Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. apríl 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 77 - 26. apríl 2005 Tríggjar góðar fram- førslur vóru til finaluna í Prix Før- oyum, og dómararnir, sum hesaferð bara vóru útlendskir, valdu GoGo Blues til vinnara. Finalan hevði tað mesta – handverkararock, føroyskan blues og popp við broddi í PRIX FØROYAR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað brakaði og bleiktraði, tá ið teir tríggir finalistarnir í Prix Føroyum fór á pallin í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. Terji Rasmussen og Eyð- un Nolsøe svaraðu hørðum atfinningum aftur við sterkum framførslum, men ungi bluesgittaristurin Uni Debess kláraði tó at stinga høvdið upp um teir og vinna kappingina. Prix Føroyar finalan var hesaferð partur av einum størri showi, men tað rigg- aði væl at hava teir tríggjar finalubólkarnar at spæla fyrst og síðani fara víðari í tekstinum. Handverkarar bukaðu alt upp á pláss Terji Rasmussen hevði fingið heiðurin at leggja fyri, og tað gjørdi hann við síni bestu framførslu í Prix- num í ár. Terji tóktist verða ser- stakliga væl upplagdur, og bólkurin koyrdi sum ein vælsmurd maskina. Rock- tónleikurin sat sum fótur í hosu, og hóast sangirnir sjálvir ikki eru teir bestu, sum Terji hevur skrivað, vóru teir framførdur so sannførandi, at tað mundi fanga bæði teir ivasomu tannáringarnar og tey frið- arligu hampafólkini har aftur í salinum. Terji svaraði við sínari framførslu teimum atfinn- ingunum, sum serliga hann og Eyðun Nolsøe hava fingið frá ummælarum og viðmerkjarum, og tað gjørdi hann bæði við eini framúr góðari framførslu og við at lata seg í sum ein rættur handverkari – við smekkubuskum, t-shirt, málibandi og hamara. Hetta var ein viðmerking til, at teir garvaðu bólkarnir hava fingið skotið í skógv- arnar, at teir eru meira handverk enn úttrykk. Men handverkararnir í Terji Bygg bukaðu alt upp á pláss við síni framførslu leygarkvøldið. Uni læt gittaran snakka GoGo Blues hevur funnið sín samleika við tónleikin- um hjá Una Debess, og við honum sum frontmanni hevur bólkurin eisini møguleika at gerast væl umtóktur millum bæði ung og gomul. GoGo Blues spældi góðan og svingandi blues- rock til finaluna í Prixnum. Teir løgdu fyri við einum instrumentalum lagi, sum pumpaði allan vegin, hóast ein vilstur strongur royndi at leggja forðingar í vegin. Fyrsta lagið var rættur bluesrockur, men so fóru Uni og teir eitt sindur aftur til røturnar við einum sorg- blíðum og tungum blues- ara, sum vísti at bólkurin Teir gomlu svaraðu aftu Blues – aldargamli tónleikur, sum føroyingar ongantíð av álvara hava tikið til sín – situr nú á Prix-trúnuni anno 2005, og tað hevur ungi tónleikarin Uni Debess størsta heið Handverkararnir í Terji Bygg bukaðu alt upp á pláss við síni framførslu leygarkvøldið Mynd: Jens Kr. Vang