týsdagur 26. apríl 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sum rukkur
- Vit kenna okkum
Tað sigur forkvinnan
í róðrarfelagnum
Knørri, Jannie Dam
Jacobsen. Orsakað av
drotningavitjanini í
summar, er býráðið
farið undir umfatandi
arbeiði uttanfyri
Knørra neystið, og
róðrarmanningarnar
fáa ikki nýtt neystið,
fyrr enn arbeiðið er
liðugt í juni
KAPPRÓÐUR
Eydna Skaale
Fyri einum góðum mánaði
síðan fór býráðið undir
umfatandi arbeiðið, við at
seta gøtuna frá Skálatrøð
og yvir at Mullers pakkhúsi
í stand. Sonevndu lágakei
og høgakei skulu stein-
setast av nýggjum, soleiðis,
at tað verður høgligari at
ganga. Beinkir skulu setast
upp, og menn eru eisini
farnir undir at gera ein drátt
á
økinum. Tað
ljóðar
kanska deiligt og idylliskt,
men tað er ein stórur
trupulleiki fyri Róðrar-
felagið Knørr, sum orsakað
av arbeiðnum ikki fær nýtt
neystið.
Eingin hjálp frá
býráðnum
Jannie Dam Jacobsen, for-
kvinna í Róðrarfelagnum
Knørri, sigur, at umboð fyri
felagið vóru og tosaðu við
býráðið, so skjótt tey frættu
um ætlaninar.
- Vit fingu einki at vita
um ætlaninar, hóast ar-
beiðið fer fram í túninum
uttanfyri neystið í kapp-
róðrarárinum.
Men
so
skjótt vit frættu um hetta,
fóru vit til býráðið og
kravdu, at teir máttu finna
eina loysn áðrenn 1. apríl, tí
tá fóru vit út við bátinum.
Tað lovaðu teir, men so
hendi einki meir, greiðir
Jannie Dam Jacobsen frá.
Arbeiðið helt fram við
sama lag, uttan at Róðar-
felagið Knørrur hoyrdi
nakað aftur. Fleiri ferðir
hava tey sett seg í samband
við býráðið, sum hevur
lovað at finna eina loysn á
málinum. Henda loysnin er
blivin útsett og útsett, men
arbeiðið hevur hildið fram
við sama lag, og eingin
hjálp hevur verið at heintað
hjá Knørri.
Og nú kappingin fer av
bakkastokki um ein góðan
mánað er tað vónleyst hjá
felagnum at nýta neystið.
Alt túnið er borað upp, tí
tað skal steinsetast av
nýggjum. Har felagið van-
liga dregur bátin, er eisini
alt grivið upp og stórir
klettar gera, at tað ikki ber
til at ganga har, tíansheldur
at flota bátin.
- Tá tað illa ber til at
ganga á økinum, so kanst tú
ímynda tær at skula bera
ein bát, sum vigar út ímóti
200 kg. Tað er vónleyst,
sigur Jannie Dam Jacobsen.
Hon vísir somuleiðis á, at
drátturin,
sum
verður
gjørdur, ikki er ætlaður til
Róðrarfelagið Knørr, men
fyrst og fremst at vísa fram
á drotningavitjanini.
Ein stórur trupulleiki
- Sum er kunnu vit ikki
nýta neystið, tí vit sleppa
ikki á sjógv við bátunum.
Hetta er býttasta tíð av
árinum at gera eitt slíkt
arbeiðið uttanfyri eitt av
róðrarneystunum,
vísir
Jannie á.
Sum er klárar felagið seg
við lappaloysnum, men tað
er ikki betur enn næstbest.
- Neystið, sum vit nú í
staðin mugu nýta er slett
ikki
egnað.
Jarnbardur
stendur í einum neysti, har
báturin skøvast hvørjaferð
hann verður drigin út og
inn. Og tað er tvær ferðir
um dagin, tí vit eru tvær
manningar, ein kvinnu-
manning og ein mans-
manning. Báturin botnar
eisini, tá hann verður skotin
út frá, so tað eru sera, sera
vánaligar umstøður fyri
bátin, slær Jannie fast.
Og hon leggur afturat, at
ein tílíkur kappróðrarbátur
er ikki heilt bíligur.
Spurd um hetta fer at
hava nakra ávirkan á kapp-
róðrarárið hjá felagnum,
svarar Jannie, at tað dugir
hon ikki at meta um.
- Tað sigur seg sjálvt at
tað er ein stórur trupulleiki,
at vit mugu nýta eitt neyst,
har báturin fer so illa. Og
tað er eisini ein stórur trup-
ulleiki, at vit ikki kunnu
nýta okkara egna neyst. 1.
apríl, tá vit byrjaðu venj-
ingina í bátinum var ar-
beiðið longu byrjað, og tað
verður ikki liðugt fyrr enn
mitt í juni mánaði. Tá er
bara hálvurannar mánaður
eftir av kappingini, so tað
er væl møguligt at tað fær
fylgjur fyri okkara kapping,
sigur hon.
Hon sigur, at tey eftir-
hondini hava fingið nógv
lyfti um loysnir frá býráð-
num, uttan at nakað ítøki-
ligt er komið burturúr.
- Býráðið hevur í fleiri
umførum lovað, at taka sær
av trupulleikanum, men
einki hendir. Vit kenna
okkum veruliga sum rukk-
ur í hesum málinum, slær
Jannie Dam Jacobsen at
enda fast.
Nr. 77 - 26. apríl 2005
27
Meiri ivasamt er tað,
um finalan fer at
verða ímóti argja-
monnum, ella um
hon verður móti
sandoyingum
FSF STEYPIÐ
Jóannes Hansen
B68 er framvegis við í
kappingini um Løgmans-
steypið. Har ætla teir at
spíla seg út, og teir mugu
rokna við at luttaka í tí
kappingini eisini eftir, at
teir hava spælt móti Fram.
Um teir fara at røkka
finaluni fer tíðin at vísa.
Harafturímóti er lítil ella
eingin ivi um, at teir fara
at røkka finaluni í kapp-
ingini um FSF steypið.
Leygardagin spældi B68
fyrru hálvfinaluna ímóti
LÍF. Uppgerðin var í
Leirvík, og B68 vann 4-0.
Í 10. minutti setti Kristian
Anton Andreasen hol á, og
seinna partin av seinna
umfarinum fekk B68 trý
mál afturat. Miðverjin Ovi
Magnussen skoraði eftir
horna og út frá aftur, so
var Fabricio, sum hevði
verið við í fyrsta málinum,
á blettinum, og í síðsta
minutti var tað spælandi
venjarin, Julian Johnsson,
sum skoraði fínt mál.
Hann tveitti seg fram og
drønstútaði
í
kassan.
Serliga í 2. hálvleiki hekk
tað væl saman hjá B68,
sum framvegis spældi
uttan Øssur Hansen, ið er
um at vera tøkur aftur,
eftir at hann leingi hevur
verið skaddur.
Heimadysturin móti LÍF
annan hósdag ella Kristi
Himmalferðardag, tá ið
seinnu
hálvfinalurnar
skulu spælast, tykist so-
statt at verða avgreiðslu-
spurningur hjá B68. Men
tað verður stórur spenn-
ingur, tá ið AB fer til
Sands at spæla seinnu
hálvfinaluna.
Á Argjum var tað tætt
og spennandi leygardagin.
AB vann 1-0. Málið skor-
aði álopsspælarin Nicolag
Eriksen, tá ið eitt korter
var eftir. Talan var um
vakurt mál, tí eftir innlegg
megnaði hann í málteig-
inum at temja við bring-
uni,
áðrenn
hann
úr
spíksum sendi framvið
Símuni Rógva Hansen í
B71 málinum.
B71 misti miðskeiðis í
2. hálvleiki miðvallaran
Eirik Poulsen, sum sá reytt
eftir seinna gula kortið, og
í síðstu løtu noyddist eisini
miðvallarin
Sverrir
Kjærbo av vøllinum, tí
hann tvær ferðir hevði sæð
gult og harvið eisini reytt.
Tað vil siga, at teir báðir
verða leikbannaðir leygar-
dagin, tá ið fyrsta umfarið
í 2. deild verður á skránni.
Tá skal B71 aftur spæla á
Argjum, har teir ofta hava
havt trupult at fáa stig.
B68 á veg í finaluna
- Tá tað illa ber til at ganga á økinum, so kanst tú ímynda tær at skula bera ein bát, sum vigar
út ímóti 200 kg. Tað er vónleyst, sigur Jannie Dam Jacobsen
Mynd: Finnur Justinussen
sum rukkur
- Vit kenna okkum