Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. apríl 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 78 - 27. apríl 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar- pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í Vikuskiftis Sosialin í litum. Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar myndir til "Heilsan-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr. Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er hósdag kl. 12.00 Sosialurin Litmyndir av brúðarpørum í 1. apríl hava Janus Thomsen, Hvalba og Paula Eikholm, Hvalvík lokið prógv sum politistar. Tey starvast bæði á Politistøðini í Havn. Í dag, mikudagin 27. apríl, fyllir Símun av Skarði á Sandi 60 ár. Hann er fyrsti- lærari í Skopun. Símun er sonur Paulinu f. Berg úr Sandvík og Jóhannes av Skarði úr Havn. Hann tók læraraprógv á Emdrupborg Seminarium í 1970. Síðani starvaðist hann sum lærari á fleiri skúlum í Danmark í 9 ár, til hann kom heimaftur til Føroya og tók við lærara- starvi á Sandoyar Megin- skúla, har hann eisini var fyribilssettur skúlastjóri 1995-97. Miðskeiðis í sekstiárunum var hann vik- arur í Nunnuskúlanum. Símun var á ársskeiði í føroyskum á Danmarks Lærerhøjskole 1970-71 og í sálarfrøði, námsfrøði, heimsspeki og hagfrøði 1973-75. Miðskeiðis í sjeytiárunum var hann ein av stigtakarunum til at stovna føroyska skúlan í Keypmannahavn. Hann hevur týtt nógvar bøkur til føroyskt, sum m.a. Bókadeild Føroya Lærara- felags hevur givið út. Símun av Skarði er giftur við Súsan í Jákupsstovu. 75 ár áraføðingadagur Hósdagin 28. apríl fyllir Victoria Tróndheim 75 ár. Dagurin verður hildin fríggjadagin 29. apríl hjá Fridu og Jakku Tróndheim. Símun av Skarði 60 ár Nýggj løgreglufólk Ein franskur studentur verður heiðraður sum heimsins besta menniskjansliga roknimaskina, eftir at hann fann 13. rótina av einum tali við 200 siffrum uppá minni enn 10 minuttir – í høvuðrokning, væl at merkja! TALSNILDI Snorri Brend Talið, sum Alexis Lemaire (24) fekk sum útgangsstøði var hetta: 83689566882369569398373286622256452247267804664 93836677497357558157303507570408962528802385749 38201056343363855595931514450415149490709419097 704449305660268402771869624155688082648640933. Undir nágreiniligum eftirliti av almennum tíðtakarum og dómarum, loysti hann hesa nærum ógjørligu uppgáv- una í høvuðrokning – at finna 13. rótina av einum tali við 200 siffrum. Roknistykkið – sum gevur flestu av okkum høvuðpínu bara við at hugsa um tað – skuldi sjálvandi gjøgnumførast uttan hjálpitól uppá minni enn 10 minuttir. Tann 24 ára gamli fransmaðurin fekk talið víst á einum telduskýggja, og uttan at hava loyvi at skriva nakað niður ella brúka onnur hjálpitól enn sín egna heila, hevði hann loyst uppgávuna uppá 513 sekund – t.v.s. 8 minuttir og 33 sekund. Bara svarið er uttan iva trupult hjá teimum flestu at minnast til – eitt tal við 16 siffrum: 2391481494636373 Geni Hesin 24 ára gamli fransmaðurin gjørdi longu vart við seg í desember mánaði frammanfyri matematikkarum úr øllum heiminum. Tá tók hann heimsmetið tá tað ræður um at finna 13. rótina av einum tali við 100 siffrum. Tað brúkti hann einans 3,62 sekund til. Eftir hetta hevur hann vant í tveir tímar hvønn dag at megna 200-tals metið. Venjingin hevur m.a. at minnast til tey tølini sum hava 13 sum útgangsstøði. – Hetta er tann truplasta uppgávan í høvuðrokning sum nakar kann fáa, segði Lemaire eftir at hava sett 200-siffur metið. – Tað er 100 ferðir truplari enn metið, sum eg tók í desember. Hesaferð var møguleikin at koma til skeivt úrslit við hepni ein til 400 milliardir, men møguleikin at fáa rætt svar við hepni í desember var bara ein til 8 milliónir, sigur Lemaire við The Times. 24 ára gamli Alexis lesur informatikk. Í frítíðini lærir hann seg 40 mál – samstundis! Tey, ið hava hug at taka met hansara, kunnu hyggja nærri eftir heimasíðuni www.13throot.com Hann er heimsins besti roknari Lesið -so eru tit við!