mikudagur 27. apríl 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 78 - 27. apríl 2005
Børnini í ansingar-
stovnunum og dag-
røktunum í Klaksvík
hava úr at gera hesar
dagarnar. Nú skal
seinasta hond leggjast á,
so alt verður klárt til
stóra barnadagin, sum
verður fríggjadagin.
Enn vilja børnini ikki
rættiliga avdúka alt, tey
havast at, men vit
sluppu at kaga eitt
sindur kortini
BARNADAGUR
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Bárður Lydersen
Komandi
fríggjadagur
verður ein heilt serligur
dagur hjá børnunum í ans-
ingarstovnunum í Klaksvík.
Tá fara tey nevniliga at vísa
okkum øllum, hvat tey hava
fingist við seinastu vikur-
nar. Enn vilja tey ikki av-
dúka alt, sum fer at henda,
men tey byrja í hvussu er
við at ganga skrúðgongu
frá miðbýnum niðan á
fótbóltsvøllin. Har fara tey
at syngja onkrar sangir, tey
hava lært, og aftaná kunnu
øll koma niðan í Skálan,
har stovnarnir og dagrøktir-
nar fara at hava hvør sín
framsýningarbás. Børnini
gleða seg óført, men enn er
okkurt, sum líka má fáa
eina seinastu hond, áðrenn
alt er púra klárt.
Bara hyggja
Á gólvinum og borðunum í
Blákolluni liggja ullalagdir
í øllum litum. Mitt í øllum
standa nøkur føt vit vatni
og sápu, sum børnini sita
og koyra ullina niður í. Tað
sær út sum tað bera svans,
men tað er skil í, tí soleiðis
eigur tað at síggja út, tá
man tøvir, greiða børnini
frá, tá vit støkka inn á
gólvið við myndatólinum.
Natalia hevur koyrt sær
eitt sindur av ljósa- og
myrkagráari ull niður í fatið
og trýstur tað aftur og fram,
meðan hon fortelur um alt,
man kann gera uppá hend-
an mátan.
- Vit hava gjørt hasar
taskurnar og smykkurnar,
sum hanga har, sigur hon
og peikar uppá eitt band,
har ein ørgrynna av smáum
og størri taskum, háls-
bondum og hárbondum í
alsyns litum hanga niður úr
loftinum.
- Hatta fara vit at hava
við niðan í Skálan, og tá
sleppa øll at síggja tað,
sigur hon spent, men ristir
við høvdinum, tá vit spyrja,
um vit tá kunnu fáa okkurt
av tí, tey hava gjørt
- Nei, nei, man kann
hyggja, men man sleppur
ikki at taka nakað, sigur
hon avgjørd og togar ullina
upp úr vatninum.
Jóhan og Heri hava funni
nakrar bóltar fram, sum teir
hava gjørt úr ull. Tað góða
við hesum bóltunum er, at
teir sleppa at spæla fótbólt
inni við teimum, tí teir eri
so bleytir, at onki brotnar
av teimum.
Ærin Margretha
Uppi í Drotning Margrethu
Barnagarði eru tey í ferð
við at rigga av fyri dagin,
men tá vit spyrja, um tey
eisini fara at sýna okkurt
fram fríggjadagin, fúka tey
í allar ættir inn í hvør sína
stovu eftir ymsum tey hava
gjørt. Lítli Símun vísir okk-
um errin ein hest, sum hann
skal hava við, tá hann fer at
ganga
skrúðgongu,
og
Monika hevur ikki minni
enn tvær fínar taskur á
øksluni, tá hon kemur út úr
síni stovu.
Men mitt á gólvinum í
gongini stendur ein stór og
fín ær, sum børnini hava
gjørt saman við starvsfólk-
unum. Ærin eitur sjálvandi
Margretha og er líka stór,
sum ein verulig ær og sær
næstan líka livandi út, sum
hon stendur har við sínum
gráa skinni og stóru eygum
og hyggur. Sjálvt um Mar-
gretha er liðug, halda børn-
ini, at at hon gott kann
pyntast eitt sindur afturat,
og í eini kurv við síðuna av
er nokk av ull eftir at koyra
uppá. Niðri í kurvini liggja
eisini nakrir karðar. Og
Katrin er skjót at taka teir
upp, koyra eitt sindur av ull
ímillum og vísa okkum,
hvussu teir skulu brúkast.
Alt sovorði hava børnini í
ansingarstovunum í Klaks-
vík nevniliga lært hesar
vikurnar, har tey eisini hava
verið á fornminnissavnin-
um og sæð og hoyrt, hvat
tey brúktu, tá tey karðaðu
og tøvdu fyrr í tíðini.
Hestar og seyðir á barna-
degnum í Klaksvík
Natalia, Jóhan, Rannvá
og Heri, sum ganga í
Blákolluni, stuttleika
sær óført, meðan tey
tøva seinastu lutirnar,
sum skulu við á
framsýningina
Rúni, Monika, Jón og Katrin hava úr at gera við at pynta ærina "Margrethu"
til framsýningina fríggjadagin
Monika og øll hini børnini í Drotning Margrethu Barnagarði eru sera errin av
ærini, tey hava gjørt saman við starvsfólkunum