Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. apríl 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 78 - 27. apríl 2005 Gospeltúrurin um- borð á Norrøna eydn- aðist sera væl. Og vónað verður nú, at hann kann endurtak- ast næsta ár SANGFERÐ Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Tað er eitt løgið ljóð um- borð á Norrønu hetta kvøldið. Tú ert staddur á dekki 5 og har frammi hoyrist sang- ur – ikki vanligur felags- sangur, ið ein kennir til. Her verður fyri tað fyrsta sungið á donskum, og tón- arnir verða meiri at kalla drignir út. Men kortini syngja øll í kórinum eitt og sama lag. Tú kemur nærri móti Arkaduni, og nú er greitt, at her er talan um Kingo- sang. Og nú kennir tú fólk- ið, - hetta eru jú Kingo- sangarar úr Tjørnuvík. Inni í Arkaduni eru ljóð- umstøðurnar av teimum bestu til slíkan sang, og tað hoyrist beinanvegin, at hesi fólkini syngja av hjarta og við megi. Tey syngja nakrar sangir, og síðani verður plássið latið yvir til yngri sangarar sum syngja eitt heilt annað slag av sangi: Gospelkórið United Voices, sum eisini kann syngja uttan tónleik afturvið. Fólk lurta við áhuga. Tey klappa eftir hvønn sang, og kunnu bert staðfesta, at fyrsti gospeltúrurin við Norrønu er byrjaður. Væl byrjaður, eisini. Tilvild Tað var kanska meiri av til- vild at hesin gospeltúrurin gjørdist veruleiki. Á heysti í fjør fekk Sigrið Sivertsen eina heldur óvæntaða uppringing frá Smyril Line. Í telefonini var Áki Jespersen frá skriv- stovuni hjá felagnum. - Um Sigrið, saman við øðrum, kundi átaka sær at skipa fyri einum gospeltúri í apríl mánaði? Hetta kom heldur brátt á Sigrið, men hon lovaði so at hugsa um tað og at ringja aftur nakrar dagar seinni. Eftir at hava umhugsað hetta og eftir at hava biðið nógv um hetta, var avgerð- in tikin: Føroyingar skulu eisini sleppa at uppliva, hvussu tað er at vera á einum gospeltúri umborð á Norrønu. Eitt vikuskifti varð sett á – og tí kundi Norrøna leggja frá landi hóskvøldið í farnu viku við sløkum 800 ferðafólkum, harav ein stórur partur av teimum vóru sangfuglar av ymisk- um slagi. Havaldan stillað Hetta skuldi jú verða ein túrur í andaligum um- hvørvi, og tí nýtti Sigrið og hini í fyrireikingarbólkin- um eisini nógva tíð í bøn og Bíbliulestri fyri túrinum. Sjálv fekk Sigrið eisini eina váttan um, at tey vóru á rættari leið, tá hon henda eina dagin fekk sær eitt sokallað mannakorn. Hetta eru smáir hvítir lepar, har eitt skriftarorð stendur á og sum mong hava liggjandi heima í eini krukku. Hon tók sær eitt slíkt mannakorn og kom tá fram á eitt ørindi úr Sálmunum. Í Sálmi 65, 8 stendur nevni- liga: "Tú (Gud) havódn stillir, og bylgjanna bralan". Nakrar dagar seinni tók hon aftur eitt slíkt manna- korn, og mín sann um hon ikki tá – millum øll hesi 1000 ymisku mannakornini - fekk júst tað sama ør- indið: "Tú (Gud) havódn stillir, og bylgjanna bralan". Onkur heldur, at hetta var meiri tilvild enn nakað ann- að, tí hvussu stórir eru møguleikarnir annars at fáa sama lepa tvær ferðir í slag. Men hon tók hetta sum eitt prógv um at alt var lagt í Guds góðu hendur, og at tey einki høvdu at óttast fyri á túrinum. Tað vísti seg tí eisini, at á øllum hesum drúgva túrin- um til Hetland, Danmarkar og Noregs var blikalogn allan túrin. Ja, tað føldist næstan sum skipið ongatíð hevði loyst frá bryggju, hóast siglt var á opnum havi í Norðurat- lantshavinum og í Norð- sjónum. Kingo kom til sín rætt Øll Norrøna varð tik- in í nýtslu undir gosp- el-túrinum. Her kundi ein ikki ganga langt, uttan at verða møttur av sangi og tónleiki av ymiskum slagi SANGFERÐ Snorri Brend Tað er ikki á hvørjum degi, at tú hevur møguleika at sleppa á gospeltúr við Norrønu. Og tað er heldur ikki á hvørjum degi, at tú innan- fyri fáar tímar – og á av- markaðum øki - hevur møguleika at hoyra so ym- iskar stílartir sum Kingo- sang, country, svart gospel og ljómandi lovsang. Tað var júst hetta sum Smyril Line bjóðaði teim- um, sum um vikiskifti vóru við á fyrsta gospeltúrinum nakrantíð við Norrønu. Talan var jú um eitt langt vikuskifti, og tí lá væl fyri hjá fólki at tekna seg til henda serstaka túrin. Tað vísti seg eisini skjótt, at hesin túrurin veruliga rakti ein tørv, tí tað vardi ikki leingi fyrrenn tey mongu kømrini umborð byrjaðu at verða fullteknað. Tí er ikki óhugsandi, at ein slíkur túrur verður gjørdur aftur eina aðru ferð. Breitt úrval Smyril Line hevur áður skipað fyri ungdómstúrum, countrytúrum og harmon- ikutúrum, men higartil ikki gospeltúrum. Hetta var ein roynd hjá felagnum, sum saman við góðum fólki og neyvari fyrireiking, at kanna eftir, um fólk mundu taka undir við slíkum túri. Norrøna siglir jú hóast alt, men hví ikki geva einum slíkum túri eitt ávíst innihald. Fyrireikingarnar í landi fóru í gongd á heysti í fjør, og skjótt varð komið fram til at ein ynskti at hava eitt breitt úrval av sangstílum og eitt úrval, ið eisini rakti fleiri aldursbólkar. Á henda hátt varð komið fram til at ein skuldi bæði hava kór, bólkar og solistar við. Og stutt eftir kundi ein avdúka hvørji komu at standa fyri sanginum um- borð. Blandað Talan var í fyrstu syftu um tann vælkenda Kingo-bólk- in úr Tjørnuvík, sum bæði her á landi og aðrastaðni við, hevur víst á tann týð- andi arvin, sum vit eiga í tí eyðkenda Kingo-sanginum. Í øðrum lagi skuldu tey ungu eisini hava sítt, og tí var ikki óvæntað at gosp- Sama lag við ymiskum tungum Sigrið Sivertsen syngur, meðan fólk njóta ein góðan bita til buffetina