mikudagur 27. apríl 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 78 - 27. apríl 2005
Dagurin – 27. apríl
Ánanias, deyður 375. Kristin munkur, sum varð tikin av døgum í Persiu. Summir halda, at her er talan um tann
Ánanias, sum er umtalaður í Ápostlasøguni kap. 9 og ørindini 10 til 19.
Fríðrikur Petersen deyður 1917.
Hetta er ein føðingardags heilsan til ommu okkara,
Brynhild Hansen, sum verður 85 ár tann 1. mai.
Omma er dóttir Magdalenu og Tummas Jákup Thomsen
á Geilabø. Hon var gift við Hans Hansen, vanliga nevndur
Hans í Køkinum, ið var sonur Amandu og Elias Sofus
Hansen í Køkinum.
Omma hevur verið og er eitt sera aktivt menniskja. Hon
hevur lagt næstan lív og sál í tað, sum hon brennur fyri.
Vit kunnu bara nevna Blásastovu, har hon arbeiddi yvir 30
ár, og Losjan Glotti, har hon í nógv ár hevur sitið í
nevndini. Ja, sjálvt tá ið hon var 73 ár, var hon ein av
leiðarunum í junior-deildini. Og ikki at gloyma
Felagskórið Gøta/Leirvík, har hon sang í nógv ár saman
ommudidd, Ragnu, og ommubeiggjunum, Hera og
Ásmund.
Enn tann dag í dag gongur hon í bindiklubb, kanska tær
ikki binda nógv, men har hon saman við øðrum situr og
hugnar sær ein løtu.
Omma og abbi fingu 5 børn. Fýra dreingir og eina
gentu. Tilamans eigur omma 11 ommubørn, 6 langommu-
børn. (á myndini situr Brynhild við langommudóttrini
Brynhild)
Omma hevur altíð verið so góð við okkum ommubørn-
ini. Tá ið vit vóru smærri, og foreldur okkara arbeiddu,
var hon okkara pleygumamma. Hon gjørdi allari familjuni
døgurða, og altíð var okkurt lekkurt omaná. Tá ið summ-
arið var, fóru vit við henni oftani á útflugt, sum oftast
bara niðan í bøin, sum er omanfyri húsini, men tað vóru
sera hugnaligar løtur. Við okkum høvdu vit teppi og okk-
urt til matna.
Vit allar systranar svóvu nógv heima hjá ommu. Um tað
so var vikuskifti ella mitt í viku. Hvønn morgun, tá ið vit
skuldu í skúla, fór omma fyrst upp at gera morgunmatin
kláran, og so stríðast við at fáa okkum upp. Og tað tók
oftani tíð. Men eitt skuldu vit altíð hava tíð til, og tað var
at biðja Faðir vár. Oftani bleiv tann bønin biðin á trappu-
steininum. Og so var runnið oman á keiina, har Torvald
bíðaði eftir okkum.
Tá ið foreldur okkara og yngsta systurin fluttu niður at
búgva, vóru vit báðar elstu eftir hjá ommu, tí vit vóru
byrjaðar at ganga í skúlanum á Kambsdali. Tá var omma
76 ára gomul, og onki var henni óført. Vit høvdu oftani
fleiri ung fólk við inn um kvøldarnar, og sótu langt út á
næturnar, men ikki legði omma nakað í tað, og hon gjørdi
okkum drekkamunn, og fór so bara í song.
Tá ið vit fingu jólaferiu, og skuldu vit fara niður til
Danmarkar at halda jól, helt hon, at hon mátti koma við,
eftirsum tað var fyrstu ferð hjá Báru við flúgvara. Tað
vóru eini sera annaðleiðis jól, men sera hugnalig.
Omma hevur altíð dámað at verið úti í náttúruni, ja, tað
má ein næstan, tá ið ein er bóndakona, tí altíð er tað okk-
urt at takast við. Líka til hon flutti niðan í Eldrasambýlið
Gøtubrá, gekk hon túrar niðan á koyrivegin. Og nú tá ið
hon býr í Gøtubrá, er ikki so langur vegur niðan á koyri-
vegin, har hon plagar at spáka sær ein túr.
Vit vilja enda við at siga takk fyri alt tað, ið tú ert fyri
okkum, alt tað tú hevur gjørt fyri okkum, og alt tað tú
hevur lært okkum.
Hjartaliga tillukku.
Ynskja ommudøturnar
Hervør, Hannipoula og Bára við fam.
Góði Jón hjartaliga tillukku
á 60 ára føðingardegnum,
sum var 22 apríl.
Ja hvør skuldi trúð at tú
fyllir 60 ár – tú, sum ert so
lítið broyttur, síðan vit
komu at kenna teg.
Hjálpsamur og arbeiðs-
samur hevur tú altíð verið.
Sjálvt um tú ert deyvur og
onki hoyrir, ert tú fyri-
myndarligur at samskifta
við, og tað fellur lætt at
vera saman við tær.
Tað hevur heldur ikki
forðað tær at vera virkin og
náa teir málsetningar tú
setti tær fyri, sjálvt um tú
ert deyvur.
Sum dugnaligur skips-
timbrari og skipsteknari,
aftaná lokið sveinastykki á
Tórshavnar
skipasmiðju
har tú arbeiddi í nøkur ár,
komst tú til Vestmanna at
arbeiða á skipasmiðjuni.
Sjálvt um tú ert føddur
og uppvaksin á Tvøroyri
fall tú væl til í Vestmanna.
Her fanst tú gentuna Tovu,
sum tú hevur verið giftur
við í heili 33 ár.
Takk fyri tann týdning tú
hevur fyri okkum øll í fam-
iljuni og allar tær góðu og
ríku løtur vit hava havt í
heimi tykkara og framhald-
andi koma at njóta saman
við tykkum.
Heilsan við Guds ríku
signing
Svigarforeldur
svigarinnur og svágrar
Leygardagin
30.
apríl
verður Sigvald Kristiansen,
fyrrverandi
kommunu-
lækni á Skála, 75 ár.
Sigvald er føddur í Fugla-
firði, og foreldrini vóru
Alexandur Kristiansen og
Súsanna f. Petersen, van-
liga nevnd Duda. Sigvald er
triðyngstur av 7 systkjum,
4 gentum og 3 dreingjum.
Tvær av systrunum og
báðir beiggjarnir eru enn á
lívi.
Eftir kríggið fór Sigvald,
16 ára gamal til Havnar, at
ganga í skúla. Hann tók
studentsprógv í 1950 og fór
síðan at lesa til lækna. Eftir
at hava arbeitt nøkur ár á
sjúkarhúsinum í Havn, fór
hann saman við familjuni
til Grønlands, har hann var
lækni í Føroyingahavnini
summarið 1964. Í 1965
byrjaði hann í nýggja
kommunulæknastarvinum
á Skála, og hetta starv røkti
hann í 30 ár. Hann giftist í
1955 við Ásu f. Colbjørn-
sen úr Hesti, sum hevði
lært til sjúkrasystir. Ása og
Sigvald fingu 4 synir og
eiga í dag 15 ommu- og
abbabørn.
Eftir at Sigvald fór frá
sum kommunulækni, hevur
hann verið í ymsum avloys-
arastørvum víða um landið,
líka úr Vági til Klaksvíkar.
Á henda hátt hevur hann
framhaldandi kunna brúkt
sín lærdóm og mongu
royndir nógv ár eftir van-
ligan pensjónsaldur, sam-
stundis sum hann hevur
havt betri stundir til annað
virksemi,
sum
hevur
hansara áhuga, og tað er
mangt og hvat.
Eldrapolitikki
hevur
hann verið sera virkin í,
hann sat í nevndini, sum
stóð fyri byggingini av
Eysturoyar Ellis- og Røkt-
arheimi, og er í dag sera
virkin í pensjonistafelags-
arbeiði, bæði her í bygdini
og úti um landið. Kirkju-
og missiónsarbeiði hevur
eisini hansara stóra áhuga,
hann hevur sitið í kirkju-
ráðnum í nógv ár og er eis-
ini organistur. Hann er lim-
ur í bygginevndini, sum
byggir nýtt meinigheitshús
á Skála. Fysta byggistig er
liðugt, og annað byggistig
er komið væl áleiðis. Har-
afturat hevur Sigvald í
nógv ár verið limur í Lions-
felagnum í Eysturoynni,
sum m.a. skipar fyri árligu
kappsiglingini í august og
listaframsýning á páskum.
Sigvaldi dámar væl úti í
náttúruni, at fara á flot ella
ein túr í hagan, og hann
hevur ferðast nógv saman
við familjuni. Vit minnast
við gleði aftur á 70 ára føð-
ingardag hansara í Noregi
og 70 ára føðingardagin hjá
mammu í Skotlandi. Í
summar er ætlanin at halda
gullbrúdleypsdag teirra í
Hetlandi.
Hetta
fellur
saman við Oyggjaleikun-
um, sum tey bæði hava ver-
ið við til fleiri ferðir áður.
Í yngri árum var hann
meira bókligur enn prakt-
iskur, og enn verður hann
argaður við, at boð máttu
sendast eftir elektrikara, tá
útiperan skuldi skiftast.
Hetta broyttist nógv, tá vit
synirnir settu búgv, og hann
um somu tíð flutti í egin
hús. Nú aftrar hann seg
hvørki við at stoypa, smíða
ella skrúva. Hann er altíð
góður at heita á til at rætta
eina hjálpandi hond. Hann
er bæði raskur, hugagóður
og áhaldandi. Men best er,
um tað ikki er fríggjakvøld,
tí tá spælir hann flogbólt,
og tað skal helst ikki for-
sømast. Samanhaldið mill-
um flogbótsfólkið er eisini
avbera gott.
Sigvald
kann
í
dag
hyggja aftur á 75 hendinga-
rík ár við ógvusligum
broytingum. Eitt virkið lív,
har hann saman við konuni
hevur bygt upp eitt hugna-
ligt heim, sum altíð tekur
væl ímóti gestum, serliga
abba- og ommubørnunum.
Góði pápi, verfaðir og abbi
– vit ynskja tær hjartaliga
til lukku við degnum og
Guds signing framyvir.
Súni, Arnbjørn, Regin
og Bogi v/ familjum
PS. Dagurin verður hildin
hjá Eyðgerð og Súna á
Skála leygardagin 30. apríl
frá kl. 17.
Jón Petersen 60 ár
Brynhild Hansen
Norðragøta, 85 ár
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Sigvald Kristiansen 75 ár