Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-26, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. apríl 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 77 - 26. apríl 2005 25 Sum vera man, so var lagið á vágbingum gott, tá teir løgdu leiðina aftur til Vágs við trimum stigum. - Hatta gekk akkurát, sum vit vildu hava tað. Spælið hjá Skála er akkurát tað, sum Jóhan Nielsen dugir best. Teir spæla, sum GÍ gjørdi fyri nøkrum árum síðani, og tí vistu vit, hvørjum vit skuldu ansa eftir. Og hvat var so tað? - Fyrst og fremst ansaðu vit eftir teimum báðum áleyparunum, soleiðis at hesir ikki fingu pláss at spæla á. Tað eydnaðist, og tá miðvøllurin so eisini stóð heilt væl, so fingu vit stórt sæð hildu teir heilt burturi frá nøkrum møguleikum yvirhøvur, helt royndi málverjin. Um úrtøkuna, sum nú er sjey stig í fimm dystum, sigur Bjarni, at tað kunnu teir helst vera nøgdir um. - Har er øgiliga tætt í løtuni, so ein sigur ella eitt tap kann skjótt broyta alt, men í løtuni liggja vit hampuliga væl fyri. Tað sær bara út til, at vit eru betri úti enn heima, og tað kunnu vit kanska arbeiða nakað við. Eg veit ikki rættiliga, men kanska eru vit ikki so sterkir, tá tað eru vit, sum skulu skapa dystin. Verjan og miðvøllurin hava í øllum førum riggað væl higartil, og fáa vit so seinasta partin av liðnum at rigga, fer tað at síggja heilt gott út, helt Bjarni at enda. -jm Bjarni Jørgensen var púrasta avkláraður um avrikið, tá vit eftir dystin fingu orðið á kantspæl- aran, sum hesaferð byrjaði sum framrættaður mið- vallari í eini diamant- formatión á miðvøllinum. - Spælið hjá okkum hekk slettis ikki saman. Vit skaptu snøgt sagt einki ígjøgnum allan dystin, og tað er ikki nóg gott, staðfesti hann. Hann ásannaði, at VB kanska hevði ligið nakað aftarliga á vøllinum, og at hetta hevði darvað heimaliðnum, men hetta vildi hann á ongan hátt brúka sum nakra umbering. Og heldur ikki vildi hann vera við, at Skála á nakran hátt hevði undirmett VB. - Vit vóru bara ikki nóg góðir. Somikið einfalt er tað! Nú ræður um at gloyma hetat avrikið sum skjótast, soleiðis at vit afur eru uppi í snúningum móti GÍ komandi vikuskifti, var seinasta staðfestingin frá Bjarna Jørgensen. -jm Fakta um dystin Skála-VB 0-1 (0-0) 0-1: Nenad Zivanovic, 74. Skála: Vlada Erlipovic (Eugen Voda, 76.) – Jenel Gorgunaru, Milic Curcil, Rúni Rasmussen, Iulian Florescu – Nenad Stankovic, Pauli G. Hansen (Bárður Danielsen, 46.), Bjarni Jørgensen, Hanus Thorleifsson – Jónhard Frederiksberg, Bogi Gregersen VB: Bjarni Johansen – Mortan úr Hørg, Anders Sørensen, Michael í Lágabø, Kári í Lágabø – Símun Samuelsen (Suni úr Hørg, 90.), Evrad Ble, Milan Kuljic, Nenad Zivanovic – Poul N. Poulsen (Kenneth Kjærbo, 80), Dan Djurhuus Dómari: Suni Johansen Oddaliðið, sum týskvøldið spældi KÍ av vøllinum, mátti sunnudagin lúta fyri VB, sum við einføldum og effektivum spæli stýrdi tí mesta Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir sigurin á KÍ týs- kvøldið legði Skála seg á odda í bestu deildini. Tað plássið høvdu teir helst eisini sett sær fyri at varveita sunnudagin, men tann parturin av ætlanini miseydnaðist. Og tað so ruddiliga eisini. Hjartað gekk fyri VB hevði nevnliga gjørt sær greitt, hvussu teir skuldu taka Skála. Fyrst og fremst, so royndu gestirnir at binda fyri í verjupart- inum, har lítið og einki pláss varð latið Jónhard Frederiksberg og Boga Gregersen, og so gjørdist uppgávan alt meira trupult hjá Skála, tá tað ikki bar til at spæla upp á vanliga so vandamiklu áleypararnar. Samstundis, so megnaðu vágbingarnir eisini at standa rætt á miðvøllinum. Har hava Pauli G. Hansen og Nenad Stankovic annars verið vanir at seta treytirnar við ágangandi pressi og kvikum sendingum, men heldur ikki hetta riggaði hjá Skála. Og tá hjartað á lið- num ikki pumpar, so setir ikki nóg mikið av blóðið út til restina av liðnum. Gott kontra-spæl Samstundis, sum vágbingar soleiðis høvdu gott skil á verjupartinum, so gav hetta eisini úrslit niðaneftir vøll- inum. Longu fyri steðgin vóru ábendingar um gott kontraspæl, og tí partinum hildu teir fram við í seinna hálvleiki. Og eitt korter fyri leiklok gav hetta eisini at bíta. Dan Djurhuus, sum var mest sum einsamallur á topp- inum, varð sendur púra leysur avstað. Hann setti beina kós móti málinum, men tá hann skuldi fara framvið Vlada í málinum, varð hann rendur umkoll. Dómarin metti tó ikki, at talan var um nakra brots- gerð, men lukkutíð fyri VB endaði bólturin beint fyri føturnar á Nenad, sum uttan at himprast sendi í tóma netið. Samstundis var hetta tað seinasta, sum Skála-mál- verjin gjørdi í dystinum. Ein skaði tóktist at arga, og samanstoyturin við Dan gjørdi ilt verri, og so varð Eugen Voda, sum annars hevði hitað væl og virðiliga upp, settur at verja málið. Tóku av Málið fekk kanska Skála at rakna nakað. Í øllum førum gjørdu teir nú eina roynd at seta meira ferð á, men tað hjálpti tó ikki tað stóra. Vágbingarnir høvdu framvegis gott tak á, og tó at Skála royndi at trýsta, so gjørist talan ikki um stórt meira enn at lossa nakrar bóltar oman móti málinum, har Bjarni Johansen ikki hevði stórvegis trupulleikar. Og so varð talan um mest sum sensatión. VB, sum higartil í ár hevur havt hampuliga misjøvn úrslit, hevði skrætt Skála av tindunum. Talan var kanska ikki um tann mest raffineraða fótbóltin, men tað munnu vágbingar leggja vertin á. Teir spældu einfalt og skilagott. Teir hildu seg til setningin allar 90 minuttirnar, og so tóku teir eisini møguleikan, tá hesin beyðst. Skála-VB 0-1 (0-0): Sjokk-úrslit á Skála Betri úti Einki riggaði VB skapti eina sensatión, tá tað eydnaðist teimum at fáu fult á Skála savnsmynd