonso vann á Immola Tríggjar ferðir á rað. Tað var boðskapurin, sum Fernando Alonso sendi eftir kappkoyringina á Immola. Hesaferð var kappingin frá Schumacher tó nakað væl harðari, enn hon hevur verið undanfarnu koyringarnar Mynd: Reuters