Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. apríl 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Landsstýrið hevur gjørt av, at miðnáms- skúlin og heilsuskúlin í Suðuroynni verða bygdir í einum nýggj- um skúladepli í Hovi. Landsstýrið heldur, at skúladepilin kann gerast grundarlagið undir framtíðar sam- starvið millum kommunurnar í oynni SKÚLADEPIL Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Hósdagin gjørdi landsstýr- ið av, at miðnámsskúlin og heilsuskúlin í Suðuroynni verða bygdir í einum nýggjum skúladepli í Hovi. Harvið var ætlanin um at byggja miðnámsskúla í Vági slept. Nýggi skúladepilin skal verða grundarlag undir einum samstarvi millum kommunurnar í Suður- oynni, heldur landsstýrið. – Tað snýr seg um ein skúladepil, sum øll oyggin eigur lut í. Skúlin fer at liggja sum miðdepil fyri alla oynna, og vegurin er stuttur til bæði Vágs og Tvøroyri. Skúladepilin verður við til at menna oynna og fer at skapa møguleikar fyri samstarvi innan onnur øki, sigur eitt samt landsstýri, sum ikki vil hoyra talan um at broyta avgerðina aftur. Gjørdu klárt til einki Fyri tveimum árum síðani samtykti løgtingið, at mið- námsskúli skuldi byggjast í Vági, og síðani hevur verið arbeitt við fyrireikingunum til skúlan. Grivið er út fyri skúlanum, og klárt er at fara undir byggingina. Men seinastu mánaðirnar hevur verið sum vent í hol- uni, tí landsstýrið hevur heldur vilja havt skúlan at liggja meira miðskeiðis í oynni, og tá ið hetta kom fram var samstundis róð fram undir, at eitt røktar- heim skuldi byggjast í Vági ístaðin fyri skúlan. Eini meiriluti í Vágs bý- ráði vrakaði hesum upp- skoti, og hóast tað síðani hevur verið roynt at finna eina semju í oynni, so eydnaðist tað ikki. Nú hevur landsstýrið so gjørt av, at skúlin verður bygdur í Hovi, og tilboðið til kommunurnar í Suður- oynni um lagaliga fígging til eitt røktarheim stendur við. Fíggjarligir fyrimunir Landsstýrið heldur, at skúladepilin í Hovi verður eitt breitt og dynamiskt skúlaumhvørvi, sum fer at skapa áhuga og eggja ung- dómi – eisini aðrastaðni frá - at útbúgva seg í Suður- oynni. Ætlanin er, at skúladep- ilin í Hovi skal verða miðnámsskúli, heilsuskúli og eisini umfata handils- skúlaútbúgvingar umframt møgulig onnur skúlatilboð. – Depilin fer at vaksa um møguleikarnar fyri breið- um samstarvi, námsfrøði- ligum íblástri og menning hjá lærarum. – Fíggjarligir fyrimunir eru við at byggja skúladepil í Hovi. At byggja skúlarnar saman gevur betri og bílig- ari rakstur, sterkari skúla- fyrisiting umframt møgu- leika at fullnýta felags hølir. Við at byggja skúla- depilin í Hovi, metir lands- stýrið sostatt at fleiri fyri- munir eru enn vansar, sigur landsstýrið í sínari frá- boðan. Nr. 78 - 27. apríl 2005 7 – Tað verður tosað, sum um eingir vegir eru í Suðuroynni. Alt skal liggja í bak- garðinum, men tað er púra vanligt allastaðni í heim- inum, at fólk koyra til og frá arbeiði, sigur John Jo- hannessen, løgtings- maður fyri Javn- aðarflokkin, sum heitir á suðuroying- ar um at samstarva sum ein oyggj POLITIKKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo – Tað var óheppið at flyta byggingina av miðnáms- skúlanum, tá ið økið var grivið út í Vági, og at blanda eitt ±røktarheim upp í málið. Men nú av- gerðin er tikin, mugu vit liva við henni. Tað sigur John Jo- hannessen, sum umboðar Javnaðarflokkin í mentan- arnevndini hjá løgting- inum. Hann er valdur í Havn, men vaks upp í Suðuroy. – Ein meiriluti í sam- gonguni tók undir við at byggja ein skúladepil í Hovi, og tá ið løgtings- menninir úr Suðuroy eis- ini tóku undir við tí, so má mann ganga út frá, at teir vita, hvat er best fyri oynna, sigur John Jo- hannessen. Vegir eru í Suðuroy Javnaðartingmaðurin mælir til, at suðuroyingar virða avgerðina um skúl- an og arbeiða saman um menna oynna. – Nú avgerðin er tikin, fari eg at heita á suður- oyingar um arbeiða saman fyri at fáa eitt røktarheim í oynna eisini. Skal tosast um at menna Suðuroynna mótvegis restina av land- inum, mugu suðuroyingar arbeiða saman sum ein oyggj, sigur John Jo- hannessen. – Tað verður tosað, sum um eingir vegir eru í Suðuroynni. Alt skal liggja í bakgarðinum, men tað er púra vanligt alla- staðni í heiminum, at fólk koyra til og frá arbeiði, og tí eiga suðuroyingar at samstarva meira sum ein oyggj, heldur hann. Mælir til størri samstarv Kirsten Strøm Bech hevur ikki hug at leggja nakað afturat kjakinum, nú landsstýrið hevur gjørt av, at miðnáms- skúlin, sum ætlanin var at byggja í Vági, ístaðin skal byggjast í Hovi. – Eg havi fyrr sagt, havt eg haldi um hetta, og eg havi einki at leggja afturat, sigur borgar- stjórin í Vági. Kirsten Strøm Bech hevur spælt við opnum kortum, hóast hon sum borgarstjórin endaði í truplu støðuni at vera í minniluta í málinum. Hon tekur undir við, at røktarheim verður bygt í Vági heldur enn ein miðnámsskúli, men hon hevur samstundis skula virt avgerðina hjá einum meiriluta í Vágs býráð, sum vil hava miðnáms- skúla heldur enn røktar- heim. – Nú bíði eg eftir, at uppskotið verður lagt fram í løgtinginum, men um tað eru býráðslimir, sum vilja hava málið til viðgerðar aftur, so taka vit tað upp, sigur Kirsten Strøm Bech. Tað eydnaðist ikki Sosialinum at fáa eina viðmerking frá borgar- stjóranum á Tvøroyri fyrrapartin týsdagin. ek Borgarstjórin í Vági bíðar Borgarstjórin í Porkeri heldur, at skúladepilin í Hovi er ein góður møguleiki at samansjóða alla Suðuroynna, og hann tekur undir við, at eitt røktarheim verður bygt í Vági SUÐUROY Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Borgarstjórin í Porkeris kommunu tekur undir við, at skúladepil verður gjørdur í Hovi, og hann heldur, at nú skulu kommunurnar í Suðuroynni virka fyri at fáa eitt røktarheim eisini. – Tað er tann besta loysn- in fyri Suðuroynna, at mið- námsskúlin verður bygdur í Hovi. Hetta er ein góður møguleiki at samansjóða alla oynna, og vit eiga at taka allar teir møguleikar, sum vit fáa, sigur Eli Frede- riksen. – Nú skal ætlanin um at byggja røktarheim fylgjast upp, tí tað er stórur tørvur á einum røktarheimi í Suður- oynni, sigur hann. Tær smáu tiknar við upp á ráð Tær smáu kommunurnar í Suðuroynni hava verið meira heitar fyri ætlanini at gera skúladepilin í Hovi heldur enn í Vági, hóast tær báðar stóru kommunurnar boðaðu frá, at tær vildu hava skúlan í Vági og røkt- arheimið á Tvøroyri. – Á fundinum við løg- mann og landsstýris-menn- inar hósdagin, tóku umboð- ini fyri tær smáu kommun- urnar undir við at gera skúlan í Hovi. Hetta snýr seg ikki bara um tær stóru kommunurnar, og tí er tað gott, at landsstýrið eisini hevur tikið smáu kommun- urnar við upp á ráð, sigur Eli Frederiksen. Borgarstjórarnir á Tvør- oyri og í Fámjin vóru ikki á fundinum, og borgarstjórin í Vági boðaði frá, at eini meiriluti í Vágs býráð tekur ikki undir við at flyta skúlan úr Vági til Hovs, hóast hon sjálv heldur, at hetta er ein góð loysn, um eitt røktarheim ístaðin verður bygt í Vági. Arbeiða víðari Nú landsstýrið hevur tikið eina avgerð um, at miðnáms- skúlin í Suðuroynni skal byggjast í Hovi heldur enn í Vági, vónar borgarstjórin í Porkeri, at kommunurnar í Suðuroynni ikki fara at stríð- ast, men fara at arbeiða víð- ari við einum røktarheimi. – Tað hevur ligið í kort- unum, at eitt røktarheim skal gerast í Vági, og tað taka vit undir við. Vónandi verður nú ikki nakað stríð um hetta røktarheimið, tí tað er umráðandi, at vit taka av teimum møguleik- um, sum vit fáa. – Tilboðið um fígging frá landsstýrinum til eitt røkt- arheim stendur við, og tí skulu vit fáa gongd á tað arbeiðið sum skjótast, sigur Eli Frederiksen. Vágur og Tvøroyri samd- ust um at mæla til, at mið- námsskúlin skuldi byggjast í Vági og røktarheimið á Tvøroyri, men hesum tekur hann ikki undir við. – Eg haldi ikki, at tað er rætt at byggja eitt røktar- heim á Tvøroyri, tí har er eitt røktarheim framman- undan. Vit mugu royna at spjaða eitt sindur í Suður- oynni, og tí er rætt at byggja nýggja røktarheimið í Vági, heldur Eli Frede- riksen. Samstarvið skal byrja í Hovi – Besta loysnin fyri Suðuroynna Fimm av kommununum í Suðuroynni vóru umboðaðar, tá ið landsstýrið hósdagin boðaði frá sínari avgerð um, at skúlamiðdepil verður bygdur í Hovi Mynd: Jens Kr. Vang