Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. apríl 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 78 - 27. apríl 2005 Atlantic Music Event leygarkvøldið var eitt gjøgnumført tiltak, sum í allar mátar stóð mát. Eitt flott tiltak við ljóði og ljósi og føroyskum tónleiki í serflokki, har Eivør trøllabant, Guðrun dróg, 200 spældi við musklunum (hjá Makrel) og Týr syrgdi fyri at Grani bar gullið, innan hann headbankaði víðari fram á leið AME 2005 Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Tað var av sonnum spenn ingur í luftini leygarkvøld- ið, tí fyrireikararnir lótu fólk skilja, at her var ein skúta, sum fór frá bryggju fyri fullum seglum. Talan var í veruleikanum um eina tvíbýtta eind; Prix finala og AME. Finaluna umrøddu vit í blaðnum í gjár, so hana fara vit at sleppa okkum heldur skjótt framvið. Skemtiligt er tó at merkja sær, at vælupplagdir finaluluttakarar tóku harð- liga orðaskiftið síðani semifinaluna við løttum sinni. Terji og hansara menn undirstrikaðu orðini um, at teir eldru tónleik- ararnir vunnu við betri hondveri, við at koma á pall sum hondverkarar við smekkubuksum og hamara. Go go Blues splædi sín bláa tónleik til eitt fyrstapláss, og Eyðun og Showmenn lótu lagið So nógvar Røddir byrja við vælrakandi við- merking til orðaskiftið, og so hóskaði teksturin annars eisini so sera væl. At ongin av finalulut- takarunum visti, at dóm- ararnir ikki skiltu spei- semið ella orðingar, var spell. Bert útlendskir dóm- arar dømdu, so hesar við- merkingar fóru helst fram- við hjá teimum. AME Efir Pipar & Salt høvdu hitað upp og eftir prix- finaluluttakararnar, komu øll tey á pall, ið vóru boðin at taka lut í AME. Eitt blómutyssi av tí besta, ið føroyskur tónleikur hevur at bjóða, samstundis, sum AME heiðurslønir skuldu latast. Eivør kom á pall við grønlendskari trummu og einsamøll á palli trøllabant hon veruliga. Ein sera flott framførsla. Síðani sang hon við guitara Send me the Pillow. Eitt løgið sangval, hildu summi. Hvussu er og ikki, so riggaði eisini hesin sangurin, tá Eivør sang hann, men hvussu um- boðandi hann er, er kanska ein annar spurningur. Guðrun kom á pall sam- an við - tí fyri fleiri kanska ókenda - Neil Joensen. Tey bæði hava í fleiri ár spælt saman. Saman við sær høvdu tey Agnar Lamhauge á kontrabassi. Imagine riggaði sera væl. Síðani sungu tey Tú dregur meg sum ein magnetur. Hetta er eisini eitt gott val úr før- oyska sangskattinum. Tó tóktist í støðum, sum saknaðu tey samanspælið - vóri ikki heilt samanspæld, tó at tað riggaði og Guðrun prógvaði atdráttarmegina í røddini. Makrel setti aftur meira lív í og endurtók flottu framførsluna frá undan- farnum umførum. Í góðu útgerðini tók Makrel seg væl út, eisini hóast okkurt tøkniligt brek var við eina guitaranum eina løtu. Makrel skaptu veruligt huglag og teirra teldustýrda "bakteppið" er avgjørt við til at undirstrika hetta. Dejavu komu aftur í aftur á AME. Teir høvdu eisini bás, har teir løgdu fram nýggju, góðu og sera snoti- ligu fløguna. Á pallinum tóku teir seg væl út og vit fingu eina heildarmynd, ið hevði alt; tað stilla og tað eitt sindur harðari og væl svingandi. Eisini veruligt huglag á palli. Kristleif spældi sín longu vælkenda tónleik og fram- førslan saman við sterku manningini sat sum hon skuldi. Sama við Høgna Lisberg, sum tó kanska gjørdi onkran bilsnan við tónum, sum vóru eitt sindur harðir í støðum. Ikki bert ein guitari, ein maður. Men gott var tað - bæði hjá Kristleifi og Høgna. So kom eitt veruligt orkubrak. 200 stillaðu upp allir sum ein fremst á pall- inum. Trummurnar fremst og í miðuni og so koyrdi tað bara, baby. Við kór- og vøddahjálp frá manning úr Makrel. Eitt orkubrak, sum fólk veruliga tóktist taka til sín- sum um, at fólk eru við at klára at svølgja 200. So er spurningurin um tað er tað teir vilja, ella um teir nú mugu longur út, fyri enn at kunna flyta mørk. Týr hevði sera góða ljóðmynd og framførslan hugtók. Grani bar gullið, innan hann headbankaði víðari. Hart, kontant og gott. Vinararnir frá seinasta prix - Gestir - vóru sjálv- skrivaðir luttakarar. Teir komu eisini við góðari framførslu - seig framførsla í støðum, sum teir so ofta borga fyri, men eisini okkurt brak. Teir eru egnir, og stuttigt at hoyra, at teir enn kunnu vitja, hóast teir hava verið sjáldsamir gestir á palli síðstu tvey árini. Í alt var AME ein succes. Hóast tað tóktist, sum var ikki fullsett í Norðurlanda- húsinum. Heilt unga ættar- liðið var ikki til staðar og mong hava óivað eisini valt at fylgja við í útvarpi ella sjónvarpi. Men áoyrarar vantaðu tó ikki, og tey, sum høvdu leitað sær í Norður- landahúsið, fingu teir síðstu metrarnar av tón- leika- og ljóðgóðsku, sum ikki røkka út í stovurnar. Tað er nakað annað at hoyra tónleik live. Og AME staðfesti, at sjálv uppliv- ingin er nakað fyri seg. Eisini í føroyskum tóneiki. Tónleikarar, vertir, fyrireik- arar, ljóð- og ljósmenn gjørdu sítt arbeiði væl, sera væl, og syrgdu fyri, at ein hin størsta tónleikahend- ingin í Føroyum riggaði sum hon skuldi. Atlantstónar, ið vildu nakað Guðrun kom á pall saman við - tí fyri fleiri kanska ókenda - Neil Joensen. Tey bæði hava í fleiri ár spælt saman. Saman við sær høvdu tey Agnar Lamhauge á kontrabassi. Imagine riggaði sera væl. Guðrun prógvaði atdráttarmegina í røddini Mynd: Jens Kr. Vang