Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-26, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. apríl 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tvey umfør eru leikt av kvinnukappingin, og higartil tykist gongdin verða tann sama, sum hon var í fjør FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tann, sum hevði roknað við, at talan í ár fór at gerast um stórar broytingar í før- oyskum kvinnufótbólti, hevur so ikki fingið rætt higartil. Tvey umfør eru nú leikt av kvinnukappingini, og longu nú tykist greitt, at oddurin fer at verða tann sami. KÍ og B36 eru liðini, sum skulu stríðast um gullið, og spurningurin er so, um KÍ fyri sættu ferð á rað skal megna at taka gull- merkini. Hetta umfarið hevði KÍ vitjan av AB, og har gjørd- ist talan ikki um stórvegis spenning. Úrslitið av dyst- inum varð 7-0 til KÍ, sum í steðginum var á odda 2-0. B36 vitjaði í Sandavági, og heldur ikki her var nakar ivi um úrslitið. B36 var í steðginum á odda 2-1, og endaliga úrslitið gjørdist 5- 1 til gestirnar. Seinasti dysturin var á Eiði, har GÍ var á vitjan. Her eydnaðist gestunum at vinna tepran 4-3 sigur, eftir at tær í hálvleikinum høvdu verið á odda 2-0. Úrslitini KÍ-AB 7-0 (2-0) FS Vágar-B36 1-5 (1-2) EB/Streymur-GÍ 3-4 (0-2) KÍ hevði ikki stórvegis trupulleikar, tá AB vitjaði um vikuskiftið Mynd: Bárður Lydersen Nr. 77 - 26. apríl 2005 19 Hóast hann sjálvandi fegnaðist um stigini, sum júst vóru fingin til høldar, so var Herbert í Lon Ja- cobsen ikki heilt nøgdur um dystargongdina í síni heild. Serliga, tí hann í fyrra hálvleiki helt, at B36 hevði fult tamarhald á tí mesta. - Eg veit ikki hví, men vit bakka alt ov nógv eftir steðgin. Tað gevur teim- um pláss at spæla á, og so gerast teir vandamiklir. Er tað orkan, sum ikki strekkir til 90 minuttir enn? - Nei, tað er tað so ikki. Eg haldi, at vit allir eru sera væl fyri, so tann parturin skuldi ikki bilað. Men onkursvegna, so er vit ikki klárir, tá vit fara út eftir steðgin, og tað er um reppið, at tað kostar okk- um stigini. Tí teir eru væl og virðiliga omaná, tá teir javna, staðfestir Herbert. Hvussu er og ikki, so eydnaðist kortini B36 at skora sigursmálið. Tað lyfti teir fyribils upp á oddasessin, og stendur tað til Herbert sjálvan, so verður hesin ikki sleptur aftur. - Tað er so ikki ætlanin. Vit hava 22 dystir eftir at spæla, og okkara ætlan er so, at vit skulu vera ovast- ir hvørt av hesum umfør- unum. -jm Fullu ov langt aftur Eftir at KÍ annars hevði lagt so lovandi fyri í landskapp- ingini við sigri á HB, máttu teir fyri fjórðu ferð á rað fara sigursleysir av vøllin- um. Og tað er ein støða, sum helst eingin í felagnum er nøgdur um. - Tað er ikki nóg gott. Serliga fyrra hálvleik spæla vit út av lagi illa í dag, meðan seinni hálvleikur hóast alt er nakað frægari. Tá royna vit at leggja trýst á teir, og partvíst eydnast hetta eisini. Men saman um tikið er talan ikki um nóg gott avrik, helt Hjalgrím Elttør, tá vit fingu orðið á hann eftir dystin. Og tit hava altso ikki vunnið síðani fyrsta dystin. Er tað nóg gott? - Nei, bestemt ikki. Og tað var so heldur ikki tað, sum vit ætlaðu, og tað mugu vit so gera nakað við. Hvussu? - Tað er sjálvandi hart arbeiði. Vit hava tosað væl og virðiliga um tingini, men tað er altso á vøllinum, at arbeiðið skal gerast. Og tað er tað, sum vit nú mugu vísa, helt altso Hjalgrím Elttør at enda. -jm Skal vísast í verki Bogaskjótideildin er farin undir úttøku kappingar til Oyggja- leikirnar á Hetlandi í summar BOGASKJÓTING tíðindaskriv Úttøku kappingarnar um- fata fult FITA-umfar og verða tvær tær bestu kapp- ingarnar grundarlag undir úttøkuni. Tíðin er knøpp og skal Oyggjaleikanevndin longu hava luttakara listan um tvær vikur, tí verða kappingar bæði komandi vikuskiftini. Bogaskjótideildin hevur loyvið at senda 6 recurve skjúttar og 6 compound skjúttar, av hesum skulu vera fýra menn og tvær kvinnur. Eisini er ásett eitt minsta stigatal, sum ein skjútti skulu náa. Fyrstu kappingina skip- aði Ørvur fyri á Svanga- skarði, byrjað varð leygar- morgunin kl. 0900, og skotið varð allan dagin. Líkindini vóru av teimum heilt frægu. Menninir skutu 90, 70, 50 og 30 metrar og kvinn- urnar skutu 70, 60, 50 og 30 metrar. Tey, sum í hesum fyrsta umfari megnaðu krøvini og løgdu seg á odda í úttøkuni til oyggjaleikirnar vóru: Compound menn: Schandorff Vang, Ørvur, (313+314+325+348) 1300 stig, Jóannes Poulsen, Ørv- ur, (298+317+326+352) 1293 stig og persónligum meti, Per Holm Andersen, Ørvur, (300+318+321+ 351) 1290 stig og Albert Dam, Ørvur, (293+311+ 323+349) 1276 stig. Compound kvinnur: Sig- rid Vang, Ørvur, (310+306 +301+332) 1249 stig. Recurve menn: Rógvi Mohr, Ørvur, (239+282 +301+316) 1138 stig og persónligum meti, og Absa- lon Hansen, Tambar, (220 +254+255+328) 1057 stig. Recurve kvinnur: Ann- ika Vang, Ørvur, (234+254 +245+307) 1040 stig og nýtt føroyskt mett. Gjørt verður vart við, at hetta bert er fyrsta kapp- ingin, og kann endaligi listin verða broyttur. Støðan, 1. deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 KÍ 2 2 - 0 -0 11 2 9 6 2 B36 2 2 - 0 -0 9 1 8 6 3 GÍ 2 2 - 0 -0 6 3 3 6 4 EB/Streymur 2 0 - 0 -2 5 8 -3 0 5 FSV04 2 0 - 0 -2 1 7 -6 0 6 AB 2 0 - 0 -2 0 11 -11 0 KÍ og B36 lið um lið Úttøkukapping í bogaskjóting