Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. apríl 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 78 - 27. apríl 2005 Bøðil ella hetja. Lykketoft er elskaður og hataður í danska Javnaðarflokkinum. Hósdagin varð hann takkaður fyri sítt stríð, sum av nógvum verður sæð sum eitt persónligt offur, eftir at navn hansara kom at standa við stórum bókstavum á valósigr- inum hjá danska Javnaðarflokkinum Marjun Dalsgaard Myndir: Ólavur Hansen Hann kom, hann stríddist og tapti. Valósigurin hjá danska Javnaðarflokkinum í januar var mest av øllum ein persónligur ósigur fyri Mogens Lykketoft, ið undir valstríðnum ferð eftir ferð fekk at vita: Tað er ikki tí, vit ikki vilja hava Javn- aðarflokkin, vit vilja bara ikki hava teg! Hansara leik- lutur í afturgongdini hjá danska Javnaðarflokkinum hevur verið á einum so persónligum støði, at ein og hvør annar hevði givið upp, vilja tey flestu vera við. Av tí sama verður hansara stríð fyri flokkin sæð sum eitt persónligt offur, væl at merkja av teimum, sum ikki síggja hann sum ein faðirmordara, eftir at hann koppaði tann meira fólka- kæra Svend Auken í 1992. Mogens er kult Serliga ungmannafelagið DSU hevur tikið tann um- strídda Lykketoft til sín, har hann er vorðin heiðurslim- ur og hevur nærum kultstat- us. Sum tekin um at hans- ara stríðsandi hevur verið einastandandi, fekk hann eitt svør og brynju frá sosialistiska ungmannafe- lagnum. Somuleiðis kom Thorning-Schmidt, sum hoyrir til yngra ættarliði inn á hansara evni til at draga ungdómin til sín: - Mogens er kult, segði Helle Thorning-Schmidt í einari bæði stuttligari og heitari røðu til fráfarandi formannin í flokkinum, millum annað um tá hann fór í dans við teimum ungu og ikki fekk frið á dansi- gólvinum. Nýggi formað- urin hjá danska Javnaðarf- lokkinum hevur fingið eina flúgvandi byrjan, og at síggja til hevur hon tað styrki, sum skal til, fyri at standa ímóti teimum ym- isku leiðum, sum eldra ættarliðið møguliga fer at toga hana í. Eitt yvirskot sum hon oysti av til tann fráfarandi formannin, tá hann hósdagin takkaði fyri seg. Stríðsmaður fyri tey veiku - Góði Mogens! Tú ert tann klógasti maðurin, eg havi hitt, segði hon millum ann- að, og legði somuleiðis dent á, at Lykketoft er ein stríðsmaður fyri tey veiku í samfelagnum. Lykketoft, ið av summum hevur verið ákærdur fyri at stríðast mest fyri persónlig- um valdi, lat ongan iva vera um, at hann framhaldandi ætlar at føra hettar stríði, og møguliga fer hann eisini at toga í træðrirnar handan leiktjaldið í framtíðini. Hetta er ikki eitt farvæl frá hansara síðu, legði hann dent á og segði somuleiðis, at hann fegin vil geva nýggja formanninum góð ráð og leggja lag á framyvir - tó var boðskapurin til nýggja formannin: "Do it your way". At enda læs hann 10 boð upp til sín eftirkomara - 10 boð um hvussu lívið í politikki skal handfarast, millum annað um ikki at fella til veingja- stríðið í flokkinum. Lunkað heilsan úr Føroyum Millum gestirnar var norski sosialdemokraturin Jens Stoltenberg, ið umboðaði flokk sín og sendi eina per- sónliga heilsan frá pápan- um, kenda diplomatinum, Thorvald Stoltenberg. Vóru orðini hjartalig frá norska kammeratinum, var heils- anin frá bróðurflokkinum í Føroyum eitt sindur meira lunkað. Eitt blómutyssi við orðunum "Tak for godt samarbejde", var alt hann fekk frá føroyska Javnað- arflokkinum, men tað er helst heldur ikki í Føroyum, at Mogens Lykketoft hevur flestar vinir eftir sín leiklut í búskaparligu kreppuni í 90’unum. Norðuratlantsbólkurin, umboðaður av Lars-Emili Johansen, gav fráfarandi formanninum ein kassa av Føroya Bjór og ein frystan bógv. Ein stríðsmaður takkar fyri seg – Hetta er ikki farvæl, eg fari at stríðast víðari, segði Lykketoft, tá hann hósdagin takkaði fyri seg, sum formaður fyri danska Javnaðarflokkin Nýggja ættarliði í danska Javnaðarflokkinum: Formaðurin, Helle Thorning-Schmidt og Jeppe Kofoed. Thorning-Schmidt hevur havt eina góða byrjan á odda fyri Sosialdemokratunum, hon hevur, líka síðan hon varð vald, megnað at sett dagskránna í fjølmiðlunum, og flokkurin er sambært seinastu Vilstrupkanningini størstur í dag Mogens Lykketoft, unnustan Mette Holm og Lars-Emil Johansen. Meðan Lykketoft lesur á Black Sheep merkinum, at Føroyar er svarta fárið í ríkisfelagsskapinum, leggur Lars-Emil eina við, at hann heldur einari bjór til æru fyri myndamanninum, men kundi ikki funni uppá at drukkið hana, tí hann er avhaldsmaður