týsdagur 26. apríl 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 77 - 26. apríl 2005
29
EB/Streymur hevði
fingið skeiva beinið
úr seingini, og teir
megnaðu ongantíð at
spæla seg til opnar
møguleikar á Sev-
mýri, har heimaliðið
væl megnaði at halda
seg til tað, teir
frammanundan
høvdu avrátt
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tvørámenn hava fyri fyrstu
ferð síðani uppflytingina
fingið fulla úrtøku. Og
avrikið sunnudagin boðaði
frá, at eingin nýtist at vera
kløkkur, um TB fleiri ferðir
afturat fer at gera av við
mótstøðuliðini, sum vitja á
Sevmýri.
Hagtølini á heimavølli
higartil geva greiða ábend-
ing um, hvør stóra TB
styrkin er.
Predrag Markovic tykist
vera sannur brandur millum
stólparnar, og teir fýra í aft-
asta røð - Zivkovic, Aca,
Óli og Jon – vita, hvat tað
snýr seg um. Teir hava
royndirnar, teir hava bólt-
førleikan, og teir eru tilvit-
aðir um, hvussu liðið skal
stýrast.
Higartil hevur tað eydn-
ast serliga væl á heimavølli.
B36, sum nú er oddalið,
fekk einki mál ímóti teim-
um, og sunnudagin fóru teir
í EB/Streymi norður aftur
við ongum. Teir fingu einki
stig, teir fingu einki mál, og
tað var um at gera, at teir
høvdu
nakra
rættuliga
roynd móti málinum hjá
TB.
Fyrstu løtuna tóktist tað
sum um, at gestirnir hesa
ferð vóru grammari, enn
B36 gestirnir vóru fyri
fjúrtan
døgum
síðani.
Sonni og Sorin vóru skjótir,
meðan tað tóktist meiri
torført
hjá
teimum
á
miðvøllinum at varðveita
bóltin millum sín, so tað
ikki skuldi vera so stressað.
Hans Pauli Samuelsen
hevði
skotroynd
dygst
framvið, og í øðrum førum
var tað ikki so langt frá, at
opnir møguleikar spurdist
burturúr, tá ið støðan fram-
vegis var 0-0.
TB venjarin tykist hava
gott á sínum monnum, og
teir eru ógvuliga tilvitaðir
um
konseptið.
Tá
ið
mótstøðumenninir
hava
bóltin, eru teir skjótir at
leggja seg aftur, og tað er
stutt millum menninar og
keturnar, og tá ið TB hevur
bóltin, royna teir at varð-
veita sum longst.
Avgerðin
Hjá TB var tað dyggur
smeitur, tá ið miðvallarin
Daniel Nyarko noyddist av
vøllinum, tá ið ein stórur
hálvur tími var farin. Men
dygst undan steðginum
fingu teir málið, sum vísti
seg at hava avgerandi týdn-
ing.
Óli Johannesen, sum
tykist vera ógvuliga væl
fyri í ár, skoraði, eftir deyð-
bóltsstøðu. Olivur Abra-
hamsen taklaði eftir aftur
og fram í brotsteiginum
bóltin til landsliðsmannin,
sum smekkaði til. TB var
frammanfyri 1-0, og tað var
stórur munur á sinniligu
støðuni, tá ið liðini leitaðu
sær í TB húsið.
Eftir steðgin bóru EB/
Streyma menninir seg ikki
serliga snilt at. Frá fyrstu
løtu løgdu teir fýra menn
fram í fremstu røð. Harvið
varð tað tunnt í verjuni og
eisini á miðvøllinum, og
hetta legði upp til tað, sum
TB heldur seg hava best tak
á.
Intensiteturin hvarv, tá ið
seinna umfarið var eitt
korter gamalt. TB vann
bóltin, tá ið EB/Streymur
var á veg fram. Miðvallarin
Einar Petesen legði inn um
verjuna, har miðvallarin í
vinstru, Olivur Abraham-
sen, gjørdist leysur innan-
fyri verjuna, vann kapp-
renningina við verjuspælar-
arnar og setti eitt sindur
inni í brotsteignum framvið
Gunnari á Steig.
Fimm minuttir seinni var
TB aftur upp á spæl, og
aftur var tað Olivur Abra-
hamsen, sum var mál-
skjútti. Í brotsteiginum hjá
mótstøðumonnunum legði
álopsspælarin Emmanuel
Larby út frá til Olivur
Abrahamsen, sum sneiddi
framvið einum mótstøðu-
manni, áðrenn hann setti
bóltin í mótstøðumálið.
EB/Streymur fall full-
komuliga saman, eftir at
heimaliðið hevði skorað til
2-0 og 3-0. Olivur Abra-
hamsen hevði møguleikar
at gera hattrikk, og Emma-
nuel Larby hevði fleiri
møguleikar at økja um
leiðsluna, sum væl kundi
havt verið í tennistølunum
6-0.
Men tað kundi ikki taka
sigursrúsin frá TB við-
haldsfólkunum, tá ið tey
fóru av Sevmýri. Tey høvdu
enn eina ferð verið vitni til,
at TB í ár eigur knasandi
trygga verju, og at teir hava
venjara, sum megnar sera
væl at fáa alt tað burturúr
spælarunum, sum tað ber
til.
Teir á felagsliðnum EB/
Streymi ásannaðu, at hetta
mundi vera eitt tað ússa-
ligasta, sum teir hava víst
ella rættari sagt ikki víst,
síðani teir komu aftur í
bestu deildina.
TB-EB/Streymur 3-0 (1-0):
Hýrurin í topp á Sevmýri
Fakta um dystin
TB-EB/Streymur 3-0 (1-0)
1-0: Óli Johannesen 45.
2-0: Olivur Abrahamsen 60.
3-0: Olivur Abrahamsen 65.
TB: Predrag Markovic — Predrag Zivkovic, Aca
Petrovic, Óli Johannesen, Jón Johannesen — Búi
Mortensen (Mortan Enni, 70.), Einar Petersen, Daniel
Nyarko (Birgir Rasmussen, 33.), Olivur Abrahamsen -
Allan Poulsen (Hallur Christiansen, 80.), Emmanuel
Larbi
Gult kort: Búi Mortensen, Predrag Zivkovic
EB/Streymur: Gunnar á Steig — Ólavur Poulsen, Egil
á Bø, Fróði Clementsen, Jóhan á Stongum (Andrzej
Pacek, 46.) — Bárður Olsen, Marni Djurhuus, Gert
Hansen (Knút Vesturtún, 75.), Hans Pauli Samuelsen
— Sonni L. Petersen (Leif Niclassen, 75.), Sorin Angel
Gult kort: Hans Pauli Samuelsen, Sorin Angel, Fróði
Clementsen.
Dómari: Eiler Rasmussen
Málslúk-
urin venur
á Argjum
Olivur Abraham-
sen heldur, at sum
tað myndaðist i 2.
hálvleiki, so kundu
teir havt skorað
seks mál
TB
Jóannes Hansen
Porkeningurin
Olivur
Abrahamsen
gjørdist
dagsins maður á Sev-
mýri. Dagliga sæst hann
lítið á Tvøroyri. Hann
gongur í tekniska skúlan
í Havnini, og tað er bara
fríggjakvøld og leygar-
dag, at hann venur
saman
við
liðfeløg-
unum.
- Eg venji á Argjum.
Fyrrverandi TB spæl-
arin, Oluf Mortensen, er
venjari hjá okkum. Vit
eru tríggir TB spælarar,
og í alt eru vit 10-12
suðuroyingar. Hinir eru
úr Royn og VB/Sumba.
Tað er óneyugt at
spyrja, um tú ert nøgdur
við avrikið?
- Tað kanst tú ætla, at
vit eru. Inntil vit fingu
fyrsta málið var talan
um rættuliga tætta upp-
gerð, sum kundi fara
báðar vegir. Men eftir at
vit vóru komnir framum
2-0, var eingin ivi um, at
vit vóru betri, og vit
høvdu møguleikar at
gera eini seks mál. Men
vit kunnu væl liva við,
at vit vunnu 3-0, sigur
væl nøgdi Olivur Abra-
hamsen, sum skoraði
tvey mál og átti næst-
síðsta fótin á fyrsta
málinum.
Daniel Nyarko noydd-
ist av vøllinum, tá ið ein
hálvur tími var farin.
Hann endaði á sjúkra-
húsinum. Tað tóktist
sum um, at knæið var
løstað, men tá ið vit
frættu av Tvøroyri í gjár
var ikki greitt, hvussu
álvarsligur skaðin var.
EB/Streyma venjarin
staðfestir, at avtalur-
nar í sambandi við
deyðbóltarnar ikki
hildu, og tað var
orsøkin til týdningar-
mikla fyrsta málið
EB/STREYMUR
Jóannes Hansen
Piotr Krakowski, venjarin
hjá EB/Streymur, hevur
nógvar royndir, og hann
heldur lítið um avrikið,
sum hansara sýndu í 2.
hálvleiki.
- Avgerðin fall, tá ið teir
fingu hol á. Eg haldi, at vit
høvdu gott tak á í 1. hálv-
leiki, og vit høvdu møgu-
leikar at gera mál. Men tá
ið mótstøðumenninir hava
vunnið 3-0 ber ikki til at
siga annað, enn at teir
loystu sína uppgávu, og tað
gjørdu vit ikki.
Í 2. hálvleiki vóru tit sera
framrættaðir?
- Tað er líka mikið, um tú
tapir við einum ella tveim-
um málum. Teir høvdu sjey
menn aftanfyri bóltin mest
sum alla tíðina, og tí var
torført at spæla seg til
møguleikar.
Vit
taptu
dystin upp á fyrsta málið.
Vit høvdu tosað nógv um,
at Óli ikki skuldi fáa møgu-
leikan, tá ið teir høvdu
horna og fríspørk inni undir
málinum. Tað høvdu vit
gjørt, tí vit vistu, at hetta
kundi verða avgerandi.
Men vit gloymdu avtal-
urnar í hesum eina før-
inum, og tað taptu vit uppá,
sigur EB/Streyma venjarin,
sum fer at biðja sínar
gloyma
henda
dystin,
áðrenn teir sunnudagin
skulu í Gundadal at spæla
ímóti HB.
TB vóru bæði hægstir og bestir, tá EB/Streymur vitjaði á
Sevmýri sunnudagin
Mynd: Áki Bertholdsen
Piotr heldur hansara dummaðu seg