Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-27, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. apríl 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 78 - 27. apríl 2005 3 Starvsfólkini á Ellis- og avleimisheiminum í Vágum eru farin at óttast fyri trivnaðin- um hjá bæði búfólki og starvsfólki, nú sparingar fara at raka heimið sera meint RØKT Edvard Joensen Miðvági: Starvsfólkið á Ellis- og av- lamisheiminum í Vágum er í døpurhuga. Tey hava fing- ið boð um, at heimið skal spara út við 800.000,- krón- ur í ár. Tað fer at ganga út yvir trivnaðin hjá bæði bú- fólki og starvsfólki, siga tey. Leiðarin á Ellis- og av- lamisheiminum í Vágum, Helena Joensen, vísir til leiðsluna fyri heimarøkt og serforg, og í øðrum lagi til landsstýrismannin við al- manna- og heilsumálum. Hon kann ikki í verandi støðu siga nakað um hetta málið, sigur hon, men heldur, at stovnurin og aðalráðið eiga at vita, hvørjar sparingar tey hava álagt teimum ymsu Ellis- heimunum. Tær sparingarnar eru ikki álagdar av politiskum myndugleika, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýris- maður við almanna- og heilsumálum. Mary í Garði, stjóri fyri heimarøkt og serforsorg, sigur, at talan kann bert vera um lokalar sparingar, sum komnar eru av, at ellis- heimið í Vágum hevur fingið boð um at rætta upp aftur gamalt hall í rakstrin- um. Øll ellisheimini hava fingið somu framskriving- ar, og eingin sparing er áløgd í hesum fíggjarárin- um, sigur hon. Ótti Starvsfólkini á Ellis- og avlamisheiminum í Vágum siga, at tey bera ótta fyri, at hendan fráboðaðað spar- ingin, sum tey siga seg hava fingið at vita er ávegis, fer at ganga út yvir røktina av búfólkunum og heilsuna hjá starvsfólkunum. Sparingin fer at merkja, at tað verða seks búfólk á Ellisheiminum til hvørt starvsfólk, sum er á vakt. Tað er eitt fleiri, enn onnur ellisheim hava, siga tey. Okkurt starvsfólk er farið úr starvi, og sum tey skilja, skal eingin setast aftur í starv. Hóast eingin beinleiðis verður sagdur úr starvi, fer sparingin at merkja, at tað verða eini trý-fýra ársverk færri á Ellisheiminum, siga starvsfólkini. Tað fer so at gera, at starvsfólkini skulu renna skjótari fyri at náa tí, tey skulu gera. Tey siga seg hava fingið at vita, at tey skulu arbeiða færri tímar dagliga, men hinvegin spreiða arbeiðs- tíðina yvir fleiri dagar. Tað vil siga, at vaktarskipaninar skulu broytast. Tað fer so at gera, at tey í eitt nú sjey tímar skulu klára tað sama, sum fleiri fólk skuldu gera í átta tímar. – Tað sigur seg sjálvt, at her fer tænastan at versna. Ikki bara tí, at vit hava minni tíð til arbeiðið, men eisini tí, at starvsfólkini verða verri fyri bæði so og so. Tey óttast strongd og fleiri sjúkradagar, og tað fer so aftur at ganga út yvir búfólkini, tí við slíkum ógvusligum sparingum, sum fráboðaðar eru, kann ikki væntast, at nakar pen- ingur er til avloysarar held- ur, siga tey. Í ringasta føri kann hetta enda við, at starvsfólkini fara at kenna seg noydd at raðfesta, hvørji búfólk tey skulu taka fram um onnur. – Øll hava tey brúk fyri røkt og hjálp, men tað kann í ringasta føri enda við, at onkur noyðist at liggja og bíða undir óvirðiligum umstøðum, meðan starvs- fólkini eru upptikin av einum øðrum, siga tey. Kundi verið loyst Hetta málið kundi verið loyst á ein smidligan hátt, siga starvsfólkini, sum Sosialurin hevur tosað við. Tey hava biðið um, at Ellisheimið í Vágum verður bygt út við tveimum stov- um til búfólk. Tað hevði givið umleið eina hálva millión aftur at í almennum stuðuli, og so hevði trupul- leikin verið loystur, halda starvsfólkini. Tað búgva 34 fólk á Ellis- og avlamisheiminum í Vágum, og høvdu tey fingið 70,- krónur hvør um dagin afturat til raksturin, hevði støðan verið bjargað, siga starvsfólkini. Talan er í grundini um smápengar í tí stóra saman- hanginum. Men teir kundu sum einki loyst tann trupul- leikan, sum starvsfólkini síggja fyri sær, nú ætlaða sparingin skal koma í gildi tann 2. mei. Og útlitini eru einki ser- liga bjørt heldur, siga tey. 34 búpláss eru á heiminum, sum øll eru upptikin. Nógv tann størsti parturin av tungum røktarsjúklingum. Og oman fyri 60 fólk standa á bíðilista til at sleppa inn á heimið. Tey hava gjørt vart við seg á røttum støðum, siga starvsfólkini á Ellis- og røktarheiminum í Vágum. Hjá leiðslu, stýri, og lands- politikarum. Til dømis hava báðir løg- tingsmenninir í Vágum fingið bræv frá teimum dagf. 3. mars, men í skriv- andi stund er enn einki svar komið frá nøkrum teirra, siga starvsfólkini, sum kenna seg ógvuliga vón- svikin og slept upp á fjall av avvarðandi ábyrgdarper- sónum. Skipshandilin Simonsen Marine í Sandavági umboðar Yamaha Scandinavia í Føroyum Tíðindaskriv Síðan oktober 2004 hevur skipshandilin hjá Simonsen Marine havt opið í Sanda- vági. Handilin selur allar vanligar vørur til útróður, skip og bátar, umframt út- gerð til frítíðarfiskarar og onnur frítíðarítriv. Simonsen Marine hevur fingið umboð fyri Yamaha Scandinavia í Føroyum. Her er talan um páhangs- motorar, fýrahjóls súklur, motorcross súklur, vatn- og kavaskutarar og mangt ann- að, sum eitt nú golfbilar. Eisini umboðar felagið stuttleikabátar av merkjun- um Buster, Yamarin, Finn- master og Crescent. Í handlinum er øll útgerð til bæði vinnu og stuttleika- sigling at fáa. Slíkt sum fiskireiðskapur, navigati- óns- og trygdarútgerð av merkjum sum Raymarin og Magellan. Simonsen Marine fer at luttaka á bátafestivalinum á Tofum tann 7. mei, har møguleiki verður at síggja bátar og útgerð, sum felag- ið hevur at selja. Í Sanda- vági standa tríggir bátar, sum møguleiki er at síggja. Simonsen Marine er at finna á heimasíðuni w w w . s i m o n s e n - marine.com, umfamt at handilin, sum heldur til í gamla blómuhandlinum á Sondum í Sandavági er opin gerandisdagar frá klokkan 09.00 til 17.30. Tó leygardag frá klokkan 10.00 til 14.00. Vørur kunnu bíleggjast á tlf. 227262 og 533125 ella á teldupostadressuni simonsen@post.olivant.fo Rætting Í grein í týsdagsblaðnum um ferðaskrivstovuna My Faroe í Keypmannahavn, hevur blaðmaðurin gjørt eigaranum órætt. Í fyrsta lagi verður eigarin og stjórin nevnd Therese Kreutzfeldt. Tað er ikki rætt. Hon eitur Therese Kreutsmann. Í øðrum lagi hava vit lagt hana undir at vera í so oyðsluta, tá sagt verður, at fyritøkan hevur nýtt umleið eina kvart milliard í marknaðarføring. Rætta talið skal sjálvandi vera umleið eina kvart millión. blðm. Ótti á Ellisheiminum Starvsfólkini á Ellis- og avlamisheiminum í Vágum bera stórliga ótta fyri trivnaðinum hjá bæði búfólki og starvsfólki á Ellisheiminum, um ein fráboðað sparing upp á 800.000,- krónur í hesum fíggjarárnum verður sett í verk í næstu viku Mynd: Edvard Joensen Aðalumboð í Sandavági