Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-26, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. apríl 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍF megnaði at venda, tá ið tap stóð í hendi, og í síðsta enda vóru teir nærri sigrinum, enn heimaliðið í Runavík var tað FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Heldur ikki í aðru royndini eydnaðist tað NSÍ at fáa fult á heimavølli. Tað kunnu teir fyrst og fremst takka sær sjálvum fyri. Tað er væl skiljandi, at teir iðra seg um, at teir ikki tóku av, tá ið møguleikin ella rættari møguleikarnir vóru har fyri at økja um leiðsluna og har- við gera fyritreytirnar hjá mótstøðumonnunum upp- aftur torførari. Men samstundis er væl skiljandi, at teir í síðsta enda vóru nøgdir við at fáa eitt stig, tí eftir at ÍF hevðí javnað til 1-1, vóru tað teir, sum vístu størri tyngd í álopspartinum og sum har- við vóru nærri at fáa sigurs- málið, enn teir á heimaliðnum vóru tað. Fuglfirðingar tóktust ikki giraðir til verjuspæl, tá ið Birgir Sondum hevði bríkslað fyri fyrstu ferð. ÍF fekk eitt varskó beinan- vegin, men tað rein ikki á teir, og longu í 4. minutti noyddist Allan Joensen í netið eftir bóltinum. Christian Høgni Jacobsen var við nærra stólpa frammanfyri ÍF verjuna, og bólturin sang í nettakinum. Fótbóltsspælið var í 1. hálvleiki einki at reypa av. Intensiteturin var ikki ser- liga høgur, og málmøgu- leikarnir vóru fáir. ÍF hevði ongan møguleika, og NSÍ hevði ikki nógvar. Sentralu miðvallararnir hjá NSÍ vístu størri tyngd enn mót- støðumenninir, men tað var sjáldan, at tað eydnaðist at flyta bóltin millum fleiri enn tríggjar spælarar. Helgi L. Petersen, sum arbeiddi nógv, hevði onkra skot- roynd av brotsteigarmark- inum, sum fór omanfyri, og í onkurm føri var tað um reppið, at tað gjørdist vandamikið eftir innlegg úr borðunum. Hekk betri saman Eftir steðgin var heimaliðið væl upplagt. Teir funnu betri hvønn annan, og tað hevði avgjørt einki forgjørt verið í tí, um teir høvdu lagt seg framum við bæði tveimum og trimum mál- um. Miðvallarin Andy Olsen fekk gyltan møguleika, men eftir innlegg úr høgru sendi hann við høvdinum og úr góðari støðu tætt undir málinum upp um. Lítla løtu seinni legði Helgi L. Petersen av mið- strikuni og fram í tóma økið í høgru, har Gert Langgaard kom stunandi, áðrenn verjuspælararnir hjá fuglfirðingum. Gert rak væl inn í brotsteigin, og skotroyndini tóktist einki at bila burtursæð frá – og tað hevði alt at siga! - at bólturin fór dygst skeivu megin handaru stólparót- ina. Kanska skuldi Gert havt lagt upp á tvørs, men tað var einki forgjørt í, at hann royndi sjálvur, tí hann hevði runnið seg í góða støðu. Vendingin Tíðliga í 2. hálvleiki noyddist NSÍ eftir lítlari løtu at gera tvær skiftingar, tí Jústinus og Gert vóru skaddir. Tá ið 2. hálvleikur var eitt lítið korter gamalur, gjørdi ÍF eina skifting, tá ið Gunnar Nielsen varð settur inn á miðvøllin, og tað tókt- ist sum um, at skiftingarnar høvdu tað árin á NSÍ, at teir mistu góðu rútmuna, sum teir høvdu havt fyrstu løtuna eftir steðgin, og at ÍF eftir lítlari løtu fekk um endan. Stutt frammanundan at hann noyddist av vøllinum orsaka av skaða royndi Sylla, sum ikki var serliga væl upplagdur hesa ferð, úr seytjan metrum. Bólturin fór dygst framvið stólp- anum. Hetta var fyrsta royndin hjá ÍF móti mál- inum, og tá sá tað út sum um, at ÍF so at siga fekk blóð á tonna. NSÍ misti takið á mið- vøllinum. Teir vóru sperdir, og teir tiltuskaðu sær eftir lítlari løtu trý gul kort. John Thomsen var stinn- ur í vinstra verjuborði, mið- verjarnir báðir og Eyðolvur R. Petersen høvdu eisini tak á framrættaðu heima- monnunum, og tá ið útjavn- andi málið kom, var tað avgjørt ikki óvæntað. Hornsapark varð lagt innfyri úr høgru, og eftir eitt sindur av afturi og fram átti Símun Eliasen, sum áður hevur verið vanda- mikil miðvallari, síðstu tonna á, og úr tveimum metrum stýrdi hann bóltin inn um Jens Martin Knudsen. Løtuna eftir hetta hevði ÍF fleiri hálvar møguleikar. Gunnar Nielsen var einar tvær ferðir nær við, men einki spurdist burturúr. Í evstu løtu var um reppið, at akkurát innskifti Hjalmar Dalbúð, sum fyrstu ferð var á besta liðnum hjá NSÍ, stýrdi innleggi í kassan, men tað hevði mest sum verið ov nógv av tí góða, um tað hevði eydnast hjá honum. 28 Nr. 77 - 26. apríl 2005 NSÍ-ÍF 1-1 (1-0): NSÍ kendi ikki sína vitjunartíð NSÍ trýsti allan fyrra hálvleik, men teir megnaðu ikki at av- gera, og so kundu fuglfirðingarnir væl farið við øllum savnsmynd ÍF venjarin iðrar seg um, at hansara menn fyrstu løtuna ikki vóru nóg neyvir í verjuspælinum, og hann rósar teimum fyri enn eina ferð at megna at koma aftur- íaftur ÍF Jóannes Hansen Fuglfirðingar hava nógvu tey seinastu árini ikki verið kendir fyri at vera so ógvu- liga nærlagdir og ídnir, tá ið tað hevur gingið ímóti. Í so máta eru teir ikki at kenna aftur. Á Skála vóru teir aftanfyri 1-0 og 2-1, men teir megnaðu báðu ferð- irnar at svara aftur. Í Runavík legði heima- liðið seg beinanvegin fram- um, og í meiri enn ein tíma var NSÍ á odda, men so svaraði ÍF so dyggiliga aftur. - Eg var ikki nøgdur við soleiðis, sum mínir menn tóku sær av verjupartinum fyrstu løtuna og í 1. hálv- leiki yvirhøvur. Hugburð- urin og nærlagnið vóru ikki nóg stór. Eftir steðgin broyttist hetta heilt nógv. Vit fingu betri fatur á teimum, og sum 2. hálv- leikur leið, haldi eg avgjørt ikki, at tað var órímuligt, at vit megnaðu at javna, sigur ÍF venjarin, Petur Simon- sen. Næstu stóru vikuna eigur ÍF fleiri spennandi avbjóð- ingar fyri framman. Sunnu- dagin skulu teir spæla á heimavølli ímóti TB, og annan hósdag skulu teir í steypakappingini spæla ímóti HB. - Vit taka eina uppgávu í senn. TB dysturin verður torførur, og at tað ikki gongur av sær sjálvum á heimavølli, sóu vit ímóti B36. TB undirstrikaði sunnudagin, at teir ikki bara ætla sær at leggja rygg til tap. Og so verður tað spennandi at hitta meistar- arnar og steypavinnararnar í fjórðingsfinaluni í steypa- kappingini, heldur Petur Simonsen. Fakta um dystin: NSÍ-ÍF 1-1 (1-0) 1-0: Christian Høgni Jacobsen 4. 1-1: Símun Eliasen 77. NSÍ: Jens Martin Knudsen - Brynjolvur Nielsen, Óli Hansen, Dánial Hansen, Jónstein Petersen - Gert Langgaard (Einar Hansen, 53.), Helgi L. Petesen, Jústinus R. Hansen (Kári Hansen, 50.), Andy Olsen (Hjalmar Dalbúð, 87.) - Christian Høgni Jacobsen, Ike Gult kort: Helgi L. Petersen, Andy Olsen, Óli Hansen ÍF: Allan Joensen - Eyðolvur R. Petersen, Poul Ennigarð, Bartal Eliasen, John Thomsen - Fritleif í Lambanum (Gunnar Nielsen, 58.) Símun Eliasen, Høgni Zachariasen, Rúni Elttør - Sylla (Atli Petersen, 65.) Magni á Lakjuni Gult kort: Fritleif í Lambanum, Høgni Zachariasen Dómari: Birgir Sondum Spiltu seg burtur NSÍ venjarin held- ur, at hansara áttu at havt syrgt fyri, at mótbrekkan hjá ÍF gjørdist uppaftur tyngri NSÍ Jóannes Hansen NSÍ vann í fyrsta um- farinum í Gundadali móti B36. Síðani hava teir ikki fingið fult. Hesa ferð vóru teir á sigurskós, men tað eydnaðist kortini ikki at fáa meiri enn eitt stig burturúr. - Tað eru lítlar løtur, sum eru av avgerandi týdningi. Soleiðis var tað eisini hesa ferð. Vit løgdu okkum framum, og harvið gekk tað meiri fyri seg eftir okkum treytum, enn tað gekk fyri seg eftir teirra treytum. Men so leingi, sum munurin bara var eitt mál, so var alt framvegis opið. Eg var væl nøgdur við hug- burðin í 1. hálvleiki, og fyrstu løtuna eftir steðgin hekk tað væl saman. Tá skuldu vit havt avgjørt, men tí- verri eydnaðist tað ikki. Um vit tá høvdu havt økt til 2-0, so hevði mótbrekkan hjá teimum ivaleyst verið ov stór. Eg haldi, at tað kendist aftur í spælinum hjá okkara, tá ið fyrst Andy og síðani Gert noyddust at taka seg aftur, tí teir vóru skaddir í fótunum, vísir NSÍ venjarin, Trygvi Mortensen, á. Hjalmar Dalbúð, sum framvegis er unglinga- spælari, kom fyri fyrstu ferð á vøllin í lands- kappingardysti fyri besta liðið. - Vit hava fleiri ung- lingaspælarar, sum venja saman við teim- um bestu. Tað eigur at stimbra teir, um vit vísa teimum álit, og tað ætla vit at gera, staðfestir Trygvi Mortensen. Moralurin enn eina ferð í toppi