Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-26, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. apríl 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 77 - 26. apríl 2005 Teitur Lassen gjørdist stóri vinnarin, tá AME heiðurslønirnar vóru handaðar leyg- arkvøldið. Teitur vann fýra av teimum 14 heiðurslønunum. Festivalar hava bjóð- að bólkum at spæla og Vega í Keyp- mannahavn er eisini áhuga í ávísum bólk- um AME 2005 Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Atlantic Music Event fór fram í Norðurlandahúsin- um leygarkvøldið í sam- band við endabrestin í Prix Føroyar kappingini. AME heiðurslønir vóru handaðar fólki innnan føroyskt tón- leikalív og Teitur Lassen gjørdist stóri vinnarin, tá hann vann sær 4 av teimum 14 heiðurslønunum. Teir ymsu festivalarnir her heima og í grannalond- unum valdu sær luttakarar úr rúgvuni av føroyskum fyrstafloks tónleiki og VEGA í Keypmannahvan er áhuga at endurtaka væl- eydnaða tiltakið frá í fjør - Atlantic Music Event - har Gestir, Eivør og Makrel spældu. Men hesaferð verða tað 200, Makrel og Gestir. AME Listakvinnan Vígdis Peter- sen hevði evnað til ein prýðislut, har AME stóð á. Soleiðis fullu AME heið- urslønirnar. Besta fløga: Teitur Lass- en, Poetry & Aeroplanes Mest spælda lag í ÚF: Páll Finnur Páll, Forelsk- aður sjónleikari Mest selda fløga: (Fín- teljing fer fram millum Týr og TrøllaPætur) Besta átak uttanlands; Teitur Lassen Herðaklappið: Teitur Lassen Besti prodúsari: Óli Poulsen Besti fløguhúsi: 200, Viva la republica Besti trummuleikari: Rógvi á Rógvu Besti bassleikari: Arnold Ludvig Besti ljómborðspælari: Kim Hansen Besti guitarleikari: Ras- mus Rasmussen Besti bólkur: GoGo Blues Besta lag: Teitur Lassen, Josephine Besti sangari: Eivør Pálsdóttir Festivalar Ein av gularótunum hjá tónleikarum er, at umboð frá ymsum festivalum eru til staðar til AME, og skulu velja sær bólk at leika á sínum festivalum í summar. Soleiðis valdi umboðini: Svøríki, Peace and Love festival: Eivør Pálsdóttir Klaksvík, Summarfesti- valurin: Týr Danmark, Nibe Festival- urin: Høgni Lisberg Danmark, Jelling Festi- val: Eivør Pálsdóttir Gøta, G!: GoGo Blues Grønland, Nibia: 200 Grønland, (Navnið er okkum ógreitt): Eivør Páls- dóttir og Guðrun Sólja Jacobsen Noreg, Storås Festival: Makrel Afturat hesum hevur Vega í Keypmannahavn sum nevnt víst áhuga og seinni verður konsert har við Gestum, Makrel og 2oo. Dagfesting er ikki ásett enn. Teitur stóri vinnarin Niels Holm, stjóri í Norðurlandahúsinum, handar pápa Teit Lassen, Jógvan Páll Lassen, tær fýra AME virðislønirnar, ið Teitur vann Páll Finnur Páll fingu virðisløn fyri mest spælda lag í Útvarpi Føroya