mikudagur 27. apríl 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 78 - 27. apríl 2005
5
elkórið United Voices varð
boðið við. Hetta kórið
stendur fyri nøkrum av tí
besta, vit eiga innan gosp-
elsang í Føroyum.
Í samkomuni Lívdini í
Hoyvík gera tey nógv við
sang og tónleik, og tí var
avgjørt, at ein av lovsangs-
bólkum teirra skuldi við á
túrin.
Tveir solistar vóru eisini
við: Sigrið Sivertsen sjálv
sum hevði ein tónleikabólk
aftrat sær, og Magni Christi-
ansen sum somuleiðis hevði
ein bólk – og fleiri cowboy-
hattar – við sær.
Umframt hetta var gykl-
arin Ásbjørn Berthelsen av
Strondum við, eins og fleiri
av tónleikarunum í bólkun-
um hugnaðu um hjá teim-
um, sum fingu sær at eta.
Hetta var so tann mann-
ingin, sum skuldi standa
fyri tí tónlistarliga partin-
um umborð.
Góð støð
Eitt er at hava fleiri slíkar
bólkar savnaðar. Eitt annað
er so at finna fram til tey
støðini umborð á Norrønu,
sum vóru vælegnað til
framførslur av slíkum slagi.
Her varð rættiliga skjótt
funnið fram til nøkur støð,
sum vístu seg eisini at vera
sera vælegnað til allar hesar
framførslurnar.
Viking Club var staðið,
ið varð mest nýtt, men eis-
ini Arkadan og Naust Bar
vórðu nýttar til framførsl-
urnar, eins og undirhalds-
tónleikur var at hoyra í
Simmer Dim og Viking
Lounge.
Dekk 7 varð eisini nýtt til
felagssang, tá Norrøna
legði frá landi í Hanstholm,
so í roynd og veru var alt
skipið brúkt í samband við
gospeltúrin.
Talan var um ein gosp-
eltúr, men av tí at nógvar
familjur vóru við, var eisini
hugsað um børnini.
Fyrireikararnir
høvdu
fingið gyklaran, Ásbjørn
Berthelsen av Strondum at
standa fyri undirhaldinum.
Og væl lá fyri hjá honum at
undirhalda bæði børn og
vaksin við gykli sínum.
Samanuntikið ein sera
góður túrur, bæði fyri børn,
ung og tilkomin. Vit síggj-
ast vónandi aftur næsta ár!
Dagsskrá leygardagin 23. apríl
13:00
Fráferð úr Hanstholm
13:00
Vit fara øll upp á dekk 7 at syngja við
fráferðina
14:30
United Voices syngur í Viking Club, saman við
gyklaranum Ásbjørn
15:00
Kingo í Arkaduni
16:00
Bingo í Viking Club
17:30
Kingo í Naust Bar
18:00
Holgar Johannesen spælir í Simmer Dim
18:00
Lívdin spælir í Buffet Restaurant Norrøna
19:00
Gunnar Guttesen spælir í Simmer Dim
20:00
Gyklarin Ásbjørn hevur familju-undirhald í
Viking Club
20:00
Gunnar spælir í Buffet Restaurant Norrøna
20:30
Sigrid Band spælir í Naust Bar
21:30
Lívdin og Magni Christiansen hava konsert og
felagssang í Viking Club
24:00
Jam Session í Naust Bar
24:00
Friends spælir í Viking Club
United Voices var væl mannað og setti sín serstaka dám á gospeltúrin – bæði við sangi, men eisini við sínum fríska og góða lagi
Magni Christiansen veit alt um country-tónleik, og hevði bæði
hatt og skógvar við til høvið, her hann syngur í Naust Bar
Kingo-sangur úr Tjørnuvík ljóðar eisini væl
úti á dekki 7, tá lagt verður frá landi í
Hanstholm
Lovsangsbólkurin úr Lívdini framførdi framúr góð og vælspæld løg – her í
Arkaduni