týsdagur 26. apríl 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
– Tað er eitt sindur
hugstoytt, at tá mann
roynir at fáa so nógv
fólk at koma til Før-
oyar fyri at uppliva
føroyskan tónleik og
at skriva um Føroyar
og føroyskan tónleik,
at mann ikki kann
fara inn og stuðla tí
fíggjarliga frá tí
almenna. Tað er eitt
sindur undarligt,
sigur Fróði Vester-
gaard, ein av høvuðs-
monnunum aftanfyri
Prix Føroyar og
Atlantic Music Event
STUÐUL TIL TÓNLEIK
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Atlantic Music Event 2005
er av, og fólk spyrja, um
tiltakið verður aftur næsta
ár. Fróði Vestergaard sigur,
Prix Føroyar er annaðhvørt
ár, og um vit skulu hava eitt
gallashow sum AME við
nomineringum, so má tað
verða hvørt ár.
– Men tað er ein spurn-
ingur um arbeiðsorku og
pengar. Trupulleikin hjá
okkum er, at tað er sera
trupult at fáa fíggjarligan
stuðul til bæði Prix Føroyar
og Atlantic Music Event, tí
teir, sum játta pengarnar
siga, at hetta er ein almenn-
ur stovnur ella fyritøka við
tað, at Norðurlandahúsið,
Sjónvarpið og Útvarpið
skipa fyri saman við FUT.
Hetta sjálvt um alt tað, sum
er í tiltakinum, er privat,
sigur Fróði Vestergaard,
samskipari.
Undarlig reglugerð
Fróði Vestergaard sigur, at
allir bólkarnir eru privatir,
og at roynt verður at mark-
naðarføra teir, men Vinnu-
framagrunnurin kann til
dømis ikki stuðla Atlantic
Music Event, tí tað verður
ikki hildið, at tiltakið er
vinnuligt.
– Men vit meina, at tað er
vinnuligt. Tað er vinnuligt
at marknaðarføra føroyskan
tónleik. Tað er ein undarlig
reglugerð, sum er galdandi
har, tí um vit fingu eitt
sindur av pengum har, so
kundi mann havt Atlantic
Music Event á hvørjum ári.
Og Vinnumálaráðið hevur
heldur ikki stuðlað tí, sigur
Fróði Vestergaard.
Privatur kapitalur
– Føroya Sparikassi hevur
sjálvandi verið inni sum ein
av teimum stóru sponsor-
unum og stuðla okkum við
pengum. Og so er tað At-
lantic Airways, sum ger tað,
at vit kunnu flúgva út í
heimin. Orsøkin til, at
Atlantic Airways stuðlar
tiltakinum er sjálvandi fyri
at stuðla føroyskum tón-
leiki og fyri at fáa fleiri fólk
at ferðast til Føroyar, sigur
Fróði Vestergaard.
Um mentanin
blomstrar...
– Lat okkum siga, at vit
gera eina konsert í Vega.
Har koma 500 fólk. Kanska
eini 80 av teimum fingu
hug at fara til Føroyar
aftaná at hava upplivað før-
oyskan tónleik í Vega, og
hesi fólkini fylla eitt flog-
far. So ringvirkningarnir
eru so øgiligir. Um tað er
gott tónleikalív í Føroyum,
og um mentanin í Føroyum
blomstrar, jamen so er tað
nógv meira spennandi at
fara til Føroyar sum ferða-
maður, sigur Fróði Vester-
gaard.
Hugsa ov snævurt
– So vit mugu hugsa eitt
sindur longri enn bara at
siga at »hetta her er ikki
vinnuligt.« Mann hugsar ov
snævurt. Men takk til
Sparikassan og Atlantic.
Aðrir sponsorar eru faktiskt
komnir niðrifrá. So vit
kunnu siga, at tað eru til-
førdir øgiliga nógvir pengar
útifrá til Føroyar. Landið
fær jú eisini pengar inn upp
á MVG og so víðari. Tí er
tað eitt sindur hugstoytt, at
tá mann roynir at fáa so
nógv fólk at koma til Før-
oyar fyri at uppliva før-
oyskan tónleik og at skriva
um Føroyar og føroyskan
tónleik, at mann ikki kann
fara inn og stuðla tí fíggjar-
liga frá tí almenna. Tað er
eitt sindur undarligt, sigur
Fróði Vestergaard.
Prixið og AME sakna
almennan stuðul
– Tað er ein undarlig reglugerð, sum er galdandi har, tí um vit fingu eitt sindur av pengum har, so kundi mann havt Atlantic
Music Event á hvørjum ári, sigur Fróði Vestergaard, sum er ein av høvuðsfyriskiparunum av Atlantic Music Event
Mynd: Jens Kr. Vang