týsdagur 26. apríl 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Chelsea hevur sligið
fast við sjey tumma
seymi, at tað er besta
liðið í Onglandi í ár.
Wayne Rooney skor-
aði ársins mál ímóti
Newcastle, og United
andar aftur Arsenal í
nakkan í kappingini
um annaðplássið. Í
botninum er líkt til,
at vit fáa ein sannan
gysara móti endanum
av kappingini
PREMIER LEAGUE
Stefan í Skorini
stefan_skorini@hotmail.com
Jose Mourinho kann nú
fegnast um, at hann bert er
tvey stig frá at tryggja sær
meistaraheitið. Hetta kunnu
hansara menn gera, tá teir
møta Bolton leygardagin.
Chelsea kann tó tryggja
sær fyrsta enska meistara-
heitið í fimmti ár, um Arse-
nal ikki vinnur á Tottenham
mánakvøldið.
Mourinho
hevur tó sagt, at hann fer at
heppa á Arsenal mána-
kvøldið, tí at so verða hans-
ara menn enn meira upp-
settir at vinna ímóti Bolton.
Leygardagin var Fulham,
sum liggur í tyngra endan-
um á stigatalvuni, á vitjan á
Stamford
Bridge.
Ein
tryggur 3-1 sigur til Chel-
sea var ikki yvirraskandi
fyri nakran. Joe Cole, ið
hevur fingið eitt gjøgnum-
brot seinastu mánaðirnar,
legði heimaliðið á odda,
men veteranurin John Coll-
ins javnaði fyri Fulham
stutt fyri steðgin.
Í seinna hálvleiki var
Chelsea spælstýrandi, og
við málum frá Frank Lam-
pard (hansara tíggjunda
mál
í
landskappingini
higartil) og Eidur Gudjohn-
sen tryggjaðu teir sær sig-
urin.
United aftur á
sigurskós
Manchester United hevði
tapt tveir teir seinastu
landskappingardystirnar,
áðrenn farið varð á vøllin
ímóti Newcastle sunnu-
dagin, og hendan gongdin
skuldi broytast.
Tað var tó Newcastle, ið
legði seg framum við máli
frá Darren Ambrose, og
støðan var eisini 1-0 til
gestirnar í steðginum.
Wayne Rooney hevur
havt nakrar strævnar vikur
við alskyns ótespiligum
tabloid-forsíðum, ið hava
lagt hann undir at sláa unn-
ustuna og harðligt náttarlív.
Rooney hevur svarað aftur
við einum rættarmáli ímóti
The Sun. Men sunnudagin
vísti hann sítt virði á
vøllinum, tá hann fluktaði
bóltin í netið úr 25 metra
fjarstøðu. Eitt tað vakrasta
málið higartil í kappingini.
Hetta gav United blóð á
tonna, og Wes Brown fekk
sigursmálið
við
sínum
fyrsta landskappingarmáli
nakrantíð.
Liverpool snávaði
Liverpool hevur higartil
havt eitt heldur soltið kapp-
ingarár, og hendan gongdin
helt fram leygardagin, tá
liðið var á vitjan hjá botn-
liðnum Crystal Palace.
Eingin roknaði við, at
Liverpool fór at fáa ein
lættan dyst, tí at Crystal
Palace framvegis hevur alt
at stríðast fyri. Og tað
skuldi vísa seg, at Liver-
pool
ikki
megnaði
at
knógva tí hart leikandi
Crystal Palace liðnum.
Landsliðsleikarin Andrew
Johnson skoraði einasta
málið í dystinum í fyrra
hálvleiki.
Venjarin Rafael Benitez
kærdi sína neyð eftir dystin
og vildi vera við, at dóm-
arin hevði loyvt alt ov hørð-
um spæli frá heimaliðnum.
Hetta hevði millum annað
við sær, at Milan Baros
mátti fara av vølli við skaða
í fyrra hálvleiki, og hann er
ivasamur til hálvfinaluna í
Champions League ímóti
Chelsea mikukvøldið.
Liverpool hevur bert
fingið eitt stig í trimum
teimum seinastu lands-
kappingardystunum, og tað
hevur tikið broddin av
teirra roynd at vinna sær
Champions League pláss
komandi ár.
Everton hevur nú sera
góð kort á hondini at
tryggja sær fjórða plássið.
Tíðliga leygardagin hevði
Everton vitjan av Birming-
ham, og endaliga støðan
gjørdist 1-1.
Emile
Heskey
legði
Birmingham á odda fimm
minuttir inn í dystin. Hend-
an støðan helt sær heilt til
fimm minuttir fyri leiklok,
tá
veteranurin
Duncan
Ferguson fekk útjavnandi
málið. Ferguson skoraði
eisini sigursmálið ímóti
United leygardagin, og
leiðslan í Everton um-
hugsar nú at geva tí luft-
sterka áleyparanum ein eitt
ára sáttmála í summar.
Everton er nú fýra stig
frammanfyri Liverpool og
Bolton, sum spældi 1-1
ímóti Aston Villa. Everton
hevur harafturat ein dyst til
góðar.
Tvey botnlið vunnu
Merkisvert er at síggja í ár,
at enn hava øll botnliðini
nakað at spæla fyri. Og um
vikuskiftið vunnu tvey av
botnliðunum sínar dystir.
Fyrst var tað Crystal
Palace, ið vann á Liverpool.
Síðani var tað Norwich,
sum í evstu løtu fekk
tryggjað sær sigurin ímóti
Charlton. Tað var sviin
Mathias Svensson, ið fekk
sigursmálið hjá uppflytar-
unum.
Hesi bæði liðini fóru tí
framvið bæði Southampton
og West Bromwich Albion,
sum nú eru á ávikavist
aftasta og næstaftast plássi.
West Brom var á vitjan
hjá Middlesbrough, ið eltir
eitt pláss í UEFA Cup kom-
andi ár, og tað gjørdist ein
4-0 sigur til heimaliðið.
Szilard Nemeth fekk tvey
av málunum, og Hassel-
baink og Downing fingu
hvør sítt.
Southampton
leikti
sunnudagin lokaluppgerð
ímóti arvafíggindunum úr
Portsmouth, sum seinastu
árini hevur givið Sout-
hampton
kapping
sum
einaráðandi á suðurstrond-
ini. Hesir dystirnir hava
ofta
verið
merktir
av
trupulleikum við áskoðar-
um, men soleiðis var tó ikki
hesuferð.
Portsmouth
vann
ein
greiðan 4-1 sigur, og tað
hevur við sær, at Ports-
mouth kann draga andan
lættari, nú teir hava tryggj-
að sítt pláss í bestu deildini.
Øll málini fullu innanfyri
fyrsta hálva tíman. Fyrst
legði Yakubu heimaliðið
framum, áðrenn Arjen van
Zeeuw økti til 2-0. Henri
Camara minkaði til 2-1,
men Lomano Tresor Lua
Lua skoraði tvey mál innan
fyri fimm minuttir til enda-
liga úrslitið 4-1.
Blackburn og Manchest-
er City leiktu 0-0 í tí sein-
asta dystinum hetta viku-
skiftið. Í morgin møtast
Arsenal og Tottenham á
Highbury.
Nr. 77 - 26. apríl 2005
31
Úrslit, Premier League
19. apríl
Aston Villa-Charlton
0-0
Manchester City-Birmingham
3-0
Norwich-Newcastle
2-1
Portsmouth-Liverpool
1-2
Tottenham-WBA
1-1
Blackburn-Crystal Palace
1-0
Chelsea-Arsenal
0-0
Everton-Manchester Utd.
1-0
23. apríl
Everton-Birmingham
1-1
Chelsea-Fulham
3-1
Aston Villa-Bolton
1-1
Blackburn-Manchester City
0-0
Crystal Palace-Liverpool
1-0
Middlesbrough-WBA
4-0
Norwich-Charlton
1-0
24. apríl
Portsmouth-Southampton
4-1
Manchester Utd.-Newcastle
2-1
Chelsea nærri enn nakrantíð
Wayne Rooney hevur júst
skorað eitt av vakrastu
málunum yvirhøvur hetta
kappingaárið
Mynd: Reuters