Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-26, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. apríl 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 77 - 26. apríl 2005 Oddadysturin millum Chelsea og Arsenal mikukvøldið gjørdist eitt vónbrot. Hvørki av liðunum megnaði at bróta ígjøgnum, og tí er munurin teirra millum framvegis ellivu stig. Manchest- er United fekk tveir leikarar riknar av vølli ímóti Everton, ið heldur óvæntað vann 1-0. Liverpool fekk eisini ein hart til- trongdan sigur PREMIER LEAGUE Stefan í Skorini stefan_skorini@hotmail.com Oddabrakið, sum øll hava bíðað eftir í longri tíð, bleiv ongantíð tann stóra fót- bóltsupplivingin. Chelsea og Arsenal møttust miku- kvøldið á Stamford Brigde, og tað endaði við málleys- um javnleiki. Arsene Weng- er hevði lagt sínum leikar- um eina við, at teir ikki skuldu gevast uttan ein ordiligan bardaga, men tað eydnaðist ikki at basa odda- liðnum Chelsea. Hagtølini góvu annars ikki Chelsea góðar vónir undan dystinum. Liðið hevur nevniliga ikki vunnið á Arsenal í landskappingini síðan 1995, tá Mark Hugh- es skoraði sigursmálið, og John Terry var bóltadrong- ur við síðulinjuna. Arsenal hevði hvørki toppskjúttan í deildini, Thierry Henry, ella verju- leikaran Sol Campbell tøk- ar vegna skaða. Dysturin var lívligur, og bæði liðini høvdu góðar málmøguleikar. Robert Pires rakti tvørtræið eftir bert trimum minuttum, og sami Pires bjargaði eisini á málstrikuni frá Gudjohnsen í fyrra hálvleiki. Chelsea hevur nú hildið málið reint í 23 landskappingardystum í ár, og tað er ájavnt við gamla metið, sum júst Arsenal eigur. Mourinho segði í vikuni, at hann fegin vil avgera meistaraheitið sum skjót- ast, so at liðið kann konsen- trera seg 100 % um hálv- finaluna í Champions League ímóti Liverpool, men teir bláu úr London mugu í øllum førum bíða tvey umfør enn. Javnleikurin hevur við sær, at Chelsea ikki kann tryggja sær meistaraheitið komandi vikuskiftið, tá teir møta Fulham. Men við fimm dystum eftir og ellivu stigum á muni, er tað bert ein spurningur um tíð. United misti høvdið Manchester United hevur tryggjað sær sæti í FA-Cup finaluni, men liðið má møguliga taka til takkar við einum triðja plássi í lands- kappingini. United stillaði upp við sterkastu manning, sum var tøk, á útivølli ímóti Ever- ton, ið harðliga hevur brúk fyri stigum fyri at røkka Champions League. Everton megnaði at vinna 1-0 og liggur tí væl fyri at vinna sær sæti í meistarakappingini kom- andi ár. Tað var gamli mál- revurin Duncan Ferguson, ið skoraði einasta málið í dystinum tíggju minuttir inn í seinna hálvleik. Eftir hetta royndi Man- chester United at leggja trýst á heimaliðið, men tá Gary Neville fekk reytt kort miðskeiðis í seinna hálv- leiki fyri at sparka bóltin eftir áskoðarunum hjá Everton, var torført hjá teimum at fáa útjavnandi málið. Í seinasta minutti fekk eisini Paul Scholes reytt kort fyri at gera seg inn á Tim Cahill, og so endaði United við bert níggju monnum. Ósigurin hevur við sær, at United nú er fýra stig aftanfyri Arsenal á øðrum plássi. Liverpool kær- komnan sigur Liverpool var á útivølli ímóti Portsmouth, og ein sigur var eitt ófrávíkiligt krav, um teir skulu gera sær vónir um Champions League komandi ár. Venjarin hevði heldur óvæntað sett Steven Ger- rard, ið brendi brotsspark ímóti Tottenham leygar- dagin, á bonkin, men tað vísti seg at vera ein skila- góð avgerð, tí Liverpool vann dystin. Fernando Morientes legði Liverpool framum eftir bert fýra minuttum, tá hann skoraði í aðru atløgu eftir innlegg frá Riise. Hálvan tíma seinni javnaði Diomansy Kamara. Liverpool hevur klárað seg sera illa á útivølli í ár, men hesuferð gekst betur í hond. Luiz Garcia skoraði sigursmálið beint fyri steðgin. Liverpool fór tí framum Bolton uppá fimta pláss, tó framvegis trý stig aftanfyri Everton, ið eisini hevur ein dyst til góðar. Bolton leikti týskvøldið 1-1 á heimavølli ímóti botnliðnum Southampton. Stelios Giannakopoulos legði Bolton framum men Kevin Phillips javnaði í seinna hálvleiki. Bolton megnaði tí ikki at elta Everton á fjórða plássi. Norwich gjørdi ein vørr Fyri hálvari aðru viku síð- ani vann Norwich á heima- vølli ímóti Manchester United. Mikukvøldið var Newcastle á skránni, og botnliðið endurtók bragdið. Hesuferð við einum 2-1 sigri. Youssef Safri hevði lagt heimaliðið á odda mið- skeiðis í seinna hálvleiki við einum langskot, men Patrick Kluivert javnaði, tá teir níti minuttirnir vóru farnir. Norwich, ið hevur liðið aftast seinastu mánaðirnar, gavst tó ikki so, og dýrasti spælari felagsins, Dean Ashton, fekk sigursmálið í allar seinasta álopinum. Norwich er nú bert tvey stig frá niðurflyting, og tað sær út til at blíva ein bein- harður dystur um plássini í bestu deildini. Eitt annað botnlið megn- aði at fáa eitt stig við sær aftur av White Hart Lane, har Tottenham tók ímóti West Bromwich Albion. Gestirnir komu tó framum í fyrra hálvleiki við máli frá Zoltan Gera. Robbie Keane hevur innstillað kanónina aftur, og hann fekk útjavn- andi málið í seinna hálv- leiki. Blackburn sigraði á Crystal Palace. Norðmað- urin Morten Gamst Peder- sen fekk einasta málið í dystinum, og Blackburn hevur við hesum sigrinum so at siga tryggjað sær sæti í bestu deildini. Aðrir meira týdnings- leysir dystir hetta umfarið vóru millum Aston Villa og Charlton, ið leiktu málleys- an javnleik, og Manchester City og Birmingham, har City vann 3-0. Middles- brough og Fulham spældu javnleik 1-1 týskvøldið. Ársins lið í Eng- landi funnið Chelsea hava fýra leikarar á ársins liði í Englandi, Manchester United og Arsenal hava tveir leikarar á liðnum hvør. Ársins lið í Premier League sær sambært leikarafelagnum soleiðis út. Petr Cech (Chelsea) Gary Neville (Man Utd) John Terry (Chelsea) Rio Ferdinand (Man Utd) Ashley Cole (Arsenal) Shaun Wright-Phillips (Man City) Steven Gerrard (Liver- pool) Frank Lampard (Chel- sea) Arjen Robben (Chelsea) Thierry Henry (Arsenal) Andy Johnson (C Palace) -NuD John Terry besti leikari í Englandi Á samkomu sunnukvøld- ið varð kunngjørt at leik- arar í Englandi hava valt miðverjan og liðskiparan hjá Chelsea John Terry til ársins leikara. Felagið hjá leikarunum skipar hvørt ár fyri PFA Player of the year at- kvøðugreiðsluni. Í ár varð atkvøtt millum Chelsea leikararnar Petr Cech, Frank Lampard og John Terry, Arsenal fram- herjan Thierry Henry, Liverpool liðskiparan Steven Gerrard og Crys- tal Palace framherjan Andrew Johnson. Í ár var tað 24 ára gamli Terry sum fekk heiðurin. Terry hevur havt eitt frálíkt ár. Har hann saman við liðfeløg- unum hevur vunnið Liga Cup, er væl ávegis at tryggja sær enska meist- araheitið og mikudagin spælir móti Liverpool í hálvfinaluni í Champions League. Manchester United framherjin Wayne Roo- ney vann heiðurin sum besti ungi leikari. -NuD Barthez dømdur fyri at spýta Franski málverjin Fabien Barthez er dømdur seks mánaða leikbann fyri at spýta á ein dómara. Ekstrablaðið skrivar, at franska fótbóltssamband- ið avhoyrdi Barthez í gjár, og í dag varð støða tikin til, at kendi mál- verjin skal hava leikbann í seks mánaðir, harav helvtin er treytað. Tað var í vinardystin- um millum Wydad Casa- blanca úr Marokko og Olympique Marseille í februar, at Fabien Barthez spýtti á dómaran Abdellah El Achiri. -hkm Mourinho: Eg haldi við Arsenal Chelsea venjarin José Mourinho sigur, at hann heldur við Arsenal ímóti Tottenham mánakvøldið. Hóast ein sigur til Totten- ham ger Chelsea til enskar meistarar. Mourinho gerst alsamt løgnari, og nú ber av. Við www.chelseafc.com sigur venjarin. At hann vil vinna hvørja ferð, og veit at vinna Arsenal ikki mánakvøldið, verða Chelsea spælararnir ikki nóg uppsettir ímóti Bolton næsta vikuskiftið, og vinna tí kanska ikki. Tí vil hann, at Arsenal skulu kappast við um meistaraheitið longst møguligt. -NuD Bowyer harðari dóm Lee Bowyer og Kieron Dyer úr Newcastle ruku í krovið á hvørjum øðrum í dysti móti Aston Villa fyri nøkrum vikum síð- ani, og nú hevur Lee Bowyer fingið aðrar tríggjar dagar í leikbanni. Ekstrablaðið skrivar, at enska fótbóltssambandið FA hevur gjørt av, at Lee Bowyer hevur ikki verið fótbóltinum at frama, heldur tvørturímóti, og umframt eitt trý daga leikbann skal Bowyer eisini rinda bót upp á 327.000 krónur. Lee Bowyer hevur longu frammanundan fingið fýra daga leik- bann, og hann hevur mist sína løn frá Newcastle í seks vikur, svarandi til 2,2 milliónur krónur. -NuD Ferguson: Ruud fer ongan veg Manchester United venj- arin Sir Alex Ferguson sigur við Soccernet.com, at hann ongar ætlanir hevur um at selja tann besta framherjan í Evropa til Real Madrid Tíðindi vóru annars frammi um at Man- chester United og Real Madrid fóru at gera ein býtishandil. United fekk Michael Owen og Madrid fekk Ruud Van Nistelroy. Hetta verður sambært Ferguson av ongum. -NuD± Vónbrot í oddabraki Joe Cole og Patrick Vieira í hornatøkum. Tá avtornaði, endaði alt, sum tað byrjaði, tá Chelsea og Arsenal brustu saman mikukvøldið í farnu viku Mynd: Reuters