Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-26, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. apríl 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 77 - 26. apríl 2005 Eftir fimm tey fyrstu umførini eru tey trý, sum í fjør vunnu heiðursmerkini, á trimum teimum ovastu plássunum, og nú hava øll feløgini roynt at vinna 5. UMFAR SAMANUM Jóannes Hansen Formula deildin líkist sær sjálvari. Soleiðis er tað, hóast hetta er fyrsta árið, at besta deildin er á skránni undir hesum heitinum. Men besta fótbóltsdeildin er einki øðrvísi, enn hon hevur verið, hóast hon nú hevur fingið navn. Tá ið átjan umfør vóru avgreidd í fjør, vóru tey trý feløgini, sum høvdu vunnið heiðursmerkini, HB, B36 og Skála. Nú er Formula deildin fimm umfør gomul, og á trimum teimum ovastu plássunum eru somu feløg. Røðin er eitt sindur øðrvísi, tí nú er B36 oddalið, og so eru HB og Skála í hølunum á teimum. Fimta umfarið komu høvuðsstaðurin og Suður- oyggin best frá. At HB fór at vinna á botnliðnum GÍ, var ikki óvæntað, og tað var heldur ikki óvæntað, at B36 vann tepurt á klaksvíking- um. Meiri óvæntað var tað, at tað skuldi eydnast bæði VB og aldursforsetanum og uppflytarunum í TB at fáa fulla úrtøku. Báðir sigrarnir vóru merkisverdir. VB sigurin á Skála var merkisverdur á tann hátt, at Skála týskvøldið í løtum sýndi meistaraspæl í Klaksvík, og at VB fyri stórari viku síðani á heima- vølli legði rygg til einasta sigurin, sum GÍ higartil hevur vunnið. VB venjarin hevur sagt, at tað serliga er í álopspart- inum, at teir hava havt trupulleikar. Hesa ferð vunnu teir 1-0 - nú hava Skála og VB vunnið tvær ferðir í part á Skála við hes- um tølum - og tað bendir á, at VB framvegis hevur tak á verjupartinum. Um úrslitið boðar frá, at teir nú hava fingið betri tak á álopspart- inum, ber tað ikki til at gera ógvusligar niðurstøður um, eftir at teir hava fingið eitt mál. Men tað er sjálvsagt, at fyri næstu avbjóðingar- nar hevur tað stóran týdn- ing, at tað á Skála eydnaðist at fáa hol á. Fyri nøkrum árum síðani varð ofta tikið til, at VB megnaði at fáa góð úrslit í Eysturoy. Sunnudagin vóru teir fyri fyrstu ferð í hesum árinum í Eysturoy, og ann- an sunnudag skulu teir vitja NSÍ. Um tað fer at eydnast teimum at vinna á odda- liðnum B36 á Vágseiði og so at fáa fult í Runavík, so fer VB at teljast millum toppliðini. Tað átti í sær sjálvum at verið motiva- tión, tá ið vandin fyri botn- støðu og turbolensi lúrdi undan vikuskiftinum. TB megnaði fyri fyrstu ferð síðani í fyrsta umfar- inum í 2002 at vinna í bestu deildini. Sigurin boðar frá, at TB ikki er sinnað at verða kanónføði. Í fimm teimum fyrstu umførunum hava teir tapt tvær ferðir, og tað er ikki so galið av upp- flytara. Sunnudagin fer TB til Fuglafirðar, og har verð- ur málið uttan iva at røkka sama úrslitinum, sum teir megnaðu í Runavík, har tað endaði málleyst. Hjá TB siga teir sjálvir, at tað fyrst og fremst snýr seg um at sleppa undan aftasta plássinum og harvið bein- leiðis niðurflyting. Eftir fimm tey fyrstu umførini hava teir tvey lið undir sær. Annað teirra er EB/Streym- ur, sum higartil bara hevur megnað at vinna í Gøtu, og hitt er GÍ. Gøtumenn eru illa sperd- ir, og tað er eingin ivi um, at spurningurin lúrir bæði í Sundalagnum og í Gøtu, um tað hjá teimum skal ganga soleiðis í ár, sum tað gjørdi hjá toftamonnum í fjør. Men tað er ov tíðliga at gera nakra sum helst niður- støðu uttan hana, at eftir fimm tey fyrstu umførini bendir nógv á, at kappingin hesa ferð tykist fara at verða tættari, enn hon hev- ur verið seinastu árini. Eftir at øll liðini hava havt møguleikan at vinna fimtan stig, er munurin frá B36 á fremsta plássinum og aftur til GÍ á tíggjunda plássinum sjey stig. Tað eru trý stig frá fremsta pláss- inum hjá B36 og aftur til KÍ á sætta plássinum. Um KÍ hevði havt vunnið í Gunda- dali, so høvdu teir verið oddalið, og so hevði B36 verið á sætta plássinum. So tætt er tað. Og frá NSÍ á sjeynda plássinum og aftur til GÍ eru tað trý stig. HB tapti stórt í Íslandi ímóti meistaraliðnum FH. Í fjør, tá ið HB hevði vunnið í Gundadali ímóti KR, varð tað tikið sum ábending um, at føroyskur fótbóltur var á veg rætta vegin. Nú verður sagt, at HB ikki tók upp- gávuna í serliga stórum álvara, tí teir góvu fleiri ungum spælarum møgu- leikan. Hetta var enn ein undirstriking av, at før- oysku feløgini framvegis hava ilt við at gera upp við seg sjálvi, hvat tey vilja við altjóða avbjóðingunum. Í sætta umfarinum, sum verður á skránni sunnudag- in, sær skráin soleiðis út: KÍ-NSÍ, HB-EB/Streymur, VB-B36, GÍ-Skála og ÍF- TB. Nú líkist kapppingin sær sjálvari Nú fimm umfør eru farin um bak, er kappingin í bestu mansdeildini farin at líkjast sær sjálvari Mynd: Báður Lydersen