Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. apríl 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Gera rampu til Norrønu í Kollafirði Í sambandi við víðk- anina av havnarøkin- um á Oyrareingjum fer Tórshavnar Kommuna at gera eina rampu, sum ger tað gjørligt hjá Norrønu at leggja at í Kollafirði, tá ið umstøður ikki eru til at leggja at í Havn NEYÐHAVN TIL NORRØNU Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tekniska nevnd hjá Tórs- havnar Býráð arbeiðir í løt- uni við einum máli um víðkanini av havnarøkinum hjá kommununi, og í hesum sambandi verður nýggj bryggja gjørd á Oyrar- reingjum. Hava Norrønu í kommununi Nýggja bryggjan, ið skal gerast á Oyrareingjum, verður í fyrstu atløgu 150 metrar long. Økið, sum liggur uppat bryggjuni, er umleið 25.000 fermetrar til støddar. Heðin Mortensen, borg- arstjóri, sigur, at byggingin av nýggju bryggjuni partvís verður gjørd í samstarvi við Samskip, sum skal byggja ein bygning á økinum. Harumframt hevur býráðið eisini ætlanir um at gera eina rampu við bryggjuna, soleiðis at Norr- øna kann leggja at á Oyrar- eingjum, tá ið umstøður ikki eru til tað í Havn. - Vit ætla at gera eina rampu, ið til støddar verður umleið helvtina av ramp- uni, ið Norrøna nýtir í Havn, og hetta skuldi verið nóg mikið til, at Norrøna kann nýta havnina á Oyrar- eingjum, tá ið hon hevur tørv á eini neyðhavn, sigur Heðin Mortensen. Spurdur um hetta stig verður tikið fyri at forða fyri, at Runavík skal gerast neyðhavn hjá Norrønu, sigur borgarstjórin í Havn: - Hetta verður ikki gjørt fyri at forða runavíkingum í nøkrum. Vit meta bert, at tað er eitt gott hugskot at gera nýggju bryggjuna á Oyrareingjum soleiðis, at Norrrøna eisini kann nýta hana. Eg haldi eisini, at tað er best, um Norrøna fær lagt at í Tórshavnar Komm- una, har hon hoyrir heima, sigur Heðin Mortensen. Tilkoyring frá tunnilsmunnanum Í sambandi við ætlanirnar á Oyrareingjum er væntandi, at talan fer at gerast um nógva tunga ferðslu til og frá økinum, og hvussu hes- in spurningur skal loysast, arbeiðir býráðið eisini við í løtuni. Heðin Mortensen greiðir frá, at í fyrsta umfari verður koyrt til økið eftir verandi vegi, men í framtíðini kundi Tórshavnar Komm- una gott hugsað sær, at ein tilkoyring var gjørd frá landsvegnum áraka tunnils- munnan við Kaldbaks- tunnilin oman til nýggja havnaøkið. Hetta er tó eitt landspolitiskt mál, sum Tórshavnar Kommuna tó fegin vil verða við til at fremja í verki, sigur Heðin Mortensen. Alt projekti við nýggju bryggjuni á Oyrareingjum verður væntandi liðug á vári komandi ár, og samlaði kostanðurin fyri projektið verður mettur at verða um 45 milliónir krónur. Samskip keypir meira í Føroyum Íslendska felagið Sam- skip hevur keypt alt frystigoymsluvirksemi hjá Kloosterboer í Føroy- um, Hollandi, og Noregi. Talan er um 84 túsund tons av goymsluplássi, sum Samskip hevur kann- að sær. Samskip vónar, at hetta fer at styrkja um støðuna hjá felagnum á marknaðinum í Europa. Keypsprísur er ikki upp- lýstur. - Hetta merkir at vit kunnu bjóða eina nógv breiðari tænastu, enn hvat vit hava gjørt framman- undan. Nú bjóða vit frystigoymslu til fisk. Vit sigla frammanundan á Kollafjørð, og Klooster- boer hevur avgreitt okk- um har, men ta avgreiðsl- una hava vit nú sjálvir, sigur Joel í Leitinum, stjóri í Samskip í Før- oyum. - Vit kunnu spenna okkum meira út við teim- um møguleikum, sum eru fyri at fáa fremmand skip at landa í Føroyum. Vit halda, at vit við hesum hava ein kappingarfyri- mun. Kloosterboer er eitt sera væl útviklað goymsluhús við einum kapasiteti upp á 7000 tons. Vit síggja stórar vakstrarmøguleikar í Kollafirði, sigur Joel í Leitinum. -hkm Samskip keypir meira í Føroyum Íslendska felagið Sam- skip hevur keypt alt frystigoymsluvirksemi hjá Kloosterboer í Føroy- um, Hollandi, og Noregi. Talan er um 84 túsund tons av goymsluplássi, sum Samskip hevur kann- að sær. Samskip vónar, at hetta fer at styrkja um støðuna hjá felagnum á marknaðinum í Europa. Keypsprísur er ikki upplýstur. -hkm Nr. 78 - 27. apríl 2005 15 Borgarstjórin í Havn vil fegin, at Norrøna altíð leggur at í Tórshavnar Kommunu, og tí verður ein rampa gjørd á Oyrareingjum, soleiðis at Norrøna kann leggja at har, tá ið veðrið ikki er til at leggja at í Havn Mynd: Finnur Justinussen Føroysku ergotera- peutarnir hava nú skipað seg í egið fak- felag. Í felagnum eru í dag 40 limir, og ætla hesir at vísa á tørvin fyri arbeiði felagsins í framtíðini FAKFELAG Snorri Brend snorri@sosialurin.fo - Vit hava nógva vitan um tey øki, ið hava við rehabil- itering og habilitering av fólki við avmarkaðum før- leika. - Fyri at henda vitanin skal koma brúkaranum til góða, er neyðugt at ergo- terapeutar verða settir í starv innan fyri allar skip- anir, har arbeitt verður við rehabilitering. So greið er útmeldingin frá nýstovnaða Ergotera- peutfelagnum, sum í febru- ar mánaði sá dagsins ljós. Limirnir í felagnum hava síðani 1986 verið limir í danska felagnum. Nú er felagið skipað sum eitt reint føroyskt felag við Hannu á Reynatúgvu sum for- kvinnu. Ætlanin er at samstarva við onnur norðurlendsk fel- øg. Eitt av málunum er at fáa ergoterapeutar í størv innanfyri allar skipanir, eis- ini á leiðslustøði innan fyri almannaverkið, skúlaverkið og heilsuverkið. Í nývaldu nevndini sita: Hanna á Reynatúgvu, for- kvinna; Súna Mørk, næst- formaður; og nevnarlim- irnir Súsanna Winther Poulsen, Birita Thomsen og Turið Jacobsen. Í samband við stovnanina verður almenn móttøka hildin í hølunum hjá fel- agnum í Jákupsstovu kom- andi fríggjadag millum kl. 14 og 17. At vera virkin Føroysku ergoterapeutarnir ætla rættiliga at gera vart við seg í framtíðini. Tær hava við áhuga fylgt við í visjónini, sum løg- maður hevur skotið út í kortið fyri ár 2015. - Ergoteraeputar hava servitan innan rehabiliter- ing og habilitering og bjóða seg tí fram til vera við til at fremja hesa visión innan rehabilitering og habiliter- ing í 2015, siga tær. Tær hava lært í Danmark og hava autorisation frá Sundhedsstyrelsen at virka sum ergoterapeutar. Sum hinar miðallongu heilsu- fakligu útbúgvingarnar, er tann ergoterapeutiska út- búgvingin eisini ein bachelor útbúgving. Kjarnan í ergoterapi er týdningurin av at vera virk- in í øllum lívsins viður- skiftum. Heilsan, og tað at vera virkin, eru nær tengd at hvørjum øðrum. Heilsu- trupulleikar kunnu gera, at ein hevur trupulleikar at vera virkin og hevur ein ikki møguleika at vera virk- in, kann hetta geva heilsu- trupulleikar. Endamálið við ergotera- peutisku viðgerðini er so- statt, at brúkarin við krops- ligum og sálarligum breki fær ein so virknan og sjálv- støðugan gerandisdag sum tilber við dagligum upp- gávum, sum eru neyðugar og ynskiligar fyri hann. - Her verður hugsað um uppgávur, sum bæði hava við eginumsorgan, arbeiði og frítíðarítriv at gera, siga ergoterapeutarnir. Klassifikatión WHO hevur nýliga gjørt eina klassifisatión av breki, kallað International Classi- fication of Functioning (ICF), sum m.a. hevur støði í "Fyrimyndarreglunum um javnar møgulleikar fyri fólk, ið bera brek" hjá ST. Í londunum rundan um okkum arbeiða ergotera- peutar og aðrir fakbólkar innan heilsu- og almanna- verkið miðvíst út frá hesari klassifikatión. ICF sær ikki eitt brek einans við medisinskum eygum, men sum eina funktión av sjúkuni ella brekinum og umstøðunum hjá tí sjúka ella brekaða og umhvørvinum, viðkomandi skal virka í v.m. Hetta sam- svarar væl við tað, sum ergoterapeutar leggja dent á í teirra viðgerð og tiltøkum. Ergoterpeutar eru fáir í tali í mun til fakbólkarnar, teir samstarva við. Tí er tað ein sjálvfylgja fyri ergotera- peutar at arbeiða tvørfakligt. - Ergoterapeutar hava so- statt nógva vitan, sum tørv- ur er á innan øll øki, sum hava við rehabilitering og habilitering av fólki við av- markaðum førleika at gera. - Fyri at hendan vitanin skal koma hesum brúkarum til góða, er neyðugt at ergoterapeutar verða settar í starv innanfyri allar skipan- ir, eisini á leiðslustøði, har arbeitt verður við rehabil- itering og habilitering, m.a. innanfyri almannaverkið, skúlaverkið og heilsuverkið, siga tær í nýstovnaða felag- num, og ætla at gera vart við hendan tørvin bæði í fjøl- miðlum, á politiskum støði og aðrastaðni. Ergoterapeutar lætta um gerandisdagin hjá brekaðum Arbeiðsøkini hjá ergoterapeutum eru fjølbroytt og kunnu vera: - Barnaøkið - Eldraøkið - Brekaøkið - Sálarliga sjúk - Sjúkrahús - Arbeiðsumhvørvi - Fyribyrging - Heilaskadd, bæði við- fødd og seinheilaskadd - Demens - Hjálpartól og atkomu- viðurskifti Nevndin í nýstovnaða Ergoterapeutfelagnum er farin til verka, og hevur sett sær stór mál fyri framtíðina Mynd: Jens Kr. Vang