mikudagur 27. apríl 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 78 - 27. apríl 2005
Vilja hava yvir-
gangsmann
Myndugleikarnir í Kuba
krevja, at USA skal út-
flýggja tann 77 ára
gamla
Luis
Posada
Carriles, tí sambært
kubansku myndugleik-
unum er maðurin sekur í
yvuirgangi. Amerikan-
ararnir hava ikki váttað,
at Luis Posada Carilles
er í USA, men myndug-
leikarnir í Kuba halda
uppá, at hann slapp til
USA ígjøgnum Meksiko
fyri einum mánað síð-
ani, og at hann hevur bið
amerikonsku myndug-
leikarnar um friðskjól.
Luis Posada Carriles
arbeiddi
hjá
ameri-
konsku fregnartænastuni
CIA í fleiri ár, og hann
fekk eisini venjing í ein-
ari legu hjá CIA. Hann
er skuldsettur fyri at
hava roynt at myrða ku-
banska leiðaran, Fidel
Castro, fleiri ferðir, og í
Venesuela hava mynd-
ugleikarnir
skuldsett
hann fyri at hava skipað
fyri einari bumbuatsókn
at einum kubanskum
flogfari har í 1976.
Kubanski ST-sendi-
harrin, Orlando Requei-
jo, segði mánadagin, at
Luis Posada Carilles er
tann ringasti yvirgangs-
maðurin á vestaru jarð-
arhálvu, og hann legði
amerikanararnar undir
at verja hann. Verður
hann flýggjaður mynd-
ugleikunum í Kuba,
kann Carilles fáa deyða-
revsing, skrivar AP.
Fáa onga hjálp
Norðurkorea hevur skot-
ið upp, at Norðurkorea
og Noreg skulu fara
undir eina menningar-
ætlan, sum skal vara
nøkur ár, men norska
svarið var nei.
Norðurkoreanska
uppskotið varð borið
fram á fundi, sum stjórin
í norska uttanríkisráð-
num, Vidar Helgesen,
hevði við fleiri norður-
koreanskar ráðharrar í
Pyongyang um viku-
skiftið. Vidar Helgesen
sigur við NRK, at Noreg
kann ikki ganga einari
tílíkari áheitan á møti,
fyrr enn Norðurkorea
veitir fulla vissu fyri, at
landið gevst við øllum
royndum at útvega sær
kjarnorkuvápn.
Fyri tveimum árum
síðani játtaði norður-
koreanska stjórnin at
samráðast við granna-
londini og USA um
kjarnorkuætlaninar, men
samráðingarnar endaðu
úrslitaleysar.
Tað
kommunistiska
stýrið í Pyongyang hev-
ur framvegis trupulleik-
ar við at útvega fólk-
inum nóg mikið av mati,
og tey seinastu árini
hevur landið fingið mat
og heilivág úr Noregi.
Men talan verður ikki
um annað samstarv.
Dapurskygdir
týskarar
Leiðararnir
í
týska
vinnulívinum hava ikki
so góðar vónir um fram-
tíðina. Tað sæst í einari
kanning, sum bleiv al-
mannakunngjørd í gjár.
Har sæst, at vinnu-
lívsleiðararnir eru ikki
so bjartskygdir, sum teir
vóru fyri bara einum
hálvum ári síðani, og at
tað er serliga tann høgi
oljuprísurin, sum ør-
kymlar teir. Tey, sum
hava gjørt kanningina,
siga, at tey høvdu vænt-
að hetta úrslitið, men at
álitið á framtíðina er
kortini minkað meiri,
enn tey høvdu roknað
við.
Kanningarúrslitið er
grundað á samrøður við
7.500 týskar vinnulívs-
leiðarar,
og
úrslitið
verður vanliga hildið at
vera ein góð ábending
um komandi gongdina í
týska ídnaðinum, skrivar
Reuters.
Tók ikki ímóti
stuðuli
Fyrrverandi norski for-
sætisráðharrin og Høgra
-formaðurin Kåre Wil-
loch avdúkar nú, at
flokkur hansara fekk
fíggjarligan stuðul frá
fyritøkum, sum vildu
hava ávís politisk tiltøk
afturfyri.
- Tað hendi einaferð í
mínari tíð, men eg veit
um tvey onnur dømi.
Men tílíkum stuðuli
tóku vit ikki ímóti, og
pengarnir vórði tí sendir
aftur beinanvegin, sigur
Kåre Willoch við Aften-
posten. Hann heldur, at
Arbeiðaraflokkurin eig-
ur at gera tað sama við
stuðulin, sum flokkurin
fær frá arbeiðararørsl-
uni, tí tann stuðulin er
eisini ætlaður at geva
rørsluni ávirkan á poli-
tikkin hjá flokkinum.
- Arbeiðaraflokkurin
hevur dugað sera væl at
sannføra fólk um, at
hann fær ikki so nógvan
stuðul
sum
eitt
nú
Høgri, men í veruleik-
anum er tað øvugt, tí Ar-
beiðaraflokkurin hevur
altíð havt meiri pengar
til valstríð enn Høgri,
sigur fyrrverandi Høgra-
formaðurin.
UTTAN ÚR HEIMI
Teir seinastu sýrisku
hermenninir fóru úr
Libanon í gjár
AFTURTØKA
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Fyri fyrstu ferð í 29 ár eru
eingir sýriskir hermenn í
grannalandinum Libanon. Í
gjár vóru bara 200 hermenn
eftir, men teir skuldu fara
um markið í gjárkvøldið.
Sýrialand sendi herin inn
í Libanon í 1976 fyri at
steðga libanska borgara-
krígnum, sum var byrjað
árið fyri. Men borgara-
kríggið endaði ikki fyrr enn
í 1990, og tá høvdu teir sýr-
isku hermenninir stríðst við
muslimsk og kristin herlið,
deildir hjá libanska stjórn-
arherinum,
palestinskar
bólkar og ísraelska herin.
Hildið verður, at umleið
12.000 sýriskir hermenn
lótu lív í hesum bardøgun-
um.
Sýrialand gekk við til at
taka herin úr Libanon eftir
áhaldandi mótmælisgong-
ur, sum byrjaðu, tá fyrrver-
andi libanski forsætisráð-
harrin, Rafik al-Hariri,
doyði í einari bumbuatsókn
tann 14. februar.
Amerikanska
stjórnin
sigur seg vera væl nøgda
við, at sýriski herurin er
farin úr Libanon, men ein
talsmaður hjá Bush, forseta
segði við Reuters í gjár, at
afturtøkan er ikki fullkom-
in, fyrr enn tann sýriska
fregnartænastan hevur mist
alla ávirkan í Libanon. Í
næsta mánað verður val í
Libanon, og tá fáa vit at
síggja, um tann sýriska
afturtøkan er fullkomin,
segði talsmaðurin.
ST vil vera við, at teir
útlendsku hermenn-
inir í Afghanistan
bróta fara illa við
fólki
FRAMFERÐ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Ein
frágreiðing,
sum
mannarættindasendimaðuri
n hjá ST, Cherif Bassiouni,
hevur skrivað, avdúkar, at
teir 18.000 útlendsku her-
menninir í Afghanistan og
afghanski stjórnarherurin
hava framt fleiri brot á al-
tjóða reglur og lógir. Mill-
um annað eru fleiri frá-
sagnir um, at sivilfólk eru
pínd, og at fleiri hava verið
fyri kynsligum ágangi.
Dráp eru heldur ikki óvan-
lig. Harafturat eru mong
dømi
um
tilvildarligar
handtøkur,
sum
minna
meiri um lógloysi enn nak-
að annað.
- Tá hermenninir fremja
slíkt, sum er beinleiðis brot
á altjóða mannarættindi og
fólkarættin, taka teir støðið
undan øllum ætlanum um
at skipa Afghanistan sum
eitt rættarsamfelag, skrivar
Cherif Bassiouni í frágreið-
ingini.
ST-sendimaðurin kærir
seg um, at hvørki hann ella
nakar annar sendimaður hjá
ST hevur fingið atgongd til
tey amerikonsku fongslini í
Afghanistan. Tey seinastu
árini eru minst átta fólk
deyð, meðan tey hava verið
í varðhaldi hjá amerikanar-
unum. Pentagon hevur sagt,
at málini eru kannað, men
at at frágreiðingarnar eru
loyniligar.
Mannarættindafelagsska
pirnir Amnesty Internatio-
nal og Human Rights
Watch taka undir við at-
finningunum hjá Cherif
Bassiouni. Human Rights
Watch sigur, at teir út-
lendsku hermenninar vísa
alt ov lítla virðing fyri
fólkarættinum.
Av teimum 18.000 út-
lendsku hermonnunum í
Afghanistan eru 17.000 úr
USA. Hinir 1.000 eru úr
fleiri londum, teirra millum
Danmark og Noregi.
Útlendsku hermenninir í Afghanistan
bróta altjóða lógir og reglur
So eru sýrar farnir
úr Libanon
Seinastu vikurnar hevur sýriski herurin tikið seg aftur úr Libanon, og í gjár fóru teir seinastu um markið
Mynd: Reuters