mikudagur 27. apríl 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 78 - 27. apríl 2005
Fyrsta konsertin, sum
nakrantíð varð hildin
í miðlahúsinum í
Vágsbotni gav eitt
ítøkiligt úrslit. Bólk-
urin »Fólkayvirlitið«
hevði ikki meiri enn
takkað fyri seg, tá teir
fingu eina innbjóðing
til ein norskan festi-
val í summar
MIÐLAHÚSIÐ
Orð:Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
myndir: Bárður Lydersen,
Jan Müller
– Beint eftir konsertina,
varð eg togaður til síðis av
tveimum umboðum fyri
norska Storås festivalin,
sum bjóðaðu okkum at lut-
taka í summar. So man
kann siga, at tað gav úrslit
beinanvegin at spæla í
miðlahúsinum í Vágsbotni,
greiðir ein ikki sørt errin
Karl Anthon Klein frá, eftir
konsertina.
Storås festivalurin bjóð-
aði á stóra tónleika tiltakin-
um, AME, bólkinum Makr-
el at luttaka, og nú er sostatt
eisini eitt annað føroyskt
orkestur bjóðað við.
– Vit ætla okkum sjálv-
sagt til Norra á festival, um
vit á nakran hátt fáa farið.
Men tað kemur kanska í
krambolagu við ein ís-
landstúr, sum vit í løtunin
planleggja, greiðir Karl
Anthon frá.
Men hann fegnast um
møguleikan, sum miðla-
húsið í Vágsbotni nú hevur
verið lopfjøl til.
– Ætlanin, við at koma at
spæla her niðri, hevur alla-
tíðina verið, at fokus nú
skuldi verða sett á tónleikar-
arnar og á tónleikin, sum
heild. Og tað haldi eg eydn-
aðist bara heilt væl, sigur
hann.
Góð konsert
Headmaðurin
aftanfyri
»Fólkayvirlit«, Karl Anthon
Klein, er sera væl nøgdur
við konsertina sum heild.
– Fólk vóru við, og tey
vóru ógvuliga entusiastisk.
Dreingirnir spældu sera
væl og kláraðu seg fínt. Teir
eru nevniliga góðir tónleik-
arar allir samlir, staðfestir
Karl Anthon Klein.
Hann sigur víðari, at
nógv fólk kom inn av
gøtuni at forvitnast, og tað
var gott.
– Seinasta lagið hjá okk-
um var kanska nakað larm-
ut fyri summi, men eg
haldi, at fólki sum heild
eisini dámdi konsertina,
sigur Karl Anthon Klein at
enda.
Úr Vágsbotni á n
Bartal Læarsson, 16
ár
Hvat
dámdi
tær
konsertina?
– Mær dámdi hana væl,
hon var mega feit. Hon
var... hon var... ja, eg haldi
faktiskt ikki, at man kann
siga tað við orðum Tað
vóru ræðuliga nógvar
kenslur í tónleikinum, og
tað var stuttligt at hoyra.
Eg haldi eisini, at tað er
feitt, at teir hava tvey
trummusett, tríggjar guitt-
arar og tveir sangarar. Og
so var síðsta lagið eitt
fantastiskt
klimaks
á
konsertini.
Hvussu heldur tú, at
hølini í Vágsbotni egna
seg til slíkar konsertir?
– Eg haldi, at hølini eru
sera væl egnað. Tey eru
hugnalig, men skal eg
nevna eitt minus, so eru
kanska ikki so nógv pláss
til áhoyrararnar.
Margreta á Rógvu, 21
ár
Hvat dámdi tær konsert-
ina?
– Eg helt, at hon var
fínasta slag. Tað er gott, at
onkur ger okkurt øðrvísi
við hvørt. Eg haldi, at tað
ger tað ógvuliga áhuga-
vert, at teir hava 2
trummuspælarar.
Hetta
var ein skeg konsert.
Hvussu heldur tú, at
hølini í Vágsbotni egna
seg til slíkar konsertir?
– Tey egna seg væl,
heilt sikkurt. Hetta var
ordiliga gott og tað rigg-
aði væl í hesum hølunum.
Eg haldi, at jú fleiri slík
spælistøð eru, jú betri.
Hildibjarta
Simonsen, 15 ár
Joan Simonsen, 18 ár
Hvat dámdi tykkum kon-
sertina?
– Okkum dámdi væl,
sjálvt um hetta ikki er
tónleikur vit lurta eftir
dagliga. Men hetta var
skeg. Serliga tann seinasti
sangurin, sum var eitt
sindur jungle-kendur, við
speciellum ljóðum og
indianararútmum. Hann
var ordiliga góður og
serligur.
Hvussu halda tit, at hølini
í Vágsbotni egna seg til
slíkar konsertir?
– Tey eru væl egnað.
Her er gott pláss og
hugnaligt.
Henning
Nicodemussen, 30 ár
Hvat
dámdi
tær
konsertina?
– Í dag er jú flaggdagur,
og hon var kanska ikki so
flaggdags'slig. Men eg
haldi avgjørt, at hetta var
eitt gott mentanartiltak.
Og eg haldi, at hetta var
ein sera góð næminga-
konsert. Rættiliga skeg.
Tað burdi verið meiri av
hasum.
Hvussu heldur tú, at
hølini í Vágsbotni egna
seg til slíkar konsertir?
– Eg haldi, at tað var fín-
asta slag. Eisini ljóðmess-
iga, tá man hugsar um
hvussu nógv »larmi-in-
strument« teir nýttu, t.d.
trummur og gittarar, so
haldi eg, at ljóðið var sera
gott.
8 tónleikarar manna
Fólkayvirlitið:
Karl Anton Klein: sang,
guitar og keyboards.
Dagbjartur Meyer: sang
og percusion.
Johannes Johannessen:
guitar og sang.
Frans A. Galán: guitar,
sang og percusion.
Andreas Pauli Poulsen:
bass.
Andreas Dalsgaard:
trummur.
William S Olsen:
percusion og trummur.
Bjartur Fríði
Clementsen: keyboards
Hvaðani kemur navnið»
Fólkayvirlitið«?
– Jamen vit liva í einum
eftirlitssamfelag, har øll
hava eftirlit og yvirlit við
øllum, og øll fólk eru inn-
skrivað í fleiri yvirilit av
ymiskum slag. Men vit eru
nú yvirlitið yvir øllum yvir-
litum. Og vit góðtaka eisini
samkynd.
Hvussu nógvir tónleikarar
eru tit?
– Vit spæla ikki bara tón-
leik, vit eru eitt sirkus. Vit
eru 8 sum spæla og so hava
vit eisini 2 bodyguardir og
2 sleiparar. Vit mugu hava
fólk, sum hjálpa okkum og
verja okkum, tí tað er sera
kalt á toppinum í føroyska
tónleikaheiminum.
Tit eru eitt framhald av
bólkinum einkikanndiskut-
erast.altkann. Hví hildu tit
ikki bara fram í tí bólk-
inum?
– Tí hitt var for kata-
goriskt. Tað nyttar ikki at
eita einkikanndiskuterast,
tá alt allíkavæl verður
diskuterað allatíðina. Vit
eru næstan sama manning,
men hava fingið 3 nýggjar
at hjálpa okkum.
Hvønn tónleik spæla tit so?
– Vit spæla góðan tón-
leik. Bara góðan tónleik.
Tekstirnir snúgva seg um
sex, gud og samfelagið.
Fyrr sungu vit bara um gud
og samfelagið, men nú
fyllir sex eisini nokkso
nógv. Vit syngja á føroysk-
um og enskum. Viðhvørt
mest á føroyskum og við-
hvørt mest á enskum. Tað
er fyri tað mesta Karl
Anton Klein sum skrivar
tekstirnar.
Hvussu ofta venja tit?
– Av tí, at vit eru so nógvir,
er tað ringt at finna venj-
ingartíðir, tá allir kunnu.
Allir limirnir spæla eisini í
fleiri bólkum, tí hetta eru
teir absolut bestu tónleikar-
arnir í býnum, Hetta er
kremið av kreminum. Men
vit royna at samskipa tað
soleiðis, at vit eisini fáa
vant saman viðvørt.
Hvussu kennist tað so at fáa
tann ótrúliga heiður at vera
fyrsti bólkur, ið spælir í
Miðlahúsinum í Vágsbotni?
– Tað er stórt. Og eitt
alvorligt herðaklapp. Vit
eru ræðuliga glaðir fyri
tann heiðurin. Og eisini tí
vit koma í søguna, sum
fyrsti bólkurin í Vágsbotni.
Vit vóna veruliga, at hetta
verður eitt veruligt tón-
leikastað, har sum nógvir
bólkar kunnu koma at
framføra framyvir.
Er tað tørvur á spælistøðum
í Havnini?
– Nei, ikki í Havn. Vit
hava jú Margarinfabrikk-
ina, har vit altíð kunnu
framføra. Annars eru nógv-
ir kjallarar runt umkring í
Havnini, har tað eisini sakt-
ans ber til at framføra. Hvis
man veruliga vil spæla, so
finnur man eisini altíð eitt
stað.
Men tíma fólk at koma á
tílíkar konsertir?
– Tað er rættiliga ymiskt.
Summi tíma og summi tíma
ikki. Men vit leggja ikki so
nógv í, um tað ikki eru so
nógv fólk. Ein nýggj amer-
ikansk
kanning
hevur
nevniliga víst, at um tað eru
for nógv fólk til konsertir,
so tekur tað spæligleðina
frá tónleikarunum, so vit
eru faktist glaðir fyri, at tað
ikki eru so nógv fólk altíð.
Miðlahúsið presenterar:
Fólkayvirlitið