týsdagur 26. apríl 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ikki bara dugir at seta ferð
á, men eisini kann steðga
eitt sindur á og spæla við
stórum kenslum og innilig-
um tónum.
Seinasti sangurin var
aftur ein meira lívligur
sangur, har Uni sang meira
enn í teimum báðum und-
anfarnu løgunum. Tón-
leikurin var í miðdeplinum,
gittarin slapp fyrst og
fremst at snakka, og tað
gjørdi GoGo Blues til ein
heilt serligan bólk hetta
kvøldið.
Betri endi enn byrjan
Eyðun Nolsøe var seinastur
av teimum trimum finalist-
unum, og hann var tann
mest popputi av teimum.
Framførslan hjá Eyðun
endaði betur, enn hon byrj-
aði. Fyrsti sangurin var
mest sum ov hampuligur og
fittur at seta hol á við, men
bólkurin vísti tó, at teir
hava tríggjar sera góðar
sangarar. Kim Hansen legði
eitt sindur óvæntað fyri
sum sangari, Jens Marni
Hansen tók yvir, áðrenn
Eyðun Nolsøe sum tann
triði kom á vøllin – tað er
neyvan nakar annar popp-
bólkur sum kann manna so
sterkt vokallið sum Eyðun
Nolsøe og Showmenn.
Eyðun Nolsøe spældi
tríggjar sangir, sum hann
áður hevur spælt í Prixnum,
og eftir tann fyrsta sangin
kom eitt sindur meira lív í,
og bólkurin fekk luft undir
veingirnar.
Seinasti sangurin byrjaði
við einum útvarpsbroti, har
nakrar av viðmerkingum,
sum hava verið um serliga
Eyðun Nolsøe og Terja
Rasmussen, rungaðu aftur
við bleiktrandi ljósum. »Í
kvøld doyði føroyskur tón-
leikur«, »eg vildi spýggja«
og so víðari ljóðaði tað,
áðrenn sangurin »So nógv-
ar røddir« drønaði avstað.
Hetta mundi vera besti og
mest fangandi sangurin í
Prix-finaluni, og fram-
førslan hjá Eyðuni endaði
so væl, sum hon kundi
gera.
Uni á toppinum
Vinnarin av Prix Føroyum
gjørdist GoGo Blues, og
tað var væl uppiborið. Uni
Debess og hansara menn
spældu sera væl, og blues-
tónleikurin hjá teimum er –
so løgið tað ljóðar – ein
hugalig nýskapan í før-
oyskum tónleiki.
Blues – aldargamli tón-
leikur, sum føroyingar ong-
antíð av álvara hava tikið til
sín – situr nú á Prix-trún-
uni anno 2005, og tað hevur
ein ungur tónleikari og
fyrrverandi
lastbila-
mekanikari størsta heiðurin
av.
Uni Reinert Debess er
ein eyðagóður og dugnalig-
ur tónleikari, sum arbeiðir
miðvíst og seriøst við sín-
um tónleiki, og hann er ein
verdugur vinnari av Prix
Føroyum 2005.
Seinasta dømingin
dumpaði
Dømingin í finaluni var
øðrvísi enn í teimum fimm
innleiðandi kappingunum.
Dømt var eftir somu treyt-
um, men ístaðinfyri 10 før-
oyskar dómarar vóru tað í
finaluni 23 útlendskir dóm-
arar og eingir føroyskir.
Teir føroysku dómararnir
høvdu fingið sekkin.
Men at lata tríggjar før-
oyskar bólkar spæla til eitt
stórsligið føroyskt tiltak,
sum bara er framleitt av
føroyingum, og so lata út-
lendskarar dómarar hava alt
at siga, virkar illa umhugs-
að. Vanliga hava útlendskir
gestir dømt saman við før-
oyingum, og tað hevur
hóskað seg væl, men bara
at hava útlendskar dómarar
er nærmast ein háðan av
bólkunum í finaluni.
Hvussu
nógv
mundu
dómararnir skilja av fram-
førsluni hjá Terja Rasmus-
sen og Eyðuni Nolsøe, har
orð, føroyskir tekstir og
speiskar
viðmerkingar
spældu ein týðandi leiklut?
Víst skulu vit hugsa um
útlandið við okkara tón-
leiki, men at koyra allar teir
føroysku dómararnar burt-
ur úr og lata útlendskar
gestir, sum nógvir eru
komnir til Føroya at leita
eftir onkrum heilt serligum,
einsamallar finna vinnaran
í Prix Føroyum, var ikki
besta loysnin.
Nr. 77 - 26. apríl 2005
23
Uni Debess fótaði sær,
hóast ein strongur fór
av stemningi undir
framførsluni í Prix
Føroyar finaluni.
Hann heldur, at tað
besta við at vinna var,
at hann fekk eina viku
í góðum studio
VINNARI
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Oddamaðurin í bólkinum
GoGo Blues var ein sera
glaður maður, eftir at
Atlantic Music Event
hevði
verið.
Hansara
bólkur var kosin at vera
tann besti í eini atkvøðu-
greiðslu um eina AME-
virðisløn, og hann vann
Prix Føroyar kappingina.
– Tað var fantastiskt.
Tað besta við at vinna
Prix Føroyar var, at vit
fingu eina viku í einum
góðum studio. Tað var
akkurát tað, sum vit
høvdu brúk fyri, tí vit
hava nógv tilfar liggjandi,
sum vit vilja hava spælt
inn, sigur Uni R Debess.
– Eg helt, at tað var
ómøguligt, at ein bólkur,
sum spælir blues-tónleik,
kundi vinna Prix Føroyar.
Strongur gleið
Undir fyrsta sanginum
leygarkvøldið fór ein
strongur á gittaranum hjá
Una av stemningi, og tað
kom rættiliga upp á tvørs,
men hann kláraði tó at
fóta sær og fekk strongin
upp á pláss aftur.
– Tá ið tú spælir
improvisatións-tónleik,
liggur tú allatíðina á
eggini, men tú klárar altíð
at lofta tær onkursvegna.
Soleiðis skal tónleikur
verða, heldur Uni Debess.
–
Eg
væntaði,
at
strongurin, sum gleið, fór
at vera ein vansi í døm-
ingini, og tí hevði eg als
ikki væntað at vinna
kappingina
–
hvørki
áðrenn ella aftaná.
Men tað gjørdist ikki
avgerandi, og Uni vann
hóast alt.
Mánadagin tók Uni sær
av løttum eftir eitt strævið
vikuskiftið, men í dag
stendur aftur tónleikur á
skránni,
tí
hann
og
bólkurin skulu fyrireika
seg til eina ferð til Grøn-
lands í næstu viku.
ur – men tann ungi vann
Uni í sjeynda blues-himli
ðurin av
Mynd: Jens Kr. Vang
Eyðun Nolsøe endaði
Prix Føroyar finaluna
við helst besta og mest
fangandi sanginum í
finaluni yvirhøvur
Mynd: Jens Kr. Vang